Sosialurinarkiv
Sosialurin 1976-02-04, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 4. februar 1976síða 7

‹ fyrra síða allar 8 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 9 — 4. februar 1976 Hilmar Beck og málstríðið Mangur gjørdist uttan iva hug- stoyttur at hoyra Hilmar Beck undir orðaskifinum um figgjar- lógina. Eitt var tað, at hann kallaði Danmark fyri móður- landið, eitt annað var tann mátin hann umtalaði målstridid í Hoydølum. Hvussu hann orða- rætt segði, minnist eg ikki, men týdningurin var tann, at hatta var nakað tvætl, rumbul, sum einki hevði við veruleikan at gera. Týðuliga skiltist, at hann ikki fataði, hvat tað snúði, seg um. Enn minni hvat lá undir. Og hetta sigur hann sum lærari. Slagorð javnaðarmanna: fræl- si, javnaður og brødralag hevur hann ikki tikið til eftirtektar. Frælsi hevur ein annan tydning enn bert personligt frælsi, livs- frælsi. Tað må eisini nerta við tjóðskaparligt og búskaparligt flælsi. Uttan búskaparligt frælsi einki persónligt frælsi — slagorð allra sosialista. Nokk hava óiva allir føroying- ar hoyrt um málstríðið ella målfløkjuna i Hoydølum — skul- di ein trud men ikki nog B R Ø V mikið, letur tað til. Hilmar Beck kom inn á tað, at føroyingar, sum komu niður, skiltu væl danskt og at teir kláraðu seg eins væl og danir — og kom hann so til ta niðursteðu, at rættindini at fáa føroyskt innan skúlagott eisini í Hoydelum var nakað tvætl. Bert í stuttum: Tá tú ikki ert vanur — dagliga tosar danskt, er orðatilfarið ógvuliga avmarkað. Stendur tú í eini spentari stæðu, frammanfyri próvdómaranum, er torfert at finna orð fram, sjålvt um leitað verður í minninum. Tú gevst hverja åskodan próvdómarin kann fáa, er ikki torført at gita sær til. Fyri tað næsta, átti tað at veri ein sjálvfylgja, at feroy- ingar eisini tosaðu foroyskt við ein próvteku. Latum okkum ikki hoyra slíkt tos aftur. Jósup P.S. Blaðstjórnin hevur tikið sær rætt til at stytta um brævið. Um at greiða fyri sær Undir fíggjarlógarviðgerðini kom harra Kjartan Mohr inná Strandferðsluna, hevði fingurin á loft eins og Othello fyri senati- num í Venetia á sinni og við darrandi rødd, og tað var ikki sørt, at har var eitt sindur av gráti í henni eisini, og minnti logtingsmenn á, at tá árið er úti skulu tølini, øll tølini hjá Strand- ferðsluni fyri ein dag og einki stingast undir stólin. Lætt er at halda við harra Mohr í hesum, og eingin vandi stendst av tí. So vítt mær kunnugt leggur Strand- ferðslan framm reiðinskap á hverjum ári. Ella ætlar hann at leggja landsins grannskoðarar undir at vera óreiðiligir? Tórshavnar kommuna viðtók einaferð at telini, ell telini, hjá Tórshavnar trolarafelag skuldu leggjast framm, og tá nú harra Mohr var stjórnarlimur í nevnda felag og er limur í Tórshavnar býráð skuldi verið lagað manni at hann, nú meðan hann bíðar eftir tølunum frå Strandferðs- luni, og nú meðan hann hevur fingurin á lofti sum annað Damokles sverð, at hann leggur tølini frá Magnur Heinasyni og Leivi Heppna á borðið. Ella ætlar hann frammvegis uttan grundgeving at ganga í móti boðum frá sínum egna býráð og sýta okkum borgarum hvussu skattur okkara