Sosialurinarkiv
Sosialurin 1976-07-10, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 10. juli 1976síða 3

‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Í if = Nr. 37 — 10. juli 1976 sosialurin Nýggj lóg um útbúgving av lærarum Verður sett í verk frá komandi skúlaári Frá komandi skúlaári fer ein nýggj lóg um útbúgvingina av lærarum at virka í Feroyum. Lógin er ikki samtykt í logting- inum enn, men Finnbogi Isak- sen, landsstýrismaður, upplýsir, at uppskotið verður lagt fyri tingið í ólavsekutingsetuni. Skúlastjórnin hevur góðtikið uppskotið, og Feroya Lærara- skúli hevur tikið 26 nýggjar næmingar upp til komandi skú- laár eftir teimum reglum, sum verða fyriskipaðar í nýggju lóg- ini. Seinastu árini eru stórar broy- tingar farnar fram í føroysku skúlaskipanini. Millum annað eru framhaldsdeildir komnar við teir flestu sterru skúlarnar í landinum, og ein stødugt vaks- andi partur av næmingunum halda fram í skúlanum. Hetta hevur ført við sær, at tíðin er runnin frá núverandi lógini um útbúgving av føroysk- um lærarum. Hon kom í gildi í 1962. Skúlastjórnin samtykti í 1972, at ein nevnd skuldi setast niður at gera eitt uppskot til eina nýggja læraraskúlalóg. Nevndin fór í gongd í november 1973 og varð liðug við sítt arbeiði í mars í ár. Í nevndini hava sitið: luvdig Petersen, landsskúlaráðgevari, Andreas Hejgaard, rektari á Føroya Læraraskula, Arnbjørn Mortensen, rektari å Føroya Studentaskula, Inger Christian- sen, fulltrui i Landsstyrinum og Eilif Samuelsen, formadur i Før- oya Lærarafelag, umframt skift- andi umbod fyri næmingarnar å Læraraskúlanum og á Studenta- skulanum. Upptøkukrøvini strangari Eftir nyggja logaruppskotinum skal tad stødugt taka fyra år at læra til lærara. Nyggir flokkar verða tiknir upp á hvørjum ári men upptøkukrøvini verða mun andi strangari. Í framtíðini krevst, at umsekjararnir hava annaðhvert HF- ella students- prógv ella eina útbúgving, sum svarar til hesi prógv. Við upp- tøkuna av nýggjum næmingum skal eisini stórur dentur leggjast á, hverjar royndir umsekjararnir hava í praktiskum arbeiði. Um endamálið við læraraút- búgvingini verður mæaæ sagt í nýggja uppskotinum, at næm- ingarnir skulu útbúgvast at undirvísa bæði í fólkaskúlanum og í ødrum skúlaformum. Teir skulu ogna sær fakliga og pæda- gogiska vitan, gerast ferir fyri at undirvísa og at meta um undir- vísingina, soleiðis at teir kunnu laga seg eftir skiftandi viður- skiftum í teimum ymsu skúl- unum og millum teir ymsu næmingarnar Nevndin sigur í sínum við- merkingum til uppskotið, at hon til orðingina av endamálsgrein- ini hevur nýtt galdandi føroysku lógina umframt donsku, norsku og islendsku læraraskúlalógir- nar sum fyrimynd Kunnu samarbeiða við Fróðskaparsetrið Nýggja lógaruppskotið opnar ein møguleika fyri, at Lærara- skúlin kann arbeiða saman við t.d. Fróðskaparsetrinum um út- búgvingina av lærarum Eisini gevur uppskotið danska undirvísingarmálaráðharranum myndugleika til at seta aðrar útbúgvingar á stovn í samstarvi við Læraraskúlan. Her verður t.d. hugsað um barnahava- og fritiðarpædagogar. Lærugreinirnar Lærugreinirnar, sum undirvíst verður í á læraraskúlanum, eru: pædagogik, Psykologi, læra í undirvising, praktik, føroyskt, danskt, skriving, rokning, krist- nikunnleiki, fimleik, forming, tónleikur, smíð, hondarbeiði, læra um heimið og samtíðar- og samfelagslæra. Sum nakað nýtt skulu næm- ingarnir gera eitt pædagogiskt speciali. Her kunnu