Sosialurinarkiv
Sosialurin 1975-11-15, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 15. november 1975síða 12

‹ fyrra síða allar 12 síður

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Ein lækni fyri hvórji 500 fólk í Føroyum Talið á teimum, sum antin lesa til lækna, er nýút- lærdir og teimum, sum starvast í Føroyum, er umleið 80. Hetta merkir, at vit hava ein lækna til hvørji 500 fólk, og tað man sigast at vera framúr gott. Onkuntíð nýta serfreðingar talið á læknum til fólkið, sum mát fyri vælstandi og framkomu. Um vit nýta hetta sama mát, so liggja vit frammaliga í reðini, hóast vit ikki liggja millum mest framkomnu lond í heiminum. 54 læknar Eftir eini uppgerð hjá MFS (Meginfelag Feroyskra Stu- denta) sæst, at feroyskir studentar hava havt og hava serligan hug á læknafrødi. Av øllum teimum evnum, sum føroyingar hava funnid uppå at lesa niðri i Danmark og aðra- stadir, er læknafrødi hin mest vitjada lærugreinin. I oktobur 1975 lósu 54 føroyingar lækna- frødi, og í tidarskeidinum 1970 — 75 eru 16 føroyingar lærdir læknar. BR HORNID 216 lesa i Keypmannahavn MFS hevur eisini gjørt upp, at 216 av teimum tilsamans 276 lesandi føroyingum eru i Keyp- mannahavn. Tað er Bjarki Johannesen, sum er formaður í MFS, og sigur hann, at orsøkin til at føroyingar serliga lesa í Keypmannahavn, út av øllum lestrarstødum í nordurlondum, kann ikki komast av, at liviumstødurnar eru betri har enn aðrastaðir. Hann sigur orsøkina heldur vera, at fólk fara til tað staðið, har tey kenna onkran. Bert fyribilstøl MFS hevði fyrr í ár lýsingar, har teir bóðu fólk, sum liðug vóru at lesa í tidarskeidinum 1970— 75, Komnir í helvt við arbeiðinum Arbeiðið upp á Kalsoyarvegin er lokið fyri í ár. Teir eru komnir í helvt við vegagerðini nú, og arbeiðsamboðini eru farin av oynni. Arb- eiðsformaður er Kristoffer Dragaberg. Mynd- in omanfyri varð tikin frå arbeiðinum í fjør. um at siga frá, soleiðis at gerast kndi upp. Tað er greitt, at ikki oll hava sagt frá, og tí eru hesi tel ikki ålitandi. Heldur ikki er nekur skrá- seting farin fram millum 1967 til 1975, og hava vit soleiðis bert lítlan kunnleika í ålitandi tølum, um hvat og hvar ið foroyingar hava lisið. Fólk velja styttri lestrar Av teimum, ið hava byrjað nýggjan lestur, kann takast fram, at bert fá hava valt teir longu lestrarnar. Hetta er væl skilligt, tí fyri tað fyrsta er arbeiðsloysi stórt í teim flestu hægri lærugreinunum, og fyri tað annað er tann hjálp, ein hevur kunnað fingið frá tí al- menna, við at gerast um til bankalán. Og tað er ikki hver og ein, ið hættar sær at standa í so stórari skuld. Nógv hava valt lestrargreinir, ið væntandi brúk verður fyri heima í Føroyum. Føroyingar skipa fyri innsavning til Vietnams Felagid Føroyskir Sosialistar skipa fyri innsavningini i Føroyum Undir heitinum »Ein skúli til Vietnam< skipar felagið Fer- oyskir Sosialistar fyri innsavn- ing til frama fyri uppafturbygg- ing av Vietnam. Í einum skrivi, sum er sent blaðnum, sigur felagið: »Ein skúli til Vietnam Hitt meira enn 30 ára langa kriggid i Vietnam er av. Friður er aftur í landinum, og ein stór- fingin uppbygging fer fram. Kriggid kostaði meira enn eina millión mannaliv. Enn fleiri vórðu lestað og fingu mein fyri lívstíð. Í hesum kriggi vóru nýggj ræðulig vápn roynd og tikin í