mikudagur 7. juli 1976síða 7
‹ fyrra síða allar 8 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Sneen
Nr. 36 — 7. juli 1976
Frælsa amerikanska
pressan avdukadi
Watergate-gøluna
Tad eru 1761 dagblød i USA. Tey eru partur av
einum eydkendum pressumynstri,
sum bert
umfatar lokalblød. New York Times og Washing-
ton Post, sum hava åvikavist 940.000 og 530.000
eintøk i upplagi hvønn dag, munnu vera tey best
kendu blødini uttan fyri landamark. Men teirra
upplag er bert 9 pst. av ti samlada bladupp-
lagnum i USA.
Hóast eyðkend fyri at vera
lokalblød, so eru tað summi av
teimum amerikansku bloðunum,
sum av og á gera seg galdandi,
tá tey prenta stórtíðindi, ið
viðkoma ollum landinum.
Tað besta dømid er sjálvandi
avdúkingin í Washington Post
av Watergate-gøluni.
Tað vóru teir báðir blaðmenn-
inir, Bob Woodward og Carl
Bernstein, sum ótroyttiliga og
stundum undir stórum politisk-
um trýsti avdúkaðu Watergate-
gøluna, sum kostaði Richard
Nixon, forseta, fyrst umdømid
og síðani sætið í Hvítu Hús-
unum.
Pulitzerheidurslønina
Fyri avdukingarnar fingu blad-
menninir ta størstu blaðmanna-
vidurkenningina i USA, sum er
Pulitzer-heidurslønin.
Ein annar madur å Washing-
po -
ara skjótast gjørligt.
A | [AD
Prentari
Prentsmiðjan á Heygsbreyt sekir eftir prent-
ton Post, David Broder, hevur
frammanundan fingið Pulitzer-
heidurslønina. Hann er stjóri á
teirri deildini, har sum Wood-
ward og Bernstein arbeiddu.
Rætt er tað, at talan var um
eina stóra gølu. Men Watergate
váttaði samstundis eina áskoðan
um, at tað var eitt frælst blað,
sum avdúkaði gøluna. Hini blød-
ini fylgdu eftir, og saman við
teimum eydnaðist at koma til
botns í málinum og leggja
kortini á borðið, sigur David
Broder. Eisini hann kann vátta,
at tað varð lagt eitt stórt trýst á
Washington Post, tá tað kom
fram, at blaðið arbeiddi við
einum umfatandi máli
— Hinvegin hendi tann broyt-
ingin, at tað undir avdúking-
unum varð gjørligt at ringja til
tey Hvítu Húsini og fáa greið
svar upp á spurningar. Og tað
var nakað nýtt, sigur David
Broder.
Telf. 14720
Framhald frá síðu 5
Samfelagsbroyting á
demokratiskan hátt
Tá eg sigi á skilagóðan hátt,
er tað ti, at vit, sum halda, at
samfelagsbroytingin skal fa
ra fram líðandi og á demo-
kratiskan hátt, har fólkið alt
tekur undir, kunnu ikki loyva
okkum at nýta so bonskliga
framferð, at meir fer fyri
skeyti enn vunnið verður. So
leingi vit liva í eini kapitalist
iskari samfelagsskipan, er
neydugt vid skipadum vidur
skiftum millum feløg arbeid-
aranna og feløg arbeidsgev-
aranna, og neyðugt at stríðið
fer fram eftir skipaðum leik
reglum. Hesi viðurskifti hava
vit, og er tað av ómetaligum
týdningi fyri land okkara.
Men, sum nevnt, tit í teirri
fakligu arbeidararørsluni og
vit í teirri politisku mugu
altid vita, hvat endamálið er,
og duga at seta út í kortið av
nýggjum, hverja ferð eitt stig
er vunnið, og hvorja ferð eitt
mál er loyst, duga at leggja
leiðini, so ágóðin úr striðnum
verður nýttur at gera sam
felag okkara til eitt betri og
ríkari samfelag at liva í hjá tí
einstaka.