hvervur? Fraser E.s. Hevur Ólavur Michelsen gloymt, at hann reisti hetta mál í Tórshanvar býráð? Tað hevur áhuga enn. Fr. x Hevndarhugur At siga, at tað altid er gleði og gaman at lurta eftir, tá løgtings- menn tosa fyri opnari mikrofon, skal verða ósagt av mær. Eitt nú friggjakveldið í útvar- pinum, tá figgjarlógin var til umreðu. Tað kann vera áhuga- vert at fylgja við, serliga á teimum økjum, ein kann hava bestu hylling å. So sum ein sjomadur, tå tad snyr seg um sjógvin, fisk og fiskimørk. Ein lærari, tå tað er um skúlar og skúlaskap o.s.fr. Hetta er alt gott og væl. Hjá mær at fara at meta um og seta upp á prent, hvat og hvønn eg helt tosa best, siga mest í hasi avmarkaðu tid, tað skal standa ósvarað. Har aftur imoti skal eg draga fram, og beklaga, at ein sera vandamikil sótt er farin at:gera um seg, bæði uttan fyri og tað, ið verri er, eisini innan fyri tinggátt. Nú veit so væl við, at so vítt eg veit, eru altið tveir, eg vil halda, góðir læknar í løgtingi- vakcinatiónin, aftur at teimum, sum læknarnir kunnu geva, fer at beta um sóttina. Tað fyrsta, ein var varugur við hana, var longu undan sein- asta løgtingsvali. Mær er sagt, at hon kom til útbrot í Havn. Men annars skuldi sjálvur upp- runin vera komin úr Servági. Nú sær ikki betur út enn, at sjúkan er komin inn á Strendur. Hetta alt, higartil, sær út sum sera skemtiligt. Men ikki tess minni álvara aftanfyri. Eg bleiv ikki sert sjokkeradur, tå eg hoyrdi æraða løgtingsmann, Jóhs. M. Molsen, úr sambandsflokkinum. Við so- mu eðini loypa frá fíggjarlógar- viðgerðini. Og heilt yvir um gjónna, og har loysa frá posa- num. Har var ikki hugnaligt at standa fyri, tá hann fór at siga uttan um seg sjálvan. Alt eftir teimum vanlukku javnaðarmon- num á tingi, uttandura, ja, eisini teir, sum eru langt av landi skotnir. Nú vil ein og hver num. Eg fari at vóna, at henda = forvitin fáa at vita, hvat hin sosialurin Síða 7 (handan) sóttin var av navni Jú, hon eitur ókristni, um eg skilti, tað sum læknar kalla symtomirnar. Eingin misskilj- ing frá mær. Eg ætlaði mær ikki at fara við orðum, helst ljótum, at revsa tílíkar agitatorar. Men um tit halda, at tað er sam- bandsflokkinum til sóma og heiður, meti eg, at tit fara skeivir. Har aftur ímóti haldi eg sjálvur, at tit gera satani eina bjarnatænastu Nú eri eg eingin, tað man kallar vismaður: Men høvdu vit sum flest havt tað í huga, ikki at kravt meiri av eðrum, enn vit sjálvi vilja geva. Og sum nr. 2: Minka ikki um ein trúgv, at ein harvið skal vaksa Sum nr. 3: Tað fer alt at verða meiri og meiri gjert fyri tey, sum hava bil og koyra andan og Helst har, sum mest vanda- fult er, standa smáir steyrar rættiliga tættir, og uppi á teimum er sett eitt, man kallar reflex. Sum vit øll eru komin at kenna og halda tryggleika vera i. Men um ein ikki, tá myrkt er, hevur billjósini tendrað, tá sær ein eingi reflex. Ég vil enda her, líka so sakliga, sum eg byrjaði, kanska skemtiliga Hentze Joensen x Kirkjubønir-—fosturtyning Ein kann av og å i dag hoyra folk siga, hvussu lítið okkara kirkju- bønir sig nútíðarfólki. Og serliga kemur hetta fram í donskum bløðum. Er hetta so? Eg vil