mikudagur 1. desember 1976síða 13
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
me
Nr. 75 — 1. desember 1976
sosialurin
Sida 13
Kommunurnar tryggja demokratiið
— Desentraliseringin er við til at varðveita ta
produktivu vinnuna, sigur Finnbogi Isaksen
Tað er av stórum týdningi,
at landið er býtt upp í nógvar
kommunur, sum eru við til at
tryggja demokratiid, samstund-
is sum tann produktiva vinnan
verður varðveitt, segði Finnbogi
Isaksen, landsstýrismaður, tá
hann setti 2. landstingið hjá
Foroya Kommunufelag í Havn
mikudagin.
Finnbogi Isaksen segði, at tað
er vorðið meiri vanligt í londum
uttan um okkum, at valdið
verður latið lokalu myndug-
leikunum, og at hesin fram-
gangsháttur eisini er við til at
tryggja búsetingarmynstrið,sum
er eyðkent her á landi.
Varð valdið miðsavnað, so
hevði verið torfort hjá fólki at
trivist úti á býgdunum, segði
Finnbogi Isaksen.
Hann segði, at tað kann vera
praktiskt at samanleggja
kommunur, men at tað eisini er
av týdningi at hava smærri
kommunur, sum geva fólki á
smáum plássum betri møgu
leika at ávirka, enn um tey vóru
í einari storri kommunu. Hin
vegin legði Finnbogi Isaksen
dent á samskipan kommunana
millum og helt, at hetta best
gerst við samvinnu
Tilsamans 27 kommunur við
36.000 íbúgvum eru limir í
Foroya Kommunufelag.
Tad vildi verið ynskjandi,
at tær kommunur, sum enn
standa uttan fyri við sínum
6.000 limum, fáa sær limaskap í
felagnum, segði Finnbogi Isak
sen, sum helt, at Føroya Kom
munufelag i størri mun eigur at
verða teimum smærru kom
munum ráðgevandi, vegleiðan
di og ekspertisuveitandi.
Umhugsa at skipa fyri
kommunalum skeiðum
Føroya Kommunufelag hevur kannað møguleik-
arnar á háskúlanum
Vit hava arbeitt við ætlan
ini um at skipa fyri einum
kommunalum skeiði og hava
kannað møguleikarnar fyri at
hýsa einum tílíkum skeiði á
Foroya Fólkaháskúla, sum
hevur játtað møguleikarnar at
hjálpa okkum við hølum í eina
viku í februar mánaða.
Hetta upplýsti formaðurin í
Foroya Kommunufelag, Tum
mas Jacobsen, á landstingi
felagsins mikudagin.
Hann segði, at í Danmark
verður javnan skipað fyri tílík-
um skeiðum, og at føroyingar
hava høvi at luttaka á hesum
skeiðum, men Tummas Jacob
sen helt, at tað er dýrt at fara til
Danmarkar, serliga tá summi
skeið bert vara í ein ella tveir
dagar.
Tað má tí haldast at verða
ómetaliga hent, at møguleikar
verða fyri at halda tílík skeið í
Foroyum nú, segði Tummas
Jacobsen.
9 ára gamalt
Foroya Kommunufelag er 9 ára
gamalt. Tað varð stovnað í
desember 1967 við táverandi
formanninum í Klaksvíkar
kommunu, Asbjørn Joensen, á
odda.
Nú er 27 limakommunur í
felagnum.
Iummas Jacobsen sigur, at
tað er áhugi hjá fleiri kommun
um at fáa limaskap, men enn
hava tær ikki fingið tað upp í
lag. Hann nevnir, at ein heil
oyggj framvegis er uttan fyri
kommunufelagið. Tað er Sand-
oyggjin.
2. landstingið hjá Feroya
Kommunufelag endaði hós
dagin. Seinast, felagið helt
landsting, var fyri tveimum
árum síðani.
Ókeypis
lyktakanningar
fyri allar bilar
Ráðið fyri Ferðslutrygd skipar
fyri landsumfatandi lyktakann-
ingum
Í komandi viku frá leygardegn-
um, tann 27. í hesum til leygar-
dagin tann 4. desember, báðar
dagar íroknaðir, verða øll, sum
hava bil, bjóðað til ókeypis
lyktakanning, sum fer fram á at
kalla øllum bilverkstødum og
servicustødum í landinum og hjá
Bileftirlitinum.
