Sosialurinarkiv
Sosialurin 1976-11-24, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 24. november 1976síða 7

‹ fyrra síða allar 8 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 74 — 24. november 1976 sosialurin Síða 7 Framhald frá síðu 4 „perversur< á teir einstoku upp- reistrarmenninar. Eg skal viðmerkja, at eg sjálvur altíð havi verið uppfat aður sum »tvørur« og >ómogu- ligur« í einum skúla fyri 30 árum síðani, sum nýttu tey mest perversu undirvísingaramboðini ein kann hugsa sær, t.d. spansk rør og líknandi. Eg haldi tað vera stuttligt at síggja teir konu diagnosu-veiðimenninar endur foða søguna. Tvørballid k & K Hugarensl! Flokkur í rembingartíð! Í mánalýsi og stjørnuglampan, har náttúran í síni veldi og yndi sýnir okkum sína veldugi megi, tá kann eg ikki lata vera við at festa hugskot á lepa. Eg fann ein »Sosial« framm ur goymslu og fall nidur å, har skrivað varð eitt sindur um tey evnaveiku, viðvíkjandi bustød- um teirra. Í hesum blað skrivar ein kvinna innan flokk okkara: „men enn er ikki komið á mál, og ti skulu hesar deildirnar byggj- ast afturat« — ja, sum um, tá ið hetta verður gjørt, so er komið á mål, men stødugt haldi eg, sum áður havi skrivað, at hetta er eitt stórt afturstig, og ein mann- minkandi framgangsháttur, og fyri at tosa og hugsa politiskt: peningaliga — ein nógv kostn- aðarmiklari loysn enn tann, at byggja smáar íbúðir. Í saman blað, ja, tað kundi verið ein rødd, ið kom buldrandi oman úr Mjørkadali >skulu vit ikki eisini byggja eina uppihaldsdeild til tey eldru uppii< ja, so hava vit oll hesi Oframleidsluføri á einum stað — og so eru tey av vegnum — hesi hava ikki rætt og krav uppá at liva eina vanliga manna- tilveru, sum ell onnur!!! Mær rennur í huga ein em- bætismann innan danating, sum í sínari tíð málbar seg nakað soleiðis: „hvat skulu vit út- búgva pedagogar til, fyri at læra hesi evnaveiku at tosa? Tey kunnu tó ikki siga nakað fornuftugt alíkavæl ...< Slíkar kreftir vil eg halda vera sera vandamiklar at hava sitandi í einum slíkum sessi. Fyri árum síðani leitaðu nakr- ir av landsmonnum okkara heim aftur til landa úr útlegd. Her var jú ikki rúm fyri teimum aður teir sokallaðu evnaveiku, eitt spjaldur, ið er sett á teir, og har verður tað hangandi, og tilik ymisk spjøldur verða sett á mangar okkara samfelagsborg- arar, tað er uttan iva betur, at hava eitt tílíkt eyðkennismerki fyri tess betur at seta tey í skuffur: peningaliga, innan framleiðslu o.s.fr. Eg siti her og hugsi um, hvat má tað ikki vera nivandi altid at kenna, nema, hoyra og sjá, altíð verða til byrði og ógagn í einum samfelag, liggjandi á knøunum og líta upp til hesar hegu harrar við stórum hatti, síðum skeggi og regnskjóli oman hevur, skoða hesa kargu, stingandi, háandi og hástóru eygu, tað má fáa mang- an at missa móti og lívsdirvi og drípa hevur, ja, enntá koma til tå niðursteðu: eingin hevur jú brúk fyri mær!!!?? Men latum okkum sláa fast, at eitt samfelag, ið ikki hevur brúk fyri og rúm eisini fyri hesum medborgarum okkara, tað verður seg likamsliga, í atburði og útsjónd annarleiðis sýnandi, tað er eitt deytt sam- felag, ja, ið hvussu so er eitt álvarsliga sjúkt samfelag. Jú sanniliga hava vit brúk fyri hverjum einstakum medborg- ara, og hver tann einasti hevur eins stórt virði!!!!!! Øll hava rætt og krav uppá somu samfelagságóðar, ongin hevur framíhjárættindi, øll eru lið í eini ketu — onki lið kann verðast fyri uttan. Uppgangstíðirnar = í 'teim »gladu« 60'unum og byrjanin av 70'unum — peningagudurin floymdi inn í hverja kroysu, inn í hvorja sál í óminni vildu hesar menniskjur nú við eitt sýna góðsku og vælvild. og brádliga komu hesar menniskj- unnar kærleiksboðið í huga — í yvirflóðarrembing, vildu nú geva burtur av yvirflóðini, ja, eins og í 14-1500 talinum, hesi sokalladu »afladsbrøvini« keypa seg burtur úr syndaskuldini, ja, ikki bert seg sjálvan men eisini teim undanfarnu, frelsa sál sína við góðum gerðum, jú sanniliga hevur peningagudurin almikið vald ... Men árla ein morgun, tann fagurligi droyrarreyði morgun- himin boðaði frá gævu, fór flokkur okkara til verka, sum so mangan áður, síðan og vil gera tað frammyvir, virka fyri ti mennandi