Fakfelagsrørslan
hevur synt
búna framferð
Eftir minum tykki hevur
foroyska fakfelagsrørslan he-
si seinnu framburðsár, ja,
ivaleyst síðan felagsskaps
tankin á fyrsta sinni festi
røtur her, dugað at sýnt búna
framferð.
Urslitini hava kanska ikki
altið verið tey stóru, men er
hetta heldur ikki legið, so
viðbrekið vinnuliv okkara er,
tá kreppur leika á uttan um
okkum, og serliga ti vinnu-
grundarlagið, Vit skulu
byggja á, ofta er so svikaligt,
at ágóðin ella veksturin í
framleiðslu sjáldan er so stór
ur sum vanligt aðrastaðni,
har teir hava ein framkomnan
idnað at líta á afturat. Kan-
ska hava vit og tit heldur ikki
altið dugað nóg væl at lagt
arbeiðsgevarunum lag á, so
meiri spurdist burturúr, men
sjálvt um vit høvdu dugað,
høvdu vit ikki altid styrki at
sleppa uppi part.
Tá eg segði, at fakfelags
rørslan mangan hevði sýnt
búna framferd, hugsaði eg
kanska fyrst og fremst um ta
stødu, sum tók seg upp fyri
1 1/2 ári síðani, har heimurin
sigldi inn í eina verunliga
kreppu av ti slagnum, sum
altíð vilja vera undir eini
kapitalistiskari veraldarskip-
an. Vit vistu tá, at ell máttu
vit spenna okkum fyri, skul
du ikki vera noydd at repa so
mikið. at okt var um arbeiðs
loysid, soleiðis at vit aftur
máttu repa og harvið okt
meiri um arbeiðsloysið, inntil
vit at enda verunliga høvdu
somu kreppu sum flestu lond
í Vesturheiminum
Vit sluppu
burturúr, hóast sárini, eftir
søkurlunda
sita, eru greflig, og hoast tad,
Síða 7
um nú er til at standa ímóti
við, er munandi minni. Men
fakfelagsrørslan var við sini
handfaring av spurninginum
í fjør vid til at tryggja sær
sjålvari, at ikki bleiv okt um
arbeiðsloysið, og er jú eitt av
høvudsmålum hennara at ve
ra vid til at skapa arbeidi fyri
allar hendur her å landi
Sýndu tit afturhald ta ferð
ina, mugu so mikið størri stig
takast eina aðru ferð, ti stig
fram ímóti málinum mugu
takast á hverjum sinni
Hvat er so málið, spyr
onkur
Jú, tað er tvibytt, eitt við
internationalum sikti og eitt
við broyting av okkara sam
felag í sær
Eitt javnari
og rættvísari býti
International at vera við til at
leggja tað sandskorn, vit
eiga, til at taka burtur tann
stríðsvanda, sum í mong ár
hevur lamt niður álit og
áræði, at vera við til at taka
ábyrgd av ollum mannalivum
og á alheimsgrund virka fyri
javnari býti av vælferðini og
einum rættvísari býti av
búskaparligu orkukeldunum,
teirri samlaðu figgjarorku,
heimurin eigur, eitt elheims
figgjarligt
planøkonomi. Her
rødd okkara av nåtturligum
grundum veik, ja, so veik, at
hon valla hoyrist.
Men vid at skapa egna
samfelag okkara um til eitt
betri samfelag, har sonnu
livsvirðini eru høgtmett, so
vit kunnu gerast fyridømi
annara, tá hava vit vunnið
okkum sjálvum meiri, sam-
stundis sum vit eiga nakað at
samarbeiði = og
verður
lata oðrum
Okkum tørvar enn á figg
arliga okinum medavgerðar-
rætt hjá ellum teim, sum
virka í eini fyritøku, soleiðis
at teirra virkna og ábyrgdar-
kenda medvirkan kann loysa
út nýggja skapandi kraft. Vit
mugu finna nýggjar leiðir at
rokka hesum.
