Sosialurinarkiv
Sosialurin 1977-01-12, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 12. januar 1977síða 2

‹ fyrra síða allar 4 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 2 i år telf. 11820 giro G2N27 Sosialurin box 76, 3800 Torshavn Utgevari: Førøva Javnadarflokkur Blaðstjóri: Vilhelm Johannesen (ábyrgd) telf. 56411 Prent: Heygsprent Hvat so FISKIMARKIÐ er flutt út á 200 fjórðingar. Hvat so, tað er spurningurin, ið settur verður okkara politikkarum, og sum havdur verður á lofti mann og mann ímillum í hesum døgum. SPURNINGARNIR, ið støda skal takast til eru fleiri, og ikki eru allir hesir spurningar eins lættir at greiða. Ein av hesum spurning- um er, um útlendingar skulu fáa rættindi innanfyri nýggja fiskimarkið, og um so verður, ið hvussu stóran mun teir skulu sleppa at veiða. TÁ HUGSAÐ verður um, hvussu okkara fiskiskipafloti er samansettur, kann ongin ivi verða um, at vit megu lata gðrum tjóðum veiðurættindi her, fyri harvið at tryggja okkara langfaraskipum rættindi hjá ødrum. Í gllum fórum má hetta verða politikkurin í eini tillagingartíð. SÍÐANI EIGA vit at leggja stóran dent á royndarfiskiskap og gjølligar Kanningar av fiskileiðunum innanfyri nýggja fiskimarkið. Út frá hesum kanningum kunnu vit so meta um, annaðhvort vit kunnu liva av grunnunum ella ikki, og um fiskifgrini, sum í dag troyta fjarleiðirnar, eisini kunnu reka lønandi fiski- skap á Føroyaleidini. VIT HOYRDU nú um dagarnar, at íslendingar høvdu funnið eitt rættuliga stórt reyðumið í íslendskum sjógvi á gkinum millum Ísland og Føroyar, og spurningurin er sjálvandi, um líknandi mið og onnur fiskasløg við eru at finna í okkara parti av hesum sjógvi. ØLL ERU VIT vitandi um, at stórar nøgdir av brosmu og upsa eru undir Føroyum, men orsakað av tí lága prísinum hava hesi fiskasløg bert havt litlan búskaparligan týdning. Ein annar spurningur verður tí, at finna marknað fyri hesum og ødrum fiska- sløgum, ið møguleikar eru fyri at veiða. NÓGV HEVUR eisini verið tosað um vaktar- tænastu. Í hesum sambandi verður tosað um rættuliga stórar peningaupphæddir. Skal vaktartænastan útbyggjast í mun til víðkan- ina av fiskimarkinum, kann hon lættliga koma at kosta okkum meira enn tann fiskur, ið útlendingar árliga hava veitt undir Føroy- um. Og tað er vanvit. UM SO VERÐUR, at sínámillumrættindi bert koma upp á tal í eini tillagingartíð, megu vit rokna við, at øll lond fara at broyta sín fiskivinnustruktur frá tí hann nú er, og til bert at umfata heimafiskiskap. Og harvið fara veiðutjóvarnir í søguna og krøvini til vaktar- tænastuna verða minni. HESIN PENINGUR verður tí hentari nýttur til royndarfiskiskap, fyrireikingar til tær broyttu umstødurnar og meguligar alternativar vinnuvegir. sosialurin Studningur til listafólk Studningur, upphædd kr. 20.000,-, er leysur til ung, sum sýnt hava góðar gávur og sum ætla sær uttanlands at búgva seg út í málninga- ella myndhøggaralist. Umsóknir, stílaðar til Føroya Landsstyri, við gellur upplýsingum, eisini viðvíkjandi listarligari útbúgving áður og serliga viðvíkj- andi teirri ferð, peningurin ætlast nýttur til, verða at senda Listafelagið Føroya, Torshavn í seinasta lagi 1. februar 1977. Listafelagið Føroya SK frova følkabáskuli SUMMARSKEIÐ FYRI GENTUR OG DREINGIR byrjar 15. februar Nr. 3 —12. januar 1977 MADS CHR. JACOBSEN Exam. prakt. tannteknikari Dr. Jacobsensgøta 11 3800 Tórshavn — Tlf. 1 4796 Kons.: 9—17 Leygard. 9— 12 Leir maskinskriving veving seyming fimleikur fiskivinna Bæði fyri tey, ið eru á byrjunarstigi og tey, ið eru komin longur: føroyskt, danskt, enskt, tyskt, rokning og matematik. sega, kunning, samfelagsfrødi, bókmentir, list, filmur, fyrilestrar o.m.a. FYRIREIKING TIL HF — eitt minni fyri lívið kann eitt háskúlaskeið verða Nærri upplýsingar á tif. 11743 ella 12801 Stjórnin Supermarknaða- fyristødumadur ella -kvinna Til supermarknada okkara, sum letur upp til heystar i år, søkja vit fyristødumann ella -kvinnu. Fyristødumadurin (-kvinnan) fær ábyrgdina av dagliga rakstrinum so sum innkeyp, sølu, reklamu, starvsfólk v.m. Lenin verður samsvarandi krøv okkara. Hava tygum áhuga fyri einum sera sjálvstøðugum og ábyrgdar- miklum starvi við góðum framtidarmøguleikum, kunnu tygum senda okkum eina skrivliga umsókn, sum kann verða grundarlag P/F frá 20. juli 1976 postbox 125 — 3800 Torshavn fyri persónligari samrøðu. Slaktarafyristødumadur Til supermarknada okkara, sum letur upp til heystar i år, søkja vit slaktarafyristød8umann. Fyristødumadurin fær ábyrgdina av dagliga rakstrinum av slaktarínum. Lenin verður samsvarandi krøv okkara. Hava tygum áhuga fyri einum sera sjálvstøðugum og ábyrgdar- miklum starvi við góðum framtidarmøguleikum, kunnu tygum senda okkum eina skrivliga umsókn, sum kann verða grundarlag P/F frá 20. juli 1976 postbox 125 — 3800 Tórshavn fyri persónligari samrødu.