leygardagur 8. mai 1976síða 2
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 34 — 8. mai 1976
Síða 2
sosialurin
spsíalurin telf. 11820 giro-6282725
box 76, 3800 Tórshavn
Utgevari: Feroya Javnaðarflokkur
Blaðstjóri: Vilhelm Johannesen (ábyrgd) telf. 56411
Blaðmenn: Johan Mortensen
Johnsigurd Johannesen
g
Prent: Dimmalætting
Tibetur
SEINASTU tidina hevur rættiligt bladtjak
tikid seg upp um keypsamtøkurnar, og var tad
Dagblaðið, sum legði fyri við oddagrein um
hetta evni.
HER Í BLAÐNUM fekk Dagblaðið svar uppá
tiltalu. Hetta aftursvar, ið var skrivað av
Jonhild D. Heinesen, gav Dagblaðnum so tætt,
at ikki skuldi verið neyðugt at komið aftur um
aftur í hesum tjaki.
MEN NU KEMUR ein heilsolumaður i
Klaksvík. Hann skrivar í Dagblaðnum fyri
seinasta mikudag. Hann hevur onki ímóti, at
keypsamtekur eru, og tá hann onki hevur ímóti
hesum, so kemst hetta av, at hann við lív og sál
gongur inn fyri fríari kapping.
ALT GOTT UM tað, men áhugavert kundi
verið at fingið uppspurt, hvussu nógv hesin og
aðrir heilsølumenn selja til føroysku keypsam-
tøkurnar. Svarid kenna vit. Teir selja onki til
keypsamtøkurnar. Teir tora ikki fyri keyp-
monnunum. Hetta er tann fria kappingin, sum
reypad verdur av, so langt røkkur hon.
MEN TAD, SUM heilsølumadurin i Dagblad-
num ger mest burtur ur er, at keypsamtøkur-
nar ikki lata skatt. Hann hevur roknad ut, at
fiskimenn, arbeiðsmenn og aðrir løntakarar
mugu gjalda tær 450.000 kr., ið keypsamtek-
urnar áttu at rinda landskassanum. Hann
nevnir eisini, at FK hevur havt ein vinning
uppá 1,8 mill. kr.
OKKUM KUNNIGT hevur F.K. triggjar
krambudir. Tær hava lægstu prisirnar og
kortini ein vinning uppå 1,8 mill. kr. Hvussu
stóran vinning hava tá allar hinar krambúðir-
nar í landinum, og hvussu nógvan skatt rinda
tær? Hvussu stóran part av samlaða umsetn-
inginum hevur keypsamtekan, og hvat hava
hinir?
MEN AFTUR til skattin hjá keypsamtøkuni.
Um ein húsmóður dag og dagliga gongur
framvið næstu krambúð til eina triðju, ið hevur
lægri prísir á nokrum verum, skal hon so rinda
skatt av ti, ið hon her hevur spart ella vunnið?
Ella rabatmerkini, sum fleiri krambúðir nýttu
ta einu tíðina, vórðu tey givin upp til
skattingar?
TILFELLIÐ við keypsamtekunum er tað
sama. Limirnir, sum handla har, spara ella
vinna pening á sama hátt. Ein part av
ágóðanum fáa teir út. Ein annan lata teir
standa í samtøkuni. Og hvi ikki tosa um, at
t.d. ølklubbarnir og eisini teir finu klubbarnir
ikki lata skatt?
I DAG KUNNU fólk keypa, har tey vilja. Har,
sum tey meta góðskuna og prisin at vera í lagi.
Men tann tið var, tá fiski- og arbeiðsmaðurin
varð noyddur at keypa frá arbeiðsgevara
sínum, og tað uttan mun til pris og góðsku. Og
skuldi hang hava nøkur oyru út, var neyðugt
nágreinliga at greiða frá, hvat peningurin
skuldi nýtast til.
