leygardagur 16. oktober 1976síða 11
‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 63 — 16. oktober 1976
sosialurin
Yvirvrakari
Tænastumannastarv sum yvirvrakari er leyst
at søkja. Løn i 21. og 24. lønarrammu i
tænastumannalógini. Við núgaldandi viðbót-
um er byrjunnarløn og endaløn åvikavist kr.
79.965,- og kr. 104.100,- árliga. Eftir 8 3 í
løgtingslåg um almenna starvsstovu er
vrakarastovnurin starvsstovuni til hjálpar í
eftirliti av virkjum v.m.
Umsóknir mugu vera landsstýrinum í hendi
innan 1. november 1976.
Landsstýrið
Electrolux
fremst í frysting
Frá Mikkjalsmessu og árið at enda lata vit
1 krov og Í dunnu
við hverjari av hesum frystiboxum:
TC 145-410 litra
TC 195-510 litra
e Electrolux
SNAR NR AASE
Lýsing
Starvið sum havnafúti við Gøtu havn verður
hervið lýst leyst at seta frá 1. januar 1977.
Upplýsingar um starvið fáast við at venda
sær til kommunuskrivstovuna.
Møguligar umsóknir mugu vera Gøtu bygda-
ráð í hendi áðrenn 1. desember 1976.
Gøtu, tann 12. oktober 1976
GØTU BYGDARÁÐ
Lýsið í sosialinum
Snarfrystirúm
Kemur niður á 35
kuldastig
Í hesum rúmi kunna tygum
sjokkfrysta feskar verur
Vísindin hevur prógvað, at
matur skal frystast skjótt
fyri at góðskan t.e. vita-
minir, smakkur og allur frisk-
leikans dámur kann varð
veitast best:
Hetta verður best gjørt við
Electrolux
Electrolux
garanti
Electrolux gevur 1 árs gar-
anti. Hetta umfatar bæði
umvæling og eykalutir. Vit
hava serútbúgvið fólk, sum
tygum kunnu heita á, um
tað skuldi gjørst neyðugt.
Seta tygum stór
krøv um dygd
og góðsku,
er
ELECTROLUX
svarið
Vit hava bert
tað besta
Bøkbindaragøta 8
Tórshavn
NSA
Sida 11
Framhald frå sidu 9
orku, sum vit nú hava givið
L. Øssursson.
Og meðan hetta er hent,
hava vit ongan familjulim
havt til at virka fyri okkum í
figgjarnevndini fyri at fáa al»
menna avloysing fyri okkara
kautiónir.
Hesi bæði árini havi eg
persónliga nýtt væl av
peningi og skuldbundið meg
fyri fleiri hundrað túsund
krónur, fyri at stuðla teir her
á plássinum, sum reka vinnu.
Kortini havi eg tíbetur eisini
orkað at goldið stóran skatt,
so lutteka min í vinnu hevur
ikki verið at sleppa lætt í
skatti.
L. Øssursson hevur sanni-
liga enn ikki roynst okkum
nakar gullklumpur. Tad høv-
du vit heldur ikki væntað tå
vit fingu hesa »gåvu« frá
landsstýrinum. Tvørturimåti
legdu vit allir pening út eg
persónliga 125.000 kr. — fyri
at fáa hann í vinnu aftur í
1976.
Hesa »gåvu« frá løgmanni
bróðri — sum Pauli Ellef-
sen sigur eg eri hovuðsmót-
takari av, tó at 30.000 kr.
bert er ein partur av 300.000
kr., vil Pauli Ellefsen hava
afturtikna. Er tað tí at hann
ikki var »solid« nokk at
keypa Bjarnoy II. Men royni
hann bert tað, kanska hann
heldur okkum skaðaleysan
kortini.
Nú kann Pauli Ellefsen
siga, at illgitingar hans hava
notið mær hart, og rætt er
tað, at eg kenni meg særdan
av at vera viðfarin so órætt-
vist, tá eg við mær sjálvum
veit, at vit nærum hava
sveittað blóð fyri at halda
ymisk vinnutiltek í gongd, og
so fáa at vita, at vit hava
gjert hetta óheiðurliga við
»gåvum« frá legmanni
bróðri. Skipið var jú alment
útboðið og keypt í opnum
handli.
Vit eru góðir við L. Øssurs-
son, vilja reka hann við
heiðri, og eisini til sína tíð
selja hann við heiðri, tí hann
hevur virkað sum katalysa-
torur í einum av teim klump-
um her í oynni, sum vónandi
kemur at spinna arbeiðs-
monnum og kvinnum gull,
nevniliga Tveroyrar Flaka-
virki
Tað er kanska hetta sum
ikki dámar Paula Ellefsen,
hann tykist vera ein av gamla
konservativa slagnum, sum
heldur sær eina køvandi hond
lagda yvir Suðuroy. Tað
bendi handfaring hans av
málum og hjartalag hans
yvirfyri málum sum Smyril,
Bjarnoy I og II, Rekjubáti,
L. Øssursson, Kyrruvik og
eðrum.
A Tveroyri, 13. oktober 1976
Signar P. Dam.
telf. :11820