Sosialurinarkiv
Sosialurin 1977-02-12, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 12. februar 1977síða 2

‹ fyrra síða allar 8 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 2 sosjalurin telf. 11820 giro 6282725 box 76, 3800 Tórshavn Utgevari: Feroya Javnaðarflokkur Blaðstjóri: Vilhelm Johannesen (ábyrgd) telf. 56411 Blaðmaður: Jan Miiller Prent: Heygsprent Stuðlið sjúkragrunnarnar EITT av teimum málum, sum javnadarflokkurin fór til val uppá seinast var at fáa skipað fyri eini dagpeningaskipan, sum skal tryggja ikki-fastlont- um løntakarum endurgjald fyri inntokumiss vegna skaða og sjúku. Og tí samgonguskjali, sum annars tingmenn dag og dagliga vísa til, er eisini tilskilað, at hetta mál skal fremjast í hesum valskeiði. Men nú er valskeiðið meira enn hálvrunnið, men enn rekist einki fyri, at dagpeningaskipanin verður framd í bræði. VIT fara at minna samgonguna um, at vit eru eftirbátar á hesum økinum. Væl eru ymsar skipanir, sum tryggjað monnum endurgjald fyri inntokumissi, men tað er enn í nógvum forum, at ein ikki-fastløntur løntakari, og tað wil siga arbeiðari, handverkari, fiskimaður ella útróðrar- maður, einki oyra fær, um hann verður sjúkur. Vidurskiftini eru so Gverdug, at treytin fyri at fáa stuðul frå almannastovuni er, at viðkomandi ikki eigur eitt oyra. Hetta eru bart út ótolandi viðurskifti. MEN tey ymsu felogini royna tó at bøta um hest viðurskifti, og hava fleiri teirra sett á stovn sjúkragrunnar, sum ejtir jorimuni royna at taka um endan, har okkara lóggáva ikki røkkur til. Hesir grunnar fáa ikki mógvan stuðul frá tí almenna. So vítt vit vita, fær Foroya Arbeiðara- felag kr. 60.000 pr. ár; meðan Føroya Fiskimanna- felag fær kr. 70.000. Hetta røkkur ikki nógv til sjúkragrunnarnar hjá hesum felogum, og tá hava hesi tol ikki verið reguleraði í fleiri ár við tí úrsliti, at hesin peningur røkkur til styttri og styttri fyri hvert ár. NÚ hevur fiskimannafelagid í samband við viðgerðina av fíggjarlógini skrivað til logtingið og gjørt vart við hesi viðurskifti. Og vit halda eisini, at so leingi, sum vit eru eftirbátar á hesum týdningarmikla oki, eigur logtingið ikki at vera pírið, tá tað ræður um játtanir til sjúkragrunnar- nar hjá verkamannafeløgunum. Og eim jåttan uppá 100-200.000 kr. av eini fíggjarlóg uppá nærum 400 mill. kr. er jú næstan láturlig, tá hugsað verður um uppgåvurnar hjá hesum grunnum. VIT vilja mæla til, at figgjarnevndin setur seg í samband við tey ymsu felogini fyri at fáa kannað, hvussu stórur torvurin er á hesum oki. Og so eigur logtingið at dekka hendan tørv, sjålvt um tað skuldi kosta nakara hundrað tús. kr. eyka. OG síðani vilja vit heita á umboðsmenninar hjá javnadarflokkinum í landsstýrinum um at streingja á, soleiðis at vit kunnu tryggja ollum okkara medborgarum tann sjálvsagda rætt, sum tað má vera, at eiga endurgjald fyri inntøkumiss av sjúku. AAA AA AAA AA Starusmannafelagið heldur ársaðalfund á Hotel Hafnia fríggjadagin tann 25. februar kl. 20.00. Dagsskrá sambært grein 19, 3. stk. í lógum felagsins og stoðutakan til reglu- gerð fyri Tiltaksgrunnin. ; NEVNDIN sosialurin Nr. 12 