Sosialurinarkiv
Sosialurin 1975-10-18, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 18. oktober 1975síða 10

‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 10 sosialurin Italsk flogfør løgdu verjuleysar abessinskar bygdir i sor. Abessinar høvdu einans spjot at verja seg vid moti italskum tanksum og kanónum. Badoglio marsjallur, sum stóð á odda fyri hesi herferð, varð hevjadur til skýggja fyri >bragdið< eg »Hasari umbønini fari eg at jåtta tygum,< svaraði kongur við tað sama, >og tað uttan fyrivarni av nøkrum slag.< SOLEIÐIS SKULDI ENDIN VERDA« Kongur segði seinni, at bráddliga vinglaði Mussolini á sum kundi hann verið skotin. >Soleiðis skuldi endin verða,< læt í honum, meðan hann óboðin hoknaði niður á eina sofu. Uttan fyri borgina setti Vigneri kapteynur seg nú við róðrið á sjúkrabilinum og loysti hondbremsuna. Bilurin rullaði ljódliga oman eftir skráanum og stødgadi framman fyri portursdurun- um. Vittorio Emanuele hevdi hvassliga sett seg ímóti, at Mussolini varð handtikin inni hjá honum. >Fyrr skal eg liggja eftirå!« hevði hann sagt, men Vigneri hevði gjørt hann varan við, at ikki bar til at handtaka Mussolini á teimum trongu getunum utt- anfyri, ti tá varð væntandi, at lívverja hansara fór at leggja uppí. Úrslitið av hesum kundi lætliga verða ein blóðigur samanbrestur, sum kundi elva til eitt fasist- iskt mótkvett og borgara- stríð, og tað var kongi so líkt, at hann einki hevði svarað til hetta, men bert vist frá sær við hondunum, hver skal siga: >Ég fái einki gjørt«. MUSSOLINI VERÐUR HANDTIKIN Atsóknin tók ikki mong sekundini. Tá Mussolini kom oman eftir tí breiðu trappuni saman við skrivara sínum, fór Vigneri kapteynur ímóti honum og heilsaði honum virðiliga við hermannaheils- an. »Duce!« segði hann. »Hansara hátign hevur ålagt mær at hava trygd tygara í hondum.< Mussolini gløddi at honum og skilti ikki petti. „Ég havi onga trygd fyri neyðini,< segði hann móður og skuldi fara oman í bilin hjá sær, men tá Vigneri í stund- ini fyri honum, tók undir hondina á honum og leiddi hann blidliga, men við fast- leika yvir at sjúkrabilinum. Nakrar minuttir seinni Haile Selassie keisari ákærdi Ítalia fyri fólkasambandinum í Geneve og bað um hjálp til land sitt, men hann talaði fyri deyvum oryum stødgadi bilurin uttan fyri Carabinieri-hermannaleguna í Róm. Har varð Mussolini leiddur inn í eitt lítið vaktar- rúm. Alt hetta læt hann um seg ganga og tóktist púra líkasælur, men skrivari hans- ara var í ødini. »Hvat fer at henda, um nú Il Duce ynskir at rýma hiðani?< spurdi hann. „Il Duce verður verandi her,< svaraði Vigneri uttan at blunka við. »Og um Il Duce ynskir at nýta telefonina ?< Vigneri risti við høvdinum. Eina letu seinni kom ein her- yvirmaður inn og kvetti tele- fonleiðingin við einum felli- knivi. PIETRO BADOGLIO NYGGJUR STJORN- ARLEIDARI Klokkan try korter til ellivu hetta sama kveldið ljóðaðu hesi boðini í útvarpslurtunum í hundraðtúsundtals italskum heimum: »Italiumenn! Hans- ara håtign, kongur, hevur i dag loyst Benito Mussolini úr starvi og hevur tilnevnt Pietro Badoglio sum nyggjan stjornarleidara.« Hesi tíðindi fóru sum róta- súpan út um teir sjey heyggjarnar í Róm. Fólk ringdu til ætt og vinir ella lógu út av vindeygunum og róptu hesi stórtíðindi. Fólk tyrptust á getunum, mong teirra ikki meira enn hálv- ílatin. Tey fevndust, lædu og grótu isenn. „Hava tygum frætt?< spurdi ein politistur í Regina Coeli-fongslinum ein polit- iskan fanga. »Mussolini er rokin! Nú er tað Badoglio!« So var hann kvikur at leggja aftrat: >Ikki ti, eg havi so ongantið verið fasistur.