mikudagur 17. desember 1975síða 1
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Foroya Arbeiðarafelag
fimti ár hósdagin
frælst
javnadur
brødralag
Nr. 87 — Mikudagin 17. december 1975 — 48. årgangur — Leysasøla 1,50 kr.
NORDAFAR ætlanir um at byggja
rækjuverksmiðju i Føroyingahavnini
Samstundis skal
Føroyingahavnin
tæna sínum upprunaliga endamáli
sum útgerðarpláss, sigur Jákup Fr.
Øregaard
NORDAFAR hevur ætlanir um
at byggja eina rækjuverksmiðju
í Feroyingahavnini, sum skal
kunna taka ein part av tí, sum
foroysku rækjuskipini veiða, og
liðugtviðgera tær í Feroyinga-
havnini.
Jákup Fr. Øregaard sigur, at
rækjurnar, sum verða fiskaðar
um veturin, kunnu kókast,
frystast og seljast í heilum líki,
meðan dygdin um summarið er
verri.
Ti hava vit ætlanir um at
seta eina rækjuverksmiðju upp í
Feroyingahavnini, sum skal
kunna taka ein part av tí, sum
foroysku skipini veiða. Jákup
Fr. Øregaard sigur, at ætlan-
irnar eru komnar væl áleiðis.
Harafturat eru ætlanir um at
gera eitt trolvirki, sum kann
viðgera reiðskapin hjá trolarum,
sum fiska rækjur í Grenlandi.
Selja flakamaskinurnar
Jákup Fr. Øregaard sigur, at
samstundis sum útróðurin hevur
vundið upp á seg í Feroyum, er
hann minkaður í Grønlandi. Tað
hevur í nógv ár verið róð út frá
Feroyingahavnini. Fyrr varð
eisini róð út frá Gråtufjørdinum,
Ravnoynni og Tovkussak, men
tey seinastu árini hevur útróð-
urin í Grønlandi givið so lítið av
sær, at bátatalið í fjør var bara
seks.
Útróðurin byrjaði aftur í vár,
men fiskiskapurin var eingin, og
róðurin kom tí at vara stutt.
NORDAFAR, sum feroyingar
nú hava yvirtikið einsamallir frá
norðmonnum, heldur ikki, at
hetta kann halda fram, og hevur
ti avgjørt at niðurleggja ta
deildina, sum eitur útróður.
Jákup Fr. Øregaard sigur, at tað
t
standa fimm flakamaskinur i
Føroyingahavnini, sum standa i
nógvum pengum, og hann
heldur, at sum stødan er nú,
ræður um at gera tað til pengar,
sum annars brúk ikki er fyri.
— Ti hava vit avgjørt at
leggja deildina nidur og fara at
royna at selja flakamaskinurnar
i Føroyum, sigur Jåkup Fr. Øre-
gaard.
Utgerdarstød
Tá føroyingar fóru upp í sam-
arbeiðið við norðmenn og danir
um eina stød í Grønlandi, so var
tað fyri at útbyggja Feroyinga-
havnina til eina útgerðarsteð
fyri tann føroyska og norska
fiskiflotan. Tá vóru tað fyri tað
mesta gomul skip, sum annað-
hvert fóru yvir tidliga á sumri
ella seint á vári og vórðu verandi
har, til heystið kom. Hesa tíðina
komu skipini at hava nógva út-
gerð fyri neyðini. Steðin varð
útbygd til at taka ímóti saltfiski
frá skipunum, sum síðani varð
sendur til Feroya, Noregs ella
beinleiðis til Miðalhavið. Haraft-
rat var Føroyingahavnin ein út-
gerdarstød. Seinni hendi tað, at
bæði føroyingar og norðmenn
fingu nýggj skip, sum sigldu
beinleiðis til heimlondini, har tey
eisini tóku útgerð.
