mikudagur 26. november 1975síða 6
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
28 = i
om FO
Fuglafjørdur. Har hevur Føroya Kommunufelag midstød
Landsfelagið hjá kommununum
umfatar nú 36.000 íbúgvar
Lasse Klein, sum er skrivari i Føroya Kommunu-
feiag, heldur, at kommunurnar nú hava fingið
sterri ávirkan á lógarsmíðið
Tilsamans 23 kommunur kring
landið hava nú limaskap í lands-
felagnum Feroya kommunufel-
ag. Í hesum kommunum búgva
umleið 36.000 av landsins stív-
liga 40.000 íbúgvum.
Lasse Klein, sum er skrivari í
Feroya Kommunufelag, sigur,
at tann sterri parturin av komm-
unum í landinum hava fingið
limaskap í landsfelagnum. Tær
smærru kommunurnar hava
fingið åheitan um leimaskap,
men hava av einihvørjari orsøk
ikki fingid hetta upp i lag enn.
8 åra gamalt
Føroya Kommunufelag varð
stovnad 2. desember i 1967, og
hevur nu 8 åra å baki. Stovnarar
vóru Klaksvíkar, Hvannasunds,
Viðareiðis, Leirvíkar, Getu,
Runavíkar og Nes kommunur.
Síðani eru fleiri kommunur
komnar uppi, so tær nú telja 23.
Tað var táverandi sóknarstýris-
formaðurin í Klaksvík, Asbjørn
joensen, sum tók stig til at
stovna eitt landsfelag av komm-
unum í Feroyum. Hann gjørdist
eisini fyrsti formaður felagsins
og rekti hetta starv, til hann
gjørdist landsstýrismaður í und-
anfarna landsstýri. Tá tók
Ditlev Eldevig við. Síðani aprið í
ár hevur Tummas Jacobsen
verið formaður í felagnum.
Stýrt av
einari starvsnevnd
Feroya Kommunufelag verður
styrt av einari starvsnevnd.
Hver limakommuna velur ein
lim til umboðsmannafundin,
sum er hægsti myndugleiki fel-
agsins, og sum síðani velur eina
trý manna starvsnevnd. Henda
nevndin hevur dagligu leiðslu
felagsins um hendi. Felagið
hevur midstød í Fuglafirði.
Endamál felagsins er at virka
fyri at fremja áhugamál, sum
eru felags fyri limakommunurn-
ar, at standa felags í áhuga-
málum yvir fyri ríkisstjórn, løg-
tingi og landsstyri og eðrum
innlendis stovnum, at virka fyri
sterri sambandi millum komm-
unustýrini, at virka fyri upp-
lýsing kommunumálum viðvíkj-
andi og at skipa fyri fyrilestrar
og kjakfundum fyri kommunu-
stýrislimum og -starvsfólkum
um serstakar tættir í kommun-
ala arbeiðinum.
Hevur fest rót
Lasse Klein sigur, at hevur
fingið ta fatan, at hetta felags-
arbeið hjá kommunum hevur
fest rók millum kommunustýris-
limirnar kring landið. Hann
sigur, at á landstingi felagsins,
sum varð hildið i Havn í fjør,
fekst tann fatan, at menn vilja
hava eina kommunalpolitikk á
einum meiri breiðum grundar-
lag.
Lasse Klein sigur, at komm-
unufelagið má gera sær greitt, at
tað er logtingið, sum hevur tað
avgerandi orðið at siga, eisini í
kommunalmálum.
— Tað, sum vit vilja, er, at
allar tær lógir og annars alt tað,
sum viðkemur kommununum,
verður sent kommunum til um-
mælis, so tær fáa ein møguleika
til at gera sína ávirkan gald-
andi.
Hann sigur, at fyrr hevur tað
meiri og minni verið so, at log-
tingið hevur samtykt lógir, og at
kommunurnar hava fingið boð
um at gjalda.
