mikudagur 20. oktober 1976síða 4
‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 4
VESTUR UR A FT NENS RAN AG
Journalistiskt lágmark
í Dimmalætting
Lágmarkið av øllum føroyskum
journalistikki sóu vit í Dimma-
lætting týsdagin í samband við
aðalfundin hjá Meginfelag Ut-
róðrarmanna. Á forsíðu blaðsins
var eitt referat, um vit tora at
koyra greinina undir tað heitið,
ið var so vánaligt, at tað var
skomm fyri blaðið og synd fyri
lesararnar og tey avvarandi.
Ikki ti, tað kann alt vera referera
rætt, men eg hugsi mest um
uppsetingina, vánaligu mál-
nýtsluna og hvussu út av lagi
keðiligt greinin var skrivað. Tað
var bart út „undir allan kritikk«.
Dimmalætting skal annars
hava rós fyri at vanda sær um
foroyska málið. Í so máta liggur
blaðið møguliga fremst í Føroy-
um (men tað er bara so ólukksá-
liga lítið, sum stendur í blaðnum
í mun til í hinum trimum
blødunum: 14. September, Sosi-
alinum og Dagblaðnum). Tí
kann tað ikki vera ein av
journalistisku = medarbeiðarum
blaðsins, ið eigur ábyrgdina av
viðkomandi grein. Um so er —
Guð náði okkum! Antin má tað
vera onkur av fundarluttakar-
unum, ella onkur heilt óvanur,
sum hevur gjert hetta makk-
verkið!
Annars tykir mær tað vera
vanaligt, at einki av hinum
bløðunum glørdu nakað við að-
alfundin
Greinin byrjar
í rskrin Aðalfun
infelag Utróðrar!
se ngurin 1
ind! n oa
14 nt, at tað er aðal-
Og málið ningarnir
Há rð
bro i ;
I r « { de il 30
pp rtar ligt foroysk
er at t ramlegði eina
nýggja skipstypu < Vanligt
føroyskt er skipaslag. So stend-
ur >sokallað Multipurposetypu
Ei nog góð frågreiding
er um, hvør ella hvussu »typan«
er. Tad stendur bara » har
skip kundu hava upp til 3 driftir
Vanligt føroyskt er veiduhættir
)=try. Í staðin fyri, at tað stóð
triggjar veiðuhættir Soleiðis
kann vera hildið fram: likaleidis,
nærsagt, dent á try ting, at
ganga fyri seg 0.s.fr. stað næsta
var at eliminera so nógv ópro
duktivt arbeiði sum gjerligt
umborð m.a avskaffa ...a
Fremmandaorð kunnu sjálvsagt
nýtast, tá einki foroyskt er til
taks, men har tað er lætt at flyta
yviri foroyskan málburð, skuldu
fremmandaorð verið fullkomiliga
óneyðug, uttan tey mest van-
ligu. Hetta skrivingarlagið í
Dimmalætting kennist tápuligt
Orðið avskaffa«
vanligt orð í føroyskari mål-
Møguliga
nytslu, men t.d. sleppa undan
ljóðar nógv betri
Og so kemur ein setningur við
i færri enn 6( 0 orðum við
r vb: I tiir vh t er
ot um YKasetningur og
. (Om Gt 1 -
drum orudd skrivi setningin
fyri atwvisa á, hvussu skrivingar
lag kann bronglast: >Tað triðja
var, at dentur varð lagdur á at
fáa smærri og relativt færri for,
sum arbeiddu á sama hátt, sum
útroðrarbátar gera i dag, nevni-
liga vid at egna í landi (á landi!),
og gera hesi skip so effektiv, so
tey við bert 7 monnum umborð
skulu kunna veiða á somu
leiðum og líka so nógv sum
sterri linubátar við 15 monnum,
har egnt verður umborå. «
Hesin setningurin er jú óneyð-
uga langur, og ti torførur at
skilja. Latum okkum sleppa
undan hasum „kanselimáli-
num«. Vanlig fólk og enn minni
børn skilja ikki ein slíkan setn-
ing fyrstu ferð, hann verður
lisin, og tað má vera endamálið.
Vónandi hevur greinskrivarin
fingið somikið at hugsa um, at
viðkomandi kennir eina sterri
ábyrgd mótvegis lesarunum —
sosialurin
ella lat meg bara siga øllum
Foroya fólki — tí Dimmalætting
kemur jú so at siga í hvort hús.
Hon hevur ella er eitt monopol
og ti hevur lesarin krav um
dygd. Tað eru ikki bert lýsingar-
nar, sum skulu vera dygdargóð-
ar og rúgvismiklar, men eisini
tidindini til brúkararnar av blað-
num, ið ofta fáa litið fyri
pengarnar.