og góða í menniskja- num — virðing fyri lívinum. Her vóru tað kreftir, ið sóu, at hetta mátti leggjast í eina fasta legu, svá, at upp- og niðurgangstíðir ikki skuldu/skulu hava loyvi til at skalta og valta, sum til bar, við peningi. ágóðum og rættindum í síni heild, at javnvágur skuldi verða í. Hugsanin er góð, men mangan var og er tað svá, at ÉN Havnar Fimleikafelag Årsadalfundur verdur hildin i felagshølinum sunnudagin 28. november 1976 kl. 15.00. Dagsskrå eftir lógini. Nevndin afturhaldandi kreftir ið lumpa og lirka sínar hugsjónir inn imillum at hesar kvinnur hetta javnvágs-prinsipp í sínar egnu hendur og »handtera« hesi rættindir, sum teimum lystir, og sum mangan er til teirra egi gagn, vinning og hjálp til at verða sitandi á trúnuni tian- verri finnist hetta fyribrigdi eisini innan okkara flokk. hesir menn og mangan tóku Og júst hesar hendur, ið standa við endan ella hvar tær nú standa teim megu vit og hava rætt til at skoða, ja, ikki bert skoða við himnavendum, biðjandi eygum, men verunliga hava føling við, og so sanniliga mótmæla, um hesar hendur eru so likasælar, skjálkhentar og mistakandi, at greflig sár sigg)- ast eftir vegna likasælu, og ikki bert hetta, id sæst, men serstak- liga geva far um tað, ið ikki sæst, ti mangan er torfert at bøta um, táið tað er komið i ljósmála. Hesi gåtuføru hjól eru mangan torfer at fáa at mala, og serstakliga táið tær hendur, ið hava hesi hjól um hendur til dagligt, ikki vilja sýna øll liðini í hesum hjóli. Ja, ein fær varhug- an av, at tey, ið standa við hesi hjól, antin eru tey ikki hesa uppgávu búgvin ella líkasæla, gáloysni og hugmóð ræður. Táið eg nýti orðið: búgvin, sipi eg til, at tær menniskjur, ið standa aftan fyri og við hesi hjól teimum megu menniskjur hava álit á!!?? Og tær menniskjur, ið standa aftanfyri hesi hjól, tær megu skoða nakað væl framyvir, svá at peningagudurin við lótum og snildum sínum ikki kann kåma, doyva, ja, enntá oyða hugaflog og orku svá, at hjólini steðga, og harvið oyða tey rættindir, hver einstakur med- borgari hevur og gyrða í hylstur ta ansvar hvor einstakar hevur yvirfyri hverjum eðrum. Tað er mangan ein hevur varhugan av, at tey ið standa við og fyri hesum hjólum, geva menniskjum feril av, ið á ein ella annan hátt, meira ella minni eru avhengig av hesum hjólum, at tað er olmussa, ið teimum verður givin. Men »biddaratidin« er liðug. Men tað er ein greflig lygn. ið hesar ymsu rembingar- tíðir fáa ein at halda og trúgva. Hetta er ein rættur, ta einstaka menniskja hevur, »Hellerup« tíðin er niðurundir smokkað. Ja, tað er eins og toka fjalir mong- um í dag. Men javnaðurin er komin fyri at verða og sigra. Vit liva ikki longur í tí óupplýstu einaræðistíðini ella gera vit tað??? har teir stóru, harðrendu undirkúgaðu teim smáu — ella gera teir tað stødugt??? Vit hava rætt og krav uppá meira upplýsing — upplýsingar- virksemi innan hesi ymisku um- ráðini ein verður næstan noyddur at klípa seg í armin sovi eg ella??? Her á landi eru tað mangir menn/kvinnur, ið halda og siga, at best man verða at tippa gåkin á menniskjum, men vit hava rætt til og krav uppá, at fáa meira at vita á hesum ymsu økjum, hvørji rætt indi vit hava og hverja hjálp > ikki olmussu«. Vit hava rætt og krav uppá at fáa nágreiniligar upplýsingar. Hesi hjól eru savn- að saman í ymsum miðdeplum, men mangan fær ein feril av, at betri er millum fjalla at ganga, í lágættarloti og sirmi, kagandi upp móti svertum homrum, hagan dvørgamål hoyra, enn i henda miðdepulin leita, hagan kemur onki svar hetta fyri løgna Hesin javnadurin nutidar menniskjanum fyribrigdi: brødralag, må menn ast og styrkna svá, at hesi umrøddu hjól koma at mala svá, at tað kemur ti einstaku menniskjuni tjóðarinnar til gagn bæði likamliga og sálarliga. At vit ikki bert politiskt við feitari yvirskrift lata hesi annars so føgru orð: javnadur, frælsi og brødralag standa darrandi í luft- ini, eins og ein sápubleðra, ikki nýta tey til egi gagn og vinning, men verunliga í verki sýna, at hesin flokkur vil og skal berjast fyri hesum Men hóast hesin flokkur stendur fyri og hevur sum mál tað dýrabarasta og mest rætt- vísa sum endamál, so skal hetta tó ikki verða ein