« Og hetta varð so javnan at hoyra. Bráddliga vóru eingir fasistar eftir í Róm. Á Via Nomentana, vegnum, sum gekk norðureftir úr býnum, lógu hesi glitrandi fasista- merkini sandrað allastaðni, og á ti gula vatninum í Tiber- ánni flutu tær svertu fasista- skjúrturnar í hundraðtali. Hesa náttina gjørdu Róm- verjar alt tað, sum teir ikki høvdu vágað sær í 20 ár. Floksskrivstovur hjá fasist- um vórðu rændar. Skjal, skriviborð, stólar og myndir av Mussolini vórðu blakað í rúgvur og eldur settur á. Stigar vórðu reistir uttan fyri almennar bygningar, og menn fóru í holt við at skræða myndirnar hjá tí hataða fasistastýrinum niður. Á Corso-gøtuni loypti ein ispegil hvøkk á fólk við at rópa: „Undir harniðri! Il Duce kemur!< Mannfjøldin syndr- allar ættir, og runnu sum fyri livinum. Men adist i tey tað einasta, sum kom, var ein bringumynd år bronsu av ein ræðisharranum, sum varð blakað niður á getuna. »NU MAN ALT FARA UM KOLL« Dwight Eisenhower, ovastin hjá teimum sameindu í Norð- urafrika, frætti tíðindini morgunin eftir, tá hann sat við morgunmatarborðið sam- an við tveimum gestum, hann hevði fingið, Robert Murphy, sum var ráðgevari hjá Roosevelt forseta, og Harold Macmillan, sum um- boðaði Winston Churchill. Eisenhower ivaðist ikki í, at Nr. 72 — 18. oktober 1975 Italiumenn nú fóru at taka seg burtur úr krignum, so skjótt hetta læt seg gera uttan at gera sær alt ov nógv fyri skommum. „Ja, teir fara helst at royna,< svaraði Macmillan turrisliga. >Spurningurin er bert, um teir sleppa.« »Ver nú eitt sindur bjart- skygdur, Harold!< helt Eise- enhower fyri. >Nú vænti eg, at alt fer um koll.« Men fleiri hundrað fjórð- ingar norðanfyri vórðu óhugnaligar ætlanir smid- adar. Framhald BODABROT finnbogi sum ungur tu bodadi gledibodid vid einum båti sum æt sendibodid á bryggjubakka bar tú fram tjóðveldisboðið — og frá niðurdottnum flogi — feigdarboðið í málstríðnum breyt tú sum høgnabodi ja helt at tú var ein tambarbogi men við tínum danska harraboði royndist tú „veikur kongsins bogi« bygdamenn tínir kalla teg meinbogi all vita tú ert ein albogi strandferðsluni vart tú ein molbogi tað verður tú eisini sum postboði gævi tú hvarv sum ein ælabogi í Suðuroyarfirði 6/10— 75 ferðamaður við skerdum flogi ov seinur til trogið við sviðið soðið P.S. Hvar eru tit Atli og Árabogi?? —— Framhald frá síðu 5 sama arbeiði longur. Nú fáa tær bert annað arbeiði, sum gevur somu lágu løn sum áður. Nei harra blaðstjóri, slepp hasi hugsanini og royn at fata, at kvinnur ikki »fåa« løn ella nakað annað fyri einki, hverki frá vinnulívsharrum ella lóg- gávuvaldi. Maður x Um samgonguskjalið Síðani hendan landsstýrissam- gongan varð skipað hevur sam- bandsflokkurin við sínum hetj- um herjað á fólkaflokkin, tí hann hevur hjálpt javnaðarflokkinum at opna fyri allari sosialisering her á landi. Og satt at siga, so má eg harmast. Eg havi valt fólkaflokkin frá tí, eg fekk val- rætt, men nú sær tað soleiðis út fyri mær, at fólkaflokkurin við hesum samgonguskjali hevur slept sínari stevnuskrá og allari sínari liberali hugsjón fyri borð. Pauli Ellefsen segði, at fólka- floksveljarar akkurát tað sama velja javnaðarflokkin, og tí vendi eg fólkaflokkinum bakið. Eftir skrivingini hjá sambands- monnum at dema, so hevur javnaðarflokkurin vunnið mest við samgonguskjalinum. Um fiskimarksmálið verður sagt t. d., at í havrættarsamráðingum verður tikið undir við hugtak- inum um 200 fjórðinga búskap arligt eki, okkara grunnar við men ásannandi at núverandi veiðiflota og fiskavirkjum ikki rokka veiðutervi foroyinga verð- ur á altjóða stigi virkað fyri, at lond í slíkari støðu sum Føroyar eisini eiga framíhjárættindi til veiðu á teimum búskaparligu økjunum hjá londum, sum eru betri fyri, hvat vinnumeguleik- um viðvíkur. Hetta var júst tað, sum javnaðarflokkurin segði í seinasta valskeiði. Væl at merkja, tá sótu fólkaflokkurin í andstødu. Í málinum um Felags- marknaðinum verður sagt: Við- skifti Føroya við EF er fram- vegis grundað á legtingssam- tyktina frá 25. januar 1974 um, at heimastýrið ikki kann mæla til luttøku í EF. Men ein og hver minnist, hvat andstøduflokkarnir søgdu tá. Og her eru bædi folkaflokkurin og tjóðveldisflokkurin iroknadir. Jú, teir søgdu, at vit vóru limir, og nú kann ein og hver døma um, hver hevði rætt. Ajú, fólkaflokkurin er gingin um