Eitt annað, sum óivað fleiri
gjørdust bilsin yvir var, tá
greinskrivarin skrivar: ».… og
hevði ein kenslu av …..«. Hver
»ein« í hesum føri er, skal lesarin
eisini gita sær til, ti greinin er
ikki undirskrivað av nekrum.
Latum okkum sleppa undan
slíkum krotusmiðju-journalist-
ikki aftur.
Brævið gjørdist heldur lang-
rekið, men mær tykir, at greinin
skal ikki fara framvið uttan eina
einastu viðmerking, hóast fólk
yvirhevur kanska ikki hugsa um
slíkt, men bert slúka rátt. Og
tað kann vera vandamikið. Ikki
minst hjá barnum. Tey halda
helst, at tað, sum bleðini skriva
Nr. 64 — 20. oktober 1976
er rætt, hóast tað íður av
stavivillum. Hesum seinasta
viðvíkjandi áttu serliga Sosial-
urin og Dagblaðið, ið hava sett
oll met í villum og óvandnari
skriving, at lagt seg nærri eftir.
Tá málið eiga vit at menna.
Tað er jú eitt av teimum fáu
eyðkennum, vit framvegis eiga.
Men haldi endiliga fram við at
nýta lætt og neyvt mál — og
leggð gjógv millum tað stirvna
seturmálið, sum 14. september
hevur havt hug at fjeppast
uppii.
Fr.
Viðm. til brævið.
Tá Sosialurin sá dagsskránna til
fundin, sum var ógvuliga áhuga-
verd, spurdi hann seg fyri, men
formaður felagsins, adolf Hans-
en, segði, at fundurin var fyri
læstum hurðum. Ti einki um
fundin í Sosialinum.
Blaðstj.
Stutt frágreiðing
til Havnar borgarar
um meinigheitshúsið
Fyri nekrum árum síðani
bleiv sáttmáli gjørdur millum
meinigheitshúsráðið og
Pórshavnar byråd, har ráðið
fekk 2 hús við Tinghúsvegin
umframt 100.000 krónur móti
at býráðið fekk gomlu mein
igheitshúsini
hóast by ggiloyvi var givið
av býráðnum, og aftaná at
hetta bleiv ov gamalt og
einri aftur endurnyggjad,
var ikki farið undir at byggja
Í fjór kom ynski frá for
manninum í meinigheitsráð
num um at fáa part av
skulaøkinum í Jónas Bronx-
getu í býti við ogn teirra við
Tinghúsvegin
Hetta ynski hansara gekk
eg og ein meiriluti av býráð-
num við til, treytað av at
seinri samráðingar skuldu
fara fram millum Tórshavnar
býráð og meinigheitshúsráð-
ið, um hvussu býti skuldi
verða.
Fyri fáum mánaðum síðani
var lagt fram í mentamåla-
nevndini eitt lidugtgjørt
uppskot til »makaskifti vid
meinigheitshúsið< har byråd-
ið skuldi lata alt skulaøkid
við ábygdum skúlum, stórt
3800 m', til eitt virði av fleiri
milliónum krónum
Vá talan nú er um alt okið
for eg at fregnast hver stóð
aftanfyri nevnda uppskot, og
var úrslitið at sami maður,
nevniliga byrådslimur Sofus
Sivertsen fyri byrådid og og
meinigheitshusrådsformadur
Sofus Sivertsen fyri meinig-
heitshúsið arbeiddi fyri
makaskiftisskjalid, og vórðu
blivnir samdir um byýtið.
henda gerð fekk meg at
reisa spurningin um habilit-
etin hjá Sofus Sivertsen.
Á seinasta býráðsfundi
ynskti eg tí málið útsett til
aftaná valið, tá eg helt málið
vera alt ov stórt til at lata
Sofus Sivertsen aftur mis-
nýta hetta sum bíligt valagn
sær til politiskan fyrimun.
At Sofus Sivertsen skírir
meg at vera eitt amboð fyri
tað hann kallar »anti-krist
iskar kreftir« merkir bert
mannin, men tá tvey dul-
nevni í Dimmalætting, ein
havnarkona og ein havnar-
maður, leggja javnaðarflokk
in undir at vilja týna kristin-
dómin, npyðist eg at mót
mæla, og visa fólki hvussu
byráðslimur og meinigheits
húsráðslimur Sofus Sivert-
sen, eftir minum tykki, mis-
nýtir sitt mandat.
