Sosialurinarkiv
Sosialurin 1976-01-28, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 28. januar 1976síða 2

‹ fyrra síða allar 8 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 2 sostakirin telf. 11820 - giro 6282725 box 76, 3800 Torshavn Utgevari: Førova Javnadarflokkur Blaðstjórn: Vilhelm Johannesen (ábyrgd), telf. 56411 Johnsigurd Johannesen. Prent: Prentsmiðjan á Heygsbreyt »Blot sosialvæsenet< Í ODDAGREIN leygardagin ivast Dimma- lætting í, hvussu óferur javnaðarflokkurin hóast alt hevur verið, tá hann í øllum lands- stýrum, hann hevur verið uppi í, >sosial- væsenet<, og annars nú bert er toppurin á kransakøkuni í Tinganesi. SUM IKKI einaferð, tå um heimlig politisk viðurskifti ræður, er eisini her neyðugt at rættleiða Dimmalætting. I fleiri landsstýrum hevur javnaðarflokkurin umframt sosialmál eisini fyrisitið fiskivinnyumál, samferðslumál, marknaðarmál, ídnaðarmál, arbeiðaramál og heilsumál. Og við formansskapinum í figgjar- nevndini hevur flokkurin eisini havt sína ávirkan á figgjarmálum. Við tað at marknaðar- og uttanrikismål vórðu vorðin so umfatandi, gav javnaðarflokkurin tó fiskivinnumálini frá sær. tá undanfarna lands- stýri- varð skipað. Og royndirnar tey fýra árini sýndu, at tað var neyðugt hjá løgmanni, sum jú er leiðari av landsstýrinum, meir og minni at hava við oll málsekir at gera. [A SO SITANDI landsstýrið varð skipað, varð tann broyting gjørd, at løgmadur, við undantak av almennu fyrisitingini og uttan ríkismálum, ikki hevur nekur ávis málsekir undir sær, men at hann, sum leiðari av landsstýrinum, í vissan mun hevur við øll málsekir at gera. 'XG HIN javnaðarmaðurin í landsstýrinum, hevur ikki, sum Dimmalætting sigur, >blot sosialvæsnet< undir sær. Hann fyrisitur heilsu- mál, almenna forsorg, idnadarmål og løgreglu- mål. Hesa vitan kann Dimmalætting leita sær i ti føroyska ålmanakkanum fyri 1976. Hann er prentadur i 7.700 eintøkum og kostar 15 krónur. MEN TA Dimmalætting nýtir niðursetandi málberingina >blot sosialvæsenet< um almennu forsorgina, so sigur hetta ikki so litið um, hvussu litlan tydning Dimmalætting metir hetta málseki at hava. Og hetta samsvarar væl við tann almannapolitikkin, sum sambands- flokkurin rak á tingi, tá hann freð eftir ferð og ár eftir ár feldi oll uppskot javnaðarfloksins um eina botta almenna forsorg. OG VIT KUNNU leita heilt aftur til 1931, tá javnaðarflokkurin á fyrsta sinni legði fram uppskot sítt um eina betta almenna forsorg. Svar sambandsfloksins var, at her líður ongin neyð — ongin var deyður í svongd, og tiskil var tað ikki neyðugt við eini bettari almennari forsorg. VIT TRUGVA neyvan, at gomul, sjúk, einkjur, fadirleys børn ella føroyingar yvir- hevur eins og Dimmalætting vilja siga >blot sosialvæsenet« um tað målsøkid, ið er vigt javnaðarflokkinum burtur av sosialurin dagbókin Gudstænastur Sunnudagin prædika: J. Foll- end á Glyvrum, altargangur, K. O. Viderø í Sandvik, altar- gangur, J. Weihe í Fámjin kl. 12, altargangur, og í Øravik kl. 18, altargangur, P. M. Rasmussen á Eiði. Í ollum kirkjum í Nes prestagjaldi verður savnað inn til frama fyri Heimamissi- ónina. Missiónshúsið við Landavegin missiónsvikuna hjá verður kveld. Vegna Meinigheitshúsinum eingin fundur í Frelsunarherurin Í dag kl. 14 verður ungdóms- fundur, kl. 20 fundur, har Arne Nodland, kapteynur, talar Vårgledi hevur fund i KFUK i dag