teir velja millum at undirvísa næming- unum annaðhvert í teimum eldru ella yngru flokkunum í fólkaskúlanum ella at undirvísa brekaðum bernum. Eisini er undirvísing í ungdóms- og frítið- arskúlum ein møguleiki. Sokallað linjufag verða inn- ford í læraraútbúgvingina. Næmingarnir skulu her innan- fyri ávísar rammur velja sær víðari útbúgving í trimum av lærugreinunum í fólkaskúlan- um. Frá komandi skúlaári fer ein nýggj log um læraraútbúgvingina at virka í Føroyum Síða 3 Inflatiónin í Chile 90 pst. Pad gerst alt dýrari at liva í Chile. Í juni hækkaðu prísir nir við 12,3 pst. Samstundis er inflatiónin í landinum fyrra hálvár í ár hækkað til 90,6 pst., verður sagt í einari frågreiding, sum varð al- mannakunngjørd í Santiago friggjadagin. Prishækkingar- nar herfyri eru tær næst- hægstu, sum hava verið í Chile higartil í ár. Spælir við tærnum Tann litla kirkjan í Berge í Svøriki fekk herfyri ein nýggjan orgulspælara. Mein- igheitsráðið og þresturin hoyrdu hann spæla, og orgul spælarin loysti uppgávu sina Tann 22 ára Akerlund fekk ótrúliga væl. gamli Mats starvið Tað stendur onga staðni skrivað, at orgulspælarin skal spæla við hondunum Mats er evnaveikur og er týðuliga merktur av ti. Ti spælir hann við tærnum. Og hann er helst tann einasti í heiminum, sum klárar upp- gávuna so væl, skrivar sven- ska blaðið Ekspressen Mats kennir væl til tónleik. Hann hevur lisið tónleik í fýra år, og hann hevur spælt orguli 12 ar. Tónleikur hevur altið havt hansara áhuga. Í fyrstani spældi hann storsta mest guitar og harmoniku eisini við tærnum. Øg so avgjørdi hann at verða orgul- spælari. Fyrru ferðina, hann søkti um at gerast orgulspælari við hevði hann ikki Presturin eina kirkju eydnuna við sær helt, at meinigheitini fór ikki at dáma, at Mats spældi við tærnum í kirkjuni. Í staðin varð hann hjartaliga móttikin i Berga, og teir konu kundu alt fyri eitt siga, at orgul- spælið hjá Mats er av einari serligari dygd. A tónleika- skúlanum var hann annars leiðari hjá einum skúlaor- kestri. Og hann stjórnaði orkestrinum við tærnum! kring knøttin I USA Harald krónprinsur av No regi og kona hansara Sonja eru í letuni á vitjan í USA. Á hevur Sonja vitjað Hirshon listasavnið í Wash- ferðini ington, og Harald hevur havt þrinsur samrødur við Gerald Ford forseta í sam bandi við amerikanska 200 ára haldið. Við sær til USA hevði norski prinsurin eina gavu upp á 200.000 dollars til bygging av einum stovni fyri tarnað, sum væntandi kemur at kosta tilsamans 5 miljónir dollars. Gávan er ein tøkk fyri hjålpina, sum amerikan arar veittu noråmonnum un dir seinna heimsbardaga. Eisini trygdarselar í Eysturríki Nú verður eisini tvungið at brúka trygdarselar í Eystur ríki. Tad hendir tann 15. juli Lógin um tvungið brúk av trygdarselum er nú galdandi í hesum londum: Belgia, Fin landi, Fraklandi, Hollandi, Luxembourg. Noregi, Póllan di, Sveits, Spania, Svøriki, Tjekkoslovakia. Ungarn og Vesturtýsklandi. 215.667.979 Fólkatalið í USA varð í sambandi við 200 ára haldið uppgjort til 215.667.979 Tá frælsisbrævið varð lýst i 1776, vórðu skrásett tilsam ans 2.400.000 fólk í teimum 13 amerikansku hjålondun um Matprisir Ungarska stjornin fer vænt andi um nakrar dagar at leggja fram tad endaliga upp- skotid um eina nyggja pris- og lønarlog Stjørnin bodadi i november mánað frå, at kjøtprisirnir fóru at hækka við í meðal 32-33 pst. Upprunaliga varð ætlanin, at prishækkingarnar skuldu fáa gildi frá 1. juli