Sosialurinarkiv
Sosialurin 1975-10-29, síða 1
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 29. oktober 1975síða 1

allar 8 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Hagtølini yvir veiðuna undir Føroyum koma nú skjótari frælsi javnaður brødralag Nr. 75 — Mikudagin 29. oktober 1975 — 48. árgangur — Leysasøla 1,50 kr. Ongin svikur Í oddagrein blaðsins i dag verður skrivað um fiski- markið og teir spurningar, sum eru tengdir upp í her. — Vit hava bitið merki í, at tað, sum íslendingar Í skjóta seg undir, tá talan er um fiskirættindi okkara undir Íslandi, er at geva teir foroyingum alt ov stór | rættindi, so halda teir seg harvið hava skapt presed- ens fyri, at geva eðrum, eitt nú bretum og vestur- týskarum somu rættindi. — Ongin ivi er um, at fiskiveiðusáttmálin ella svikasáttmálin roynst heimafiskiskapin- um hentur, og í hesi stund roynist hann sanniliga eingin svikur. Sida 2 Diskotek- klubbin kontakt- neund Diskotekklubbin í Havn hevur havt aðalfund, har teir báðir so mikið um- røddu nevndarlimirnir vórðu afturvaldir. Stutt síðan vóru á almennum fundi gjørdar hópin av at- finningum til teirra. Á hesum aðalfundi, sum varð lýstur við einteig- aðari lýsing í Dimmalætt- ing, varð eisini vald ein kontaktnevnd, sum skal vera millumliður millum Diskotekklubban og ung- dómin. Á síðu 5 hevur I Meginfelag Útróðrarmanna: skal út á 200 Meginfelag Útróðrarmanna samtykti einmælt á nevndarfundi um vikuskifti, at fiskimarkið má flytast út á 200 fjórðingar. Tað er ikki spurningur, um politikkararnir vilja — teir SKULU fylgja tí fólkaviljanum sum er. Poul Adrian Andreassen: Vit verða alt meira at líta á egnar grunnar Heildarveiðan undir Feroyum verður uppfiskað av útlendskum veiðiflotum, uttan at vit fáa lut Fult løgregluvald á sjógkinum Meginfelag Utróðrarmanna hevði um vikuskiftið nevndarfund á Eiði. Har kom millum annað til viðgerðar spurningurin um út- flytan fiskimarksins. Tað var her eimælt samtykt, at »fiski- markið má flytast út á 200 fjórðingar skjótast gjørligt, og at føroyingar fáa fult vald til at verja markið<. — Her er ikki ein spurningur, um politikkarar vilja gera so ella ikki. Teir skulu fylgja tí fólka- viljanum, sum sigur, at fiski- markið skal út, sigur Adolf Hansen, formaður í MU. Vit spurdu Adolf í hesum sam- bandi, um vit ikki fáa aðrar tjóðir móti okkum, um vit flyta einvíst út. - Tað er eingin vandi fyri ti. Sum mú er, eru tað ikki vit, ið avgera prísirnar og kunnu ikki Síða 3 Vit vera trongdir burtur Á fundinum á Eiði sunnudagin, har fiski- marksspurningurin var til viðgerðar, segði Poul Adrian Andreassen m. a., at føroyingar kunnu nú í minni mun enn fyrr líta á fjarleid- irnar. Hann segði, at vit verða trongdir burtur. John Eidesgaard, formaður í Eiðis Útróðrarfelag, segði, at áðrenn kríggið kundu eiðismenn fáa upp í 20.000 pund á 200 stykkjum, sum svara til 24 stampar. Men hesin fiskiskapur fekk eisini ein enda, tá trol- ararnir komu aftur at veiða vid Føroyar, segði hann. Meiri um fundin á síðu 8 OR siga, at vit hava nakrar tj6dir vid okkum. So hvørt sum flutt verður út her i Norðuratlants- havinum, verður fiskur ein trot- vera fyri meginlondini, og tí kunnu vit bert vænta betri sølu- møguleikar. Vit hava sostatt einki at missa og alt at vinna, sigur Adolf Hansen. Gødskumetanin Nevndarfundurin i MU avgjørdi eisini at heita á myndugleikar- nar um at gera gødskumetanina av fiski meira óhefta ella objektiva. Sum er verða gødskumetar- arnir goldnir av virkinum og eru Framhald á síðu 8 Norðoya sjukrakass!i hækkar limagjaldið — 1. oktober í ár vóru útreiðslurnar 332. 721 kr. hægri enn um somu tíð í fjør Á fundi seinasta friggjakvøld samtykti umboðsráðið fyri Norð- oya Sjúkrakassa at hækka limagjaldið við 8 kr. Hækkingin verður tó framd í tveimum. Fyrra hækkingin, sum verður upp á 5 kr., fær gildi frá 1. januar 1976, meðan seinna hækkingin upp á 3 kr., fær gildi frá 1. juli 1976. Ein uppgerð pr. 1. oktober 1975, ið varð løgd fram á fundinum fríggjakveldið, sýndi, at samlaðu útreiðslurnar 1. oktober í ár vóru 382.721 kr. hægri enn um somu tíð í fjør. Fyri A-limir var samlaða hækkingin 294.053 kr. Fyri B-limir 38.667 kr. Størsta hækkingin Størsta hækkingin, er lækna- hjálp, ið er hækkað vid 84.000 335.000 kr. 1. oktober í fjør upp í umleið 420.000 kr. 1. oktober í ár. Aðrar hækkingar eru sjúkra- hús 61.000 kr. Serlæknahjálp, sum er hækkað við 52.000 kr. og heilivágur, ið er hækkaður við 47.500 kr. Limagjaldið hjá Norðoya Sjúkrakassa er í letuni 30 kr. fyri A-limir og 35 kr. fyri B-limir. kr. ur umleid