leygardagur 28. februar 1976síða 2
‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 2
A A A 0
sosialurin
Sosialurin telf. 11820 — giro 6282725
box 76, 3800 Tórshavn
Utgevari: Føroya Javnaðarflokkur
Blaðstjóri: Vilhelm Johannesen (ábyrgd) telf. 564 11
Blaðmenn: Johan Mortensen
Johnsigurd Johannesen
Prent: Prentsmiðjan á Heygsbreyt, telf. 14720
Útróður og skattur
Í HESUM DØGUM fer skattaålikningin fram
kring landið. So hvert, sum álíknað verður, fáa
skattgjaldarar boð um tær broytingar, ið
gjørdar verða av skattavaldinum.
EIN AV HESUM broytingum, sum ofta kemur
fyri og verður nógv umrødd í hesum døgum, er,
tå skattavaldid leggur aftur at hjå forledrum,
tað peninganøgd, sum børn teirra undri 16 år
hava vunnið sær i summarfritidini og vid
arbeiði eftir skúlatið.
HÓAST TAÐ, AT skattavaldið fær hetta álagt
í sjálvari skattalógini, so megu vit geva
teimum rætt, sum halda hetta vera heldur enn
ikki órímuligt. Vist verður á, at á nógvum
plássum fáa útróðrarbátarnir stóran part av
línureiðskapinum engdan av sterri skúla-
dreingjum, og vóru hesir ikki, so sluppu teir
mangan ikki avstað aftur til útróðrar vegna
tervandi egning.
OG VIÐ TAÐ at skattavaldið leggur inntøku-
na hjá børnunum aftur at hjá foreldrunum, sum
við tí progressiva skattaskálanum fáa lutfals-
liga nógvan skatt av hesum krónum, í verða
lagdar oman á teirra egnu innteku, sega tey
børnum sínum forboð fyri at egna ella at gera
annað arbeiði í fritidini.
HETTA KANN koma vinnuni illa við. Eitt nú
útróðrinum. Og ofta trýtur eisini arbeiðsfólk til
fiskalandingarnar um summari. Fyri samfel-
agið kunnu avleiðingarnar av hesum, telja
munandi meir enn tær krónurnar, sum hesar
inntekur geva í skatti.
FYRI AT GEVA hjúnum eina kompnesatión
fyri samskattingina, varð fyri nokrum árum
síðani gjørd tann regla, at í teimum førum, har
bæði maður og kona hava lenandi arbeiði, kann
helmingurin av inntekuni hjá konuni, tó hægst
2.000 kr. dragast frá. Hetta er seinni broytt til
hægst 4.000 kr.
FAD HEVDI verið rætt og rimuligt, at gjørt
nakað líknandi reglur fyri inntøku hjá børnum
undir 16 ár. ið verða skattað saman við foreld-
runum. Í hesum føri hevði tað helst verið
rættari at givið ollum børnum undir 16 ár eitt
fríkort uppá t.d. 2 ella 3.000 kr.
HETTA VILDI við ødrum orðum gjrøt, at
dreingir í skúlaaldri kundu egnt fyri upp til 2
ella 3.000 kr., uttan at hetta nervaði skatta-
inntøkuna hjá foreldrunum. Hetta hevði verið
rimuligt tråd við tann frádrátt, sum
lovvdur er. tá bæði maður og kona hava
lonandi arbeiði.
Og |
TAÐ ER RÆTT at geva hjúnum kompensatión
fyri samskattingina. Og í teimum førum, har
talan er um, at maður, kona og børn verða
skattað saman, átti kompensatiónin at verið
munandi sterri.
PAD ER AT vóna, at landsstýrið og legtingið
taka hendan spurning upp til viðgerar í bræði.
dagbókin
Gudstænastur:
Sunnudagin prædika: J. Foll-
end á Nesi, T. Beder í Getu,
altarg., N. P. Danielsen á
Strondum, J. Weihe í Øravik,
altarg., P. M. Rasmussen í
Havn. Kjartan Mørkøre i
Vesturkirkjuni. Savnað verð-
ur inn í báðum kirkjum í
Havn, Eivind Vilhelm i Kir-
kjube, Hans J. Joensen í
Hesti, P. M. Rasmussen vid
Norðskála kl. 17, altarg.. og
Martin R. Jacobsen í Sumba.
Konfirmatión
Etlanin er at hava konfirma-
tión í sunnara prestagjaldi í
Suðuroy pálmasunnudag
Byrjað verður at ganga til í
Vági 2. mars
DM S-ringurin
á Tvøroyri kemur saman i
prestagarðinum komandi
månakvøld kl. 19.30
Missiónshúsið
við landavegin
verður sunnu-
14 og meti kl
Sunnudagin
dagsskúli kl
19.
