Sosialurinarkiv
Sosialurin 1976-04-14, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 14. apríl 1976síða 2

‹ fyrra síða allar 8 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

sosialurin Nr. 28 — 14. apríl 1976 Síða 2 Sosialurin telf. 11820 giro 6282725 box 76, 3800 Tórshavn Utgevari:Feroya Javnaðarflokkur Blaðstjóri: Vilhelm Johannesen (ábyrgd). telf. 56411 Blaðmenn: Johan Mortensen Johnsigurd Johannesen Preni: Prentsmiðjan á Heygsbreyt, telf. 14720 Vandamikið BEINT AÐRENN løgtingid fór heim í seinastu viku, vidgjørdi tað tvey uppskot um eykastuð- ul til 1. byggistig av teknisku skúlunum í Klaksvík og i Tórshavn. I UTVARPINUM hoyrdu vit, at viðvíkjandi skúlanum í Klaksvík var tað ein samd figgjarnevnd, ið mælti til at veita henda eykastuðul, meðan ein meiriluti í figgjarnevnd- ini mælti frá at veita lutfalsliga sama eykastuðul til 1. byggistig av skúlanum í Havn. Í DIMMALÆTTING leygardagin skrivar "auli Ellefsen, løgtingsmadur, at tað var umboðsmaður sjálvstýrisfloksins í fíggjar- nevndini, sum hevði fingið oll bygdaumboðini í logtingsins figgjarnevnd at ganga ímóti upp- skotinum um at veita eykastuðul til tekniska skúlan í Havn. GREINSKRIVARIN — Pauli Ellefsen — ávarar imóti hesi mannagongd. Og tað gera vit eisini. Land okkara er lítið, og fólkið er fáment. Tá um slík mál ræður, áttu allir flokkar og allir tingmenn at drigið eina línu, ti her ræður um at savna sum mest, heldur enn at spjaða og harvið seta bygdir og oyggjar upp ímóti hvørji aðrari. TAÐ VAR skaldið Hans Andreas Djurhuus, sáli, sum kvæð: >Saman at halda var ei okkum givið, ti er so lítið burturúr her blivid.« Og gamalt er, at trýst elur til móttrýst. Við tí leið fyri eyga, sum meirilutin í figgjarnevndini her hevur stungið út, kunnu vit fyri framtíðina hugsa okkum meirilutasamgongur á tingi, ið verða samansettar av tveimum ella trimum valdømum. SUDURSTREYM hevur sjey tinglimir. Norð- urstreym tveir. Og Eysturoyggin fimm. Til- saman 14. T.v.s. at hesi try valdømini ella tvær oyggjarnar kunnu gera eina meirilutasamgongu og stýra so, at oll almenn umsiting, allur skúlaskapur og allar almennar ilogur fara til hesi try valdømini, meðan hini fýra valdømini sita eftir við ongum. hesar , BARNSLIGA framferdin hjå meirilutanum i figgjarnevndini i hesum måli leggur upp til hesa vandamiklu mannagongd i framtíðini. Bygdaumbodini skuldu heldur, åhaldandi og við skilagóðum argumentum, roynt at sannført menn um, at bygdirnar eisini megu fåa ein part av almennu umsitingini og skúlaskapinum. VERDUR HIN barnsliga leidin gingin, kunnu vit longu nu gera okkum eina hugmynd av okkara aldargamla tingi, har tad liggur sum ein bátur. Annað borðið skjýtur á, tá hitt rør og øvugt. Hetta ferir sjálvandi til, at båturin melur í klingur, og soleiðis koma vit ikki langt. MEN KORTINI skulu vit frameftir halda allir. Og tað koma vit einans við samróðri. dagbókin Guðstænastur Um páskirnar hevur Hegni Poulsen hesar guðstænastur: Skirhosdagur 15. april: Gásadalur kl. 12. Langa- figgjadagur 16. apríl: Mið- vágur kl. 11. 1. páskadagur 18. april: Sandavágur (altar- gangur) kl. 11, Servágur kl. 17, Miðvágur kl. 19. 