mikudagur 15. oktober 1975síða 6
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
SOSÍalurin
Hugleiðingar
Føroya Fólkaháskúlafelag hevur aftur í ár givið út
Árbókina, sum hesa ferð er 56 síður. Í henni eru 4
greinir og síðan frágreiðing frá minningarhald-
inum, sum var í fjør 1. og 2. novembur og frá-
greiding frå skålaårinum 1974/75.
Fyrsta greinin er Háskúlahugsanin eftir Stein-
bjørn B. Jacobsen. Føroyskur politikkur 1901 —
1906 eitur greinin, sum Hans J. Debes hevur
skrivað, og Hugleiðingar eitur ein grein eftir
Jóannes av Skarði. Allar greinirnar í Árbókini eru
róður, fluttar á skúlanum. Fjórða greinin í Ár-
bókini er eftir Bárð Jákupsson og er um list.
Vit endurprenta her greinina eftir Jóannes av
Skarði
Reða hildin á Feroya Fólkahá-
skúla 2. nov. 1974.
Tosað verður í dag nógv um tær
miklu broytingar, ið verið hava í
seinnu árum, bæði heima hjá
okkum og um allan heimin —
andaligar, harímillum skúlalig-
ar, og andaligar broytingar.
Her skal eg bert nevna nøkur
minni og nakrar hugleidingar
hidani av skulanum. Hjå honum,
sum er vaksin upp å håskulanum
og hevur havt starv sitt her, er
sjálvandi sjónskt, hvussu óme-
aligar hesar broytingar hava
verið, og hvussu tær hava
ávirkað lívið á háskúlanum og
arbeiði hansara.
Taka vit tær ytru umsteð-
urnar, eru tær so broyttar, at
unga fólkið í dag illa dugir at
fata, at tað kundi bera til at
hava skúla og yvirhevur bar til
at liva undir tilikum umstødum,
sum tó vóru vanligar tá hjá
fólki yvirhøvur, ikki bert her á
skúlanum. Á háskúlanum var
so, at tað í dag hevði verið kallað
hopleyst trongrúm. Onkunti-
AR
Myndatakari blaðsins kom um dagarnar
fram á hesa kettuna, sum var á veg uppaftur
úr einum ruskposa. Kettan hevði verið niðri í
ruskposanum og fingið sær okkurt til matna.
2
(A
9
z
2
F
ú
(A
(/
(A
g
VA
%
PÅ
%
FÅ
VA
g
VA
PÅ
VA
$
FÅ
VA
Á
Á
4
FÅ
g
%
£
VA
z
g
g
í
9
2
%
z
%
VA
VA
VA
%
g
VA
VA
VA
VA
FA
PÅ
%
VA
%
A
%
4
F
FÉ ONAARRAANNNNANNNNNNNAAARANNNANNRRANANANNARRARANNVSN
Kettan fekk sær at eta
i ruskposanum
gid #
INNNNNAANNANNNNANANAAANAAAANAUANAAAAAANAARAARASRAAARAAARARANNAARÐARAAAAAAAAN
R
vóru yvir 30 næmingar í gomlu
skúlahúsunum, og næmingarnir
vóru 4 og 5 á hverjum kamari.
Ein krani var í húsunum — tí
goldið varð eyka fyri hvenn
krana — og hann var í køkinum,
so hvønn morgun komu næm-
ingarnir oman í køkin við vaski-
fotum sínum at fáa sær vatn. —
Men hetta bar til og var sum
sagt, heilt nátúrligt og sjálv-
andi.
Ikki bar til, serliga í kulda-
veðri um veturin, at sita á kam-
arinum við skúlaarbeiði ella
eðrum bókligum arbeiði. Men
skúlastovan var miðsavningar-
staðurin, ikki bara í skúlatím-
um. Har var heitt inni og hugna-
ligt: næmingarnir við bókum
sínum ella teir skrivaðu kanska
»Tjaldrid« til komandi leygar-
kveld, ella telvaðu — ti gjørdu
teir rættiliga nógv av — onkur
spældi kanska kort. Og lær-
ararnir vóru tíðum gestir í skúla-
stovuni í práti við næmingarnar.
Og væl dugdu teir at práta við
teir, so Guði náðaðir háskúla-
kennarar, teir vóru.
Eitt var, sum setti dám á og
ríkaði håskulalivid, tað var sam-
arbeiðið, sum var, millum há-
skúlanæmingarnar og lærara-
skúlanæmingarnar og ung-
mannafelagið »Merkid«. Ja,
»Merkid« varð stovnað á há-
skúlanum og átti kanska síni
ríkastu ár á háskúlanum.
Um veturin var tað fast, at
leygarkveldini hevdu næming-
arnir fund, og á fundunum vóru
læraraskúlanæmingarnir fastir
gestir. Har vórðu lisin upp
skrivaðu blød teirra: »Tjaldrid«
hjá háskúlanæmingunum og
»Snarljos« hjá læraraskúlanæm-
ingunum. Og á bløðunum var
bæði skaldskapur, yrkingar og
søgur, og greinir um ymiss mál,
tjóðskaparmál, samfelagsmál,
stødu móðurmálsins, politisk
mál og mentanarmål. So vórðu
fluttar reður, upplestur ella
kjak. Stundum vórðu leiktir
sjónleikir. Hetta vóru góðir
fundir, sum eg hugsi, tey lut-
takandi enn munnu minnast. Og
tað var ikki alt lættisoppatilfar,
tað sum var skrivað í blødini,
ella sum borið var fram i roðum
ella kjaki, minni enn so.
