Sosialurinarkiv
Sosialurin 1976-09-22, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 22. september 1976síða 6

‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 6 stubbar uttaneftir Stjórnin frá Finska stjórnin leggur frá sær. Avgerðin varð tikin á einum stjórnarfundi seinna partin friggjadagin. Orsokin til avgerðina er ósemja í stjórnini um innihaldið í figgjarætlanini fyri komandi ár Fimm flokkar vóru í finsku stjórnini við miðpolitikkara Martti Mittunen, for num, sætisráðharra. á odda. Hon sat í 293 dagar Skjøl horvin Týdningarmikil skjal í sam bandi við søluna av amerik anskum Loockheed-flogfor um til Vesturtýsklands eru á ein løgnan hátt horvin úr verjumálaráðnum í Bonn, tiðindum frá verjumálaráð- verður sagt í vesturtyska num Tidindini vórðu borin sam stundis sum tað ljóðaði, at vesturtýska stjórnin tiðliga í 1960-unum gjørdi avtalu við Loockheed-verksmiðjuna um keyp av 900 Starfighter F-104 flogforum Tann persónur, sum skuld- setingar um Loockheed-mut- ur hava verið settar imóti, er Franz Josef Strauss, sum er formaður fyri Kristiligu Sosi alu Samgonguni, CSU. Toppfundur í Libanon Komandi forsetin i Libanon Elias Sarkis, hevði friggja dagin fund við PLO-leiðaran, Yasser Arafat, og menn fyri Arabisku Liguni og umboðs- Sýrialand Luttakararnir á toppfund inum vidgjørdu fyri tað mesta prinsippinnihaldið í einari nýggjari vápnahvild í Libanon Til Danmarkar Saudiarabiski ráðharrin í kommunalum málum, Majed Ibn Abdul Aziz, prinsur, kemur á almenna vitjan í Danmark 29. september, sig- ur saudiarabiska útvarpið Stórur sigur til Sadat Egyptiski forsetin, Anwar Sadat, fekk meiri enn 99% av ollum gildugum atkvødum vid forsetavalid seinasta hos dag. Anwar Sadat heldur so- statt fram forseti i Egyptalandi tey næstu seks sum arini. Gunnar Lange deyður Fyrrverandi svenski handils- målarådharrin, Gunnar Lange, friggjadagin eftir drugva sjukalegu. Hann Gunnar varð 67 ár. Lange, sum var handilsmálaráðharri i næstan fimtan ár, var heitur talsmaður fyri europeiskum samarbeiði, og var við fyrst í 1950-unum at taka stig til europeiska handilsamarbeið- ið EFTA. Gjørdi fangar frælsar Eitt partisanherlid i Polisar io-frælsisrorsluni í Vestur- sahara gjørdi herfyri álop á eitt fongsul nærindis EI Aau- in og gjørdi 20 fangar fræls- ar, frættist úr Algier. Sambært tidindini vórðu 19 marokkanskir = hermenn tiknir av døgum og 13 aðrir særdir undir álopinum. Tað verður einki sagt, um nakar partisanur lat lív Polisario-rorslan stridist Sahara, herfyri misti sjålvstyri sitt fyri Spanska sum Prestar mótmæla Fleiri túsund eysturtýskir protestantiskir prestar lósu í prædikum teirra seinasta sunnudag ein serligan tekst um prestin Oskar Briisewitz, sum setti eld á seg sjálvan sum mótmæli imóti komm- unistiska áganginum ímóti kristindóminum. Kirkjuleiðarar høvdu gjørt eina prædiku, sum prestarnir sum svar til tað, ið eysturtýska pressan hevur skrivað um Oskar Briisewitz. lósu UU NANNA Verkfall á Ford-verksmiðjum 165.000 arbeiðsfólk á smiðjum hjá næststerstu bil- framleiðarum i USA, Ford, fóru hósdagin í verkfall fyri ár við verk fyrstu ferð í nýggju kravi um hægri løn, styttri arbeidstid og hægri pensjón. Arbeiðsfólkið valdi at fara í verkfall aftan á urslitaleysar samráðingar millum bilar- beiðarafelagið og leiðsluna á Ford-bilverksmiðjunum sosialurin Nr. 56 — 22. september 1976 Lars Chemnitz er ímóti folkaatkvødum: EF-limaskapurin av- gerast, tå vit hava fingið heimastýri Grønlendsku veljararnir vóru ov illa upplýstir, áðrenn teir atkveddu um EF-limaskapin, heldur formaðurin i grønlendska landsráðnum, Lars Chemnitz Grønland og Felagsmarknadurin eru komin hvørjum ødrum meiri vid hesi fyra årini, sidani Grøn- land og Danmark fingu limaskap i EF. Hetta er hent, samstundis sum meiriluti av teimum grøn- lendsku veljarunum í 1972 vóru imoti grønlendskum limaskapi í EF saman vid Danmark. Men rikisfelagsskapurin varð tyngdin á vågskålini, og Grønland