Sosialurinarkiv
Sosialurin 1976-09-15, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 15. september 1976síða 12

‹ fyrra síða allar 12 síður

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Framhald frá síðu | heildarloysnini, skulu merg súgva tað sindrið, sum varð lutad útróðrarbátum. Heildar- loysnin kostadi 37 milj. kr., og av teimum fekk råfiskagrunnur- in 10 milj. kr. at råda yvir. Adolf Hansen skjytur istadin upp, at landsstyrid ger eina sjålvstøduga log fyri silda- og idnadarskipini, sum møguliga fara at veiða upsa í vetur, soleiðis at hesi skipini ikki taka tað sindrið, sum útróðrarmenn einsamallir striddust fyri. Formaðurin í Meginfelag Ut- róðrarmanna nevnir, at í summ ar hava tey stóru skipini fingið útgoldnar 3,5 milj. kr. úr rá fiskagrunninum, meðan útróðr arbátar um somu tid hava goldið eina hálva miljón inn í grunnin Við núverandi prisum fara tey stóru skipini í vetur at fáa útgoldnar 4,5 milj. kr. úr grunn inum aftrat, meðan útróðrarbát.- arnir fara at fáa 1,3 milj. kr. Leggja vit upphæddirnar, sum tey stóru skipini longu hava fingið, saman við teimum upp: hæddum, sum tey fara at fáa í vetur, verður talan um eina samlaða útgjalding úr ráfiska- grunninum upp á 8 milj. kr. til tey stóru skipini. Samstundis fara útróðrarbátarnir bert at fáa 0,8 milj. kr., sigur Adolf Hansen sum spyr, hvi hesin munur skal vera Prísirnir ov lágir Meginfelag Utróðrarmanna er misnøgt við teir nýásettu rå fiskaprisirnar og hevur grein um hetta aðra staðni í blaðnum í dag. Felagið skal hava nevndar fund leygardagin, har uppskot vidvikjandi prisum koma til viðgerðar Nú er spurningurin ikki at faa, men at missa sum minst, sigur Adolf Hansen SOSTALURIN ætlaði at fáa við merkingar frá Petur Reinert, landsstýrismanni í fiskivinnu málum, Eyðun á Rógvi Olsen, formanni í ráfiskagrunninum og Ola Jacobsen, formanni í fiski mannafelagnum, men eingin teirra var at hitta, áðrenn blaðið fór til prentingar Kunngerð Tað verður her gjørt kunnugt at býráðið á fundi hin 9. september 1976 samtykti at Oyggjarvegurin frá Hoydalsvegi og niðan í Bug verður kallaður Gundadalsvegur Tórshavnar býráð 10. september 1976. Flutningur av seyði við Strandferðsluni Fyri at seyður skal kunna verða fluttur við Strandferðsluni, er tað ein treyt, at hann er merktur so, at eingin ivi er um, hver móttakarin og avsendarin er. Seyðurin má hava spjaldur bundið um hálsin (ikki um hornini, av ti at ofta hevur komið fyri, at spjøldur eru klovnað og farin burtur). Besti mátin er at koyra plastikk rundan um spjaldrið, soleiðis at tað sum skrivað er, ikki gerst ólesiligt. Teir, sum senda seyð við Strandferðsluni, skulu haraftrat boða móttakaranum frá, tá teir senda seyðin. Verður ikki gjørt eftir hesum, kann verða sýtt fyri at flyta seyðin. Strandferðslan Kamar søkist Ungur maður, Ole Nielsen, steinhøggari, søkir kamar sum skjótast. Vendið tygum til Sosialin, tlf. 11820. Kamar søkist Kamar søkist til ungan mann frå 1. oktober. Fyrimunir vid kosti. Sosialurin, 11820 Rengøringsassistent søges Ved rigsombudet er en stilling som rengør- ingsassistent ledig til besættelse snarest muligt. Stillingen vedrører rengøring af rigsom- budets kontorer med et samlet gulvareal på ca. 230 m?. Rengøringsassistenten aflønnes med en grundløn på 1.200,— kr., der pristalsreguler- es som færøske lønninger. Lønnen andrager pr. 1. juli 1976 1.272, — kr. månedlig. Rengøringen må foretages dagligt på ugens fem første hverdage og uden for tidsrummet kl. 8.00—18.00. Ansøgning sendes til rigsombudet, post- box 12, Tórshavn, inden den 25. september 1976. Rigsombudsmanden på Færøerne Tórshavn, den 10. september 1976 A. J. Arnskov, kst. Søkt verdur eftir ungum manni vid åhuga fyri tryggingar- umboðsarbeiði Arbeiðið kemur at umfata skrivstovuarbeidi og at tekna tryggingar. Umsøkjari úr Klaksvík, sum kundi hugsað sær lutvíst at arbeiða á nýggju tryggingarum- boðsskrivstovuni í Havn og nakað hverja viku í Klaksvík — í mun til tørvin har norðuri — hevur fyrimun. Lon og arbeiðstreytir eftir nærri avtalu. Skrivlig umsókn við avritum av prógvum og ummælum verða at senda til Tryggingarmannin, Kjartan Dalsgaard, á Tórgarði, 3800 Tórshavn