Sosialurinarkiv
Sosialurin 1976-03-13, síða 1
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 13. mars 1976síða 1

allar 12 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Sjúkrahúslógin til viðgerðar á tingi: Meiriluti i løgtinginum vil varðveita sjúkahússtýrini hvort sær frælsi javnadur Nr. 20 — Skansin ikki longur eyðkenni, tå tú stevnir inn á Havnarvåg! Skansin fær nú ein risagranna úr glasi og betong og stáli í fleiri hæddum Hendan avgerð varð tikin av Tórshavna býráð á býráðsfundinum seinasta hósdag. Býráðið hevði til viðgerðar umsókn frá Foroya Fiskasølu um byggiloyvi til bygning (skrivstovur og goymslurúm), 75 m langur i fleiri hæddum. Ein minnilutatilråding frá Jákup Suna Jacobsen og Leivi Jo- hannesen um, at Fiskasølan fekk grundstykki á útsprongda økinum í Hornabø fekk bert 3 atkvødur, nevniliga Jákup Suni og Leivur og Finnur Johansen. 4 vóru ímóti, og uppskotið var sostatt felt. Nevnda minnilutatilráðing gekk eisini út uppá, at økid eystur frå Skansanum niðan fyri vegin Yviri við Strond skal varðveitast sum óbygt, og Skansin harvið einsamallur standa sum eitt prýði, og tað søguliga minni, hann er, fyri skip sum stevna inn á Havnina. Ólavur Michelsen sveik Fólk høvdu kanska væntað, at formaðurin í Mentamálanevndini hjá býráðnum, Ólavur Michelsen, hevði styðja tílíkt sjónarmið — men so varð ikki. Tað er bert at harmast um, at hann, ið skuldi verið fyrstur at styðja tílík søgulig minni, sveik í slíkum føri! Hvat býr undir, tá tað bert eru 3 býráðslimir, ið tala Fiskasøluni ímóti? Hvat siga Havnar borgarar um, at eitt privat handilsvirki skal fjala eitt av okkara kendastu fornminnum? Meira um málið á síðu 12 brødralag Leygardagin 13. mars 1976 — 49. árgangur — Leysasøla 2,00 kr. Sida 3 Faropesca — á * Arbeiðsformaðurin á virkinum Hans Jacobsen av Skála Mándagin fór flakafólkið á nýggja fiskavirki- num í Funningsfirðið at skera. Á virkinum arbeiða fyribils átta fólk. Faropesca heldur til í einum gomlum húsum, sum S. P. Petersen lat byggja í 1912 til at ísa fisk í, men Faropesca hevur fingið lyfti um byggiøki við bryggjuna, ið skal gerast. Meira um Faropesca á síðu 7 Vegagerð í Eysturoy fyri 32 milj. kr. seinastu árini Tey bæði seinastu árini eru bygdir vegir í Eysturoynni fyri umleið 32 milj. kr. Hetta upp lýsti landsstýrismaðurin í vega málum, Dánjal Pauli Danielsen, undir orðaskiftinum á tingi um uppskotið frá Eysturoyarting monnum um Funningsfjarða- vegin. Teir skjóta upp, at áleggja landsstýrinum at skipa so fyri, at tann fyrsti kilometurin av nevnda vegi verður projekterað ur og boðin út í almenna licita tion í seinasta lagi 1. august í ár Málið, sum fekk góða undirtøku, er nú til viðgerðar í vega- og havnanevndini Nær prioriterast? Dánjal Pauli Danielsen segði, at hann var fyri at gera henda vegin, men setti eitt spurnar tekin við. nær hann eigur at pri oriterast. Hann nevndi, at nógv ar vegagerðir og vegaábetur eru gjørdar og í gerð í Eysturoynni Landsstýrismaðurin helt, at tá ið arbeiðið upp á Funnings fjarðavegin er byrjað, so eigur tað at gerast heilt liðugt, ti annars verður tað ov kostnaðar mikið Nógv spart J. Fr. Øregaard, úr javnadar flokkinum, nevndi, at nógv kundi verið spart í sambandi við vegagerðir í Eysturoynni, um eitt ávíst eftirlit var við arbeið um har. Hann nevndi, at í einum fori var eitt arbeiði vorðið 1,2 milj. kr. dýrari fyri at varðveita eitt gamalt grothus. Øregaard vónaði, at landsstýrið í framtid- ini skipar fyri einum tilikum eft irliti 2 milj. aftrat Haldor hansen, úr javnaðar flokkinum heitti á figgjarnevnd- ina um at seta tvær milj. kr aftrat undir samferðslumál í fíggjarlógini, og eisini hann mælti til eitt effektivt eftirlit Haldor Hansen nevndi, at hann í sinari tíð hevði skotið upp at lata oll samferðsluarbeiði verða boðin út alment, men at uppskotið varð felt. Hann legði dent á, at tað í framtidini verður vega- og havnanevndin, sum í hverjum einstøkum føri gevur grønt ljós áðrenn tilik arbeiði verða sett út í lívið i sigurd