Sosialurinarkiv
Sosialurin 1976-09-11, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 11. september 1976síða 2

‹ fyrra síða allar 8 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

spsíalurin telf. 11820 giro 6282725 box 76, 3800 Tórshavn Utgevari: Foroya Javnaðarflokkur Blaðstjóri: Vilhelm Johannesen (ábyrgd) telf. 56411 Blaðmenn: Johan Mortensen Johnsigurd Johannesen Prent: Dimmalætting »Flokkur fólksins< I VETUR verda bygda- og byrådsval kring alt landið. Longu fyri fleiri vikum síðani hevur fólkaflokkurin í høvudsstadnum gjørt valevnis- lista til valid har, I DAGBLADNUM nr. 53 fyri 3. sept. var ein samrøda vid eitt av hesum valevnum. Upp å spurningin, hví viðkomandi var fólkaflokks- maður, svaraði hetta valevnið: »Ti eg meini, at fólkaflokkurin er einasti flokkur sum svarar til navnið og er einasti flokkur, sum styðjar allar stættir.« FYRI TAÐ fyrsta rann okkum til hugs orðini í halgubók, at eingin kann tæna tveimum harrum, fyri tað næsta orðatakið, at ikki ber til at blása og at hava mjøl í munninum samstundis, og fyri tað triðja komu vit at hugsa um eitt brot úr Stórhvalagildinum, har sagt verður: .....Á havsins botni dag og nátt, her er so lítil friður, at hver av oðrum liva má, tað er ein fornur sidur.« TAÐ KUNDI lættliga latið seg gjørt, at verið flokkur fyri alt fólkið, og at tænt øllum stættum, um so var, at allir stættir komu við javnbjóðis krøvum. MEN TAÐ er nú einaferð eitt sindur ymiskt, hvat teir ymisku stættir krevja frá tænarum sínum. Hin stóri, hin sterki og átufreki krevur so nógv, at lítið og einki verður eftir til hin lítla og veika, sum ikki hevur lyndi til at nýta albogarnar og krevja eins nógv og hin fyrri. Her ræður nærum sama steða sum niðri við havsins botn. SKAL T.D. EIN útgerðarmaður hava meir, so má hetta kosta fiskimanninum, og skal ein arbeiðsgevari hava meir, so má hetta kosta arbeiðsfólkinum. Umvent, skal ein fiskimaður hava meir, so má hetta kosta útgerðarmanni- num og skal ein arbeiðari hava meir, so má hetta kosta arbeiðsgevaranum. Og skulu nøkur hava skattligar fyrimunir gjøgnum avskriving- ar 0.a., so má hetta kosta ellum hinum. TAÐ KUNDI verið áhugavert at fingið uppspurt, hvussu fólkaflokkurin ætlar at tæna ollum stættum — um fólkaflokkurin hevur nakra ætlan um, at t.d. almenni stuðulin til skip og virkir skal lutast sundur millum ávikavist fiskimenn og útgerðarmenn og arbeiðsfólk og arbeiðsgevarar, soleiðis at ognarrætturin, avgerðirnar og vinningurin kemur á allar hendur? HESUM HAVA vit ikki havt varhugan av, men eingin skuldi verðið fegnari enn vit, um fólkaflokkurin, nú hann hevur 40 ár á baki, kom til eina aðra og betri niðurstøðu. Um so var, kundu vit bert bjóða fólkaflokkinum eina kollektiva upptøku i javnaðarflokkin og tikið undir við gamla orðatakinum, at tað er | , | guðsbarn, ið batnar. dagbókin Guðstænastur Sunnudagin prædika: J. Fol- lend á Nesi, altargangur Torkil Beder í Getu, altar- gangur, N. P. Danielsen á Skála, S. J. Joensen í Klaks- vík, K. O. Viderø á Tvøroyri, lestur i Havnar kirkju, Ei- vind Vilhelm i Vesturkirkj- uni, J. Magnussen i Rituvik, P. M. Rasmussen á Eiði kl. 11, altargangur, og í Kirkju- be kl. 16. Hans J. Joensen við Gjógv, Høgni Poulsen i Sørvågi, skriftarmål kl 10.40, J. Weihe i Vågi kl. 11 og i Porkeri kl. 18. Adventista- samkoman I dag kl. 9.30 verdur bibliu- gransking, sidani gudstæn- asta vid B. Jensen i Advent- istaskúlanum vid Hoyviks- tjørn. Sunnudagin kl. (11 verður sunnudagsskúli. Evangeliihúsið Telefonandaktin alt sam- degrið á telf. 12266. Thabor, Fuglafjørdur Vikuskifti-fundirnir halda fram. Í kveld kl. 20 talar Johan Johannesen, Toftir. Ung av Toftum syngja. Sunnukveldið kl. 20 talar Johs. Mortensen. Kollafjarðar missiónshús Weekend-fundir verða í dog- unum 10.—12. september, har Vilhelm Langemyr og Kaj Tønnes tala. Sangur av Jerebo-systkjunum og av Petur Oluf og Niels. Urtagarðsarbeiði Simun Dalsgárd, telf. 12946, åtekur sær urtagarðsarbeiði, um nóg stórur eftirspurning- ur er. Arbeiðið kann umfata t.d. slættan av útgrevstri, geran av grasvallum uttan um hús o.s.fr Stongt Hotel Norð á Viðareiði hevur stongt frá 7. september fyri veturin. Dandastova hevur stongt frá 13. til 27. september Nr. 53 — 11. september 1976 Tøkk Hjartans tøkk til teirra, ið sýndu trúfesti og samkenslu, tá góða mamma mín Olivia Hentze doyði og varð jarðað. Ebba Hentze Flutningur av seyði við Strandferðsluni Fyri at seyður skal kunna verða fluttur við Strandferðsluni, er tað ein treyt, at hann er merktur so, at eingin ivi er um, hver móttakarin og avsendarin er. Seyðurin má hava spjaldur bundið um hálsin (ikki um hornini, av ti at ofta hevur komið fyri, at spjøldur eru klovnað og farin burtur). Besti mátin er at koyra plastikk rundan um spjaldrið, soleiðis at tað sum skrivað er, ikki gerst ólesiligt. Teir, sum senda seyð við Strandferðsluni, skulu haraftrat boða móttakaranum frá, tá teir senda seyðin. Verður ikki gjørt eftir hesum, kann verða sýtt fyri at flyta seyðin. Strandferðslan Lýsið í sostalinum Gerið eisini bilin kláran til at taka ímóti vetrinum og saltrokinum, gevið honum eina rustverju- viðgerð. Vit vita hvar bilur tín rustar og vit verja hann við DINITROL og spesialamboðum eftir tí heims- kenda DINITROL-systeminum. Tað er hart at verða bilur í Føroyum. Allir føroyskir bilar rusta fyri uml. 1800 kr., um árið. Ti er neyðugt at geva bilinum eina effektiva rustverju við DINITROL eftir tí viður- kendu FDM-metoduni, sum verður sproytað inn í all holrúm, so sum vangar, panel, hurðar, rammur o.s.fr. Bilurin varir longur, og seluvirðið verður sterri, tá bilurin skal skiftast út. áð RENAULT IVAN JOHANSEN Service . Umboð . Verkstaður Láarvegur TIf. 13666 — 3800 Tórshavn. Í