gjørd- ist limur saman vid Danmark Fyrimunur Grønlendski limaskapurin hevur í ein vissan mun verið til fyrimuns. Grønlendingar hava fingið stuðul frá EF til ymisk tiltøk og gjøgnum studnings- veitanir til vinnuliga útbúgving. Samstundis er Grønland farið at spæla ein alt leiklut i spurninginum um, 'hvussu tann EF-fiskivinnupolitikk- Roknad eisni Felags- størri endaligi urin skal siggja út verður við, aft marknaðarlondini fara at flyta út síni fiskimørk sokallad buskaparlig oki upp á 200 fjórð- og ein slik utflyting umfata Grøn- ingar kemur eisini at land Alt hetta er hent, meðan for maðurin í grønlendska landsråd- num, Lars Chemnitz, hevur spælt ein týðandi leiklut EUROPA — eitt tidarrir, sum viðger ymiskar EF-spurningar hevur havt eina samrødu við Lars Chemnitz. Til spurningin, á hverjum eki EF-limaskapurin hevur havt størstan tydning fyri Grønland, svarar Lars Chem- nitz: Tað er uttan iva á tí sosiala økinum. Okkara limaskapur i EF saman vid ti danska er so nyggjur enn, at tad annars er ov tidliga at siga nakad um tydn- ingin. Men vit hava notid gott av EF i sambandi vid vinnuligu útbúgvingina. Tað sama er gald- andi fyri sosialgrunnin hjá EF, haðani vit hava fingið stuðul, og frá Regionalgrunninum og Eu- ropeiska lleggingarbankanum, sum hava veitt bædi studningar og lán. Á tí sosiala og útbúgv- ingarliga okinum hava vit veru- liga kent stórar fyrimunir av at vera limir í EF. Í bandi hava vit kunna skipað fyri útbúgvingarskeiðum, sum íkki høvdu verið gjørlig, vóru vit ikki hesum sam limir í EF Fiskivinnupolitikkur Lars Chemnitz sigur seg vera Lars Chemnitz: — Eg eri ímóti fólkaatkveðum sum slíkum væl nøgdan við uppskotið til ein felags fiskivinnupolitikk við- víkjandi einum 200 fjórðinga búskaparligum eki. So leingi sum vit hava okkara seravtalur eri eg nøgdur við støduna. Men prinsippini í uppskotinum EF-fiskivinnupoli tikkin hava ikki okkara áhuga. Tey ganga í mongum forum ímóti ICNAF-avtalunum. Vit halda, at tað er langt til Keyp- mannahavnar, og tað er enn longri til Bruxelles. Men tað eru eisini fyrimunir við uppskotinum hjá Felags- marknaðinum. Eitt nú møgu- leikarnir fyri at loyva fremm- andum fiskiførum at veiða við vesturgrønlendsku strendurnar. A teimum leiðunum hava fyri tað mesta russar, norðmenn, føroyingar, spaniólar og portu- gisar roynt, og um Felags- marknaðurin kann hjálpa okkum í royndunum til at avmarka fiskiveiðuna, so verður ein bati í tí hóast okkurt av EF-limalond- unum, m.o. Týskland, fær loyvi at veiða innan fyri eitt møguligt búskaparligt oki. Síðani toskaveiðan er minkað burtur í einki er áhugin vendur imóti rækjufiskiskapinum. Ikki minst, ti eini 43 fremmand fiskifør eru skrásett at veiða rækju fram við vesturgrønlend- sku strendurnar. Lars Chemnitz sigur, at álitið hjá grønlendingum verður rækj urnar. Toskastovnurin hevur verið fyri ovurveiðu, og tí mugu oll tiltøk setast í verk til tess at verja rækjustovnin. Heimastýrið Um heimastýrið og EF-limaskap sigur Lars Chemnitz: — Vit, sum vóru fyri grøn- lendskum limaskapi í EF við valið í 1972, fingu ikki viðhald. Nokur, og tað vil serliga siga Sujumutrerslan, hevur sum yvirskrift, at grønlendski lima- skapurin eigur at verða upp- sagdur. Eg eri av teirri åskodan, at støda eigur ikki at takast til henda spurning fyrr enn Grøn- land hevur fingið heimastýri. Tað vil siga í fyrsta lagi aftan á 1. januar 1979. Lars Chemnitz sigur, at ein nýggj folkaatkvøda má haldast um eina víðari stødutakan til grønlendskan limaskap í EF. Men eg haldi ikki, at veljar- arnir høvdu fingið nóg góða upplýsing, áðrenn teir fóru til valborðið seinast. Týðiligt domi um hetta var ósemjan, sum gjørdist millum bæði viðhalds- menn og møtstødumenn. Ti eri eg persónliga ímóti fólkaatkvoð- um sum slíkum. Politikkarar eru valdir til at arbeiða fyri veljarar- nar, og teir kenna málini til botns. Ti eiga tað eisini at verða politikkararnir, sum taka av- gerðirnar, sigur Lars Chemnitz.