Sosialurinarkiv
Sosialurin 1975-11-29, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 29. november 1975síða 2

‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 84 — 29. november 1975 SOStalurin telt. 1 1820 gro 6 28:27 i 3800 Torshavn } Blað Vill Jol DOX (0, nadarflokku? [m Johannesen (ábyrgd). telf. 56411 Prent: Din Í ÅR ERU liðin 50 år, síðani Føroya Javnaðar- flokkur og Feroya Arbeiðarafelag vórðu sett á stovn. Og tvey tey elstu javnadarfeløgini, Froðbiar sóknar javnaðarfelag og Suður- streymoyar javnaðarfelag, hava somuleiðis fimti ár á baki í hesum ári. I NÆRUM øllum bygdum eru tað somu per- sónarnir, ið hava gingið á odda innan arbeið- arafelogini, sum eisini hava staðið á odda. í javnadarfeløgunum. Hetta gjørdi seg galdandi bæði tá talan var um stovning og somuleiðis um felagsarbeiði árini fram. POLITIKKUR er at vilja. Og henda viljan hevur javnaðarflokkurin átt. Hesin vilji er sýndur í verki í mun til ta styrkju, sum velj- ararnir til ymiskar tíðir hava unt flokkinum. Hjá javnaðarflokkinum hevur tað ongantíð verið langt frá andstødupolitikki til avreksverk á stjórnarpalli. TAÐ GAV at bíta, tá ein maður, tríggjar mánaðar eftir at javnaðarflokkurin hevði skipað landsstýri í 1959, helt fyri, at eitt var, at P. M. Dam og javnaðarflokkurin góvu fólki lyfti um alt millum himmal og jørð. Men tað, sum verri var, at halda hesi lyftini, tað helt hann vera ovboðið. BURTURSÆÐ frá teimum fyrstu 10 árunum, hevur javnaðarflokkurin verið millum teir stóru politisku flokkarnar, og tá hetta valskeiðið er úti, hevur hann verið landsins stersti politiski flokkur í 20 ár. Javnaðarflokkurin situr nú í landsstýrinum fyri fimtu ferð. TAÐ KANN neyvan verða nakað trætumál, at javnaðarflokkurin hevur sett síni týðuligu spor í Føroya politisku søgu, at hann í rættiliga stóran mun hevur verið við til, og í nógvum forum hevur gingið á odda við, at laga foroyska samfelagið til tað, sum tað veruliga er. TANN FØRDI politikkurin er tó týðuliga merktur av, at javnaðarflokkurin ikki einsa- mallur hevur lagað hesi viðurskifti, meh at hetta er gjørt í samstarvi við aðrar og ofta ólíkar politiskar flokkar. Men hetta eru nú einaferð korini, tá ongin flokkur hevur ta neyðugu styrkina til einsamallur at skipa fyri. TAÐ, SUM mest hevur ørkymlad føroyskan politikk i hesum tidarskeidi, er hin endaleysa toganin millum samband og loysing. Hetta hevur mangan nærsagt verið orsek til óneyðuga politiska naggatódn. Tað er tí at fegnast um, at nekur av hesum sjálvstýris- málum nú verða loyst, soleiðis at pláss verður fyri eðrum týðandi politiskum málum. TAÐ, SUM er farið,.er soga. Men hon talar. Og sega javnaðarfloksins talar fyri, at flokkurin, eisini í árunum, sum koma, má ganga á odda, um talan skal verða um praktiskan politikk við broytingum og nýskapanum. dagbókin Gudstænastur 1. sunnudag í advent í Fugla- firði kl. 12 við altargongd, og barnagudstænasta kl. 4 sp., Torkild Beder prædikar. J. Follend á Nesi við altar- gongd. K. O. Videre á Tver- oyri við altargongd. Kj. Mørkøre i Havnar kirkju við