leygardagur 13. desember 1975síða 5
‹ fyrra síða allar 8 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 86 — 13. december 1975
sosialurin
Síða 5
VIKUSKIFTIÐ
CHRISTIAN MATRAS fór ungur at yrkja. Í 1917 læt
Kristin í Geil prenta yrkingina >Maimynd< í Tinga-
kross. Hon er yrkt úti í Grev í Klakksvík.
Ein maður, sum Christian altið hevur hildið ógvuliga
nógv um, er danska sálmaskaldið Thomas Kingo. Tað
er serliga tað magnandi orðalagið hjá Kingo, sum
hevur hugtikið hann, sigur Christian sjálvur, og tær
frálíku týðingarnar, hann hevur gjørt av hansara
sálmum, munnu vera uppi í ti allarbesta, vit eiga á for-
oyskum. »Ur upprunaheimi,« sum vit her prenta, har
Christian hevur yrkt um fødioyggj sína, Viðoynna,
sýnir skilliga, at hann hevur lært hjá Kingo.
Ein heildarútgáva við ellum ti, sum Christian
Matras hevur yrkt og tytt í tidarskeidinum 1917—73
og sum áður hevur verið prentað, kemur ætlandi út til
jóla hjá Emil Thomsen.
Annars tekst Christian í løtuni við at skipa eina
heildarútgávu við yrkingum og týðingum Janusar. Her
koma allar yrkingarnar og týðingarnar hjá Janusi við,
tó ikki prosa. Tað verður eisini Emil Thomsen, sum fer
at geva hetta savn út.
I
(Inngangur)
Á Hellu eg stóð,
nam fornsædda sjón og tey fornhoyrdu ljóð,
har stóð um meg heimur, sum ljódliga beyð
mær at loysa seg úr síni orðleysu neyð,
ein heimur av hellu, av huga og tíð,
sum lív mitt var i.
Alt bad hetta nu
meg geva ti ljóð, sum í sinni bar sug,
sum dró meg av landi og festi meg tó,
sum útdráttur átti og fjøtrandi ró,
við halgidómsblettum í sannsælu stund
sum dæmdi mær lund.
II
(Oyggin)
O ørbrætta land,
har hæddir og hav framdu varandi gand
vid ørandi lofti um ups og um egg,
vid tindum id toyggjast um meitladan vegg,
hesin almåttar leikur i oybúgva sål
meg bidur um mål.
III
(Gjógvin)
Og klingruta trom,
sum hæddsælu veitti, tó ræðslan var rom,
undir ups runnu bakkar í síðkar og sig,
sum vætan í stødum rann sjónsk oman við,
undir gjóskuggalofti beyð krógvaða møl
mær lokkandi dvøl.
Av bakka í gjógv,
har fossur við gjómunnan stoyttist í sjógv,
har óku vit niður um brattasta stíg
at komast á møl til at fara útí,
um hálastu hellu var gongt inn í gjógv
at kaldreinum sjógv.
Ja, sjógvurin har
var lokkandi reinur, tó rekastrond var
við óhugnalutum brimbornum á land,
teir huganum bóru ein sjáldsaman gand,
tær djúpheidnu letur enn liva í mær
frá dvel míni har.
Ritstjóri:
Hans Thomsen
ÚR UPPRUNAHEIMI
IV
(Hellan)
O hellan her øll,
eitt fløtukent land fram við skriðu og vøll,
ein klettvíður heimur við skiftandi lund,
við ólega-leiki og kyrrastu stund,
á hellu undir bakka runnu uppruna-ár
við sælu og sár.
O poknuta grót,
sum rísur úr hellu sum knaggar og mót,
har Sporið er máað og lynning er logd
og bátssteða evri í klettin er høgd,
her flødir og skolar mær ævinligt lag
í sinni hvenn dag.
V
(Flesjarnar)
Og flesin tu så,
hon var vid å ferdini, burtur og hjå,
hon var mær eitt festi í huga og sjón,
tá tungt var í lívi, tá skygdi av vón,
hon var mær eitt merki á langari leið
í fegni og feigð.
O flesjanna ljóð
av livandi sjógvi um gjarstrendur stóð,
har æðurnar lótu og tjaldur fekk mál,
sum fjálgaði skeroyggj sum gres lívga vál,
og ternan skar í eitt so summarsnjalt ljóð
tå løtan var góð.
VI
(Útsýnið móti vestri. Múlalandið)
O grannaland mitt,
teg så eg av hellu bædi ilsligt og blitt,
tin Muli, og Nakkur, og heimoyggjar fjøll
vóru ladadir veggir i Norðoya hell,
so rimvitt var húsið, var lonin hjá mær
í løtuni har.
O veggfrida land,
hetta listafint meitlada håhamra-band
vid omanlopsgróti i brekkum og líð,
við hjólaðum dølum og tindi mót sky,
undir ben-svertum bakka stóðu kyrra og kveld
sum ævinlig vøld.
Heilsan til Chr. Matras professara
å 75 åra degnum
Vit, sum nu i Føroyum liva,
gledast farid er at riva.
Tad, tå skapti tinar løtur,
lysir gylt um vidar fløtur.
Vit, sum byggja hesar strendur —
lagnan vav oss løgnar rendur —
hygg, vit taka tinar hendur!
Veida fisk vid ongum snøri,
tad er ikki hvørs mans føri.
Sårar hendur mangan vóru,
dýran fong til hallar bóru.
Men, tað var títt ríka sinni,
trúgvin tín og viljin stinni,
gudagávan — reysti seggi —
gróv oss gull úr læstum heyggi.
Hans Thomsen
VII
(Eystursíðan á oynni. Fugloy)
O eystara trom,
eg tíðum av bakka um heiðarnar kom,
við egg rúnar rúmdin við sjón yvir hav,
og streymsongur hoyrist, tá hugt er útav,
á lofti er fuglur um menn og um sig
við hábergsins lið.
Ja, eystara land,
av eggini høgu eitt håbakka-band,
fyri sunnan er bakki og håhellu-strond,
har Leiti og Berg eru útenda-lond,
á Leiti sá torvmaður komin úr krógv
í sjóðandi sjógv.
O flatan í dal,
bar hvíld fyri eygað, so stund gjørdist sæl,
har á undan fossum so ringjandi kom,
so mek til hon nærkaðist bakkanna trom,
ein bliåmynd millum fjalla so grøtandi rík,
at fá er hon slík.
O Fugloyggin har,
var nakað land dýrari sjón fyri mær?
Ég leit tá á útoyggj og flotoyggj í senn,
hon flutti seg áður og flýtur har enn,
fær barnið at undrast og kenna sum gand
hetta bergfríða land.
VIII
(Útgangur)
Slíkt eyga mitt så,
og ljóðið av sjógvi var altið mær hjá,
enn flødir og fjarar í huga á mær
sum áður á hellu um klettanna gjar,
mær fylgja á ævini brimdun og flóð,
hesi fornhoyrdu ljóð.
Og alt er í mær,
tað er tað sum eina ferð livdi og var,
um lag-skifti bóru inn bárur við hvert,
tað hvervur tó ei sum í sinni var stórt,
var sterri enn maður og hvønndagslig spor
slíkt beiðir sær orð.
Chr. Matras