Sosialurinarkiv
Sosialurin 1976-01-24, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 24. januar 1976síða 2

‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

sosialurin sosiakirin telf. 11820 - giro 6282725 box 76, 3800 Torshavn Utgevari: Foroya Javnadarflokkur Blaðstjórn: Vilhelm: Johannesen (ábyrgd), telf. 56411 Johnsigurd Johannesen Prent: Dimmalætting Gødskueftirlit TA HETTA orðið verður lisið, hugsa allir lesarar, at hetta uttan iva man snúgva seg um tosk, hýsu ella brosmu. Men so er ikki. Í ODDAGREIN í Dagblaðnum fyri stuttum skrivar »opolitiski« blaðstjóri blaðsins, Óli Brechmann, um góðar og vánaligar borgarar. Hann kemur til ta nidurstødu, at rætt er at skilja. ímillum góðar og vánaligar borgarar. Teir borgarar, sum hava nógvan skatt og gjalda hann til ásettu tíðina og annars gera sinar samfelagsligu skyldir, eru góðir borg- arar, meðan allir hinir eru meira og minni vánaligir. VIT KUNNU út frá hesum hugsa okkum, at hver einasti borgari kemur undir gødsku- eftirlit og fær eina karakterbók av ti slagnum, sum nýttar verða í skúlunum. Uttan á permuni stendur skoðsmál. Inni í eru fleiri kolonnur. Tann fyrsta eitur sera góður. Tann onnur góður. Tann triðja hampiligur. Síðani tolu- ligur. Vánaligur. Sera vánaligur. Og at enda ónýtiligur. EINA FERÐ um hálvárið skal so gødskueftir- litið (Óli Brechmann) seta ein kross í eina av kolonnunum hjá hverjum borgara. Í skúlunum verður hetta kallað terminsroynd. Síðani verður ålagt øllum borgarum altid at hava karakterbekurnar hjá sær. Verður tú tikin fyri at koyra við kenning, verður hugt í bókina. Stendur krossurin hjá Óla í kolonnuni sera góður, koyrir tú bert víðari, meðan tú verður settur inn og koyrikortið tikið frá tær, um hann stendur í kolonnuni vánaligur ella ónýtiligur. SAMA KARAKTERBOK skal eisini liggja til grund, tá støda verður tikin til umsóknir um byggigrund, byggiloyvir, studningslán, lands- kassaveðhald, starv, fólka- ella avlamispensión 0. s. fr. Og í allari viðgerð av málum frá ollum borgarum, skal tað almenna, stovnar undir ti almenna, bankar o.s. fr. taka avgerðir út frá ti, sum stendur í hesi karakterbók. Og tað al- menna skal altið vera til reiðar at aka á knøunum fyri ti »g6da« borgaranum. HER Á PAPPIRINUM ljóðar hetta heldur enn ikki skemtiligt. Men í veruleikanum vildi hetta verið eitt óhugnaligt samfelag, har hin sterki vildi fingið allar fyrimunir fram um hin veika. Eitt samfelag sum við miklari ferð vildi gjørt hin sterka sterkari og hin veika veikari — og tískil í orðsins sanna týdningi eitt frumskógar- samfelag. OG TÍ KUNNU feroyingar bert vera takksamir fyri, at Óli Brechmann bert er »6politiskur« ábyrgdarblaðstjóri á Dagblaðnum, og at hann í góðari tíð hevur sýnt sítt sanna andlit. dagbókin Gudstænastur Í Havnar kirkju verður lestur lisin sunnudagin. Eivind Vil- helm hevur guðstænastu við altargangi í