mikudagur 18. februar 1976síða 5
‹ fyrra síða allar 8 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 13 — 18. februar 1976 sosialurin
mm |
Hanus Andreassen skrivar:
Hugleiðingar
i eini svør0tid
Opið bræv til blaðstjóran á Dagblaðnum
Framhald
Og tá ið ein tið er liðin, taka teir
ríku seg saman og stovna ein
flokk. Og endamálið við hesum
flokki er at varðveita ta sam-
felagsligu beinagrind, sum ber
teimum uppi. Og at forða fyri
royndum teirra fátæku at skapa
eitt rættvisari samfelag (Føroya
Samuelsen og P.
M. Rasmussen, bls. 103— 104).
Og hesin flokkur er flokkur
teirra fåu. Og ti rædur um at fåa
folk at halda, at hann er flokkur
teirra mongu. Og ti verður hann
kallaður fólksins flokkur
Og hesin flokkur hevur serlig
eyðkenni.
Hann vil so fegin eitast at
Sega eftir H
vera ein sámuligur flokkur. Ein
hampaflokkur. Og rætt er tað,
at tað finnast hampamenn í
flokkinum. Men tað eru ikki teir,
ið geva flokkinum andlit. Tað
eru aðrir. Og tá ið teir fátæku
taka seg saman og vilja bøta um
sini kor og um landsins kor, tå er
tad so sum so vid hampiligheit
ini. Og tå id blaðmenn teirra ríku
kulu svara aftur, standa teir
ofta fastir. Teir eru ikki ov
byrjaðir av argumentum. Teir
hokna ikki undir i vitan. Teir eru
sóma og við
ikki nivdir av
skygni. Og so loypa teir framan
Og undarlig orð koma burtur úr
»Snorhvølpur«. Hver
segði hatta? Ein Nerrebroótan
gi, ið hvorki dugir foroyskt ella
fólkaskikk? Ein Nyhansgangst
ari, ið aldri hevur brúkt annað
teimum.
)
enn illbønir og ókvæmisorð?
Nei. Maðurin er lærari. Uppal-
ari. Hampamaður. Hygg at
orðinum eina ferð aftrat, harra
blaðstjóri. Har stendur tað
»Snorhvølpur«. Ja, eg skilji væl,
at tygum hyggja burtur. Orðið
er líkasum eitt sindur ótýdligt
Ikki heilt stovubært. Ikki fyri
hampafólk. Men hetta er helst
orðalagið, teir brúka í flokki
teirra ríku. Og tú spyrt teg sjálv
an eru hetta góðir borgarar?
Flokkur teirra ríku vil so fegin
eitast av vera ein frælsisflokkur
Ein flokkur, ið verjir tað persón-
liga frælsið hjá landsins borgar
um. Og hann elskar hetta frælsið
av heilum huga, men eitt ræðist
hann, og eitt hatar hann meira
enn alt annað, og tað er at
landsins borgarar brúka hetta
sama frælsið. Tað er gott at
hava til dagdvølju á flaggdøgum
og fólkafundum, tað er hugna-
ligt at hjúkla um upp undir val
og á floksveitslum, men brúkast
skal tað fyri alt í verðini ikki. Og
vágar onkur av landsins borgar
um, sum betalir sín skatt og ger
sítt arbeiði, at siga sína hugsan
soleiðis sum hann hevur rætt og
skyldu til í einum demokratisk
um samfelag, fær hann oman
yvir seg bukkuspannir av lygn-
um og persónligum briksli (ma.
Dagblaðið 31. aug. 1974). Og
hann fær at vita, at hann kann
tiga, tí hann er jú drankari ella
nassari ella snýtari. Og hetta er
lygn. Og tað kann prógvast, at
tað er lygn. Men teir frælslyndu
hampamenninir í flokki teirra
ríku fýra ikki fyri at siga ósatt.
Og hinir borgararnir í landinum,
hampamenn, sum ikki vilja ko-
ma sær út í ringt orð, hugsa við
sær sjálvum: nei, best er at tiga.
Og skuldi onkur torað at sagt
nakað, ger hann tað undir
dulnevni. Men teir flestu siga
einki. Og soleiðis tagnar fjøldin
undir terrorveldi teirra fræls-
lyndu. Og soleiðis eydnast tað
journalistisku skósveinum teirra
ríku at binda fólkið niður og
geva ti tunguband. Og ivaleyst
er hetta ein uppgáva, sum semir
seg nettup flokki fólksins. Og
hetta tunguband er líka dygt
nekrum landi eystan
Og tú spyrt teg
eru slíkir menn góðir
sum í
jarntjaldið
sjálvan
borgarar?
Flokkur teirra ríku vil so fegin
eitast at vera ein tjóðskaparligur
flokkur. Ein flokkur við kær-
leika til landsins mál og mentan.