12. februar 1977 dagbókin Guðstænastur Í Havnar kirkju verður guðs- tænasta við altargongd í morgin kl. 11 við Hans, J. Joensen presti. Kl. 18 verður guðstænasta við Jóhan Weihe og Oluvu Lakså. Talvan gongur til frama fyri Santal- missiónina. Í Kaldbakskirkju verður guðstænasta við altar- gongd við Eivind Vilhelm, varabispi. Maskinstjóri Hans Eliesar Fjallsbak, ætt- aður úr Klaksvík, búsitandi í Havn, er fyri stuttum ut- nevndur til maskinstjóra hjá ESSO-flotanum í Danmørk. Basarur Leirvikar kirkjuráð heitir á bygdafólkið har, um stuðul við gávum til eydnuhjólið, sum ætlandi verður hildið 18.—19. februar. Øll eru vit- andi hvat, ið tað snýr seg um. Kirkjuráðið tekur ímóti gáv- unum. Regluligir byrådsfundir Torshavnar byråd bodar frå, at regluligu byrådsfundirnir i 1977 verða hildnir hósdagar kl. 18.00 i kommunuskúla- høllini. Dagarnir eru: 10. feb., 24. feb., 10. mars, 24. mars, 14. april, 28. april, 12. mai, 26. mai, 9. juni, 23. juni, li. august, 25. august, 8. september, 22. september, 6. oktober, 20. oktober, 3. nove- ember, 1. desember og 15. desember. 7 listar til fólkatingsvalið Tilsamans sjey listar vóru innkomnir til fólkatingsvalið 1. mars, tá freistin var úti kl. 18 týskveldið. Teir seks eru teir politisku flokkarnir og tann sjeyndi er ein uttan- flokka listi. Fyrsta Barnablaðið í ár Barnablaðið nr. 1 fyri 1977 er útkomið. Blaðið er fjøll- broytt við greinum, søgum, myndum og á baksíðuni er framhalds sogan um norska ribbaldin, Baldrian. Í blaðnum verður annars greitt frá, at Suni Merki- stein, Tórshavn, Marjun í Kálvalíð, Miðvági og Turid Petersen, Tórshavn vunnu søgukappingina, blaðið hevði í fjør. Heilsufroðiliga starvs stovan uttan leiðara Leiðarin av Heilsufrødiligu starvsstovuni Brynjolf Mel- huus fer år starvinum 1. mars. Hann hevur fingid starv sum býardjóralækni i Hamar í Noregi. Enn er eingin annar settur í starvið sum leiðari av Heilsufroðiligu starvstovuni. Stavsstovan hoyrir undir landsdjóralæknaembætið. Star garderopuskáp — komið innar og hyggið gjølla eftir ; SR, Star skáp hóska til oll rúm í húsinum og kann Soleiðis at tað lagast til einhvønn goymslutørv altíð kann vera ruddiligt heima Star skáp hava møguleikar og ein såmuligan pris. Star skápini koma Noregi innan køkar og skåp, sum hava royndir. Tygum eru vælkomin innar at hyggja efti teimum fyrimunum sum hesi skáp hava nogvar frå størstu rksmidju i ára langar Vørurnar skaffast vid 3 vikurs leveringst Brochurur við prisum verða sendar MARIUS JENSE MM Star skabe RIUS JENSEN til hele husel... 3800 Í crsnavn 30 TRADERLINE PS Vit ferma hvønn månadag og tysda: hvønn mikudag Halmstad hvønn hosdag København 2. hvørja viku i Larvil 3. hvørja viku i Alesund í ð 3. hverja viku í Sandne i 4. hvørja viku i Blyti Antwerper Í til Føroyar Frystikontainarar eins væl og vanligir kontainarar eru tøkir AVGREIDSLUR: Chr. Jensen, tlf. 122566 An A/s Traderline, tlf. 203311 København Wilson & Co., tlf. 18135 Halmstad Bugge & Olsen, tlf. 82090 Larvil J. Hagenæs, tlf. 24078 Ålesund T. Schanche Olsen, tlf. 62078 Sandnes W. Harney & Co., tlf BOX 17 TLF. 13960 TELEX 81236 TRADER TORSHAVN