TANN TÍÐIN er farin í seguna, sigur
Dagblaðið. Og blaðið harmast. Vit onnur siga
tibetur og eru javnaðar- og samtøkurørsluni
takksom.
dagbókin
Gudstænastur
Í Argja Kirkju verður guds-
tænasta við altargangi.
Eivind Vilhelm prædikar. I
Vesturkirkjuni verður guds-
tænasta við altargangi, Hans
J. Joensen prædikar. Petur
Petersen í Havnar Kirkju. I
Fámjin John Weihe. Í Kristi-
anskirkjuni Kjartan Mørk-
øre. I Hvalba K.O. Videro. Á
Nesi hevur J. Follend guds-
tænastu vid altargangi. Í
Funningi kl. 11 og Gjogv kl.
12 Petur Martin Rasmussen.
I Sørvågi Høgni Poulsen. I
Vági kl. 11 og Øravik kl. 20
Martin R. Jacobsen.
Gideon, Vestmanna
Evangeliskur fundur sunnu-
kveldið kl. 6. Um viðrar
verður útifundur Fremm-
andir talarar.
Adventista-
samkoman
Leygardagin kl. 9.30 fp. bib-
liugransking, sidani guds-
tænasta v. C.D. Andreasen i
Adventistaskúlanum v. Hoy-
vikstjørn. Sunnudagin kl. 11
sunnudagsskuli.
Evangeliihúsið
Trondargøta
I kvøld evangeliskur fundur i
KÍ-hollini kl. 8, Hénrik Han-
sen talar, ' luttakarar úr
Havn
Telefonandaktin:
12266.
telefon
KFUM og -K,
Klaksvík
Sunnudagin kl. 2 sunnudags-
skúli, kl. 6 meti v. Martin
Hammer trubodara, kl. 9
ungdómsmeti v. Hjartvard
Skálagarð politisti, evni:
Hugleiðingar um ferðslu.
Undirhald: spurningar. Endi
v. Martin Hammer.
Uppistova
Tiltakið fyri tilkomnum og
eldri fólkum er hildið uppat
fyri summarið. Byrjað verður
aftur 2. september. Utferðin
verður lýst í útvarpinum.
HF- og Studenta-
skúlaráð
Landsstýrið hevur valt eitt
HF- og Studentaskúlaráð i
sambandi við, at tingið hevur
samtykt lógina um Feroya
Studentaskúla og HF-skeið.
I ráðið eru valdir Einar
Kallsberg, skrivstovustjóri í
landBtýrinum, Hans Jákup
Debes, adjunktur, Hoydalar,
og Torbjørn Zachariassen,
Stødisutbugvingin å Debess
artrød
Fyrsta føroyska HF-próv-
tøkan verður í summar. Sein-
asti skúladagur hjá HF-
næmingunum var í farnu
viku, meðan seinasti skúla-
dagur hjá teimum, sum skulu
til studentsprógv í summar,
var mikudagin
Tað nógv um-
talaða Husmor-
vinduet verður nú
framleitt í Fer-
oyum av
Vatnsoyrar
Snikkaravirki
Vid loyvi frå
KVA-SPIL LTD.,
Spjelkavik.
Biðið um brochurur og prísir
Kann eisini fáast frá
Eilif Berg, Bokbindaragøta 14, tlf. 11246
Ejler Eidesgaard, Heygskrókur 10
Marius Jensen, Argjavegur 30, tlf. 13916
eftir kl. 12
Vit átaka okkum eisini íseting.
Stuðlið føroyska framleiðslu!
VATNVEITING,
HITAVERK,
SANITET?
biðið um tilboð
frá okkum
Blikksmidjuarbeidi
Vit hava alt tilfar
bædi til hitaverk og sanitet
Øll nyggj sløg av rørum og
rørdeilum
P.f. Maria Poulsen & Co.
telf. 12000-12001 — Tórshavn
TRAPPUR
Øll sløg av innandura trappum verða fram-
leidd vid skjotari avgreidslum
/ SNIKKARAVIRKIÐ
J. Paturssonargeta 34, TIf. 14777 Tórshavn