Og ikki minni hugnalig vóru
vetrarsunnukveldini, tá ið lær-
araskúlanæmingarnir, og limir
»Merkisins« við, komu út á há-
skúlan at dansa. Dansað varð í
matarhellini; góð dansistova,
gólvið passaliga lint. Tað hava
mong, sum við vóru, tikið til,
hvussu góð hesi dansikveld
vóru. Og øll minnast góða
granna okkara, Enok Andreasen
á Frælsinum, hendan ófera
kvødara, sum hesi sunnukveld-
ini var fastur gestur saman við
unga fólkinum og átti góðan lut
í, at dansurin gekk so væl, og at
kvøldini eydnaðust so væl.
Eitt annað, sum vissar tíðir
setti dám á húslívið, var tað, at
av ringum samferðslum hendi
stundum, tá ið frítíðir vóru, at
næmingarnir sluppu ikki heim,
men máttu verða verandi á skúl-
anum. Eg minnist serliga eini
jól, veðrið var so ógviliga ringt,
at ein hópur av næmingunum,
sum ikki vóru heimslopnir,
dansaðu um jólatræ saman við
okkum húsfólkunum. Í hesum
sokallaðu trongu og óhentu um-
stødunum varð fingin í lag ein
rík samvera millum næmingar
og lærarar og húsfólkið annars.
Her sannast orðið, at tað eru
ikki glæstriborgirnar, ið skapa
ríka samveru.
Eg nevni hetta ikki fyri at seta
tað upp ímóti broyttu viður-
skiftunum í dag við prýðiligum
umsteðum og hentleikum, sum í
dag eru neyðugir. Eg bendi bert
á broytingina, ið er so stór, at
eg, sum sagt, hugsi, at unga
fólkið í dag dugir ikki at fata
hana, dugir ikki at fata, at tað
bar til.
Nýggju og betru umstødurnar
eru bæði góðar og neyðugar og
geva enn betri líkindi til at
rekja, tað veri seg hvat starv, ið
vera vil, og eisini håskulastarv-
ið. Men vit mugu ongantíð
gloyma, at alt hetta við góðum
umstødum og prýðiligum og
rúmligum skúlum (annars skilji
eg ikki, hvat ið tað skal til at
byggja hesar ovurdýru skúla-
glasborgirnar, í staðin fyri
hugnaligar skúlar) og hentleik-
um og skúlatilfari av einum
hverjum slag, at alt hetta er bert
ramman um myndina, sum
innani skal vera. Tað skal
sterkur ryggur til at bera góðar
dagar, verður sagt, og vit eru
bert menniskjur, og skjótt kann
verða til, at vit verða freistað til
at líta meira á ytru umsteð-
urnar, á amboðini, hentleikarn-
ar, enn gott er. Tann prýðiliga
ramman krevur, hon krevur av
okkum, at vit við henni kunnu
fáa myndina inni í henni, t. e.
innihaldið í skúlastarvinum,
betri og enn meira fullfiggjað
enn annars. Vit mugu ongantið
gloyma, at tað er ikki ramman,
ið er endamálið, og at tað er ikki
ramman, ið skapar myndina
innani, men at tað er persónurin,
lærarin, hansara persónliga av-
rek, ið skapa má myndina. Tað
krevst kanska meiri av persón-
inum, læraranum, ikki minst
moralskt, í okkara tíð við ollum
hentleikunum, enn av teimum
gomlu, sum í trongu korunum
meira vóru noyddir til persónlig
avrek, skuldu nakað spyrjast
burturúr.
Tað eru ikki bert hesar ytru
umsteðurnar á skúlaumhverv-
inum, sum ,broyttar eru. Alt
lívið í samfelagnum er seinastu
30—40 árini broytt, broyting á
ollum økjum. — Tey, sum í dag
eru gomul, sum vóru tilkomin
undan fyrra veraldarbardaga,
eru von at taka so til, at tey
funnu seg ongantið til rættis
aftur eftir bardagan, so nógv var
broytt. Men broytingin eftir
seinna heimsbardagan hevur
verið so stór, haldi eg, at vit,
sum undan honum vóru tilkomin
og ivaleyst tað, hava kanska
verri við at finna okkum til
rættis í dag, enn hini høvdu tå.
Og saman við ollum hesum
Óli í Åarstovu
Ikki eiti á tíðindum, sum Før-
oya Kommunistiski Flokkur
nú hevur at bera: Limatalid
er nú vidkad til fimm.
(0)
Onkur vil vera við, at sand-
oyingar eru farnir at keypa
reyða máling til Meginskúl-
an...
Tað sigst fyri vist, at Jógvan
Arge ætlar at lata yvirskotið
av Eyganum fara til eitt gott
endamál — Skansastovu!
Sambært Fjúrtanda, so vænti
eg, at Niels Juel endar sum
stjóri í BBC.
broytingum og sum ein fylgja av
teimum er ungdómurin so
broyttur, og áhugamál hansara,
at tað gongst okkum 60-áring-
unum illa at fáa fatur í honum.
Og tí er sjálvandi, at stovnur
sum Feroya Fólkaháskúli má
ikki standa í stað í sínum upp-
alingarformi, men má finna ein
form, sum samtykkir við tíðina,
við ungdómin í tíðini. Men hann
má enn sum áður standa á tjóð-
skaparligum grundarlag og ong-
antíð sleppa meginhugsjónini,
so sum hon kemur fram í enda-
málsgreinum skúlans:
»Mark og mið Føroya Fólka-
háskúla er 1) at geva næming-
unum lærdóm í vanligum læru-
greinum og 2) at vekja teirra
andligu evni, so at teir verða
forir fyri Þat læra sjålvar seg og
Guð sin at kenna.«