Vesturkirkjuni. Í Hesti hevur Kjartan Mørkøre gudstænastu við altargangi. Salomon Joensen hevur gudstænastu vid altar- gangi i Klaksvikar Kirkju sunnudagin klokkan 11. Sunnudagin prædika: J. Fol- lend å Nesi, altargangur, T. Beder, Gøtu, altargangur, K. O. Viderø, Hvalba, P. M. Rasmussen við Gjógv kl. 12 og vid Norðskála kl. 17, Høgni Poulsen i Sandavågi, altargangur, Salamon Joen- sen i Klaksvik kl. 11, altar- gangur, J. Weihe å Tvøroyri, altargangur, LESTUR 5X Havnar kirkju, Eivind Vil- helm í Vesturkirkjuni, Kjart- an Mørkøre í Hesti, altar- gangur. Sóknarprestur Frá 1. februar er Frimann á Brúnni útnevndur til sóknar- prest í Slaglille, Bjernede, Alsted og FJenneslev í Ros- kilde stift. Brúdleyp Týsdagin 27. januar giftast Marius Joensen og Wilma Meuzen. Adr.: Westkookstraat 34, Cafe Degentservaart, Neusen, Holland. Kvinnufelagið í Havn hevur aðalfund á Parnassin- um mánakveldið 26/1 kl. 19.30. 85 ár Sunnudagin verður Edvard Johansen, Noreg, 85 ár. Adr.: Viggo Kjeld, Tórshavn. Læknaprógv Tummas Justesen, Norðdepli, hevur á Árhus universiteti Nr. 6 — 24. januar 1976 Kvinnufelagið í Havn hevur aðalfund á Parnassinum mána- kvøldid 26/1 kl. 19.30. Foreldur ella verjar, ið ætla at lata børn síni i kommunuskúlan, venjingarskúlan ella eysturskúlan komandi skúlaár, verða biðin um at siga frá á skúlanum mikudagin 28. og hósdagin 29. januar, millum kl. 16.00 og 18.00. Bern, sum búgva eystan fyri Frælsið, Mattalág og Hvarvið, verða tilmeldað í Tórshavnar kommunuskúla, meðan bern, ið búgva við nevndu vegir og vestanfyri, verða tilmeldað á venjingarskúlanum. Børn, sum búgva sunnan fyri Mylnugøtu, við Ting- húsvegin og eystanfyri, verða tilmeldað á eysturskúl- anum. Gerið so væl at hava koppaseðil við. Tórshavnar kommunalu skúlar »Tann føroyska barnabokin« Panelfundur verður um hetta evni á Býar- bókasavninum, Niels Finsensgøta 7, miku- dagin t. 28. januar kl. 20. BÝARBÓKASAVNIÐ Ur Køben- Ur Ur Halm- Ur I Skip havn Alborg stad Leith Feroyum Skip 27.1 28.1 2.2 LÓMUR 29.1 27.1 2.2 FALKUR 2.2 4.2 BLIKUR 5.2 3.2 9.2 LOMUR 12.2 10.2 16.2 RAVNUR 10.2 11.2 16.2 BLIKUR 19.2 17.2 20.2 FALKUR fermir i Delfzijl 30.1 Skip fermir i Drammen 29.1. tikið læknaprógv. ss see] PF SKIPAFÉLAGIÐ FØRØYAR | Tann 26. januar 1976 verður vegna umlegging telefon nummarbroytingar í Elduvík og Oyndarfirði hjá hesum felogum : Clementsen, Clement Davidsen, Elisabeth — Johan Garðshorn, Jógvan Hammer, Johan — Klæmint Haraldsen, Alfred Høgnesen, Kaj Olvhøj, Jacob Reynå, Malvinus Antoniussen, Hildibj. Dahl, Jogvan Gård, Karl E. gamla tlf. nr. nyggja tlf. nr. 44.538 44.558 44.536 44.556 44.535 44.555 44.537 44,557 44.539 44.559 44.533 44,553 44.532 44,552 44.540 44.560 44.531 44.551 — 44.534 44.554 Oyndarfjørdur 44.334 44.534 — 44.359 44.532 — 44.366 44.533 TELEFONVERKIÐ Bóndi Elduvík Handil Arbeiðsm. Arbeiðsm. Brævstød Telefonm. Timburm. Bóndi