halda, at tað er ikki so. Serliga er tað fólk, sum ikki kemur nógv í kirkju, sum fasthalda hetta. Eitt nú benin langafriggja- dag, har hon sigur, at vit dag undan degi við Jesu deyða og kraft leggja av okkara synd og aldri sleppa Jesusi av hjørtum okkara, fyrr enn vit síggja hann klárliga í hinum æviga lívi. Ikki hetta við gerningi kann bjarga okkum, men at fruktin skal vera har og siga hvørjum Harra vit tæna. Eins og útgangsbonin sigur, at styrkjast í trúnni, í heilagum levnaði at batna. Víst eiga vit at batna, hóast skuld er til deyða. Men tað, sum eg mest kom at hugsa um er tað, sum um stutta tíð liggur á tingborði. Friur abortur. Ein av okkara kirkju bønum nr. 32, síða 514 sigur varðveit okkur frá fólkatyning Her, hvar tað óivað ikki hevur verið hugsað um frían abort, men helst landfarssóttir og lik- nandi í farnum dogum. Fyri mær, tá eg hoyri hesa kirkjubon, fer ein kaldur gjóstur igjøgnum meg. Fyri árum síðani hevdi eg ein dreym tað var meðan abort- debattin var uppá tað heitasta í Danmark — hvar eg sá hálv og fullborin fostur koma eftir einum transportbandi. Eg hoyrdi tey tosa sínámillum um hesar ræðu- ligu gerð, og hvat hvor kom at svara fyri seg einaferð. Samrød- ur, sum eg enn hoyri fyri mær, og sum eg ikki kann taka uppaftur her. Men tað, sum skar meg í hjartað var, at avgrund var at fara í. Tó, hvat hendi a tromini komu einglar og flugu avstað við hvorjum einasta fos- tri Framhald frá síðu 3 Taka lut í sam- felagsorðaskiftinum Annars er fráhalds rørslan av álvara farin at laka lut samfelagsorðaskifti num, sigur Reidulv Lyngstad. Eitt dømi er EF-orðaskiftið og friðarpolitikkurin. Eisini upplýs ir Reidulv Lyngstad, at umboðs- norska i almenna menn fyri fráhaldsrersluna hava skipað fyri hjálp, og at eitt úrslit er eitt fis beinleiðis u-lands kivinnuprojekt á Sailon, (nå Sri Til tann fátæka partin inn Lanka) av landinum er savnaðar tilsamans 5 milj. norskar kr Nýtt skeið seinni Napoleon Jacobsen, Losjan i Havn, sigur, at ætlanin er at skipa fyri einum liknandi skeidi seinni i ár, juli- Tad skeidid verdur meiri væntandi í august umfatandi, og ætlanin er at fáa fleiri instruktørar uttanlands umframt utlendskar lut- takarar Napoleon Jacobsen upplysir at til skeiðið, sum varð hildið um vikuskiftið, er sekt Norrøna Ráðið hevur stuð elsinl um stud- nign lad tiltakinum, og haraftrat eru sendar umsóknir til Foroya Stór losju og Felagsnevndina hjá frá- haldsfeløgunum i Føroyum til at taka tað møguliga undirskotið. Tað er sekt um 5.000 kr Bert ein dreymur, men fyri mær er eingin dagur farin síðani, at ikki hesin dreymur er komin fram fyri meg. Tað er at vóna, at hetta mál verður væl umhugsað tá tað um skamma stund liggur á tingborði. H.S.J. I A———————————————— Nýggja ferjan roynist væl . Nýggja ferjan, sum røkri rutusambandið Vestmanna-Oyragjogv, Sam IT, sum Alfred Olsen i Vestmanna eigur, roynist væl. Ferjan kom i sigling stutt fyri jól. Samstundis er gamli Sam lagdur fyri teym. Tað eru ætlanir um at selja hann. Nýggja ferjan er tvær ferðir so stór sum gamli Sam. Hon tekur 150 ferðafólk og 21 bilar, meðan tann gamla ferjan tók 75 ferðafólk og 11 bilar.