Sosialurinarkiv
Sosialurin 1976-03-10, síða 1
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 10. mars 1976síða 1

allar 8 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Danmark økir um handilin við einaræðislandið Chile frælsi Nr. 19 — Mikudagin 10. mars 1976 — javnadur 49. árgangur — brødralag Leysasøla 2,00 kr. Ventilur sveik 40 kubikkmetrar av olju lóku úr tangunum í Søldafirdi. Ivasamt hvussu stórur skaðin er Friggjadagin í farnu viku sveik ein ventilur í einum av oljutang- unum hjá Esso í Seldafirði Menn meta, at einir 35—40 kybikkmetrar av Light-fuel fóru á sjógv. Oljan er farin á land inni á Skálafirði. Enn er ikki tíkin stoða til, hvussu teir skulu fáa oljuna burturbeinda. Ein partur er brendur i Æðuvik Eingin hjástaddur Tá hendingin fór fram var eingin hjástaddur, so nógv olja var runnin gjøgnum tað seks tumma tjúkka rørid, og víðari eftir eini veit oman á sjógv, áðrenn nakar Ternan á land Týsdagin seinrapart fór Ternan á land, hetta hendi tá hon var á veg inn í havnina í Lorvik Ternan fekk hol á bógvin, men hvussu álvarsamur skaðin er, visti strandverðslan ikki, tá Sosialurin hevði samband við hana. Holið var omanfyri vatn- linjuna DEO FRAMIN KOMIN »FRAMIN« nr komin i bókabúðirnar. Ur inni- haldinum kann nevnast: grein um Føroya Banka, har m.a. verdur åvist, at gomlu parta- Land- 2, 1976, er brævaeigararnir (m.a mandsbankin) idag fáa vinnings- býti, ið er meiri enn 100 prosent Aðrar greinir eru: Steða For ova til EEC og ætlaninar um Politisku Europaunionina; Frå tjóðskaparligari til sosialistiska kollvelting á Cuba; Oddagreing um vinnupolitisku hugsanir fiskasølustjorans varnadist hendingina. Ættin lå inn eftir fjørdåinum, so størsti parturin fór á land inni í Skåla- firði. Á eystara landinum er eingin olja komin á land, men onkur oljuflaki sást við havna- lagið á Skála. Nakrar æður eru funnar deyðar. So skjótt, sum fólk varðug við oljuna, fóru menn at vórðu lempa hana upp á sandin og í dunnur. Friggjadagin varð oljan koyrd í renovatiónsbili, ið hevur eina pumpu, til Æðuvíkar, har ein brennibrunnur er. Hendan oljan verður ikki brúkt vanliga. Bert einstakir bretskir trolarar og okkurt verju skip tekur onkuntið av henni Oljutangarnir inni í Seldafirði Tilsamans lat Essostødin í Sol dafirðið einans eini 1000 tons av henni seinasta ár Ein serfroðingur skuldi koma til Føroyar úr Danmark í gjar fyri at kanna málið og taka stødu til oljan skal hvussu beinast burtur Nógvar bygdir liggja í rutuloysi Á tingfundi legði landsstýrið fram uppskot um eina broyting í log um fólka- og farmaflutning Uppskotið miðar imóti framveg is at lata rutusambandið á landi vera á privatum hondum, men at teir. sum reka ruturnar, taka seg saman í feløg. Frá landsins myndugleikum kunnu feløgini fáa ) onsessión til ruturnar. Kon session gevur felagnum rætt indi, men krevur eisini ábyrd Bilfelogini kunnu sum nú ikki bara taka sær rættin til at reka tær rutur, sum geva nakað av sær peningaliga, men eisini taka sær av rutunum til bygdir, har flutningurin ikki er nogvur Prupulleikin í løtuni er tann, at bert tær rutur, sum geva nakað av sær verða riknar. Hetta ferir eisini við sær, at í vikuskiftum koyra menn, sum annars hava aðra vinnu, eisini rutukoyring og stjala ágóðan frá teimum, ið hava rutukoyring sum vinnu Meðan hetta fer fram í teimum feitu rutunum, liggja fleiri bygd ir i rutuloysi og trupult er hjå ferdafolki at koma aftur og fram Hetta ger seg m.a. galdandi å Eysturoynni Landsstýrið leggur nú upp skot fram fyri at fáa teina meting 1 fram, um tað í heila tikið kann haldast fram við privatari rutu koyring Í løtuni hava nøkur bilfeløg fingið rættin til vissar rutur Hetta ger seg galdandi í Vagum á Sandoynni, Bil í Havn hevur rættin til rutuna til Vestmanna Akstur norður í Sundalagið, ein ruta er til Eiðis og Gjáar og Bil í Klaksvík hevur rættin til rutuna til Hvannasund/Norðdepli Uppskotið frá landsstýrinum miðar eisini imóti at fáa ein % vinnustætt VI rutukoyring burturav nn 0 + aákúku bETE He fiskagenturnar Havnalag tikið i brúk í Fuglafirði % Millum tey mongu fólkini úr Fuglafirði, ið vóru komin oman á keiøkid, vóru eisini hesar fittu Mánadagin handaði byggimeistarin av nýggja havnalag- num, Alexander Abrahamsen, havna- nevndini arbeiðið. Í samband við hand- ingina segði Alexan- der Abrahamsen, at arbeiðið, hann og fel- agi hansara høvdu latið úr hondum, var eina millión lægri enn hægsta tilboðið. Kostnaðurin hevði hildið, so tað bar enn til at arbeiða bíligt, segði Alexander Abrahamsen. Meira um havna- vígsluna á síðu 3