Á teimum uleið 30 kanningar
stødunum, sum hava plakatina
»Okeypis Lyktakanning« i syn
isglugganum fara kanningarnart
fram innan fyri tær tidir, sum
tilskiladar eru å plakatini
Alt talar fyri, at meginpartur-
in av bilunum koyra vid misvis-
andi (ólógligum) lyktum.
Fyri at eingin misskiljing skal
standast av orðingini >Ókeypis
Lyktakanning<, skal týðiliga
verða sagt, at tað bert er
kanningin av lyktunum, sum er
ókeypis. Neyðugar umvælingar
ella rættingar mugu bilførarar
rokna við sjálvir at gjalda.
hvors lyktir
Teir bilførarar,
eru i lagi, ella sum fáa rættað
feilin, fáa útflýggjað eitt rúta
merki, sum Ráðið fyri Ferðsl
LYKTAKANNING 1976
Ráðið Fyri Ferðslutrygd
trygd mælir øllum bilførarum til
at seta innanfyri å høgra sidu-
rút. Hetta fer at hjálpa bilførar-
um gjøgnum tey $ 13 eftirlitini,
sum politiið og bileftirlitið fara
undir í vetur
Undir hesum $ 13 eftirlitum
fer politiið júst at hava serligan
áhuga fyri, um motorferarar
hava nytt høvi til at fáa sær
lyktir og refleks í ordan, meðan
ókeypis kanningin fór fram.
Ráðið fyri Ferðslutrygd
| - = |
US SO [OST
Fad verður her gjørt kunnugt, at
KUNNGERD
Forshavnar byråd hevur
samtykt at góðkenna niðanfyri nevndu gøtunøvn eftir tilmæli
frå gøtunavnanevndini
I.
6.
9.
10
11
13.
14.
16.
18.
19.
20.
. Vegurin ið er
. Vegurin frá húsinum hjá Hans M
. Vegurin ið gongur úr
Vegurin id gongur av Tórgarði og nidan móti Eysturskúl
anúm:
Tórgarðsgeta
Vegurin úr Tórgarðsgotu og í eina sneiðing útaftur í
Tórgarðsgotu
Hamarsgøta.
Vegurin id gongur ur Vardagøtu og i ein nordan oman
vestanfyri Villumslåg
Mariugøta
Frå utstykkingini hjå Føroya Jardarråd uppi å Ternuryggi
Fyrsti vegur nidangangandi ur Sundsvegnum og eystur
Birnugøta.
Annar vegur nidangangandi
Gæsugøta.
Tridi vegur nidangangandi:
Oluvugøta
. Vegurin ið gongur úr Landavegnum tvørtur um Rættarå og
suðureftir:
handan A.
Vegurin úr Stoffalåg og suður til Eysturskúlan
Skúlageta.
Vegurin suður úr Velbastaðvegnum og fram við Kirkju
garðinum:
Vikavegur.
. Vegurin úr Hoydalsvegnum og niðan til Itrottarhøllina
Hallarheygur.
. Nevini Fjósatún og Sornhústún verða broytt til
Fjósageta - og Sornhúsgeta.
Vegurin ið gongur vestur úr Íslandsvegnum og í eina
sneiðing norður aftur í Gronlandsvegin
Bjarnoyarvegur.
Vegirnir úr Tórfinsgetu og yvir í Svalbarðsvegin, fyrsti
vegur eftir Krosslid:
Slættalið.
tann ovari:
Vallalid.
framhald av Vardagøtu og norður úr
Oyggjarvegnum
Villingadalsvegur.
Vegurin av Frælsinum og suður fram við Statshospital-
inum:
Eirargarður.
Reinert á Hoyviksvegn
um og niðan til Hans D. Jacobsen:
A.C. Evensens geta.
Vegurin ið gongur úr Stoffalåg og suður móti Gálgasteini:
við Gálgastein.
Vegurin norðan fyri Landssjúkrahúsið og
Sandagerði:
oman I
Sandagerðisvegur.
Vegurin ið gongur úr Djóna i Geils getu og vestur í
Liitzenstrød:
Lavagøta.
Liitzenstrød og eystur til Viggo
Liitzen:
Sólteigur.
Viðvíkjandi uppbýtan av bynum í eki, vórðu hesi stadarnøvn
samtykt
I Bug Ternuryggur Sortudiki undir Svartafossi
Ovaru Hoydalar 3oðanes — Nordurbyur Uppi á Hálsi
Gundadalúr Konmansmyra á Hoyvikstjørr å
Pórgarði Eysturbýur Midbvur Viðarlundir dit
Varda I Svanga Vesturbvur Prestlås S verð
a Heygun Mikla Marl undir
Fløtur við Sandi
——————"—á