koddi, har troyttar javnaðarsálir eftir mikið „stríð“ halla hvøur sitt at, men hesin flokkur má so sanniliga vakna úr dvala, og ikki drekka meira av óminnisdrykki hinna flokka, meira enn hann hevur gjørt, ei heldur lúka og ganga undir tær treytir og fyriskipanir, ið aðrir flokkar vilja og krevja, at ein skal gera, missa málið úr eygsjón, lata seg leiða av aftur- haldandi kreftum í samfelag- num, ganga eins og eitt múla- djór við lokkubita fyri framman, hetta má hesin flokkur verða vakin yvir fyri og ikki lata seg villeiða. Tað er nakað um tað, at verða snildir eins og ein slanga, men hetta at seta seg á steði eins og ein mús, og lata elefantin traðka seg undir fótum, har má ein verða varðin. Her má ein endurskoðan, umhugsan og end- urføding til. Lata tær eginsintu, kapital- istisku áskoðanirnar sleppa framat, tað verður flokkinum at bana, ein slíkan flokk, ið hevur, sum tann einasti flokkur, ta mest dýrabara í einum menn- iskja, sum endamál, tessvegna má ein endurnýggjan til og allar afturhaldandi kreftir, og kreftir, ið bert arbeiða fyri sær sjálvum og gjøgnum flokkin koma sær fram á pallin, og tessvegna niðurbróta endamálið og hesi ymsu góðskumennandi lið i mee eee Kunngerå Útsetti býráðsfundurin verður mikudagin hin 24. november 1976 kl 18.00 í kommunuskúla- høllini. 19. november 1976 Torshavnar byråd heildini tær megu nidurbrot ast Berjist fyri javnrættindi góðu menn og kvinnur móti kapi talismuni og harðrendu framferð hennara (ella væl innballað í fagurligum lótum). Vit leggja okkum tað í geyma, at tey, ið verunliga treingja til megu hjálp, hagan hoyrist ongin málageipan. Seta bót á gomul klæði er nyttuleyst heldur fyribyrgja enn lappa uppá Verksmiðjurnar, arbeiðisstað- ini í síni heild, hvussu er við teimum, jú hesar kapitalistisku fyritokur, einstaklinga og felags teir menn/kvinnur ið standa fyri her, tey skulu óivað bera tað svá í bandi, at alt sær glæsiligt út, men hvat og hvussu við teim vanligu menniskjum, ið arbeiða har? Trygdin? Hetta hevur ávirkan á menniskja, bæði tillikams og sálar. Her hugsi eg, tað verunliga má setast inn og kanning verða sett í verk. Tað skal so sanniliga ikki verða ein kanning. ið tænir arbeiðsgev- aranum, men ein kanning, ið gevur arbeiðaranum ta trygd, javna, rættindir, hann hevur krav uppá Øl hava rætt til arbeiði hvat tað so annars er og tað skal vera eftir evnum og feri- muni tað skulu so sanniliga ikki vera arbeiðsgevararnir og teirra fylgisneyt, ið hava báðar endarnar í sinum hondum her má eftirlit til og tað við lit. Tær kapitalistisku, niðurbrótandi og drepandi krefturnar megu hald- ast niðri, og javnrættur, frælsi og breðralag má/skal sigra Vit vita fullvæl, hvor ið situr á toppinum í dag, teir ið fáa fólk til at dripa hevur og trúgva, at tað eru teir ið hava maktina, og fáa tað so borið í bandi, at fáa fólki vid sær, og heldur tað niðri i óvitsku. Hetta má okkara flokkur berjast imóti. Tað er nog mikið av líkasælu. Tey, ið hava tað gott, ið hvussu so er ikamsliga, har mettar peninga- gudurin buk teirra vid øllum istimeti og oyðir sálina við stórlæti, eginvild og hetta: nóg mikið í sær sjálvum. Og so invegin tey, ið hava neyvan nóg mikið til dagin og so tey, ið ikki kunnu vera við í hesum ramleiðsluherjandi andanum, ið reikar land/lond runt í hesum tíðum, tey orka ikki at tosa um tað. Her hevur okkara flokkur eina stóra uppgávu og tað serstakliga í hesum tidum. Tað er eisini fyri teim, ið eru líkasæl, og tey. ið onki halda seg vera, ið vit megu arbeiða og berjast fyri. Berjast fyri og við teim, ið verða traðkaði niður av menniskjum í feitum størvum, teim, ið halda seg hava maktina, men táið saman um kemur eru vit ell í sama báti. Lívið menniskjan er ikki bert ein framleiðslumennandi einstaklingur men so sanni- liga ein einstaklingur, ið hevur almikið av fundamentalum egin- leikum, ið ber langt framm um tað framleiðslumennandi. Og tað er just her okkara flokkur hevur ta alra størstu uppgávu. Men hetta verdur eitt hart og mangan fyri uttanfyristandandi nyttu leyst strid. Men eg ivist ikki i, at kreftir, verunliga uppbyggjandi kreftir standa oss vid lið. Vær viljum allar góðar góðar. sigra. | „ Sólmundir Joensen