nýtslu. Bumbur við smáum jarn- ella nlastikkpett- um, sum vóru ætlaðar at drepa flest møgulig menniskju. Kem- isk vápn, sum brendu menniskju upp. Onnur, sum fingu skógir og akrar at felna. Vápn, sum broyttu veðurlag og vøkstur. Nú roynir vietnamesiska fólkið at byggja hetta oyðilagda land upp aftur. Skipað verður fyri matvøruframleidslu, so at gll aftur kunnu eta seg mett. Teir byggja upp býir, havnir, vegir og brýr aftur. Royna at fáa sam- felagið at virka aftur við vinnulívi, samferðslu, fyrisiting, skúlagongd, heilsurøkt og ment- anarlívi. Fyribilsstjórnin, PRG, hevur sagt seg vilja taka móti allari hjálp, sum verður latin uttan treytir. Ungdómsfylkingin í Suður- vietnam hevur gjøgnum WFDY (Heitnsfelagsskapur av demo kratiskum ungdómi) heitt á ungmannafeløg og fylkingar um allan heim um at skipa fyri pen- ingainnsavning til frama fyri bygging av einum skúla í Suður- vietnam. Skúlin er ætlaður til umleið 1000 næmingar á stu- dentaskúlastigi. Hann kemur at liggja í Quang Tri landspart- inum norðaliga í landinum. Felagið Feroyskir Sosialistar hava sum limir í WFDY tikið upp á seg at skipa fyri hesi inn- savning millum føroyingar. Innsavnaði penginurin verður settur beinleiðis á girokonto nr. 3272737. Tá innsavningin er lokin umleið 15. december, verður peningurin latin Ung- dómsfylkingini í Suðurvietnam antin beinleiðis ella gjøgnum WFDY. Undirritaðu felog, flokkar og einstaklingar heita á allar før- oyingar um at taka undir við hesum góða tiltaki. Visid sam- hug við hitt hart roynda viet- namesiska fólkið. Styðjið upp- byggingararbeiðið. Latið eina munandi peningagåvu. Nýtið girokortið, sum verður sent í øll hús í Føroyum. Sign.: Nevndin í Havnar Arbeiðs- mannafela: Martin Kúrberg, Peter McGavin, Jákup F. Niel- sen, Andrias Debess og Vil- hjálmur Patursson. Arbeiðsmannafelagið Fylking: Pauli Magnussen. Fiskepigernes Fagforening: Asla Jespersen. Andrea Årting, fm. i Havnar Arbeidskvinnufelag. Hedin Klein, fm. í Suðurstreymoyar Javnaðarfelag. Méginfelag Før- Óli í Áarstovu Tað hevur verið ólag á tele- fonini: Eg snaraði hendan dagin til Luxembourgar, men mín sann um tað ikki svaraði: — Luxembourg? Noy, hetta er Kollafjørður! — 0 — Eg visti tað altid, at tað var okkurt lumpið vi- hasum, tí aftaná segði Niels Mathias- sen við meg: — Ham Finn- bogi kender jeg ikke! — O — Isaksen sam- Nu er Finnbogi vordin automatiskur bandsmaður. — (0 — — Hvussu er tað, dugir Finn- bogi at tosa danskt? — 0 — — Åju, hann hevdi donsk/ føroysku orðabókina við hondina, meðan hann tosaði við Niels. — 0 — Finnbogi Isaksen: — Automatiska sambandið vid Danmark er eitt stort stig Í á sjålvstyrisleidini! oyskra Studenta, Bjarki Jo- hannesen. Næmingafelagid í Hoydelum NFS: Herver Henrik- sen. Servágs Ungmannafelag: Bjarki Skálum. Ungmannafel- agið > Virkið<, Sandur. Feroyskir Sosialistar, Tórfinn Mortensen. Føroya Kommun- istiski Flokkur, Egon Thomsen. Oyggjaframi, Marx-Leninistar, Hermann Oskarson. Jóanes Dalsgaard, lærari. Arnbjern Thomsen, skrivstovumaður. Gunver Hoydal, lærari. Ottar Jacobsen, skúlastjóri. Arnbjørn Mortensen, rektari. Janus Kambak, listarmaður. Johnny Thomsen, lærari. Oskar Her- mansen, prentari. Ólavur Mikkelsen, lærari. Steinbjern Jacobsen, háskúlastjóri. William Heinesen, rithevundur. Jens Púli Heinesen, rithevundur.