mikudagur 22. september 1976síða 2
‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
sosjalurin telf. 11820 — giro 6282725
box 76, 3800 Tórshavn
Útgevari: Feroya Javnaðarflokkur
Blaðstjóri: Vilhelm Johannesen (ábyrgd) telf. 56411
Blaðmenn: Johan Mortensen
. Johnsigurd Johannesen
Prent: Dimmalætting
Svenska valid
LEYGARDAGIN VAR Rikisdagsval i Svøriki.
Úrslitið av valinum varð, at teir triggir
borgarligu flokkarnir fingu fimm sessir fleiri
enn teir hevdu áðrenn valið, meðan teir tveir
sosialistisku flokkarnir fingu seks færri.
HÓAST HESAR smábroytingar vóru avleið-
ingarnar tær, at sosialdemokratiska stjórnin
hjá Olof Palme hevur lagt frá sær, og at ein
hýggj borgarlig stjórn fyrsta dagin verður
skipað við Thorbjørn Fåldin sum stjórnarleið-
ara.
SEINASTU 44 ÁRINI hevur sosialdemokrat-
iski flokkurin sitið við stjórnarvaldinum. Hetta
man vera tað longsta nekur stjórn nakrantid
hevur sitið í einum demokratiskum landi.
TAÐ VAR longu áðrenn valið, at borgarliga
pressan fór at nýta nógva svertu uppá hesa
miklu sensatión, at sosialdemokratiski flokk-
urin í Sveríki nú skuldi av við stjórnarvaldið,
sum hann hevur sitið við í 44 ár.
TAÐ ER NÆSTAN ófatuligt, at teir skulu
koma sær at gera nakað nevnisvert burtur úr
hesi hending, tí hóast lítla sigurin á valinum
leygardagin, so tala tey 44 árini fyri seg. Og
henda talan er tann, at veljararnir hava sýnt
javnaðarpolitikkinum álit, og at javnaðar-
flokkurin mótvegis teimum borgarligu flokk-
unum altíð hevur tikið við ábyrgdini.
HETTA ER nevniliga ikki fyrstu ferð, at teir
borgarligu hava vunnið meirilutan á Ríkisdeg-
num, men er hetta hent minst tvær ferðir áður í
tí 44 ára langa tíðarskeiðinum. Teir hava tó
ongantíð verið somikið samdir, at teir hava
maktað at tikið við stjórnarvaldinum og tískil
hevur sosialdemokratiski flokkurin hildið fram.
MEN HESAFERÐ sleppa teir valla undan.
Spurningurin er bert, hvussu leingi teir sita, tí
longu nú hava vit varhugan av, at teir ikki eru
alt ov samdir. Hetta ger seg t.d. galdandi í
spurninginum um kjarnorkumegi. Tá tosað
verður um svenskan politikk, er vert at hava í
huga, at fólk í Sveríki, sum hava nátt
fólkapensiónsaldur valla minnast annað enn
sosialdemokratiskt stýri.
TAÐ ER SJÁLVANDI munur á stjórnar-
politikki og andstødupolitikki. Fyri fyrstu ferð
í nærum hálva eld fáa svensku veljararnir á
komandi vali hevi til at vraka borgarligan
stjórnarpolitikk. Hvat hendir tá tað er
spurningurin.
sosialurin
SUNnud
|
lend
gangur, og Bergur Jacobsen I
Klaksvík
Konfirmatións-
fyrireiking
Í Stranda prestagjaldi verður
konfirmatón sunnudagin 10
oktober Oyndarfjarðar
kirkju Fyrireikingarnar
byrja 23. sept. kl. 8 í Stranda
skúla
Í Vestmanna verður kon
firmatión sunnudagin 17
oktober Fyrireikingarnar
vrja í Vestmanna skúla
)
dag
Missiónshúsið
við Landavegin
Adventista-
samkoman
Í kvold kl. 19 bønarfundur 1
Adventistaskúlanum við
Hovvikstjørn
Filadelfia
Í kvold kl. 20 systurmission
toffur til Thailandsmission
ina). Hoskvøldid kl. 20 talar
Knud Ibsen
Telefonandakt alt samdøgrid
á tlf. 14880
Frelsunarherurin
Fundur í kveld kl. 20, har
Driveklepp talar
Evangeliihúsið
Fundur í Vestmanna í kveld
kl. 21. har Dennis Burnett
Telefon
andaktin alt samdøgrid á tlf
talar og syngur
12266
Norrøna felagið
hevur limafund á Hotel Før
oyum í kveld kl. 20 A
fundinum verður greitt frå
luttøku í norronum sam
starvi. Eisini verður undir
hald við sangi og upplestri
Nýggir limir kunnu tekna seg
á fundinum
va
Í V4-spæli útvarpsins leygar
kveldið vórðu hesi tøl tikin
7, 17.21. 38. 37, 43, 48, 50
70. 73 2, Sá 93 og 98
Eingin vinnari var til vinn
ingin upp a 4.110 kr
Byrjar í morgin
Í morgin letur tann árliga
keyps tevnan upp I Ítróttar
høllini i Havn. Hetta er tann
jeynda tevnan í rødini
Opið er til sunnudagin
Nr. 56 22. september 1976
Sudurstreymoyar
Javnadarfelag
Suðurstreymoyar Javnadar-
Arsadalfundur
felags verdur å Hotel Føroyum 29. september
kl. 20.
Skrá sambært lógina.
Aftaná verður tosað um býráðsvalið, har
býráðslimir floksins luttaka. Kaffiborð.
Nevndin
Norðoya
Javnaðarfelag
Fyrsti uppstillingarfundur til búráðsvalið
verður á Klaksvíkar Sjómansheimi hoskvøld-
ið 23. september kl. 20.
Nevndin heitir dyggiliga á allar limir um at
móta fjølmentir.
Aftaná verður kaffiborð.
Norðoya Javnaðarfelag
Åvaring til allar
hundaeigarar í Havn
Fyri at koma hundaóskilinum til livs ráða vit
øllum til at hava hundarnar í tjóðri.
Sleppa teir av Óvart út, so spyrjið eftir
teimum hjá løgregluni sama dag. Annars
verða teir avlívaðir.
Hundar við ongum hundatekni er Djóra-
verndarfelagið ikki longur ført fyri at taka
sær av.
Politiið og Djóraverndarfelagið
Kunngerð
Sambært kunngerð landsstýrisins nr. 63 frá 14. í h. kemur
nýggj heilsusamtykt fyri Tórshavn í gildi frá 1. oktobur 1976
Samtvktin verður í komandi viku send í hvort hús
Tórshavn, 16. sep. 1976
Tórshavnar býráð Heilsunevndin
P. Christiansen Klerens
Kavaraútgerð
Øll kavaraútgerð, ið seld verður í
Føroyum, skal sýnast og góðkennast
av Arbeiðseftirlitinum áðrenn hon
verður tíkin í nýtslu og síðan við 2 ára
millumbili.
Samstundis verður mint á, at tað er
strangliga bannað at áfylla trýstluft-
fløskur, sum ikki hava verið kannaðar
og trýstroyndar seinastu 5 árini.
Arbeiðseftirlitið
Tinganes 3800 Tórshavn
i
|
H
TU
DN