Sosialurinarkiv
Sosialurin 1976-02-07, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 7. februar 1976síða 2

‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 2 sosialurin Nr. 10. — 7. februar 1976 sosialurin telf. 11820 - giro 6282725 box 76. 3800 Tórshavn Utgevari: Forova Javnadarflokkur Blaðstjórn: Vilhelm Johannesen (ábyrgd). telf. 56411 Johnsigurd Johannesen Prent: Dimmalætting Ohugnaligt Í SEINASTU viku hoyrdu vit umreðuna av figgjarlogaruppskotinum sent í útvarpinum. Sum heild var orðaskiftið líkt øllum ødrum politiskum útvarpsorðaskiftum. TO HELT ein av tinglimum sambandsfloksins eina heldur óvanliga og ikki sert óhugnaliga rødu, har hann dróg kristindómin niður í diki, og nýtti hendan til propagandu ímóti javnaðar- flokkinum. HENDAN SAMA óhugnaliga porpaganda hevur leingi verið nýtt í greinum og lesara- brovum í Dimmalætting. Serstakliga hevur hetta skrivingarlagið verið nýtt upp undir val. Og tá hevur sami tinglimur eisini verið framvið. TAÐ SKULDI verið óneyðugt at sagt lesarum okkara frá, at stevnumið javnaðarfloksins týðuliga og greitt siga, at vit skulu hava trúar- og samkomufrælsi. Somuleiðis skuldi verið óneyðugt at sagt frá, at javnaðarpolitikkarar enn ongantíð hava gingið ímóti at játta pening til kirkjur og samkomuhús. VEIT HESIN tinglimur sambandsfloksins nakað dømi um, at kristinboðanin er skerd av teimum stýrandi í londum, har javnaðarflokk- urin hevur sitið við ábyrgdini. Er hetta hent í Danmark, í Noreg ella í Sveríki? Ella veit hann nakað um, at kirkjudyrnar í Sveríki hava verið negldar tey fýrati árini javnaðarflokkurin har hevur stýrt við reinum mairiluta? MEN TÓNALAG sambandsmansins er ikki nýtt og ókent í okkara grannalondum. Tað hevur verið nýtt um danska javnaðarflokkin, av borgarligum politikkarum har, øll árini síðani javnaðarflokkurin kom fram í donskum politikki. OG MØGULIGA var tað eitt lið í kristna politikki teirra borgarligu, at á hverjum ári doyðu småbørn í túsundatali í danska høvuds- staðnum av neyð og vesældómi fyrst í hesi old, og tað var kanska „ókristiligt< av danska jav- naðarflokkinum at beina fyri hesi neyð og hesum vesældómi? HETTA ER kortini søguligt fakta. Men tá óargaligir óvitar hava tapt i spæli ella kapping, er tað vanligt at teir fara at grýta við runubløk- um, og ætlanin við hesum runubløkum er at dálka mótpartin. Tó er tað óvist um hesi runublek raka, men í øllum ferum dálka tey hann, sum eltur og kastar hesi blek. EFTIR STENDUR tað, at hesin tinglimur sambandsfloksins nýtir kristindómin í strem- banini eftir versligum vinningi, í strembanini eftir at vinna politiska makt. Og tað halda vit í hvussu er kristindómin vera alt og góðan og dýrabaran til, ja, vit halda hetta vera bart út ókristilgit. dagbókin Gudstænastur Sunnudagin prædika: Johan Weihe í Hvalba kl. 12 og í Sandvík kl. 18, K. O. Viderø á Tveroyri, Maritn R. Jacob- sen í Porkeri kl. 12 og í Hovi kl. 18, altargangur, J. Foll- end í Rituvík kl. 11 (missións- vika), N. P. Danielsen á Sela- træð, altargangur, Eivind Vilhelm í Havnar kirkju, Kjartan Mørkøre í Vesturkir- kjuni, H. J. Joensen í Kald- bak, Torkil Beder í Fugla- firði, altargangur, P. M. Rasmussen í Funningi, J. Magnussen á Húsum