mikudagur 25. februar 1976síða 1
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Danskur spælimaður higar í morgin
frælsi
javnaður
brødralag
Nr. 15 — Mikudagin 25. februar 1976 — 49. årgangur — Leysasøla 2,00 kr.
Føroyameist-
araskapið
í talv
Kappingin um føroyameist-
araheitid i talv fyri einstak-
lingar fer fram i Gøtu i viku-
skiftunum. Tað eru allar
deildirnar við 41 luttakarum,
sum leika. Í Getu eru teir so
hepnir at hava tann gamla
skúlan frá hini eldini og tann
næstelsta at leika í, so teir
kunnu lata talvfólkið standa
uppi frá einum vikuskifti til
næsta. Kappingin gongur
yvir seks vikuskiftir.
Gudstænastur
Sunnudagin prædika: J. Foll-
end á Nesi, altargangur,
Torkil Beder í Getu, altar-
gangur, N. P. Danielsen á
Strondum og J. Weihe í Øra-
vik.
Várkonfirmatiónir
Í Nes prestagjaldi byrjar
konfirmatiónsfyrireikingin
týsmorgunin 2. mars kl. 8
Konfirmatiónin verður hildin
sunnudagin 4. apríl í Glyvra
Kirkju.
Í Norðstreymoyar presta-
gjalds norðaru helvt verður
konfirmatión sunnudagin 4.
apríl í Haldórsvíkar kirkju.
Bernini ganga til í Hvalvík,
og byrjað verður mánadagin
22. mars.
Missiónshúsið
við Landavegin
Fundur í kveld kl. 20
Frelsunarherurin
Í kveld kl. 20.30 ungdóms-
fundur. Nilsson, oberstur, og
kona tala á fundum hóskveld
og friggjakvøld kl. 20. Leyg-
arkveldið kl. 20 soldáta-
veitsla.
Sjúkrahús
fyri 15 — 16 milliónir
Arkitekturin Odgaard,
ið teknað hevur nýggja
sjúkrahúsið í Klaksvík,
greiddi á fundi mána-
dagin býráðnum og
umboðum fyri sjúkra-
húsið frá byggingini
Nýggja sjúkrahúsið, sum skal
byggjast í Klaksvík, kemur
væntandi at kosta einar 15—16
milliónir. Hetta kom m.a. fram á
fundi, sum varð hildin í Klaks
vik mánadagin.
Byggningurin verður í fimm
hæddum við eini gólvvidd uppá
120 ferðir 60 metrar. Í teimum
fimm hæddunum er kjallara
hædd íroknað. Í kjallaranum
verður eitt kapell umframt depot
o.a. Næsta hæddin er ætlað til
eina heilsumiðstað. Á henni
skulu rúm verða til kommunu-
læknarnar og jarðameður. Fysi-
urgisk deild verður á triðu
hædd, meðan tær báðar ovastu
hæddirnar eru ætlaðar til røktar-
heim.
Á fundinum luttók byrådid,
Sjúkrahússtýrið fyri Norð
oyggjar, nevndin fyri ellisheim-
ið, yvirlæknarnir, yvirsjúkra-
systurin og umsjónarmaðurin á
Klaksvíkar Sjúkrahúsið. Aftan á
fundin hevði hver partur fund
fyri seg
Sjúkrahússtýrið góðtók fysi
urgisku deildina Somuleiðis
góðtók nevndin fyri ellisheimið
tær báðar hæddirnar, ið eru
ætlaðar til roktarheim. Á rektar
heiminum verður pláss fyri 14
fólkum á hverji hædd. Í letuni
veður gamla sjúkrahúsið, sum er
bygt í 1928, nýtt til ellisheim,
eins og á sjálvum sjúkrahúsi
num eru gomul, sum fara á
røktarheimid, so seingjatalið á
sjúkrahúsinum verður eitt sind
ur stø. ri
Klaksvíkar Byråd skal góð
taka hæddina, har heilsumið-
staðin skal vera. Heilsumidstød-
in er projekterað til tvær milli-
ónir og skal býráðið bera helvt-
ina av kostnaðinum. Klaksvíkar
Býráð skuldi viðgera málið á
fundi í gjårkvøldid
Røktarheimid skulu kommu-
nurnar í Norðoyggjum figgjad
við 10 prosentum av kostnaði-
num.
