leygardagur 8. november 1975síða 3
‹ fyrra síða allar 8 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 78 — 8. november 1975
BØKUR:
sosialurin
»Tey byggja land Ill«
Komandi tysdag kemur bókin
„Tey byggja land III« eftir J.
Símun Hansen i bókabúðirnar.
Sum navnið sigur frå, er hetta
triðja bókin i eini rød undir
hesum heiti. Tær báðar bøkur-
nar, sum áður eru komnar, >Tey
byggja land I og II», eru ávika-
vist um Fugloyar- og Svinoyar
sókn, meðan »Tey byggja land
IIl« er um Viðareiðis sókn, tað
eru bygdirnar Viðareiði,
Hvannasund, Múli, Fossá,
Norðdepil, Depip og Norðtoftir.
Bókin sigur nágreinliga frá
ollum viðurskiftum á teimum
plássum, hon umfatar. Sagt
verður frá búseting í eldri tíð, fra
landslagnum, frá kirkju og
skúla, frå bjargasøguni, útróðr-
inum o. s. fr.
Bókin viðgerð hverja bygd
fyri seg. Hendan viðgerð verður
greinað út til teir ymisku býling-
arnar og tey einstøku húsini
heilt upp til okkara dagar. Eisini
verður greitt frá, nær og hvaðani
tey ymisku húsini eru komin, og
somuleiðis verður greitt frá,
hvaðar tey ymisku burturfluttu
eru farin.
Í bókini eru bæði gamlar og
nýggjar myndir, tekningar og
kort, ið sýna teir ymisku býling-
arnar, húsini og hvussu inman-
og uttangaråsjørdin hevur verið
býtt millum tey ymisku festini
og óðalsmenn, ella við ødrum
orðum hvussu bygdirnar eru
bygdar upp-
J. Símun Hansen hevur áður
givið út bøkurnar »Havid og vit
I og I<. Og vit halda okkum
vita, at hann heldur á við bóka-
rødini >Tey byggja land<, har
Kunoyggin nú stendur fyri.
Tað er valaverk, rithøvundin
her hevur lagt úr hondum. Eitt
verk, sum kemur at hava stóran
søguligan tygning og átti verið
ogn hjá ellum føroyingum.
J. Símun Hansen eigur mikla
tøkk uppiborna fyri hesi bóka-
verk. Og uttan iva fara eftir-
komararnir betur at kunna meta
um virðið í hesum bókum.
Aftast í bókini eru navna-
registar. Mynda-, kort- og
planchuregistar. Og tekstregist-
ar.
Prentiarbeiðið hjá Klaksvíkar
Prentsmiðju er væl úr hondum
greitt.
Innbundin er bókin sera
snotulig. Hon er upp á 367 blað-
síður og kostar 100 kr.
A SL bg
Skandinavisk mål
i Leningrad
i sovjetiskum málburði umfatar orðið »Nordur-
lond« eisini Finnland, meðan orðið »Skandinavia«
umfatar tey målsliga« nærskyldu londini Dan-
mark, Noreg, Svøriki, Ísland og Føroyar.
Í sambandi við at Målstovnurin fyri Skandinav-
isk Mál við Leningrads Universitet júst í hesum
døgum fyllir 40 ár, skrivar skandinaviafrødingurin
hjá APN, Igor Pavlov,
søguna hjá undirvísingini i
málum í Leningrad.
Skandinaviski Málstovnurin við
Leningrads Universitet er tann
einasti av sínum slag í Sovjet-
samveldinum. Stovnsleiðari er
Mikhail Steblin, professari, sum
eisini er heiðursdoktari við
OR
Udenrigsministeriets
særlige sagkyndige
i færøske forhold
I udenrigsministeriet vil en tjenestemandsstilling som
særlig sagkyndig i færøske forhold være at besætte iden
nærmeste fremtid. Stillingen er normeret i lønramme 36
uden forflyttelsespligt. Besættelsen vil ske efter for-
handling med det færøske landsstyre.
Den sagkyndige skal især bistå udenrigsministeriet
ved behandling af sager,
der vedrører Færøernes
økonomiske interesser og skal kunne stilles til rådighed
for hjemmestyret i kortere perioder, såfremt landsstyret
fremsætter ønske derom.
Ansøgning stiles til Dronningen og indsendes til
chefen for udenrigsministeriets administrationsafdeling,
Christiansborg Slot, 1218 København K, inden 26.
november 1975.
okkum, tå okkara elskadi
Søla
og
Service
TØKK
Vit takka øllum, sum vistu okkum samkenslu og hjålptu
Jóannes Niclas
so brádliga varð tikin frå okkum.
Foreldur, systkin, Tanja
eleKitræa
Dr. Jacobsensgøta 20 -
her nakrar reglur um
skandinaviskum
universitetini i Stockholm og
REykjavik.
Målstovnurin hevur einans 40
år å baki, og i hesum tidarskeidi
hevur hann klakt 244 skandinav-
istar, t. e. fólk við akademiskari
útbúgving i skandinaviskum
málum, bókmentum og samfel-
agsviðurskiftum. Kandidatarnir
frá Málstovninum finna starv á
ollum økjum, sum hava við
skandinavisk lond at gera: sum
sjålvstødugir granskarar, sum
lærarar á hægri læristovnum,
sum tolkar hjá ferðamannafel-
agnum »Intourist«, sum umset-
arar, sum serkøn hjá uttanrikis-
ráðnum, sum blaðfólk hjá TASS
og APN osfr.
Ein av kandidatunum frá
Målstovninum er tolkurin
Beatrisa Viner. Hon fekk prógv-
ið í 1948. Um lestrarár síni sigur
hon millum annað:
— Eg kom til Skandinaviska
Málstovnin í 1940. Vit vóru 8 í
tali, og oll vóru 17 ára gomul.