Eins væl og hann sum
formaður hevur ábyrgd fyri
meinigheitshúsinum, hevur
hann so sanniliga sum by-
ráðslimur eisini ábyrgd fyri
Tórshavnar býi
Jákup Sune Jacobsen
SES DENE
Um at krógva seg
Tå id å sinni so mikil skriving
um dóp stóðst, tók mangur til
orða bæði fyri og imét, hvussu
nu frægast kundi gagna okkum
smáu, doyptur ella ódoyptur, at
ragga okkara lívsveg. Millum
teirra var ivandi sál, sum orsak-
að av sjúku ikki á hóskandi aldri
kundi verða doypt, og tá hetta
nú ikki var avrikad sum vanligt
var ein mánað eftir fødingina,
helt umreddi illa bera til at fáa
hetta gjørt seinni, væl at
merkja, tá hann hevði fingið so
frægt skil, at tað tóktist honun
skomma it lata seg doypa
trøllvaksin, og tiskil varð kor
lirmasjónin eisini av ongum
«Hin odoypti« leitaði sær í
blødini sum so mangur og fekk
har råd frå mongum vælmein-
andi. guðsóttandi fólkum, tó
einki av hesum kundi veita
ivandi sál hansara trygd og
vissu fyri, um nú honum á evsta
degi untist at vinna á mál
Men tað sum góð ráð í
lesarabrøvum ikki megnaðu, tað
gjørdu harafturimóti brøvini frå
»prestinum« og »frelsunnarher-
umbodnum«, tað at vissa hin
»odoypta« um, at hóast ongan
dóp og onga konfirmasjón, var
kortini ein vón, og honum
kendist av hesum lætti, tyngdu
sál hansara stórur uggi, og orðið
lakk tyktist alt ov småligt sum
samsýning til prestin og hin, ið
troystaði.
Hvussu nú »hin ódoyptic i
dagliga yrki sínum skikkar sær,
kann eg av grundum einki siga
um, ti viðkomandi er mær pura
ókendur, men hvat skriving
vidvikur, so hevur hann i vøggu-
gåvu ikki fingid sørt av hesum
kynstri, og tå sagt verður, at
Føroyingurin er føddur vid år i
hendi, so hevur »hin ivandi« ella
»odoypti« neyvan havt annað
enn ein blýant í hondini, tá hann
á fyrsta sinni sá dagsins ljós
Skriving hansara er speisk og
stundum stingandi, og hon hev
ur onkuntid til endamáls at
halda hampafólk fyri tað turra
spott, sum nú »neydarropid« frá
Framhald á síðu 7
við-
merkingar
Mennið
bygdaskúlarnar
Tingakrossur skrivar um
stevnumið sjålvstyrisflokk-
sins. M.a. nevnir hann
bygdaskúlarnar og hvenn
tydning bygdalivid hevði
fyri børnini. Krossur skriv-
ar:
Verða bygdaskúlarnir tiknir
burtur koma fleiri sereyð-
kenni at detta burtur eisini
og vit gerast fátækari.
Kunnleikin til fortíðina,
liviháttin og málið gerst
linari, um hann bert skal
fáast við at lesa sær tað til,
sum kundi verið upplivað
og ti ringt at komið til livs,
hóast stóran ágang.
Sjálvstýrisflokkurin hev-
ur hildið hetta verið so
neyðugt at útbyggja okkara
egna skúla og útvega so
nógvan lærdóm, sum til ber
at fáa her á landi, bæði við
at menna bygdaskúlarnar
og fáa hægri skúlar og
granskingarstovnar so væl
utgjørdar fyri at tey, sum
skulu vera for fyri at standa
seg við sínum føroysku
fortreytum og hava nóg
mikið í foroyskum gransk-
ingarevnum, sjálvt um tey
meir enn so rekka út um
okkara landamark.
Arbeiðsbýti lands-
stýrismanna
14. September heldur, at
tey ymisku målsøkini i
landsstýrinum eru býtt
skeivt. 14. heldur, at sosial-
málaráðharrin, ið eisini
hevur idnaðarmál um hendi
(herundir = skipabygging),
heldur skuldi havt komm-
unumál. Ídnaðurin, sum er
nær tengdur at fiskivinn-
uni, skuldi heldur verið
undir — fiskivinnurådharra-
num. Um menta- og sam-
ferðslumál skrivar 14.:
Mest margháttliga býtið er
tó býtið av mentamálum og
samferðslumálum. Her hev-
ur ein landsstyfismaður
mentamál, samferðsluna
uppi á landi og landbúnað-
armál, meðan ein annar
hevur skúlamál, samferðsl-
una á sjónum og komunika-
tiónina yvirhøvur (post,
telefon o.s.fr.). Her kann
hvor maður síggja, at her er
farið fram eitt vitleyst býti
av málsokjum. Undir
mentamálalandsstýris-
mannin hoyra m.a. skúla
mál, útvarp, bókasavnsmál
undir sam
ferðslulandsstýrismannin
o.s.fr., og
hoyra vegir, havnir, sam-
ferðsla sjó, land og loftvegis
0.S.Ír.
EET EN
EEN
TERE