Sosialurinarkiv
Sosialurin 1976-09-18, síða 1
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 18. september 1976síða 1

allar 12 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

X * + Nr. 55 Leygardagin 18. september 1976 49. årgangur Leysasøla 2,00 kr. frælsi javnadur brødralag Vaksandi útflutningur Útflutningur Føroya er i ár, januar—august, vaksin við knøppum 7 mill. kr. í mun til sama tíðarskeið seinasta ár. Í tonsum er hend ein minking uppá knappliga 400 tons. Til tað er at siga, at útflutning- urin í august av saltfiski bert er 632 tons, meðan t.d. í juli var 3.616 tons. Í krónum var útflutt fyri knappar 30 mill. kr. í juli, meðan í august bert var flutt út fyri góðar 5 mill. kr, visa seinastu hagtelini frá Feroya Fiskaselu. Óli Gordon farin frá Stjórin i Faroe Air Trans- port, Oli Gordon Bech, er farin frá sum stjóri í flog felagnum, sum enn ikki er farið undír flúgvingina, hóast flogfarið hevur ligið a Vest aruvág, síðan seinast í juni. Oli Gordon Bech sigur, at hann er harmur um hending- ina, men veit ikki hvi, hann er koyrdur frá sum stjóri. Sum fyribilsstjóri er Kári av Reyni settur Tann nógv umtalaða „driftshondbókin<, sum fyrst ein danskur flogskipari skuldi síðan ein norskur hevur gjørt, er nú til góðkenningar gera, men sum flogskipari hjá Luftfartsdirektoratinum Spreingivanlukka í Klaksvík Fyrrapartin í gjár hendi ein preingivanlukka í arbeiðs húsunum við grótbrotið í Klaksvík, sum hevði vid sær, at ein maður var fluttur til Danmarkar beinanvegin við flogfari Maðurin hevði tikið tvær perlur úr eini eskju við 100 perlum í og skuldi fara at loða, tá tær 98 perlurnar sprongdust. Maðurin fekk splintur í andlitið, í síðuna og í beinið. Hann varð beinan vegin fluttur við helikoptara num til Vágarnar, har rutu- flogfarið bíðaði Júst tá spreingingin hendi kom arbeiðsformaðurin inn Hann varð eisini raktur av splintum, men varð útskriv iður av sjúkrahúsinum seinni 1 gjar Stevndur fyri sak- ligar spurningar Kjartan Mohr stevnt Jákup Suna Jacobsen í málinum um Tórshavnar Trolarafelag Kjartan Mohr býráðslimur hev- ur stevnt Jákup Suna Jacobsen, býráðslimi, í sambandi við fyri- spurning hansara til Kjartan Mohr viðvíkjandi Tórshavnar Trolarafelag. Málið kemur fyri í Feroya rætti 5. oktober. Tað er Leif Waagstein, lands rættarsakferari, sum vegna Kjartan mohr hevur stevnt Ják- up Suna Jacobsen. Sami sakfør- ari varð av Kjartan Mohr, eftir at Jákup Suni Jacobsen hevði sett nevnda fyrispurning fram á almennum býráðsfundi 19. aug., biðin um at geva Jákup Suna Jacobsen svar. Svarið varð lisið upp á seinasta byrådsfundi, og orðaskifti varð um tað. Mandatsvik? A byrådsfundinum 19. august spurdi Jåkup Suni Jacobsen m.a. Kjartan Mohr, um hesin sum byrådslimur ikki hevur framt mandatsvik, tå hann sum nevndarlimur í Torshavnar Trol hava vitað. at insolvent, tá arafelag må partafelagið var peningur varð settur í felagið av nýggjum Eftir at svarið frá Leif Waag stein var lisið upp á seinasta býráðsfundi boðaði Jákup Suni Jacobsen frá, at hann fór ikki at taka nakað aftur av ti, sum hann hevði spurt um, men visti á, at hann kendi ikki nakað til revsi logina, sum Leif Waagstein visir á Í svarinum Eg havi ikki sjálvur sitið í fongsli, so revsilógin er mær ókend, segði hann. Men fyri at fyrispurningurin til Kjartan Mohr ikki skuldi verða misskilt- ur, setti Jákup S. Jacobsen hann enn greiðari upp, tá hann segði: Hevur byrådslimur Kjartan Mohr ikki svikið ella misbrúkt sitt mandat sum býráðslimur, tá hann sum nevndarlimur má hava vitað, at felagið var insolv ent, tá peningurin varð settur í felagið av nýggjum? Skuldseting Í einari frágreiðing um tær sann royndir, sum styðja kravið um stevning, verður sagt í stevning ini, at saksøkjarin kann ikki skilja spurningarnar ødrvisi enn eina skuldseting imoti sær fyri at hava framt mandatsvik mót vegis Tórshavnar kommunu í sambandi við endurreisingina av trolarafelagnum Saksøkjarin hevur krav um at tann saksekti verður domdur sekur til revsingar eftir revsilóg ini grein 268 (um æruspilling), verða dømdar at vera uttan heimild og at skuldsetingarnar Í eini viðmerking til stevning ina sigur Jákup Suni Jacobsen Eg eri stevndur fyri at hava sett fram sakligar spurningar Á síðu 7 prenta vit saman við svarinum frá Leif Waagstein til Jákup Suna Jacobsen eitt bræv frá Kjartan mohr 7; Flutti 17.000 f SES erdafolk og 3.200 bilar Smyril er hildin uppat vid uttanlandasiglingini fyri i år. Å uttanlandarut- unum í summar hevur hann flutt tilsamans góð 17.000 ferðafólk og 3.200 bilar. Á Íslandsrutuni er talan um tvífaldaðan vøkstur í ferðafólkatali í mun til í fjør. Her er Smyril aumyndaður við bryggju í Seyðisfirði tann seinasta túrin á Íslandsrutuni í ár Síða 3 Ikki løtuverk Nýskipan av skúla- verkinum er ikki løtuverk, skrivar Pauli Nielsen, lærari i panelgrein i dag. Hann spur sam- stundis, hvussu nógvar dagar løg- tingsmenn seta av til nýskapan av skúla- num Síða 4 Utr6drarstød å Strondum fyri 1,2 milj. Ætla at byggja oman fyri båtahylin Síða 3 Uppistova farin undir vetrarskrånnø Heldur nytt ungdómsskeið næsta vikuskifti. Síða 12 Norðoya Javnaðarfelag Nevndin