2. påskadagur 19. april: Bøur kl. 11 og i Mykinesi seinra- partin, um viðrar. Báðar páskadagarnar gongur talvan fyri hverja kirkju sær. Frá Skirhósdegi verður far- ið í kirkju kl. 11 í ellum kirkjum í Vágum uttan í Servági. Um påskirnar hevur Torkil Beder hesar guðstænastur: Skirhósdag kl. 12: Geta, altargangur. Kl. 18: Fugla- fjørður, altargangur. Langa- friggjadag kl. 12: Leirvík, altargangur. Kl. 19: Elduvík. 1. páskadag kl. 12: Fugla- fjørður, kl. 17: Gøta. 72. påskadag kl. 12: Leirvik. Salomon Joensen, prestur, hevur hesar gudstænastur um páskirnar: Skirisdag: Gudstænasta vid altargangi i Hvannasundi kl. 12. Langa friggjadag: Gudstænasta vid altargangi å Vidareidi kl. 12 I. páskadag: Gudstænast- ur á Vidareidi kl. 12 og í Hvannasundi kl. 19 2. páskadag: Gudstænasta í Klaksvík kl. 11 Meinigheitshúsið í Havn Langafriggjadag fundur kl. 18 við Jákup Kass. Frelsunarherurin Í kveld kl. 20 páskastevna, skirisdag kl. 11 morgunfund- ur, kl. 16 privatfundur, kl. 20 almennur fundur. Langa friggjadag kl. 11 morgun fundur, kl. 16 privatfundur og kl. 20 almennur fundur. Kl. Kl. 22 útifundur á Vagli- j num, um tað viðrar. Leygar- kveldið kl. 20 almennur fund- ur. (Mollerin oberstur og frú úr Noreg tala. Soldátar og offiserar úr Vági luttaka.) Missiónshúsið á Argjum Langafriggjakvøld kl. 19 fundur við Hans J. Sigvard- sen, lærara, og 1. páskadag kl. 19 fundur við Olaf Peter- sen, fyrrverandi lærara. Adventista- samkoman I kvold kl. 19 bønarfundur i Adventistaskúlnum við Hoy- vikstjørn. Fin Grepa Barnavognur til sølu fyri 300 kr Reyngøta 8 Nyggj bok Henrik Ljungberg: Eros og Samfund i William Heinesens romaner. FS-forlagið Aðalfundur Arsaðalfundur Føroya Idnadarfelags verður fríggjadagin hin 7.5.1976 kl. 20,00 á Hotel Hafnia Skrá sambært lógina. FØROYA ÍDNAÐARFELAG Djóraverndarfelagið Vanligur ársaðalfundur verður á Hotel Feroyum hósdagin 29 apríl 1976 kl. 20. Dagsskrá sambært lógum felagsins Nevndin Aðalfundur verður í Vága Keypssamteku 23. apríl kl 20 í Biohellini í Sørvågi Dagsskrá: 1. Limatekning av nýggjum 2. Framløga av log og góðkenning 3. Val av limanevnd 4. Val av grannskodara og tiltakslimum 5. Ymiskt Starvsnevndin Opið alt árið Telef. nr 4 3811 Sandur Heimavegleiðari (Umsorgsassistentur) Eitt starv sum heimavegleiðari á socialu deildini hjá Statens Andssvageforsorg verður hervið lýst leyst til at seta skjótast gjørligt Heimavegleidarin skal saman vid socialráðgevaranum veita heimum í Føroyum við heimabúgvandi evnaveikum stuðul og vegleiding, umframt at samarbeiða við ymsar stovnar Umsøkjararnir mugu verða innstilladir uppá at kunna arbeiða sjålvstødugt umframt ofta at skula ferðast um oyggjarnar. Neyðugar kvalifikationir eru útbúgving sum umsorgarass- istentur og gjølla vitan um foroysk mál og vidurskiftir Starvið er lønt i 12. lønarrammu. Byrjunarløn f.t. 70.453 kr. årliga. Tima-dagpengar sambært reglugerå hjå statinum Umsókn við eksamensprogvi og ummæli frå fyrrverandi arbeiðsplássi stílast til Socialstyrelsen, Postbox 2555, Kristineberg 6, 2100 København Ø, og sendast til socialrådgevara Tommy Petersen, Tinghúsvegur 18, 3800 Torshavn. Umsóknirnar mugu verða inni í seinasta lagi 1.5.76 Gjøllari upplýsingar fáast við at venda sær til Tommy Petersen, telf. 1 1878 millum kl. 8— 16