Sosialurinarkiv
Sosialurin 1976-01-21, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 21. januar 1976síða 2

‹ fyrra síða allar 8 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 2 Søstalurin telf. 11820 - giro 628 27 25 box 76, 3800 Torshavn Utgevari; Føroya Javnaðarflokkur Bludstjorn: Vilhelm Johannesen (ábyrgd), telt. 56111 Johnsigurd Johannesen. Prent: Prentsmiðjun á Heygsbreyt Undanstokkingur TA LØGTINGSVALID 1974 var av, stóð øllum greitt, at á Føroya løgtingi var nú aftur ein sjálvstýrismeiriluti, og at avleiðingarnar av hesum natúrliga fóru at verða yvirtøkur. AV GOMLUM royndum stóð ellum greitt, at tann av hesum flokkum, ið verður hildin at vera mest moderatur, gamli sjålvstyrisflokkurin, í ollum førum fór at krevja yvirtøku av skúl- anum. Hesin flokkur hevði jú fleiri ferðir áður sett javnaðarflokkinum og sambandsflokkin- um hetta krav undir samráðingum um skipan av landsstýri. SPURNINGURIN kundi ti einans verða, hvussu nógv longur hesin gamli moderati sjálvstýrisflokkurin vildi ganga, eftir kravi frá teimum meira viðgongdu flokkunum, um so fór at verða, at teir fýra sjálvstýrisflokkarnir funnu saman um at skipa landsstýri. Í ollum forum vildi talan verið um stórar og kostnaðar- miklar yvirtøkur. URSLITIÐ VARÐ sum kunnugt tað, at hvorki gamli sjálvstýrisflokkurin ella framburdsflokk- urin komu við í landsstýrið, sum varð skipað av javnaðarflokkinum, tjóðveldisflokkinum og fólkaflokkinum. Og talan er bert um smáar og ódýrar yvirtøkur, í mun til tær, sum sjålv- styrisflokkurin eftir onnur val hevur kravt undir samrådingunum um nytt landsstyri. MEN NU UPPLIVA vit tad løgna, at gamli sjålvstyrisflokkurin, um ikki alment so i krókunum, er farin at tosa iméti hesum yvir- tokum. Teir standa nærsagt á hverjum geilar- horni (ja, so nógvir eru teir kortini ikki) og reka ræðslupropaganda móti javnaðarflokkinum og landsstýrinum. Teir ræða fólk við, at lands- stýrið vil fremja >stórar< og »kostnadarmikl- ar< yvirtøkur. Og at hetta verður gjørt nú, meðan tiðirnar ikki eru júst so góðar. FØROYINGUM må altid standa greitt, at vit, sum ein fiskivinnutjóð við skiftandi fiskiårum og skiftandi fiskaprisum, altið koma at hava skiftandi tíðir. Tað fer valla at bera til, at vit yvirtaka í góðum tidum og avreiða alt aftur til danir í ringum tíðum. Tær yvirtøkur, sum verða framdar í góðum tíðum, skulu eisini berast í ringum tidum. SAMANTIKIÐ má haldast, at var javnaðar- flokkurin ikki við í hesum landsstýrinum, men sjálvstýrisflokkurin og framburðsflokkurin i hansara stað, so vildu yvirtøkurnar verið nógv sterri og kostnaðarmiklari, í hvussu so er eftir stevnumiðum flokkana at dema, um hesi annars hava virðið av ti pappiri, tey eru skrivað á. ELLA HEVUR gamli sjálvstýrisflokkurin slept gomlu stevnumiðunum frá 1906, og kann flokkurin roknast undanstøkkingur at vera? sosialurin dagbókin Gudstænastur Sunnudagin prædika J. Foll- end á Nesi á Nesi, altar- gangur, Torkil Beder í Getu, altargangur, og K. O. Viderø i Hvalba. Missiónshúsið við Landavegin Fundur verður í kveld kl. 20. Filadelfia Í kveld kl. 20 systurmissión. Telefonanadkatin alt sam- dogrið á telf. 14880. Evnageliihúsið I kveld útifundur í Vest manna kl. 20.30, um tað viðr- ar. Sjómannskvinnu- ringurin í Vestmanna kemur saman í kveld kl. 19.30. Burturluting Betania, Skopun Hesir dundir verða í Betania hesa vikuna: bibliutimar kl 18 og evangelskir fundir kl. 20 við Curt Nielsen Unggentudeild KFUKs hevur fund i kvøld kl. 20. Vårgledi hevur fund i KFUK i dag kl 16 Fødingardagur Í dag verður Jóhannes á Kósini, Klaksvík, 85 ár. va Í V4-spæli útvarpsins leygar- kveldið vørðu hesi tel tikin: 1,2, 7, 12. 14, 18, 21, 27, 30, 33. 37, 66. 71, 76, 92 og 96 Vinningurin var 5.230 kr. og fimm vinnarar: 2 úr Havn, Í ur Kollafirði, Syðrugetu og Í úr Klaksvík. Eykavinning- urin upp á 1.000 kr. fór til Skála Ebenezer I kveld kl. 20 verður upp- byggingarfundur Bethesda Í kveld kl. 20 verður upp- byggingarfundur og hós- kveldið kl. 20.30 fundur fyri ung í Bethesda í Klaksvík. Nýtt tiltak Losjan í Havn hevur alment opið hús í Uppistovu fyri tilkomnum og eldri, kvinnum og monnum hvenn hósdag kl. 3—6 sp. Nr. 5 — 21. januar 1976 Kokkaskeið Skeið fyri kokkar ætlast byrjað 9. februar 1976. Klaksvíkar Sjómansskúli Radarsimulatorskeið Á Feroya Sjómansskúla byrjar 5 daga skeið í nýtslu av radar til navigering og fyribyrging av samanstoyti mánadagin 26. jan. 1976 kl. 1400. Í mesta lagi 8 kunnu taka lut í hesum skeiði. Skeiðið verður uppaftur tikið seinni, um áhugi vísur seg at vera. Áhugaði eiga at siga frá sum skjótast. Føroya Sjómansskúli Umboðsmannaval Sambært $ 28 i høvudssamtyktini verður við hesum lýst til valfund týsdagin 17. febr. 1976. Fýra umboðsmenn i Tórshavnar valdømi eru upp á val. Uppskot til umboð skulu skrivliga sendast Sjúkra- kassanum í seinasta lagi 1. febr. 1976. Havnar Sjúkrakassi 16. januar 1976 Lýsið í sosialinum ATLANTICPANE termorútar Termorútar verða gjørdir í ollum støddum og fleiri tjúktum. Obindandi tilboð verða givin. Vit senda rútar kring alt landið. FRAMLEIÐSLA — SØLA — ISETING. ATLANTICPANE TERMORÚTAVIRKI Vestmanna - tlf. 244 Heldur tú ikki BLAÐIÐ sum umboðar landsins stersta flokk? Undirritadi: Navn: Bustadur: tekni meg sum haldara av SOSTALINUM Sendið hendan lepa i afturlatnum brævbjålva til: - = soSjalurin box 76, 3800 Torshavn