mikudagur 11. august 1976síða 2
‹ fyrra síða allar 8 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
spsiaktrin telf. 11820 — giro 6282725
box 76, 3800 Torshavn
Utgevari: Føroya Javnadarflokkur
Blaðstjóri: Vilhelm Johannesen (åbyrgd) telf. 56411
Blaðmenn: Johan Mortensen
Johnsigurd Johannesen
Nyggja tidin
LØGTINGID hevur samtykt at heita å rikis-
myndugleikarnar um at fremja 200 fjórðinga
fiskimark kring Feroyar. Við hesi samtykt,
sum allir flokkar atkvøddu fyri, hevur Føroya
logting sýnt, at eitt sameint ting stendur aftan
fyri samtyktina. Tó beit ein merki í, at Fólka-
flokkurin, Tjóðveldisflokkurin og Sambands-
flokkurin ikki hevdu fulla manning á tingi
henda dag, soleiðis at atkvødurnar einans vóru
23 og ikki 26 fyri hesi samtykt.
TAÐ mundi vera við stórum spenningi, at fólk
sat kring landið og lýddi á debattin frá
tinginum. Tað vóru eisini tingmenn frá ollum
flokkum, sum luttóku í orðaskiftinum, og
flestu tingmenn legdu dent á at fáa eitt so
sakligt orðaskifti sum gjorligt burtur úr hesum
máli.
AT EIN væntaði, at mesti dentur fór at verða
lagdur á at fáa eitt sakligt orðaskifti, eitt
orðaskifti um møguleikar foroyinga frameftir
sum fiskivinnutjóð, er eyðsæð. Men her var
eisini nógv frammi, sum meiri hóskaði heima í
einum hesnagarði enn á tingi, tá talast skuldi
um ein so týdningarmiklan spurning. At
formaður sambandsfloksins útmerkaði seg í so
máta, var ikki annað enn væntað.
FRÁ framsøgumanni Javnaðarfloksins Poul J.
Olsen var klárt sagt, at hetta var ikki bert eitt
stórt stig at taka, men hetta var av sonnum ein
stór avgerð, tí ikki kundi dyljast fyri, at nógv
stóð fyri okkum í tí ókenda. Fiskiveiða okkara
var av slíkari náttúru, at stongdu havleiðirnar
gjørdu framtíð okkara hættisliga, um vit ikki
fingu annað ístaðin. Hann metti, at tað var ikki
sum at skifta hosu, at finna avloysing fyri tí,
vit hava og koma at missa, men minti tó á, at
foroyingar fyrr hava staðið í andglettinum við
ringum amboðum, men brutu seg burtur úr
vánalíkindum til tað, vit eiga í dag, ein væl
utgjørdan fiskiflota.
skulu nú brynja okkum til eina nýggja tid.
kemur at krevja nógv av ollum, sum virka
Teir nýggju møguleikarnir
so væl til rættis sum gjorligt, so vit
kunnu rekja okkara egna sjógv,
samstundis sum tað framvegis verður av allar-
størsta týdningi at samráðast við onnur lond
fyri at tryggja mest møgulig rættindi á oðrum
leiðum, í hvussu er so leingi vit eiga
ein fiskiflota, sum er utgjørdur til at royna
fjarleiðirnar.
Spinnið i Gøtu
Tygum fáa gott t og skjota avgreidslu
Vit keypa ovaskada og va: kada ull og selja øll sløg av før
ovskum LOgVI
TØTINGARVIRKID
Olavur Gregersen - tlf. 20 í Gøtu
sosialurin
dagbókin
Gudstænastur
Sunnudagin prædika: J. Fol
lend á Glyvrum kl. 12, alt
arg.. Martin R. Jacobsen í
Sumba kl. 12 og K.O. Viderø
í Famien
Missiónshúsið
við Landavegin
Fundur verður í kvold kl. 20.