Og tað er ivaleyst ma. ti hann
hevur eitt blað. Og hetta blað er
helst ætlað sum ein málsligur og
mentunarligur láturverji. Og tað
átti tað í hvussu so er at verið, ti
málið í landinum er steðugt á
andglettinum. Og tú letur blaðið
upp og lesur eitt nú hetta: »I
hesum tíðum....kemur ein rúgva
av sokalladum miksaðum hjún-
um til Foroya< (Dagblaðið 20
aug. 1975, min undirstriking)
Og tú situr og tanlar hesa
vendingina eitt sindur. Hon er
rasistisk, men rasisma er jú
gerandiskostur í hesum blað. So
lat tað fara. Men málið. Tað er
líkasum nakað rátt og barbar-
iskt við hesi vending. Tað er
óhugsandi, at hon kundi verið
havd á lofti í einum skoti í
Hattarvik ella millum túnini á
Velbastað. Hon er fremmand.
Funnin í eini køstarennu í einum
útlenskum stórbýi. Ella kyknað
Upp í einum í odd og egg
syntetiskum jørdildi. Hon kann
bara vera søgd og skrivað av
fólki, sum av álvara hevur mist
sitt tjóðskaparliga fótafesti. Og
tú lesur víðari í blaði teirra ríku.
Og tað er ein háð móti málinum í
landinum. Og tú lesur um »ego«
og »happy end«. Dumban úr
landssuðri og bosið úr ti enska
málinum verður trodkad inn á
eitt verjuleyst fólk. Og tá ið
láturverjarnir fyri menning og
máli landsins skulu lýsa sínar
djúpastu kenslur, kann tað ikki
sigast á móðurmálinum. Tá má
farast í onnur mál. »Come on
boys<. „Lonely are the brava«
(Dagblaðið 28. jan. 1976). Og tú
spyrt teg sjálvan: eru hetta
góðir borgarar?
Men í flokki teirra ríku eru
ikki bara ríkir. Mangan fjeppast
fátækir uppii. Sum trúgva upp á
tjóðskaparligu kávalótir teirra
ríku. Og tað eydnast onkrum
teirra at koma sær fram. Og
hann vísir hegni og gávur og
arbeiðshug. Og kann henda, at
hann verður blaðstjóri á blaði
teirra ríku. Og hann rekir sitt
starv bæði væl og virðiliga. Og
hann er trúfastur og hugsagóður
og stødufastur bæði í við- og
motstreymi. Og árini ganga. Og
hoast hann verjir ein flokk, har
mangir sita væl og har mangir
sita feitt, sjabbar hann einsa-
mallur og ohjålptur og ofta eisini
dløntur. Og hann eldist og
troyttast. Og brátt er skeiðið
fullrunnið. Men sigurskransurin
hvar er hann? Teir verða tó
byttir út, bæði i eystur og
vestur. Men eingin er til hans-
ara. Og tá ið hann kki orkar
meira, verður hann sparkaður út
i myrkrið. Ti hava teir riku
nakran moral, er tað frumskóg-
armoralurin. Millum teirra er
ikki pláss fyri takksemi ella
sámiligheit. Og maðurin, sum
kom úr fátækum korum, og sum
brúkti sitt liv til at verja flokk
teirra ríku og áhugamál teirra,
doyr beiskur og vónsvikin og
sleptur upp á fjall. Og á gravar-
bakkanum stendur tann ríki. Og
nú ræður um at krógva klørnar
og leggja andlitið í eina hóskandi
sorgblidnislegu. Hvønn skortin
skal eg fara i? Og er eitt orðatak
vid hondina ella ein skalda-
borin regla? mær eina
blómu....-. Og tå ið sjakalurin
fer at yrkja og manniilvurin at
gráta, ja, tað er ein login sjón.
Og tá ið tann trúgvi tænarin
er farin undir grønu torvu, halda
summi, at hansara eldhugi og
trúfesti og arbeiðshugur kundu
tænt eini betri søk.
Flokkur. Hann er runnin av
eini rørslu, ið vildi verja mál og
mentan, sið og Sjálv-
styrisrørsluni. Í hesi rørslu vóru
frægar kvinnur og frægir menn.
Og ein teirra gekk eina summar-
nátt uppi millum fjalla. Og hug-
tikin og lyftur upp um gerandis-
dagin av ellum tí undurfagra,
hann sá og hann hoyrdi, mælti
hann fyri sær sjálvum í hesi. inn
blåstu løtu: »Føroya fólk, hugsa
høviskt, djarvt og høgt«. Og
hoast hann elskadi sitt land og
sitt mål og sitt folk, firnadist
hann ikki fyri at giftast vid
danskari konu. Og bróður hans-
ara, oddamadurin i rørsluni,
giftist vid islendskari konu. Og
voru bædi
»miskadir«, sum tað
„Gev
sóma
soleiðis Sverri og
„Jóannes
Framhald á síðu 6
bøkur og blød
Spøk og tunnlig
Fyrsta nummarið av Framan-
um i år er komið ut. Framin
hevur eina grein: Hvør skal
gjalda kreppuna i kapitalis-
muni? og er eitt dømi ur Ong-
landi. Greinskrivarin visir å,
at grundin til buskaparligu
kreppuna i Bretlandi er m.a.,
at idnadurin í nógv ár hevur
gjørt ov smáar iløgur. Hann
visir á samanhangið í Bret-
landi og restina av kapitalist-
iska heiminum og hvussu væl
Harold Wilson dugir at um
sita kapitalistiska bretska
samfelagið.
m.d. hevur eina grein,
Fiskimenn við vegamótið
Ein samanvavstur av nógv-
um ymiskum tankum, men
greinskrivarin er væl inni í tí,
hann skrivar um og er greinin
avgjørt upplýsandi.