Kvøldseta
Føstulåvintsmånakvøld verð-
ur kvøldseta fyri ung og eldri
vid Toftastreingjakórið kl. 18
Adventista-
samkoman
Í dag kl. 9.30 verður bibliu-
gransking, sidani gudstæn-
asta vid c. D. Andreasen.
Sunnudagin kl. 11 verður
sunnudagsskúli.
Filadelfia
Í kvold kl. 20 Gospel evening
í skúlanum á Oyrabakka,
Sten Serensen úr Noreg talar.
KFUM og -K,
Klaksvík
Sunnudagin kl. 11 bibliutimi.
Kl. 18 fundur við Leif Hansen
lærara ú Nólsoy. Kl. 21 ung-
dómsfundur við Leif Hansen.
Evni: Olfert Richard og
annars undirhald
Missiónshúsið
á Tvøroyri
Í kveld kl. 20 ungdómsfund-
ur við Gerhard Hansen.
Sunnukvøldid klr. 18 fundur,
har Johan Weihe talar. Sang-
kórið luttekur.
Nýggj nevd
Suðurstreymoyar Tjóðveldis-
felag nýggja
nevnd. Til formann er valdur
Jeffrei Henriksen, skúla-
stjóri. Hinir nevndarlimirnir
eru Olavur Michelsen, Ingrid
Dalsgarð, Elingborg T. Jo-
hevur valt
hansen og Leivur Hansen
Nr. 16 — 28. februar 1976
Ur Køben- Ur
Skip havn Alborg
LOMUR
RAVNUR
BLIKUR 4/3 2/3
HEYKUR
LOMUR 11/3 9/3
RAVNUR 9/3
RAVNUR fermir i Drammen 11/:
HEYKUR fermir i Delfzijl 1/3
Konsert —
Telefon
1225
Telex
21
Ur I
i Føroyum
1/3
1/3
8/3
8/
15/:
10/3 15/3
Konsert
Ewald Thomsen
Hardy Thomsen
+ »Spælimenninir«
Leygardagin t. 28. februar kl. 15.00 i Skulahøllini i
Gøtu.
Atgongumerki á kr. 15 verða til-keyps vid dyrnar.
Hóli til goymslu
Landsbókasavnið sekir til leigu egnað høli til bóka-
goymslu. 150—180 m“
eisini áhuga.
tilsamans. Smærri heli hava
Føroya landsbókasavn
tlf. 11626
A LL LAKAAKAAAA———
Afturhaldið valdaði,
og sandingar fingu
einki mjólkavirki
— Heldur styðja eitt tílíkt tiltak
enn at veita studning til avgomul
mjólkineyt heldur Øregaard
Málið um mjólkavirkið á Sandi
og hverja mótteku, tað hevur
fingið, var nógv frammi í orða-
skiftinum á tingi í vikuni um
uppskotið frá landsstýrinum um
at heimila jarðargrunninum at
taka upp til tvær milj. kr. í láni
til landbúnaðarendamál. - Tað
varð nevnt, at eitt tílíkt tiltak
kundi metta allar foroyingar við
mjólk í framtíðini og funnist
varð at møttøkuni, sum málið
fekk. J. Fr. Øregaard, úr javn-
aðarflokkinum, var ikki í iva um
orsøkina, tá hann segði:
Orsøkin til, at tiltakið við
mjólkavirkinum ikki gjordist
veruleiki, var beinleiðis konser-
vatisma frá teimum, sum sita
við lyklunum. Sandoyggin vildi
verið fyrimyndarlig í so máta,
segði Øregaard. Hann legði dent
á, at javnaðarflokkurin altíð
hevur roynt at styðjað landbún-
aðinum, hvat framleiðslu og selu
vidvikir. — Men vit hava ikki
lyklarnar, segði hann. Øregaard
fanst harðliga at tí gamla land
búnaðarpolitikkinum og segði,
at Jarðarráðið ynskir at varveita
henda politikkin. Hann helt, at
tað hevði sømt seg betur at
styðja eitt tiltak sum mjólka-
virkið á Sandi í staðin fyri at
veita studning til at drepa
avgomul mjólkineyt. Øregaard
bað figgjarnevndina, har upp-
skotið frá landsstýrinum er til
viðgerðar, um at umhugsa, um
Eggvirkið í Rituvik ikki eigur at
fáa somu lánisemdir sum teir, ið
eru bornir til garð.
Uppskotið frá landsstýrinum
fekk annars góða undirtøku,
men tað varð hildið, at lániupp-
hæddin er ov lág
-sigurd
Fingu takið í heysin
Átta sjúklingar fingu skaða,
tá takið á sjúkahúsinum Cer-
cello í Palermo á Sicilia
knappliga datt niður í eina
sjúkastovu, har 10 sentur
stóðu.
mr
mo