Sosialurinarkiv
Sosialurin 1976-11-13, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 13. november 1976síða 7

‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

sosialurin Síða 7 Sjúkrabilarnir skulu hava útbúgvið fólk tingnýtt Framtíðin krevur samanhald, sigur løgmaður Demmus Hentze boðar frá nýggjari skattalog Tríggir mans verða knýttir at hvørjum sjukabili- num, sum Reyði Krossur hevur keypt úr Danmark. Av teimum skulu tveir á útbúgvingarskeið í Danmark Týsdagin vórðu báðir sjúkabil- arnir, sum Reyði Krossur Í Foroyum hevur keypt frá Falck- zonen i Danmark, sýndir portørum á Landssjúkrahúsi- num í Havn. Bilarnir, sum eru fýra ára gamlir, koma at hava stoð í Fuglafirði og Miðvági. Tað verður LFB, Landsfelagið hjá foroysku bjargingarfelogunum, sum kemur at standa fyri bilunum. Ein afrtat Formaðurin í LFB, Ivan Johannesen, upplýsir, at til várs aftur fær landsfelagið tann triðja bilin. Hann skal hava stoð í Kollafirði. Bilurin í Vágum verður knýttur at Ellisheimi- num, og ein maður kemur at hava fasta umsjón við bilinum. Tríggir mans verða knýttir at hverjum bilinum, harav tveir skulu hava útbúgving. Ivan Johannesen sigur, at tað er Reyði Krossur í Danmark, sum skipar fyri útbúgvingini og ber kostnaðin. Teir fyrstu fara á skeið í Danmark í januar mán- aða. Uppgávan hjá bilunum verður fyrst og fremst at vera til Porterarnir á Landssjúkrahúsinum fáa at vita um bilarnar taks, tá óhapp ella vanlukkur henda. Harumframt skulu teir eisini brúkast til sjúkaflutning. Í hesum báðum førunum úr Vágum til Havnar og úr Fugla- Framhald á síðu 10 Tann komndi tíðin krevur samanhald millum politikkarar. Vit eiga at nýta orkuna til at fáa úrslit, heldur enn at høgga niður úrslit. Atli Dam, løgmaður, tal aði nógv um framtíðina undir umreðuni av løgmans røduni, sum varð hildin í løgtinginum fyrr í vikuni. Løgtingi3 kom saman til vetrarsetu mánadagin. Spurningurin um útflyt ingina av fiskimarkinum og hvat skal henda innan fyri 200 fjórðingar aftan á útflyt ingina var nógv frammi undir orðaskiftinum. Um henda spurning segði Atli Dam m.a.: Sjálvandi fer lands stýrið at koma við uppskot um um fyriskipanir innan fyri 200 fjórðingar, men tað er skeivt av tingmonnum at fyrigykla sær, at hetta kemur at halda í longri tíð. Atli Dam legði týdningin av samráðingun um við aðrar um sínámillum veiðu, sum hann segði ger at verða ógvuliga avgerandi fyri úrslitið av tí, sum skal henda innan fyri 200 fjórðingar. Logmaður nevndi, at hann kundi hugsað sær smærri broytingar í fiski mynstrinum, fyri so seinni at koma við tí endaliga mynstr inum. dent á Umlegging í akttalógini Demmus Hentze, landsstýris maður, upplýsti, at lands stýrið í hesi tingsetu fer at leggja fyri tingið uppskot um nýggja skattalóg, og hann vónaði, at ein partur av nýggju skattalógini verður samtyktur í hesi setuni. Vit hava kannað skatta- lógina gjølla, og talan verður um nakrar umleggingar í lógini. Kanska verða ikki allar umleggingarnar framd ar í hesi tingsetuni, men vónandi ein partur, segði Demmus Hentze. Landsstýrismaðurin upp lýsti, at landsstýrið nú leggur seinastu hond á fíggjarlógar- uppskotið, sum skal sam tykkjast í tinginum áðrenn 1 apríl næsta ár. Demmus Hentze nevndi, at landsstýrið fer at fylgja orðunum i samgonguskjalinum at minka um skattin hjá láginn tókum. Flúgving og vatnorka Spurningarnir um Feroya flúgving og vatnorku vóru eisini vidgjørdir í orðaskifti num um løgmansrøduna. Haldor Hansen, år javn adarflokkinum, ynskti eftir, at flogmálið nú varð loyst, og hann vónaði ikki, at adressan í Vágum til lands stýrið við mótmæli um gang in frá teimum nýggju donsku rutuflogførunum kemur at seinka útbyggingini í Vágum Flogvallarleingjanin hevur alstóran týdning fyri Flogsamband í tess ætlanum eisini handilsliga, segði Haldor Hansen. Um møguleikarnar við vatnorku segði Haldor Hansen, at her eigur SEV at gera kanningar. Og kann SEV ikki gera tær, má landið fara undir tílíkar kanningar. Jógvan Durhuus, úr tjóð veldisflokkinum, segði, at bert eini 50% av vatninum verður nýtt sum orka, meðan hin helvtin rennur burtur Hann segði, at SEV hevði valt motororku, tí hesin stovnur ov seint var komin eftir, at hann mátti útbyggj ast Og tá varð lættari at nýta motororku enn vatn orku, segði Jógvan Durhuus. Try fundarkvøld í KFUM fyri ung og eldri Fríggjakvoldið 12. november kl. 20: Chr. Hej av Strondum talar. Stranda Streingjakór syngur Leygarkvoldið 13. november kl. 20: Fólk úr Sandavágs Streingjakóri tala og syngja Sunnukvøldid 14. november kl. 20.30: Streingja kørid hjå Meinigheitshåsinum hevur kvøldid. Øll eru vælkomin. KFUM og -K, Tórshavn