Vit vóru ung og errin og
hugsaðu um sendiharrastarv í
Stockholm sum Aleksandra
Kollontaj. Men sum hjá millión-
um eðrum menniskjum blivu
dreymar okkar bráddliga tiknir
frá okkum av krignum, tá Nazi-
Týskland leyp á okkum tann 22.
juni 1941. Býur okkara var
kringsettur í 900 dagar. Vit
arbeiddu sum sjúkrasystrar ella
hildu vakt á húsatekjunum um
náttina undir luftálopunum . . .
Tá kriggid var av, kunngjørdi
universitetið, at allur avbrotin
lesnaður nú kundi halda fram.
Av teimum upprunaliga átta
Framhald á síðu 8
telefon 113 30
3800 Tórshavn
Síða 3.
tingnytt
Arbeidsloysistrøllid
stongt úti
Legtingið kom samanaftur
týsdagin til at viðgerða log-
mansreðuna á Olavsøku.
Figgjarnevndarformadurin,
Håkun Djurhuus, úr fólka-
flokkinum, sum fyrstur tók
orðið, segði, at eftir forimuni
hava teir tríggir landsstýris-
flokkarnir megnað at loyst
mál, sum leingi hava ligið á
láni. Hákun Djurhuus segði,
at eftir hansara tykki var
reglan í samgongusáttmál-
anum um at virka ímóti
arbeiðsloysi tað, sum hevur
størstan tydning í såttmål-
anum sum heild. Hann segði,
at um vit bera støduna saman
við onnur vestureuropeisk
lond, so hevur landsstýrið
megnað at stongt arbeiðs-
loysinum úti. — Men hetta er
ikki heilt ókeypis, og fíggjar-
lógin ber boð um hetta, segði
Hákun — Djurhuus, sum
nevndi, at figgjarliga yvir-
litið vísir stórar og nógvar
lántekur, men sum eru neyð-
ugar, um samfelagshjólið
skal mala. Hann helt, at
peningurin til vinnuna verður
væl brúktur. Hákun Djur-
huus talaði eisini um tað
fíggjarliga sjálvstýrið og
mælti landsstýrinum til at
vísa varsemi á hesum eki, so
hetta sjálvstýrið ikki fer
okkum av hondum.
Eindarskúlin
krevur meiri fólk
Finnbogi Isaksen, landsstýr-
ismaður, segði, at fyrireik-
ingarnar til yvirtøkuna av
postverkinum hava verið
stórar og umfatandi. Men
hann roknaði við, at tað fer at
standast eitt undirskot av
postverkinum fyrstu tíðina
eftir at tað er yvirtikið. Hann
nevndi, at postverkið er ein
partur av teirri almennu ser-
vicuni, og hann segði, at
landsstýrið annars hevur ætl-
anir um at samskipa ta al-
mennu servicuna.
Um skúlaskapin segði
Finnbogi Isaksen, at her er
tørvur á einum politiskum
orðaskifti um málið. Hann
nevndi, at ynski eru frammi
um at skipa ein eindarskúla
og samstundis avtaka real-
skúlan og 8., 9. og 10-flokka-
skipanina. Sjálvur helt Finn-
bogi Isaksen, at ein eindar-
skúli fer át krevja munandi
fleiri lærarafólk, og sum er
eru tað ov nógv ófaklærd
lærarafólk, sum undirvísa í
fólkaskúlanum. Hann upp-
lýsti, at landsstýrið eisini
hevur ætlanið um at de-
sentralisera skúlarnar, og at
hetta eisini skal galda fyri
teir hægru skúlarnar.
Finnbogi talaði eisini um
strandferðsluna og helt, at á
hesum øki er nógv hent nú til
tað betra. Hann metti keypið
av Smyrli at vera rætt og
vónaði, at landsstýrið og
logting verða so djørv, at tey
seinni fara at keypa eitt tílíkt
skip aftrat. Finnbogi Isaksen
segði, at Smyril í innan-
oyggjasigling gevur eitt
undirskot upp á einar 10.000
kr. um dagin, og hann
roknaði við, at tað samlaða
hallið verður upp á eina
miljón, tá figgjarårid er úti.
Til = samanburðar nevndi
landsstýrismaðurin, at Dúgv-
an í innanoyggjasigling í tíð-
arskeiðinum 1. apríl til 1.
september gav meiri enn
hálva miljón í halli. Summar-
siglingin hjá Smyrli í ár
hevur givið 1,5 mili. kr. í
yvirskoti, nú tað er endaliga
upptalt, segði Finnbogi Isak-
sen.
Studningsveitanin
broytast
Demmus Hentze, landsstýr-
ismaður, nevndi í reðu sínari,
at studningsveitingarnar til
kommunur í sambandi við
skúlabyggingar eiga at verða
broyttar skjótast gjerligt.
Higartil hevur landskassin
latið 30 pst. til slíka bygging
í studningi, men Demmus
Hentze mælti til, at eitt lán
verður tikið, og at studningur
verður latin av tí til kommun-
urnar.
Demmus Hentze upplýsti,
at landsstýrið arbeiðir við
einari ætlan um at nýskipa
skattalóggávuna, men at tal-
an ikki verður um eina um-
legging, sum t. d. fer at hava
við sær 'kelduskattaskipan.
Hann segði, at tað verða
smærri umleggingar. Dem-
mus Hentze segði, at gjøgnum
figgjarpolitikk landsstýrisins
verður sloppið burtur úr ti
stígi, sum vit hava verið í.
Setið sparipening tygara í
FØROYA
SPARIKASSA
— fólksins peningastovn
tað lønar seg