kl. 16.15, har arbeitt verdur vid perlum Unggentudeild KFUKs hevur ongan fund i kvøld vegna missionsvikuna Fødingardagur Friggjadagin verður Niels Mortensen, á Sevmýru, 70 ár. Hann er burturstaddur fødingardagin. Silvurbrúdleyp Í dag kunnu hjúnini Simona. og Olavur Nolsøe, Nólsoy, halda sivurbrúdleyp. Í dag kunnu hjúnini Jo- hanna og Karl Johan Hansen, Saltangará, halda silvurbrúd- leyp. Tey eru burturstedd. Læknaprógv Marjun Ebert (fødd Dahl), Vågur, hevur å lærda hå- skúlanum i Århus lokið læknaprógv va Í V4-spæli útvarpsins leygar- kvoldið vórðu hesi tel tikin: 3,6, 19, 31, 40, 46, 50, 56, 58, 60, 61, 62, 75, 83, 89 og 96. Vinningurin var uppå 5.780 kr. og tveir vinnarar. Annar var úr Klaksvík og hin úr Rituvik Eykavinningurin uppá 1.000 kr. fór inn á Strendur. Tøkk Hjartaliga takka vit øllum teimum, sum gleddu okkum á hjunarbandsdegnum 27. des ember 1975 Sigurlaug og Eirikur Simonsen Nr. 7 — 28. januar 1976 Hetta pedagogiska! I samfelag okkara skuldi ein trúð, at vit i dag vóru komin á tað staðið, sum solidaritets- prinsippið byggir uppá, tá vit tala um undirvising og út- búgving, at lyfta oll soleiðis fram, at eitt javnt meguleika- stødi er til lærdóms og lesnað hjá flestum. Ofta síggja vit tó, at tað stødid, sum samfelagið hevur lyft bólkar upp á, verður brúkt misbrúkt — til at pressa sitrónina upp aftur meiri, geva frammanundan priviligeraðum upp aftur sterri fyrimunir. Í fólkaskúlanum er tað í veruleikanum so, at ein og hver uttan at vera skúlaður, kann sleppa innum sum und- irvísari, vikarur, uttan at vera skúlaður sum slíkur og soleiðis kunnu long tíðar- skeið ganga við óskúlaðari - ókvalifiseraðari undirvis- ing og við ti sum harav stendst. Men hetta er jú »bara« í fólkaskúlanum, man hugsunarhátturin vera, her er »bara« talan um børn? Men hvussu er so, tå vit koma upp å »hægri stødi«. »Uppreisturin« i Hoydølum er eitt talandi dømi um »snobbtendensin«; næmingar vid undirtøku frå lærarum og ødrum gottfólki fremja eitt »stættarstrid« og verða und- irbornir í samhuga, ti her ræður um at bjarga fólkasál- ini frá drepandi donskum ten- densum. Hvat av tidarspilli og pappírsoyðsli er ikki farið fram her, og dýrabar tid, sum betur var farin til undirvising enn at spæla ónegdir student- ar, tí so gera teir aðrastaðir. Betri var, um tey forstýr- andi elementini vórðu víst á dyr, ti friður skal til álvar- sama skúlagongd. Hetta snakkið um peda- gogikk, ti hvat er tað annað? Vit siggja, at í Fólkaskúla- num kann hver Per og Pól uttan nakra sum helst undir- visingarútbúgving sleppa at undirvisa. Nei, so lítið meta vit í veruleikanum tað peda- gogiska, tað at vera undirvis- ingarútbúgvin, til at duga at undirvisa J. Lindenskov Byggitilfar Fara tygum at byggja? Undirritadi, sum umbodar norskan handil, utvegar alt byggitilfar so sum storvid, klædning, takplåtur, panel. Haraftrat skjótihurðar, litpanel, keksborð & -stólar, veggja- & golvflisar, panel, teppi, takrennur, panellakk, parkettgólv, hesjan, måling. Bidid um tilbod. Sjúrður Joensen Landavegur 77 3800 Tórshavn Lýsing Eitt brúkt arkivskáp ynskist til keyps beinan vegin. Felagið Húsið telf. 118 20 Spinnið i Gøtu Tygum fáa gott tógv og skjóta avgreiðslu Vit keypa óvaskaða og vaskaða ull og selja oll sløg av før oyskum tógvi. TØTINGARVIRKID v/Olavur Gregersen - tlf. 20 í Gøtu Plagar tu at lesa VAKTARIN?? Lysid i sosialinum