Sosialurinarkiv
Sosialurin 1976-08-18, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 18. august 1976síða 11

‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 47 — 18. august 1976 sosialurin Minningargrunnur fyri Dånial Niclasen, Sørvågur Grunnurin er stovnadur Dånial Niclasen til åminningar av eftirsitandi konu hansara Karen Niclasen, lækna, fødd Boe og búsitandi i Hoyvík. Dánial Niclasen, f. 10/8-1901 d. 3/1-1971, var ættaður úr Sørvågi, har hann hevði sitt høvudsvirki. Seinnu årini var hann búsitandi i Havn, Dánial Niclasen var stovnari i Føroya Fiskasølu, nevndarlimur í felagnum frå byrjanini av og til hann doyði stjóri felagsins í tidarskeidinum 1959-1969; hann var nevndarlimur í Sjóvinnubankanum frå 1951, og til hann doyði nevndarformaður frá 1956. I. Navn grunnsins er Minningargrunnur fyri Dånial Niclasen. II. Stovnspeningur er settur til kr. 500.000,-, sum er latin av frú Karen Niclasen í reiðum peningi, id er settur inn á bankabók í P/f Sjóvinnubankanum, Tórshavn. Nevndin kann, um hon øll er samd, seta peningin ella part av honum í foroysk virdisskjøl. Virdisskjøl, sum grunnurin eigur, skulu um gjørligt verða at navnskriva grunninum. Frú Karen Niclasen hevur avgjørt, at grunnurin aftaná deyða hennara tær upp til kr. 500.000,- afturat í stovnspeningi. III. Endamálið við grunninum er at stuðla ungar føroyingar, ið vilja útvega sær víðari útbúgving innan fyri foroyska fiskivinnu, eitt nú hvat viðvíkur: 1. Kanning av fiskiskapi uttan fyri Føroyar, sum kann bera í sær nýggjar veiðuhætti ella veiðu av fiskaslogum, ið ikki hava verið vanlig í Foroyum. 2. Víðari útbúgving, ið hevur við viðgerð og framtøku (forædling) av fiski og fiskavørum at gera. 3. Marknaðarkanningar til frama fyri foroyska fiskivinnu. 4. Serútbúgving í handils og fíggjarviðurskiftum, sum hava við fiskivinnuna at gera. Hetta verður gjørt við at lata pening burtur av rentuvinningi av kapitalinum. Tann partur av ársrentuni, sum ikki er komin til útgjaldingar, verður eftir nevndaravgerð lagdur niður til seinni útbýting ella til øking av stovns- peninginum. Studningur verður latin eina ferð um árið, 10. august ella aðra tíð, sum nevndin verður samd um. IV. Grunnurin verður stjórnaður av eini trymannanevnd: Tann til eina og hverja tíð verandi stjóri í L/f Føroya Fiskaselu og P/f Sjóvinnubankanum saman við løgfrødingi, sum til eina og hverja tíð er juridiskur konsulentur hjá L/f Foroya Fiskasølu. So leingi Karen Niclasen er á lívi, verður hon sjálv 4. limur i fyrisætinum. Nevndin skipar seg sjálv. V. Nevndaravgerðir verða tiknar vid vanligum atkvoðumeiriluta. Fråsøgn frá nevndarfundi verður skrivað í gerðabók og undirskrivað av teimum nevndarlimum, sum eru á fundi. VI. Formaðurin hevur umsjónina við grunnsins peningi. Stjórnarútreiðslur, herundir útreiðslur til lønada hjálp, verða goldnar av rentuinntøkuni. Nevndin kann geva serfulltrú. VII. Grunnurin hevur álmanakkaárið sum roknskaparár. Fyrsta roknskaparár gongur til 31. desember 1976. Roknskapurin verður grannskoðaður av loggildigum grannskoðara, sum nevndin velur. VIII. Nevndin letur saman við roknskapinum eina frágreiðing um grunnsins virki í farna ári. IX. Um grunnurin einaferð í framtíðini missir sín praktiska týdning, kann ein samd nevnd taka avgerð um broytan av endamálinum ella avtøku av grunninum. Verður grunnurin avtikin, verður peningurin at lata til alment endamál, foroyska vinnulivinum at gagni. Hesar stovnsetingarreglur kunnu kunngerast alment við lýsing í foroyskum blødum. Broytingar í reglunum kunnu bert gerast, um oll nevndin er samd. VETRARSKEIÐIÐ byrjar 6. september Háskúlin í Havn bjóðar ungum og tilkomnum foroyingum — kvinnum og monnum — til lærurik og minnilig skeið. Vit hava fjølbroytt og viðkomandi tilfar, ið ber boð til oll ung. KK segl Tú kanst ringja beinan vegin ella skriva til Foroya Fólkaháskúla 3800 Tórshavn TIf. 117 43 So fært tú meira at vita. Studningur verður veittur. Umsåknarblød fært tú á háskúlanum Tomatir eru ikki altid tomatir Føroyskar tomatir smakka nogv betur. Stydid føroyska framleidslu. Hoyvik, tann 10. august 1976 Handilsvirkid P.A. Restorff Karen Boe Niclasen (sign) Leif Waagstein (sign) Birgir Danielsen (sign) Rasmus Olsen (sign) Happadråtturin Seinasti søludagur av lutasedlum til 1. drått er nu leygardagin 21. august