Vit skulu hava ikki bert
ágóðabýti og marbeidsbyti,
men eisini býti av ti, Vit
hvort sær kunnu ríka okkum
sjålvi við kensluliga og per
sonliga
Inntøkujavning,
stytri arbeiðstíð
og dagpeningatrygd
Vit skulu hava størri inn
tøkujavning, uttan tad kort
ini er neyðugt, at øll hava
somu løn. Menniskjan sjál
skal setast aftur i middepul
in, og kapitalurin skal tæna
arbeiðinum sjålvum og ikki
bert einstaklinginum, tað
framleidda, veran ella tólið
sjálvum lívinum, og vit skulu
gera okkum greitt, at spjað-
ing ikki verður, men saman
hald um hetta
Segði í áðni, at foroyingar
høvdu skapt sær eitt gott
samfelag, men framhaldandi
må virkast fyri:
Stytting av arbeiðstíðini
uttan lønarmiss, dagpeninga
trygd undir sjúku, trygd, tá
Er SS SS
arbeidsloysi ger vart vid seg,
bustadarvidur
hampiligum
skiftum, so eisini fólk við
lágari løn hava ráð til íbúð,
einum javnari skattabyti og
mongum, mongum eðrum
Men fyrst og fremst virka
fyri eini mentalitetsbroyting,
eini hugsjónarligari broyting,
so hin einstaki verður virdur
sambært persónligar egin
leikar, heldur enn at hann er
mettur eftir åvirkanini, pen
ingur hansara gevur
Vandin við aftur-
haldsflokkunum
Lat meg at enda nerta við eitt
mál, sum liggur mær á
hjarta, og er tað vandin, sum
tikið hevur seg upp í granna-
londum okkara, fyri at sam-
felagssolidariteturin skal
hvørva. Tað er uppi í tidini
ein sajålvdråttarandi, sum
hóttir vid at skræða niður alt
tad, sum felagsskapir hava
bygt igjøgnum mannsaldrar
Vit síggja í ti landi, vit hava
neyvastu samvinnu við, heil
ar politiskar flokkar taka seg
upp. uppá eina agitatión
imoti at lata til tær felags-
uppgavur, sum eitthvørt
samfelag hevur skyldu at
røkja. Ein rørsla imoti at lata
til sosiala trygd, ein rørsla
imoti at lata til utbugving,
ein rørsla, sum prædikar, at
hvør skal hava rætt til at
draga til sin uttan at hugsa
um, hvenn tað gongur út
yvir. Ein rørsla, sum tíverri
eisini hjá løntakarastættin
um hevur fingið ávísa undir
tóku.
Lat okkum í fakligu og
politisku arbeidararørsluni
framvegis ganga å odda fyri
frælsi til hin einstaka, men
vid skyldum hvør motvegis
ødrum og skyldum til at lata
til felagshusarhaldid Lat
okkum syna samfelagssinni
og hava sum høvudsuppgåvu
at virka fyri. at fleiri og fleiri
liva eitt ríkari lív. hóast tað
kostar okkum hvor sær part
ar av ti, vit halda er okkara
lutur av tí, vit hava verið við
til at framleiða
Vit kunnu vera misnøgd
um, at byrðarnar eru Ojavnt
byttar, men so er at rætta
hetta heldur enn at såa meiri
misnøgd og taka egnan soli
daritet burtur ur heildini
Lat okkum vera samd um
ikki at lata henda sjålvdrått
aranda vinna her hjå okkum,
ti tå verja vit okkara sam
felag og okkara land, sum vit
jú oll eru góð vid og glad um
at vera partar av
Lat okkum minnast orðini
hjá Viggo Kampmann, fyrr
verandi forsætisráðharra
»Aldri at gloyma, at óan
sæð hvussu gott tað gongur
og hvussu stór økingin er i
búskapi okkara. vilja altid
bólkar vera í okkara sam
felag, sum ikki orka at fylgja
við, og tað vilja vera menn-
iskju her heima og úti í stóru
verð, sum hava uppiborið
solidaritet og hjálp frå okk
um
Tað eru korini hjá teimum,
sum til einahvørja tíð eru
ringast fyri, sum siga frá
hvussu langt vit ruki