Filadelfia
Telefonandakt alt samdogrið
å tlf. 14880
Evangeliihúsið
Í kvold kl. 21 verður útifund
ur i Vestmanna. Dennis Bur
nett og Hendrik Hansen tala.
I telefonandaktini å tlf.
12266 talar Hendrik Hansen
Adventista-
samkoman
Mikukvøldid kl. 19 - benar
fundur i Adventistaskúlanum
við Hoyvikstjørn
Sjúkrasvstra-
lærarinna
Haldis Eikholm úr Hvalvík
hevur lokið prog um sjúk
rasystralærarinna á Arhus
Sygeplejehøjskole
Studentsprógv
Edvin Simonsen og Elias
Simonsen, báðir úr Sorvági,
hava tikið nymálsligt stu
Vesterbro
Statskursus í Keypmanna
dentsprógn á
havn
A ——
Sjáldan
rýkur av
ongum eldi
Vit kunnu vera nýggja mynda
blaðnum »Magni« takksom fyr
it tað hevur tikið stødina á
Sornfelli til umrød Somuleidis
kunnu vit vera næstovastanum
å stødini takksom fyri, at hann
torir at hava og alment siga
sinar egnu åskodanir og hugsan
ir um viðurskiftini.
Onkur hundur man hava verið
stigin á halan hví annars hesi
hvinini frá rikisumbodnum um
at hesar metingarnar, ið fram
bornar vórðu, »på ingen måde er
udtryk for nogen herværende
dansk myndigheds indstilling<
og at „Major B.J. Jensen skal í
nær fremtid forflyttes til tje
neste í Danmark«
Framhald å sidu 3
Nr. 45 — 11. august 1976
Landsskjalasavnið
Sekt verður eftir ungum manni við students-
prógvi og helst við kunnleika til maskin-
skriving.
Løn sambært sáttmála millum Føroya
Landsstýri og Starvsmannafelagið.
Hondskrivað umsókn við fotomaka av
próvskjali, møguligum viðmælum og upp-
lýsingum annars skal vera savninum í hendi í
seinasta lagi 25. august 1976.
Tórshavn, 6. august 1976
Landsskjalasavnið
Skrivstovufólk
Starv til eitt ålitandi skrivstovufólk er leyst at sekja
beinanvegin.
Til arbeiðið krevst góður kunnleiki í foroyskum máli,
royndir i brævaskriving eftir fyrisøgn o.a
Kunnleiki til talviðgerð í samband við viðgerð av hagtølum
er ein fyrimunur
Umsókn við upplýsingum um skúlaskap og arbeiði fyrr
verður at senda Foroya Landsstýri, í seinasta lagi 20. august.
Løn sambært sáttmála millum Starvsmannafelagið og
Foroya Landsstyri
Føroya Landsstýri
Hví dálka náttúruna
við fløskum?
Vit mangla øl- og sodavatnsfløskur og gjalda
fyri at fáa tær aftur.
Fóroya Bjór
Kunngerð
Frá 2. august 1976 verður telefonnummar
okkara á byrådsskrivstovuni, líkningardeild-
ini, byggideildini og teknisku deild 11063
broytt til 15160.
Tórshavnar býráð
på
Utbjó ðing
Vegna Pf. Polarfrost verður hervið el. -arbeidstøkan í samband
við byggingina av nýggja fiskavirkinum boðin út í almennari
lisitation
Utbjóðingartilfarið fæst móti veðhaldi kr. 500,00 vid at
venda sær til P/f Leif Mohr, rådg. verkfrødingsvirki frå og vid
tysdegi 10. aug. 1976
Lisitationsdagurin verður mánadagin 6. sept. 1976 kl.
15.00
Torshavn, tann 5. aug. 1976
Pf. Leif Mohr rådg. verkfrødingsvirki
J.H. Schrotersgota 9— 12
Box 100
3800 Torshavn
Sjauførur søkist
Føroya Bjór