Tá fór NORDAFAR
útróður og fiskaframleiðslu
Men nú hevur myndin
broytt seg aftur soleiðis, at
útróðurin er burturdottin. Sam
stundis hevur ein onnur vinna
tikið seg upp, sum t. d. rækju
veiðan, sigur Jákup Fr. Øre-
gaard. Hann leggur aftrat, at
nøkur línu- og garnaskip fiska í
Grenlandi enn, og tað er tann
flotan, sum NORDAFAR ætlar
at útgera, so staðin i Føroyinga-
havnini aftur kann koma at
undir
tæna sínum upprunaliga enda-
máli.
Lítil umsetningur
Jákup Fr. Øregaard sigur, at tey
seinastu árini, feroyingar hava
verið í samarbeiði við norðmenn
um steðina í Grenlandi, hava vit
mist nógv av peningi, tí um-
setningurin hevur verið lítil og
eingin.
— Tá feroyingar einsamallir
Stjórn Feroya Arbeiðarafelags 1975: Hansina Midjord, Arni á
Rógvi, Anna Berg, Andr. Højgaard, Johs. Olsen og S. P. Poulsen
høvdu yvirtikid stødina, fóru vit
yvir i Føroyingahavnina at
kanna viðurskiftini, har tað varð
gjørt upp, hvat kundi fåast
burturúr. Tað vísir seg, at vit
ikki so mikið sum hava havt ráð
til at hildið stødina viðlíka, og
tíansheldur ikki kunnað rekt
tænastuna til fulnar. Hetta
hevur havt við sær, at føroying-
ar, norðmenn, spaniólar og
aðrir, sum fyrr hava tikið sína
útgerð í Feroyingahavnini, nú
taka hana úr Godthaab, sigur
Jákup Fr. Øregaard. Hann
upplýsir, at teir eru komnir væl
áleiðis við kanningararbeiðinum,
sum skal gera av, hver tervurin
er hjá foroyskum skipum og
ødrum.
Føroyingahavnin
ein fyrimunur
Jåkup Fr. Øregaard sigur, at
nógvir skiparar á skipum, sum
veiða við Grenlandi, hava mett
tað sum ein fyrimun, at Føroy-
ingahavnin aftur gerst ein út-
gerdarstød, og at hon kemur at
tæna sínum upprunaliga enda-
máli. Og her er talan um bæði
foroyskar og norskar skiparar
Nordafar fekk tilsegn um
veðhald fyri láni, tå føroyingar
yvirtóku steðina einsamallir.
lánið er upp á 6 milj. kr., og
tingið hevur samtykt at veð-
halda fyri ti
Fjórða
myndabókin
Leygardagin kom í bókabúðirnar
fjórða myndabókin reðini
Føroyar í myndum eftir As-
mundi Poulsen, fotografi
Havn. Bókin, sum hevur 60 lit
myndir, verður givin út í 6.00(
eintøkum
Fyrsta myndabókin eftir
Ásmund Poulsen kom í 1968
meðan komu i 1972
Bøkurnar hava alla tíðina vaksið
tvær
í stedd og upplagi. og við teirri
fjórðu er upplagið komið upp um
25.000.
Hans Thomsen hevur skrivað
tekstirnar til bókina, sum eru á
foroyskum, donskum og týsk
um. Hon kostar 40 kr.
Undir hesum heiti varð skipað
fyri almennum fundi í nýggju
fyrilestrarhøllini á Debessartroð
seinasta hoskvøld. Eitt panel við
níggju luttakarum legði fyri til
orðaskifti um spurningin. Hver
panelluttakari legði fyri við hvor
sínum evni. Í panelinum sótu
Marjun Sigurðsdóttir, Ingrid
Dalsgarð, Hanna Joensen, Beate
L. Jensen, Hanna Absalonsen,
Nicolina Jensen, Sigrid Dals-
gaard, Eva Thomsen og Elin
Henriksen. Fundarstjóri var
Ser
Hevur kvinnan ikki javnrættindi?
Maud Heinesen. Fyrilestrarhøll-
in var fullsett av åhoyrarum,
sum tóku dúgliga lut i orðaskift-
inum. Teir flestu áhoyrararnir
vóru kvinnur sjálvandi.
Sámal Andrias Jensen tók hesar
báðar myndirnar á fundinum.