Upplýsingararbeiði
Sum eitt lið í upplýsingararbeiði
felagsins er tað nú farið at geva
út Kommunutíðindi, har Lasse
Klein er blaðstjóri. Har verða
ymsir kommunalir spurningar
vidgjørdir, og almenningurin
fær eisini høvi til at siga sina
áskoðan i blaðnum og fylgja við i
ti, sum fer fram á ti kommunala
økinum.
Blaðið kemur eina ferð um
ársfjórðingin i 2.000 eintøkum.
Harav telja haldararnir 1.200.
ingarnar hava verið so soltnar
seinastu 13 árini, er funnin.
Olavur hevur etið alt fleskid
av teimum!
O-
Eitt var at reypa sær av.
John Reid skrivar i Dimmu,
at hann i november månada
var tíðliga uppi EIN morgun!
0
Ein lesari i Fjurtanda i gjår
sigur, at tað er niðurbrótandi
at sýta ófaklærdum fólki at
arbeiða, tá ið faklært fólk ikki
fæst. So haldi eg, at eg fari at
sekja tað nógv umredda
læknastarvið á Tveroyri!
Um Flogsamband og flogsamband
Undirritaði var ein av teimum
rættuliga mongu, sum í 1967
setti nakað av partapeningi í p/f
Flogsamband. Flogmálið var
komið soleiðis fyri, at vit hildu
okkum hava meguleika fyri at
fáa flogferðsluna á feroyskar
hendur. Og hetta tiltak stuðlaði
fólk heilt væl við at tekna
rættuliga nógv av partapeningi í
okkara komandi flogfelag. Eitt
sum tó eisini gjørdi sitt til, at
undirtøkan var so góð var, at í
stovningartreytunum var ásett,
at fyri hvert teknað partabræv
skuldi ánarin fáa eina ferð
ókeypis til Danmarkar og aftur,
um leys pláss vóru, annars
skuldi avslátturin vera 25%. Eg
var eisini ein av teimum, sum
rindaði tann teknaða partapen-
ingin inn til felagið, og rættuliga
skjótt aftaná fingu partaeigar-
arnir send fyribils partabrøv,
sum skuldu býtast um við
rættulig partabrev, tá nærri boð
komu. Síðan tá hava teir privatu
paraeigararnir ikki hoyrt eitt tað
einasta orð frá p/f Flogsam-
band! Eingi partabrøv eru send
út, hóast partafelagslógin åset-
ur, at partabrøv skullu sendast
partaeigarunum í seinasta lagi
eitt ár eftir, at felagið er
skrásett. Eingin frágreiðing er
send partaeigarunum, heldur
ikki hvervítt tær upprunaligu
stovnaðartreytirnar um ókeypis
flogferðir standa við. Ein hevur
bert kunnað lisið í blødunum, at
hesum kann ikki roknast við.
Møguleikarnir fyri at fara á aðal.
fund hava verið fáir, ti ár hava
gingið, uttan at aðalfundur
hevur verið, hóast partafelags-
lógin ásetur, at partafelog skullu
hava ársaðalfund eina ferð um
árið.
Millum seinasta og næstsein-
asta aðalfund gingu 3—4 ár. Og
samb. Dagblaðið var hesin
fundur hildin eftir boðum frá
fútanum. sjálvur hevði eg ætlað
mær á henda seinasta aðal-
fundin, men eg kundi ikki fara,
ti eg var burturstaddur. Tískil
skrivaði eg til Flogsamband og
bað um at fáa roknskap felagsins
sendandi. Men eg havi einki
frætt aftur enn, hóast parta-
felagslógin ásetur, at partaeig-
ararnir hava krav uppá at fáa
eintak av roknskapinum tilsent.