altargongd. E. Vilhelm i Vesturkirkjuni. Hans J. Joensen i Kirk$jube kl. 12, altargongd, í Nólsoy kl. 6 sp., altargongd. Høgni Poul- sen i Bø, altargongd. J. Weihe i Hvalba, altargongd. Martin R. Jacobsen i Vågi kl. 11 vid barnagudstænastu, kollekt til sunnudagsskúlan, í Hovi kl. 6 sp. S. J. Joensen i Vidareidi kl. 12, altargongd. N. P. Danielsen i Oyndar- firdi, altargongd. I kirkjunum i Vågs og Nes prestadømi verður innsavnað kollekt til útbreiðslu av guðs orði. Missiónshúsið á Viðareiði Eydnuhjól verður leygar- kveldið kl. 8 til frama fyri orgul í kirkjuni. Filadelfia Landavegur 12. Bibliuskuli frå kl. 9 til 4.30. Evangeliskir fundir hvørt kvøld kl. 8, Alfred Lorenzen, fyristødu- maður i »Elim-samkomuni« í Keypmannahavn, talar. Í kveld syngur Filadelfiakórið. Gideon í Vestmanna Á fundinum í Gideon sunnu- kveldið kl. 18 verður evnið 1000-ÁRARÍKIÐ Bingospæl í Leirvík Leygardagin klokkan 4 sp. verður bingospæl í fimleikar- høllini í Leirvik til frama fyri skótunum í bygdini. Verkfrødingsprogv Kári Lamhauge, Tórshavn, hevur á Horsens Ingenier- skole lokið prógv sum byggi- verkfrødingur við 1. karak- teri. Listaframsýning Listaframsýningin hjá Ing- álvi av Reyni í atelieri hansara á Liitzensgrød er opin fyri seinastu ferð í dag frá kl. 3—7. Nýggjur kommunulækni Carl Johan Fossá úr Tórs- havn, er settur kommunu- lækni á Tvøroyri. Frammari- undan er ein kommunulækni í bynum. Læknafelag Føroya Oli Mikkelsen, yvirlækni å Landssjúkrahúsinum, er valdur formaður í Lækna- felag Føroya. Seinastu árini hevur Signar Dam, lækni á Tveroyri, verið formaður. TRADERLINE Vit ferma HVØNN EINASTA i ÅLBORG i HALMSTAD i KØBENHAVN TYSDAG MIKUDAG HOSDAG i ÅLESUND 8/12 i LARVIK 10/12 i BLYTH 1/12 i SANDNES 28/11 . hvørja viku 3. hvørja viku 3. hvørja viku 3. hvørja viku BEINLEIDIS TIL FØROYA AVGREIDSLUR: Chr. Jensen, tlf. 122566 Ålborg A/s Traderline, tlf. 130233 Keypmannahavn Wilson & Co., tlf. 18135 Halmstad Bugge & Olsen, tlf. 82090 Larvik J. Hagenæs, tlf. 24078 Ålesund T. Schanche Olsen, tlf. 62078 Sandnes W. Harney & Co., tlf. 2331 Blyth Zeyen N.V., tlf. 329296 Antwerpen. BOX 17 TLF. 13960 TELEX 81236 TRADER TORSHAVN Tað er nú biligari at ringja til Danmarkar og onnur lond. Tað er hentari og bíligari at nýta sjálvval Ivast tygum í mannagongdini við sjálvvali til Dan- markar og onnur lond, ella vilja tygum hava at vita, hvat tað kostar at ringja, spyrjið tygum so fyri hjá 0038, sum er upplýsingartænastan hjá Ríkistelefonini Hiðani og frá telefonverkinum á 11433 kunna tygum ókeypis fáa eintak av bóklingi um sjálvval, sama sum varð sent í hvert hús. (0) Post- og Telegrafvæsenet Rigstelefonen Telefonverk Føroya Løgtings Telefon 1225 Telex 21 Ur Køben- Ur Ur Halm- Ur I Skip havn Ålborg stad Leith Feroyum LÓMUR 27.11 25.11 1.12 RAVNUR 25.11 26.11 1,12 BLIKUR 4.12 2.12 8.12 LOMUR 11,12 9.12 15.12 RAVNUR 9.12 10.12 15.12 FALKUR 12.12 15.12 BLIKUR 18.12 16.12 22.12 RAVNUR 24.12 22.12 29.12 LOMUR 31.12 29.12 5.1—76 FALKUR fermir i Delfzijl 10.12 RAVNUR fermir i Drammen 11.12 PESKIPAFELAGIÐ FØROYAR