Annars endar orðagongan
millum D. P. Danielsen (Roð-
in) og Framan uttan at
lesarin er vorðin klókari. Jú,
at allir fýra bólkarnir til
vinstru fyri báðar »etabler-
aðu< arbeiðaraflokkarnar eru
ósamdir, men um hvat?
Í leiðaranum verður m.a.
tikið til: »Men sjálvt innan
núgaldandi karm eru møgu-
leikar at styra. Stýra, sum
næstan hver maður tosar um
Men hvar er málið ella ætlan-
in, sum stýrast skal eftir.
Hon finnst ikki uttan í yms-
um privatum heilum, m.a.
hjá idnadarrådgevaranum,
sum vit hoyrdu å filmi her-
fyri.
Her hava bædi javnadar-
flokkurin og tjóðveldisflokk-
urin verið alt ov linir. Bara
tos.
Men eisini fiskimannafel-
agið hevur her gloymt burtur
eina uppgávu hjá einum
verkamannafelag. Tað er ikki
nóg mikið at krevja eina løn-
arhækkan og tílíkt. Kravið
um partur av av framleidda
virðinum verður brúktur til
rationellar og samfelagsgang
ligar ileggingar er yvir eitt
longri tidarskeid neyðugt, um
limir felagsins skulu tryggj-
ast trygg kor og hægri real-
løn«
Framin er vanur at vera
åhugaverdur. Blaðið hevur
fingið fyribrigdi í foroyska
samfelagnum fram í ljósmála,
sum almenningurin annars
visti litið um, men fyrsta
nummarið í ár er heldur
tunnligt. Tað eru Feroyskir
Sosialistar, sum geva Fram-
an út, og er hann nú farin á 14
árgang.
Oyggjaskeggi:
ein grein
Oyggjaskeggi, sum hevur
verið slóðbrótari innan fer-
oysku tidarit-verdina sein-
astu árini og hevur arga
mangan føroyingin, er óvan-
liga spakur. Men hann man
nokk fara at
Oyggjaskeggi hevur elvt til
ressast við.
eitt kjak um kristindóm,
kommunismu,
annað, sum feroyingar helst,
moral og
hverki tosa ella skriva um og
í hesum blaðnum eru tvær
reaktiónir uppá tað eitt
tiðindabræv, Tiðindabræv úr
øðrum heimi, og ein grein
Kommunistisk psykosu-im
port
Kristiligt
ungmannablað
Kristiligt ungmannablað
sum KFUM í Tórshavn ur
út, er komið í búðirnar
Innihaldið er, sum navnið
ber á, kristiligt. Nakra nýggja
stødu til kristna livid ella
menniskjuni hevur blaðið
ikki. Tað góða og tað ónda
Ur innihaldinum kann ne
nast: Vilt tú
geva? Ein grein, sum li 7
blaðstjórin Heri Tróndheim
hevur umsett. Ein sega
sjálv il fyri
um gentuna Hasnu, sum
merkir hin vakra. Grein a
Jørmund Vågadal endar )
leiðis: »Fvna vit ikki at
standa í hesum bardaga, so
lat okkum vera varin við at
gripa til neyðloysnir fyri at
halda skinnið á nesini og
heldur ístaðin sita kvirr, til
Guð letur okkum í tey rettu
klædini, sum ein og hvor
stríðsmaður má verða klædd
ur í, um hann ætlar sær
hernad«
Salomon J
tvær sálmatýðingar. Tá mitt
eyga av Brorson og Út fert tú
nú á livsins leið av Bliche
Tann fyrra er knappliga
heppin i føroysum búna
At blaðið kemur út í dag
nutidini skilst av
tiðindastubbum úr útlandin
um KFUM í eðrum lond
um og Kirkjutíðindi
Joensen hevur
teimum
Liljan:
Fyrimyndarlig
blaðútgáva
Skótablaðið Liljan gongur nú
á 9. ári og er tað hugnaligt at
siggja, at ungfólk kunnu gera
eitt blað so fjøllbroytt og
gott. Tað stavar óivað eisini
frá, at KFUM- og KFUK
skótarnir í Feroyum er ein
ógvuliga vælskipaður felags
skapur fyrimyndarligur
fyri aðrar landsfevnandi fel
agsskapir
Av innihaldinum skal nev
nast eitt uppskot um
KFUM og KFUK leiðslurnar
hava sent Torshavnar byråd
vidvikjandi einum fritidarøki
i Havnardali/Flatnahaga
Annars eru skotatidindi
størsti parturin av innihaldi
num Fin fødingardag
kvøda til SSB, sum fylti fimti
fyri stuttum, ein frågreiding
frå eini legu vid
Gjom
ulvasidur, eins og sidur vid
livandi tekningum frå skóta
lívinum.