Og hóast partafelagslógin eisini
ásetur, at partaeigararnir hava
rætt til at siggja roknskapin upp
til 8 dagar undan aðalfundinum
á skrivstovu felagsins, so var
ikki gjørt vart við hetta í aðal-
fundarfráboðanini. Hvat felagið
hevur fingist við, er litið og einki
frætt um uttan tað, at nevndin
longu í fleiri ár, t. v. s. áðrenn
felagið er farið at virka, hevur
fingið fasta nevndarsamsýning.
Samstundis sum partaeigararnir
hava havt eitt rentutap, sum í
minsta lagi er helvtin av tí
partapeningi, sum teir hava sett
í. So tað er einki at siga til, at
tey, sum í 1967 spaðaðu til hesa
roynd at fáa flogferðsluna á for-
oyskar hendur, kenna seg at
vera hildin fyri spott. Ofta hevur
verið klagað yvir Danair og tað
við réttum, men tå ein sær,
hvussu arbeitt hevur verið innan
p/f Flogsamband, kann ein
loyva sær at spyrja seg sjálvan,
um ein kann rokna við, at eitt
felag
sum ikki eftir 8 ár og skilligar
reglur í partafelagslógini hevur
fingið upp í lag at senda sínum
partaeigarum teirra partabrev
sum ikki uttan hóttan frá fút-
anum kann fáa upp í lag at halda
aðalfund, hóast skilligar reglur í
partafelagslógini og í vidtøkum
felagsins
sum ikki í 7 ár hevur latið
partaeigararnar frætt frá sær,
soleiðis at hesir hava kunnað
fingið greiði á, um felagið
stendur við stovningartreytirnar
ella ikki
sum hóast skilligar reglur í
partafelagslógini ikki ger sínar
partaeigarar varar við teirra
rætt til at síggja roknskapin
áðrenn aðalfundin
sum hóast umbøn ikki fær upp
í lag at senda partaeigara rokn-
skap felagsins, hóast hann hevur
rætt til hetta samb. partafelags-
lógina
skal vera fort fyri at tryggja
okkum dagligt og regluligt
samband við útheimin. Við
omannevndu royndum í huga
hevur ein hug til at ivast, og við
eini umskriving av einum van-
ligum tiltaki kunnu vit siga, at
vit vita hóast alt, hvat vit hava,
men vit hava alla meguliga
orsek til at stúra fyri ti, sum vit
fáa.
Óli Jacobsen
ek SEE
Fråsøgnin var skeiv
Vit fara at bida lesarar okkara
umbera okkum fyri frågreiding-
ina frå seinasta byrådsfundi, har
eitt brot tíverri var burturblivið.
Vit endurgeva her síðsta brotið
av fråsøgnini, og her sæst tað, ið
ikki var við í seinasta blað:
Jákup Suni Jacobsen helt ikki,
at tað var rætt at fara at gera
eina samtykt um at umvæla
bygningin nú, og lata næstu
figgjarætlan bera kostnaðin,
sum tað stóð í uppskotinum hjá
H. Mortensen. Tí so fór at verða
tikið av miljónini, sum býráðið
skuldi nýta til at byggja
nýggjan verkstað fyri.
Heldur ikki varð avklárað,
hvar ið nýggi verkstaðurin
skuldi vera. Men um so var, at
nýggi verkstaðurin,
býarætlanina, kann koma til at
liggja haruppi, so kann hetta
núverandi húsið nýtast til park-
eringshús, og nýggjur verkstað-
ur byggjast aftrat við síðuna av.
Hann skeyt tí upp, at uttan
um alla fíggjarlóg varð latin ein
upphædd upp á 5—8000 krónur
til at gera tær neyðugastu ábet-
urnar, fyri at teir ikki skulu
standa og bláfrysta haruppi á
Hálsi. Hann hevði eisini tosað
við verkstaðarleiðaran, sum
segði seg vera nøgdan við eina
tílíka umvæling. Jákup Suni
skeyt ti upp, at málið fór 1
Byggi- og býarskipanarnevnd-
ina til stødutakan og avgerðar.
sambært