Sosialurinarkiv
Sosialurin 1977-01-26, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 26. januar 1977síða 3

‹ fyrra síða allar 4 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 7 — 26. januar 1977 sosialurin Rendi í vegholu og varð innlagdur Vegirnir í Havnini eru so vánaligir at fólk javn- an melda skaðar til politiið orsakað av vegholum Seint leygarkvoldið rendi eitt prutl í eina vegholu uppí Gundadali. Prutlið fór nakað, og maðurin, sum á prutlinum var, varð í sjúkrabili beinanveg- in fluttur á landssjúkrahúsið. Skaðin stóðst beinleiðis av vegholuni, sum prutlið rendi í, sigur politiið, sum var har á staðnum tá óhappi hendi. Við- víkjandi hesum sama, sigur politiið. at teir ferð eftir ferð hava vitjan av fólki, sum grem- ur seg um at teir vánaligu vegirnir hava orsakað skaðar av ymskum slag. Vit mugu bert avvísa ollum hesum, sigur politi- ið, tí frá býráðnum verður sagt at hetta bert er vanligt slit sum roknast má við. Dýrandi fullur Ein bilur fór tíðliga sunnu- morgunin út av vegnum við 7 Norðadalsskarð. Bilforarin var einsamallur í bilinum. Tá poli tiið kom á staðið lá maðurin í bilinum uttan vit. Tá tað eydnaðist at fáa mannin út úr bilinum, vísti tað seg at mann inum feilti einki annað enn tað, at hann var dýrandi fullur. Hetta verður hann nú eisini ákærdur fyri. Spruttkoyring vindur uppá seg Frá politinum verður víðari sagt at koyring við kenning bert vindur uppá seg. Seinasta viku- skifti vóru umframt nevndi bilførari, tveir aðrir tiknir. Stjól bandspælara Kl. hálvgun trý sunnumorgunin var innbrot hjá Leif Mohr. Viðkomandi hevði brotið ein På Staðið har óhappið hendi. Myndin talar fyri seg Tveyskifti skúladagur Ein amerikanskur studentar- skúli í Las Vegas hevur lagt til rættis ein »tveyskifti skuladag«, sum vónandi verður ein fyri- mynd hjá mongum eðrum skúl- um. Klokkan 16.30 tá næming- arnir eru farnir heim, fyllast skúlarnir við nýggjum næming- um og lærarum, sum undirvisa i teim vanligu lærugreinunum til kl. 21.30. Meginparturin av næmingunum eru ung, sum eru hildin uppat við at ganga í skúla fyrr í tíðini, men hava angrað og nú taka møguleikan at fáa eina hampuliga skúlaútbúgving; ikki heilt fáir av hesum næmingun- um hava verið í samband við lógina imeðan. »Men«, sigur ein av stovnar- unum av hesum nyggja skula- hátti, »øll eru nógv betri næm- ingar enn tey vóru fyrr. Hetta kemst sjálvsagt av, at nú koma tey fyri at læra nakad«. rút í sýningsglugganum í radio- deildini og hevði tikið ein bandspælara, sum kostar einar 5000 kr. Tjóvaríalarmur er í rútinum, men hann fer ikki í gongd fyrr enn ein lítil lota er gingin eftir at rúturin er brotin. Tá hetta hendi tók maðurin til rýmingar. Bandspælarin var seinri funnin men enn hevur politiið ikki funnið mannin. Varra- avtrykk Tveir granskarar við tannlækna- skúlan í Tokyo hava kannað varraavtrykk hjá 1364 fólkum, og teir hava ikki funnið 2 avtrykk, sum hava sama linju- mynstur. Helst er varraavtrykk- ið líka upplýsandi fyri menn- iskju sum fingraavtrykkið og kann nýtast til at samanlíkna persónar, sum hava eftirlatið avtrykk á koppum, gløsum og líknandi. Japanskir vísinda- menn hava gjert eina skráset- ingarskipan, og við hjálp av henni eru longu funnir fleiri eftirlýstir persónar, sum hava sett varraavtrykk síni á ymsar lutir. Taka frá einum Hin kinesiski heimsspekingurin Chuang Tzu lá einaferð og lurtaði eftir vinmonnum sínum, sum ikki kundu koma á samt um, um gammarnir (gribbarnir) skuldu hava lík Chuang Tzu's, sum siður var, tá hesin var deyður. At enda segði Chuang: >Om- aná jørdini verði eg til fødi gammanna. Undir jørdini verði eg til fødi hjá madkum, meyrum og sniglum. Hví skal man taka frá einum og geva ødrum?« Sosialurin — altíð bestur! Setið hann í Norðoyingar Setið sparipeningin inn í tykkara peningastovn. Norðoya Sparikassa — tað lønar seg. Jarðarferðarhjálp í mesta lagi Politiið fer avstað við prutlinum, sum fekk nakað av skaða Kunngerð Sambært grein 44A í galdandi vanlukkutryggingarfyriskipan verða endurgjøldini pristalsvidgjørd eina ferð árliga. Frá 1. januar eru endurgjeldini hesi: Einkja fær í mesta lagi kr. 173.016, — Barn fær í mesta lagi 64.881, — (Barnaendurgjald lagar seg eftir aldrinum å barninum. Yngri børn fåa meira enn eldri børn). 1.900, — Dagpeningur i mesta lagi 106,80 Avlamisendurgjøldini eru samsvarandi hækk- að. Tey laga seg eftir avlamisstigi og aldrinum á skadda. Av hesum orsøkum hevur trygging verið noydd at at hækka tryggingargjøldini við umleið 30%. Frítíðartryggingin (itróttur, ferðing o.a.) Hægsta deyðsendurgjald . , kr, Hægsta avlamisendurgjald kr. Hægsti dagpeningur 100.000, — 200.000, — 90, — Vendið tygum til vanlukkutryggingina, um tygum ætla at broyta dagpeningastøddina. FØROYA VANLUKKUTRYGGING Postbox 59. Telefon I 1466. Tórshavn Fyrstahjålp Månakvøld kl. 20—22 grundskeid Tyskvøld kl. 20—22 framhald Mikukvøld kl. 20—22 økt skeið Tilmeldan: 13439 Eydbjørn Jacobsen Mikudag 26/1, Hósdag 27/1 Tórshavnar Kvøld- og Ungdómsskuli