Arkitekturin metir at licita
tiónstilfarið er greitt um tveir til
triggjar mánaðar. Seinasta orðið
í málinum hava teir játtandi
mynduleikarnir landsstýrið
og rikismynduleikarnir
Venja sjónleik i Gøtu
Gøtu Menningafelag venjir í
løtuni til sjónleik. Tað er sjón-
leikurin Ættarlið, sum Karl
Thomsen hevur skrivað. Sjón-
leikurin fekk tridu virðislen í
kappingini, sum felagið Varðin
skipaði fyri, fyri nøkrum árum
síðani.
Gøtu Menningarfelag
Getu Menningarfelag er eitt
heldur nýtt felag. Felagið varð
stovnað í januar mánaða í ár
Endamálið við felagnum er at
skipa fyri ymiskum mentunar-
upplýsandi
fyrilestrum, filmskvøldum,
kjakfundum. Ætlanin er eisini at
fáa listarframsýningar handan
ligum tiltøkum
vegin
Endamálið við ellum hesum
tiltøkum er ikki bara at menna
og undirhalda, men eisini at
savna pening saman til eitt
bygda- og samkomuhús. Higar-
til hevur felagið hildið ein fund
Fundurin var við einum norsk
um instruktøri í alkoholkenslu,
Reidulv Lyngstad. Tað eru um
leið 60 limir í felagnum og
næstan allir vóru á fundinum
Froskmannabúnar
á keiøkini
Kvinnufelagið hevur givið
Havnar Bjargingafelag 10.000
krónur
Havnar Kvinnufelag hevur samtykt at geva Havnar
Bjargingafelag 10.000 krónur. Bjargingafelagið hevur enn ikki
avgjørt, hvat teir skulu nýta peningin til, men talað verður um
at keypa froskbúnar
Etlanin við froskbúnunum er, at teir skulu vera á teimum
trimum keiøkjunum í Havn
Tankin við froskbúnunum er, at hava ein búna hangandi til
reiðar á teimum trimum keiøkjunum, men 10.000 er ikki nóg
mikið til triggjar búnar. Ein búni kostar umleið 5.000 krónur
Havnar Bjargingafelag kundi hugsað sær at havt teir hang
andi á báðum havnarskrivstovunum, men felagið hevur ikki
tosad við havnamynduleikarnar enn. Tann tridi kann hanga í
felagshølunum í Vágsbotni. Havnar Bjargingarfelag heldur til
í pakkhúsunum, sum mjólkabátarnir nýttu tann tiå tað var
Umboð fyri Havnar Bjargingafelag sigur, at gott hevði verið
um politibilurin eisini hevði ein búna, ti løgreglan er sum
oftast fyrst á staðnum, tá nakað er áfatt. Fyri góðum ári
síðani hendi ein syrgilig ólukka niðri í Vågsbotn, tå ein bilur
koyrdi av brúnni. Í einum slíkum føri kundi vanlukkan óivað
verið minni álvarsom, um ein froskbúni hekk til reiðar á
keiøkjunum
Havnar Bjargingafelag hevur fingið tilsøgn, at túnadansur
in skal í ár fara til bjargingafelagið. Um so verður kundi
felagið hugsað sær at keypt ein bát. Tað skal vera ein av
teimum sum sjóverjuskipini hava við tveimum leysamotorum
og sterkum gummiringum runt um bátin. Hesir bátarnir eru
ógvuliga vælegnadir i øllum veðrið og undir torførum
umsteðum. Teri eru kostnaðarmiklir 60 — 80.000 alt eftir
motorum og aðrari útgerð
Annars hevur Havnar Bjargingafelag í kvittanum at keypa
tvey —trý motordrivin ljósagregat, soleiðis at ljós fæst undir
ollum umstødum
Bjargingafelagið, sum er.i fer við at inrætta hølini niðri í
Vågsbotn, metist einaferð um vikuna
Felagið er býtt upp i fýra bólkar, so hver bólkur metist eina
ferð um mánaðin