leygardagur 18. oktober 1975síða 12
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Sosialurin
Førovingar ut um islendska
markið 13. november, um
eingin avtala er gjørd
Einar Águstsson: — Feroyingar hava jú
somu avtalu sum onnur lond
Atli Dam: — 1. juli i år kom ein nyggj avtala
i gildi, og røkkur hon til 1. juli 1976
— Føroysku skipini, sum veida
innan fyri 50 fjórðingamarkið í
Íslandi, sleppa ikki at veiða har
eftir 13. november. Tá fer avtal-
an við foroyingar úr gildi, eins
og allar aðrar avtalur, sum ís-
HORNIÐ
lendingar hava gjert við onnur
lond um veiðirættindi innan fyri
50 fjórðingamarkið.
Hetta segði íslendski uttan-
ríkisráðharrin, Einar Águstsson,
beint eftir útflytingina av ís-
Leingi er tað,
al vera
í
Hesi orðini hóska væl til myndina omanfyri,
sum er frá arbeiðinum upp á Vardagøtu i
Havn. Teir hava gjørt tvær gongubreytir báðu
megin vegin niðan við Sankta Frans skúla, og
í vikuni
vórðu tær asfalteraðar.
Haraftrat
hevur vegurin fingið stóra umvæling. Hann
skal planerast eitt sindur aftrat, áðrenn farið
verður undir asfalteringina. Tað er komm-
unan, sum stendur fyri arbeiðinum, ið nú
hevur vart í fleiri mánaðir.
lendska fiskimarkinum á 200
fjórðingar.
Atli Dam: — Vit hava eina
kvotaskipan við íslendingar upp
á 20.000 tons innan fyri markið
til 1. juli næsta ár
Hevur einki hoyrt
frá landsstýrinum
Einar Águstsson sigur, at tað er
langt síðani, at hann hevur
hoyrt nakað frá føroyska lands-
stýrinum, og hann veit tí einki,
nær samráðingar verða millum
foroyingar og íslendingar um
veiðirættindi innan fyri nýggja
merkið í Íslandi.
Annars sigur Einar Águsts-
son, at hann roknar ikki við
einum toskakriggi av sama slag
sum í 1972, tá íslendingar fluttu
út á 50 fjórðingar. Heldur ikki er
sjóverjan hjá íslendingum út-
bygd nakað munandi.
Síðani 1. september 1972, tá
fiskimarkið varð flutt út á 50
fjórðingar, hevur íslendska sjó-
verjan 99 ferðir kvett virar hjá
bretskum og vesturtýskum trol-
arum, sum hava fiskað undir
Íslandi.
Hava ikki
biðið um samráðingar
Atli Dam, legmaður, sigur, at
landsstýrið offisielt ikki hevur
biðið um nýggjar samráðingar
við íslendingar um veiðirættindi
innan fyri nýggja markið. Hann
vísir á, at 1. juli í ár kom í gildi
ein avtala, hareftir føroyingar
kunnu veiða 20.000 tons undir
Íslandi, og at henda avtala er í
gildi til 1. juli næsta ár.
— Tað er púra greitt, at fáa
foroyingar ikki semdir innan fyri
nýggja markið, so fer íslendska
útflytingin at raka okkum mein-
ast, sigur Atli Dam.
Legmaður sigur annars í
einari viðmerking til íslendsku
útflytingina, at hann vónar, at
tann staða, sum íslendingar
hava tikið, fer ikki at elva
teimum trupulleikar.
ør
LANDSDYSTURIN VERDUR I REYKJAVIK
Leikararnir til liðið, sum skal
spæla landsdyst í badminton
móti Íslandi, eru úttiknir. Tað
verða leiktir dystir bæði í single
og double. Landsdysturin ímóti
Íslandi verður í Laugardalshøll-
ini í Reykjavík 31. oktober.
Føroyska liðið sær soleiðis út:
Poul Michelsen,
Stenberg, Petur Hansen,
Hans J.
Eigil
Eg skilji ikki, hví Havnar
Framburðsfelag ikki hevur
fundin á Kondittarinum og
bara hevur lítla býráð til
panel.
Skulu gera
skipadokk
í Vági
Í Vági eru teir farnir
undir at fyrireika bygg-
ing av einari skipadokk.
Tað er ikki komið langt áleiðis
enn við arbeiðinum, men tó so,
at teir hava fingið norðmenn at
gera sær tekningar.
Tað er fyritøkan á Gørdunum,
sum stendur fyri fyrireikingun-
um í samráð við Ídnaðarstov-
una.
Badmintonleikararnir úttiknir
Lyngsøe og Svend Stensborg,
allir ur HBF, og Jan Joensen og
Gudmund Nielsen ur MBF.
Leikarar til doublekappingar-
nar verða Poul Michelsen/Petur
Joensen og Eigil Lyngsøe/Svend
Stensborg, HBF, og Jan Joen-
sen/Gudmund Nielsen, MBF.