mikudagur 19. januar 1977síða 2
‹ fyrra síða allar 4 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 2 sosialurin Nr. 5 — 19. januar 1977
sialurin telf, 11820 giro 6282725
box 76, 3800 Tórshavn
Utgevari: Føroya Javnaðarflokkur
Blaðstjóri: Vilhelm Johannesen (ábyrgd) telf. 56411
Prent: Heygsprent
” =
Ungdómsspurningar
ÚTVARPIÐ tók leygarkvøldid upp tjak um
ungdómsspurningar og lovaði at meira
skuldi koma, soleiðis at ein samanhangandi
debattur um ungdómsviðurskifti kom í lag.
Hetta er tiltak, sum helst er væl móttikið av
teim flestu, tí tað hevur altíð áhuga at vita
hvat hugsanin um ungdómin er og hvør
framtíðin er hann byggir á.
FYRI árum síðani var uppskot á tingi um eina
skipaða frítíðarlóggávu, men var henda íkki
samtykt. Síðani hevur frítíðarlóggávan ligið í
onkrari nevnd, sum enn ikki er komin við áliti
sínum. Men landsstýrismaðurin lovaði undir
orðaskifti útvarpsins, at álit fór at koma.
MEN tað hevur skund at síggja eitt sovorði
álit, tí tað er ikki hissini, at hoyra útvarpið
siga hvørja einastu viku frá kriminellum
hendingum, sum ofta vísa seg at stava frá
ungdóminum í Havn.
TAÐ er ein annar táttur í hesum viðfangi,
sum vit eisini eiga at geva gætur. Hendan
gongdin, sum verið hevur síðstu 20 árini at
allur ungdómur so líðandi verður skrúðaður
inn í býirnar, fyrst og fremst Havnina, tí tað
eru einans á stórplássunum mæøguleikarnir
finnast til lærdóm, til lesnað.
LAT okkum taka hetta mál upp, lat okkum
ikki fremja stórri midsavning av ungdómi-
num í høvudsstadin. Tað er ið hvussu er ein
gongd, sum ikki fremur góðar møguleikar
fyri ungdóminum at kunna brúka sína frítíð á
ein sunnan og góðan hátt.
TÍ ER tað eitt av stóru málunum hjá politikar-
um okkara at finna útav hvussu vit á
lagaligasta hátt sleppa Havnini burturúr
sínum stóru ungdómstrupulleikum við at
lætta um trysti av at stovnseta allan skúla-
skap í høvudsstadnum, tað kann ikki vera til
annað enn konsentrering av ungdómstrupul-
leikum sum ein av negativu avleiðingunum.
” LJ
Lýsing
Søkt verður eftir 3 telefonmontørum at
arbeiða á bygd. Arbeidsøkid verður Norð-
streym og Eysturoy.
Løn samb. sáttmála millum Føroya Lands-
stýri og Starvsmannafelagið. Umsóknir
skulu sendast telefonverkinum í seinasta lagi
1. februar 1977.
Telefonverk Føroya Løgtings
Postbox 27
3800 Torshavn
FÅ u
Lysing
Tað verður lyst til kappingar um tekning av
einum eykennismerki (fråmerki) til Føroya
Kommunufelag. Tekningin, sum verdur send
felagnum, skal vera i tveimum eintøkum, ein
teknað við svørtum og ein við litum.
Tekningin skal ikki hava haraldikform.
Tekningarnar skulu vera Føroya Komm-
unufelag í hendi í seinasta lagi 20. februar
1977.
Innsendarin skal seta eykennismerki (frá-
merki) á tekningar sínar, og á seglaðum
brævbjálva við sama frámerki á skal innsend-
arin siga, hver hann er.
Fyri ta bestu tekningina teknað við svørt-
um og litmynd, rindar Føroya Kommunu-
felag kr. 1.500,00, fyri ta næstu kr. 700,00 og
fyri ta tridju kr. 400,00.
Starvsnevnd Føroya Kommunufelag dømir
Tær triggjar tekningarnar, sum goldið
verður fyri, eru ogn hjá Føroya Kommunu-
felag, og skilar felagið sær rætt til ikki at vera
bundið til at gera brúk av nøkrum av hesum
tekningum sum eykennismerki (frámerki)
fyri Foroya Kommunufelag.
Glyvrar, tann 10. januar 1977
Føroya Kommunufelag
Foreldur ella verjar
ið ætla at lata børn síni í Kommunuskúlan,
Venjingarskúlan ella Eysturskúlan komandi
skúlaár, verða biðin um at siga frá á
skúlanum mikudagin og hósdagin hin 19. og
20. januar millum kl. 16 og 18.
Born, sum búgva eystanfyri Frælsið,
Mattalág og Hvarvið verða tilmeldað í Tórs-
havnar Kommunuskúla, meðan børn, ið
búgva við nevndu vegir og vestanfyri, verða
tilmeldað á Venjingarskúlanum. Bern, sum
búgva sunnanfyri Mylnugøtu, vid Tinghús-
vegin og eystanfyri, verða tilmeldað á
Eysturskúlanum.
Tórshavnar kommunalu skúlar
HEIMA TLF 12940
dagbókin
Fráfarin
Skúlastjórnin sigur frá at
Louisa Johannesen, yvirlær-
ari, er vegna aldur farin úr
starvinum við Fuglafjarðar
skúla frá 1. februar at rokna.
Nýggj bók
Bókin Pofetiska ætlan Guðs
er útkomin. Bókina hevur
J.M.Davies skrivað, og er
tað forlagið Reddin, sum
gevur bókina út. Bókin kost-
ar 37 kr.
Gøtusoparin
Fjórða nummarið av blaðnum
Gotusóparin er komið við
fjølbroyttum innihaldi. Um-
framt hópin av »POP«-tilfari,
sum blaðið leggur stersta
dentin á, er millum annað
eisini itrottur o.a.m.
Festu sendingar útvarpsins
gerandisdagar:
07.15: Vedurtidindi
07.17: Morgunlestur
07.30: Vedurtidindi og tidindi
07.35: Tónleikur
08.00: Vedurtidindi og tidindi
08.05: Lurtararnir og vit
spæla grammofon
09.00: Vedurtidindi og tidindi
09.05: Morgunlestur
12.00: Middagskonsert
12.20: Vedurtidindi og tidindi
12.32: Døgurdatonleikur
12.50: Vedurtidindi
21.51: Tónleikur
18.30: Vedurtidindi og tidindi
18.42: Nátturðatónleikur
21.00: Vedurtidindi og tidindi
Mikudagin 19.
08.05: Enskt IN
15. sending
08,25: Lurtararnir og vit
spæla grammofon
13.00: Kvøduljomar
til sjófólkið
19.00: Miðvikan
20.00: Enskt IV
15. sending
20.20: Opretturløg
Ivar Iversen
Hósdagin 20.
08.05: Log og rættur (e)
08.15: Lurtararnir og vit
spæla grammofon
19.00: Ben Hur 18. partur
19.30: Grammofongestur
å Bryggjubakka
Marni av Kåk
Fyrsta sending
20.20: Pop non stop
Friggjadagin 21.
18.30: Vedurtidindi og tidindi
18.42: Nátturðatónleikur
19.00: Orðabókin
J.H.W. Poulsen
19.30: Ælabogin
Jogvan Tell. Joensen
20.00: Friggjakvøld kl. 20