kl. 11 og í Mikladali seinnapartin, S. J. Joensen á Viðareiði kl. 12 og í Hvannasundi kl. 19. KFUK, Tórshavn Fundarrødin i KFUM heldur fram í kveld og sunnukvøld- ið. Í kveld kl. 20 verður evnið: Av Gudi hildin verdur, v. Hera Tróndheim, lærara, og sunnukveldið kl. 20.30 verður evnið: Klæddur í brynju rættlætisins, v. Chr. Høj, lærara. Frelsunarherurin Í dag kl. 15 ungdómsmusikk- venjing. Adventista- samkoman I dag kl. 9.30 bibliugransk- ing, sidani gudstænasta vid C. D. Andreasen i skålanum vid Hoyvikstjørn. Sunnudag- in kl. 11 sunnudagsskúli. Adalfundur Klaksvíkar Arbeidsmanna- felag hevur ársaðalfund friggjakveldið 17. februar kl. 20 á Klaksvíkar Sjómans- heimi. Missiónsvikur Í døgunum 10.—15. februar verður missiónsvika á Argj- um. Byrjað verður hvert kveld kl. 20. Í døgunum 19. — 22. februar verður missi- ónsvika á Eiði, og í døgunum 2.—7. mars verður missións- vika í Hvalba. Kristus er svarið Ungdómsfundirnir undir heit- inum Kristus er svarið í missiónshúsinum í Sørvågi halda fram. Í kveld verður fundur kl. 19.30 og sunnu- dagin kl. 15.30 og kl. 19. Luttøka verður av Jeriko- systkjunum og eðrum fremmt- andum talarum. Prógv Jógvan Páll Lassen hevur á universitetinumiKeypmanna- havn tikid logfrødisligt em- bætisprógv við fyrsta karak- teri. Lýsing frá Foroya Landsstýri Sambært legtingslóg nr. 6 frá 20. februar 1970 um broyting í løgtingslåg um fiskiveiðu á landleidini er í tíð- arskeiðinum 15. februar til 30. apríl, báðir dagar við- roknaðir, ikki loyvt at fiska við toskagørnum á hesum leiðum: Á Norðhavinum: millum tvær linjur, onnur drigin úr Kunoyarnakki 6* 41' W og í rættvisandi norðan og hin úr Eiðiskolli 7% 06' W og i rættvisandi norðan. Vestanfyri: Millum tvær linjur, onnur drigin úr Trøll- høvdi 61% 55' N 6% 57' W og í rættvisandi útsynning og hin úr Trælanypini 62? 01) N 7? 14” W og i rættvisandi utsynning. Sambært kunngerå nr. 8 frå 4. mars 1970 um garnaveidu á toskagørn bert loyvt at nýta óviðgjert sissal, til flot ikki meira enn 5 mm til tjúkdar og tifsekk ikki uppum 7 mm. Eftir $ 3 skal hver endaboya á hverjum trossa hava stong. Stengurnar skulu ovast hava flagg og í minsta lagi ein vimpul og um náttina ravgult ljós. Endaboyur- nar skulu verða merktar við havnakenningsbókstavum og nummar hjá fiskifarinum. Okkurt av eftirlitsskipunum er stødugt á hesum leiðum, og skip sum hava verið fyri óhappi ella á annan hátt hava okkurt at boða frá, verða biðin um at seta seg í samband við tey alt fyri eitt. tann 2. februar 1976 Føroya Landsstyri Lysing Orsakad av at Statens Skipstilsyn hevur sett bann fyri fluttningi av spreingievni millum oyggjarnar, vid van- ligu rutubåtunum, og Strandferðslan hevur tikið farmaskipið úr rakstrinum, verður hervið heitt á við- skiftafólk okkara um at lata ordrar inn í so góðari tíð sum gjørligt, fyri um møguligt, at útvega annan fart. Virðingarmest C. C. Johansen TIf. 14922 Tórshavn Tekningar Gerið byggiarbeiði greitt til summarið. Latið tey tekna um veturin. Arne Samuelsen, arkitektur telf. 55775 — Klaksvík Setið sparipening tygara í FØROYA SPARIKASSA — fólksins peningastovn tað lønar seg Til sølu 5 stk. termorútar, stødd 58,3 ferðir 146,7 cm. Arne Samuelsen telf. 55775 — Klaksvik