Sosialurinarkiv
Sosialurin 1976-05-05, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 5. mai 1976síða 5

‹ fyrra síða allar 8 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 33 — 5. mai 1976 sosialurin Kvinnan sum trælur i føroyska samfelagnum Endamålid vid framførsluni av OHOSKANDI eydnadist til fulnar Tað kann ikki sigast annað enn, at næmingarnir á sjónleikar- skeiðunum í Havn hesi seinastu árini hava fingið væl burturúr, og at ein ken hond hevur lagt teimum lag á. Tað prógvaðu næmingarnir við fyrstuframførslu av várka- barettini OHOSKANDI í Sjón- leikarhúsinum sunnumveldið Hetta er fyrsta kabarettin av sinum slag, sum verður framførd í Føroyum, og leikararnir komu ótrúliga væl frá uppgávuni. Umframt at spæla á pallinum hava tey skrivað leikin sjålvi í hetta frálíka felag, og kanska var stersta orsøkin til tað úrslitið. Beinrakið og kontant Temaid í leikinum er ójavnin millum mann og kvinnu í før- oyska samfelagnum í dag, har kvinnan verður mett sum træl- ur. Fleiri brot, við sangi, tónleiki og spæli, gera leikin tileina heild, sum beinrakið og kontant vísa á leiklut kvinnunnar í samfelagnum. Askoðarin er við heilt frá byrjanini og fær beinan vegin fatan av, hvat endamálið er við leikinum. Ein av leikarunum trinur inn á pallin og bjóðar mannfólkunum vælkomnum til framfersluna, men kemur seinni til hugs, at konufólk eisini teljast millum áskoðararnar og mest sum av óvart bjóðar teim um vælkomnum Ein vora Askoðarin upplivir í leikinum kvinnuna sum eina veru, sum bert hevur at taka til takkar við tí, sum maðurin og mannfólka- samfelagið fyristílar. Hennara pláss er í heiminum. Og skal hon út at arbeiða og á henda hátt vinna sær javnrættindi so verbur úrslitið lægri løn og verri umstødur enn maðurin. Sam- stundis skal hon hjúkla fyri manninum. Vit uppliva tey un- gu, har ein genta í einum føri gerst við barn og fer at seta spurningar, meðan drongurin ikki vil vita av, at hann eigur barnið. Vit uppliva læknan og starvsfólk sum av greiða síni í skundi. Tann hug- móðiga læknan, sum bert hevur lógirnar at visa á, tá ein ung genta, sum er við barn, setir honum spurningar. Foreldrini, hansara, sum eru misnøgd við tað, dóttir teirra og vinkona havast at í heimi teirra o.s.fr Ein rámandi pallmynd er tann imóti endanum, har áskoðarin er saman við leikarunum á einum flakavirki, har maður og kvinna gera sama arbeiði, men ikki fáa somu løn. Myndin lýsir sera væl støduna og fær ein serliga dám, tá leikararnir seta fram uppskot til broytingar av viðurskiftunum í sinari heild Tað eru 12 leikarar og triggir tónleikarar, sum framføra OHOSKANDI. Í seinastuni hevur tað vundið upp á seg eisini i Føroyum at framfera leikir, sum hava meiningar. OHOSK- ANDI uppfylti treytirnar fyri hesum til fulnar. Umframt eina væl eydnada framførslu, so fekk åskodarin ta fatan, at fleiri av næmingunum hava frålik sjon leikaraevni, sum kunnu roynast hent i framtidini. Vårlongsil 1. Mær leingist at síggja sóleygað spretta upp úr ti søvrtu mold og síggja summardáin, tå hann prýðir alla fold 2. Mær leingist at hoyra fuglar syngja og hoyra Tjaldur láta, tað kovir alt, ið vil oss tyngja, tað vakra klipp so káta 3. Mær leingist eftir sólarhita, ið gleði fólk og fæ og oll, ið inni stúrin sita kom vársól og ger okkum glað. 1. Og nú eg hoyrdi Tjaldur láta so vakurliga tætt herfrá, so eg av gleði mátti gráta og takka mínum skapara. vårsolin komin er, 5. Og nu eg leingist ikki meira, og alt ið tyngir burtur koyra, tað skjótt at sumra fer Vårid 1976 G.W. filmir ið koma Burtur í Pete Havnar Bio fer í næstum undir fyrivisan av filminum Burtur í Pete, við Barbaru Streisand og Michael Sarra zin sum høvudsleikarum. Henry ella Henrietta, sum hon av røttum eitur ivir í einum eydnusælum hjunalag vid Pete, sum koyrir il um dagin og gongur i skúla um kveldið. Henry levur starv sum telefonselj ari hjá einari stórari fyritøku og fær væl burturuúr. Men 10ast bæði forvinna væl, so gongur illa at fáa endarnar at rokka saman figgjarliga. An somu orsek tekur Pete a heilum huga undir við einum uppskoti frá vinmanninum Nick um at seta 3.000 dollars í svinakjøt á gjaldoyris marknaðinum. Nick sigur Pe te, at prisirnir hækka alsamt Men hvaðani skal Pete fáa pening? Ein roynd at læna Fred, teir frá bróðirinum, miseydnast. Henry vil eisini fegin hjálpa manni sínum í tiltaki, og hon biður hesum ein mammubeiggja um hjálp Men eisini hetta miseydnast Í staðin eydnast henni at koma í samband við ein, nevndur Bernie, sum gevur henni tilsegn um lán, treytað av, at hon rindar rentur fyri tann fyrsti gesturin støkkur inn á gólvið, eftir at Pete er farin til arbeiðis, ger Henry ikki mætari enn at visa gestinum á dyrnar! Men við nógv strid og strev eydnast tað henni at fáa loyvi Meg pete it gera eina roynd aftrat hon fær til uppgávu at gera ein dómara í býnum nøgdan Nú ber so á, at Pete kemur at koyra dómaran til húsini, har tað. Tá lánið skal rindast aftur, veit Henry sær eingi livandi ráð. Men Bernie fær lagað tað so, at Henry fær eykainntøkur við at selja seg sjálva til mannfólk Hon tekur við hesum ráðum, og tá Henry og Pete búgva, og hann fær samstundis boð um at bíða, til dómarin kemur aftur. Men Pete er forvitin og ger eitt rend inn í húsini at vita, hvat dómarin ger i húsum hansara Dómarin veit ikki, hvussu alt hongur saman og fær ein hjartatil burð. Í skundi verður hann fjaldur í einum kufferti, sum berni og Pete bera burtur, og Pete veit framvegis av ong um Og Henry kemur at upp liva meiri i førum heilt spennandi hend ingar. Alt ger hon fyri at hjålpa manni sinum. Og hava Henry og Pete verid lukkulig fyrr, so verða tey ikki nú Stanley Shapiro og Mau rice Richlin hava skrivað filmshandritið, og Peter Yates hevur lagt til rættis summum