Sosialurinarkiv
Sosialurin 1976-07-07, síða 1
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 7. juli 1976síða 1

allar 8 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

frælsi Nr.36 — Størsta itrottarvitjanin Við M.s. England i gjårs- kveldið fekk Miðvágs Bólt- felag eina ta stersta vitjan, sum eitt føroyskt itrottar- felag hevur fingið higartil. Við England komu tilsamans 15 fólk, fótbóltsspælarar við leiðarum úr Lillerod Idræts- forening í Norðursjællandi. Talan er um trý fátbóltslið. Luttakarar í yngsta liðinum eru 13-14 ára gamlir, í ti mittasta 15-16 ár og í elsta liðinum 17-20 ára. gamlir. Donsku fótbóltsspælararnir verða í Foroyum í eina viku. Umframt at spæla dystir í Vágum skulu teir eisini spæla í Eysturoynni seinnapartin í vikuni Í fjør var Midvågs Bålt- felag i Danmark og vitjadi sum gestir hjá Lillerød Idrætsforening. Teir vóru 14 luttakarar á Danmarkarferð ini Væl fagnaðir Helsingerfimleikararnir, sum komu higar á vitjan í farnu viku sum gestir hjá Havnar Fimleikarfelag, hava verið væl fagnaðir alla staðni, har sum teir hava havt framsýn- ingar. Í dag hava donsku fimleikararnir framsyning i Roynhøllini i Hvalba. Sein- astu framsyningarnar verða i høll Havnar Fimleikarfelags inggjadagin Kemur um hålvan mánaða Vaktarskipið Tjaldrið kemur væntandi til Føroya um hålv an juli. I fyrradagin fóru 8 mans úr Feroyum til Noregs eftir skipinum, har tað er bygt. Skipið hevur ikki ka- nón, nú tað kemur, av tí at spurningurin um politimyn dugleika umborð ikki er en daliga greiddur Djaldrið hevur tveir 1200 hesta dieselmotorar, og tann almenna íerðin er uppgivin at verða 14,5 mil. Skipið kostar kr góðar 15 milj Mikudagin 7. juli 1976 — javnaður 49. árgangur — brødralag Mellemfolkeligt Samvirke skipar triggjar arbeiðslegur í Føroyvum i summar Aftur í ár skipar Mellemfolkeligt Samvirke fyri arbeiðslegur í Føroyum. Hesaferð verða til- samans triggjar legur, í Havn, Hesti og á Tvøroyri, og ungfólk úr ymsum londum, sum skulu luttaka í legunum, koma til Foroya um miðjan juli mánaða Legurnar byrja 18. juli og halda fram til 9. august. Í Havnini og á Tvøroyri fara luttakararnir at gera spælipláss Utii Hesti skulu tey ungu hjálpa hestmonnum við svimjihylinum, sum teir eru við at byggja har úti. Lutakararnir gjalda sjálvir ferðina til og úr Feroyum, men uppihaldið undir leguni er ókeypis Umleið 300 ungfólk úr ellum heimspørtum skulu í summar luttaka í arbeiðslegum, sum Mellemfolkeligt Samvirke skipar fyri í Danmark, Feroyum og Gronlandi. Harafturat sendir fe- lagsskapurin umleið 700 donsk ungfolk út til legur í øllum Europa, Miðeystri og Afrika A ————W—w——W—w——————— 14-ára gamal drongur eftirlýstur Á middegi í gjár eftirlýsti politi- ið í útvarpinum ein l4-ára gamlan drong úr Fuglafirði, sum mánakveldið klokkan seks skul- di koma úr Klaksvík við Ternuni til Lorvíkar. Tá drongurin i gjáramorgunin ikki var komin fram, boðaðu tey avvarandi politinum frá Ta eftirlýsingin var send í útvarpinum, vendu fleiri fólk sær beinan vegin til politiið. Tey høvdu sæð drongin i Hevnini í gjáranáttina og gjáramorgunin Í RA AD Holland fær leidsluna i EF Tann 1. juli yvirtok Holland formanssessin i EF frå Louxenbourg. Tad komandi hålva årid skulu hollendsku ráðharrarnir leiða arbeiðið bæði í ráðharraráðnum og á ødrum økjum. Sostatt verður tað hollendski forsætisráð harrin Joop den Uyl, ið kemur at stjórna fundinum millum stats- og stjórnarleið ararnar í EF, sum verður í Bruxelles tann 12. og 13. juli. k Seks koyrdu vid kenning Um vikuskiftid tók politiið seks fólk fyri at hava koyrt við kenning. Trý fólk vórðu tikin leygarkvoldið og sunnunáttina og onnur try månanattina Politiið upplýsir annars, at ferðslan gekk gott um vikuskift- ið, meðan vestanstevnan var í 1 Vestmanna * Leysasøla 2,00 kr. Setir lImunum forboð at koyra fyri Ferðamannastovuna Á middegi mánadagin lýsti bilstjórafelagið Samfylking í útvarpinum, at tað er bannað limunum í felagnum at koyra fyri Ferða- mannastovuna. Álvur Kirke, formaður í Samfylking, upp- lýsir fyri Sosialinum, at felagið hevur sett hetta forboð, tí Ferðamannastovan hevur nýtt hyruvognar, sum ikki eru limir í felagnum. Sunnudagin, tá Smyril kom úr Ísíandi, koyrdu nakrir bilar frá Mini-Taxa fyri Ferða- mannastovuna, og hesir eru ikki limir í Samfylking. Teir vórðu koyrdir úr felagnum í november mánaði í fjør, tí teir ikki vildu góðtaka takstirnar, sum felagið setti. Tá ferðamannaskipið Regina Maris var á Havnini í mai mánaði í ár, vóru eisini trupulleikar av koyringini. Ætlanin var, at 14 hýruvognar frá Mini-Taxa skuldu koyra fyri Ferðamannastovuna, men Samfylking gjørdi greitt, at um Ferðamannastovan ikki segði hesar vognarnar frá sær, so fór felagið at sýta limunum at koyra fyri Ferðamanna- stovuna í framtíðini. Ferðamannastovan boygdi seg tá fyri krøvunum hjá Samfylking. Einki úrslit Álvur Kirke sigur, at teir hava tosað við Ferðamannastovuna, men eru ikki komnir til nakað úrslit, og teir bíða nú eftir einum útspæli frá Ferðamannastovuni. Tað eydn aðist okkum ikki at fáa nakra viðmerking frå Ferðamannastovuni, áðrenn blaðið fór til prentingar. Samfylking hevur eisini heitt á bilstjóra- felagið í Eysturoy og bilstjórarnar í Vágum um íkki at koyra fyri Ferðamannastovuna, og teir rokna við stuðli frá hesum feløgum. Blokadan hjá Samfylking av Ferðamannastovuni kemur illa við hjá útlendsku summargestunum