leygardagur 12. februar 1977síða 7
‹ fyrra síða allar 8 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 12 — 12. februar 1977 sosialurin Síða 7
Abøtur hóast
truplar tíðir
Farnu tvey árini við minniluta-
stjórnini hjá Anker Jærgensen,
hevur ikki bert verið eitt hart
stríð fyri fólkastrýtinum — og
fólkatinginum — fyri at hetta
skal virka á rættan hátt. Ein
stórur meinbogi eru teir nógvu
smáu flokkarnir.
Men fleiri nýggjar åbøtur eru
framdar:
Betri dagpeningaskipan
Innan arbeiðsloysistryggingina
eru samtyktir broytingar av
upphæddini. Aldursmarkið fyri
at fáa stuðul hagani er sett
niður í 17 ár. Partsvís arbeið-
andi fáa størri rætt tiwdagpen-
ing. Betri trygd fyri tey ungu
arbeiðsleysu eftir lokna lærutíð.
Eisini er freistin til at vera
uppsagdir longdur, í nógvum
forum.
Trivnadur
Nýggj arbeidsmiljø skipan er
samtykt sum setur trivnadin og
heilsu í miðjuna. Eisini eru
reglurnar um eftirlit á arbeiðs-
plássum gjørdar harðari.
Samlaður orkupolitikkur
Øll umsitingin av orku er løgd
undir eitt. Stjórnin hevur sagt
frá sínum ætlanum um orku-
politikk. Ein heildarætlan er
gjørd fyri alt landið, sum ber
nógva sparing í sær.
Eindarskúli
Nýskapan innan skúlan er
gjørd. Royndir hava verið
gjørdar við eindarskúla soleiðis
at næmingarnir ikki verða settir
í ávísar bólkar upp til 9.
skúlaár.
Sjålvstødug ung
Hóast valaldurin enn ikki er
komin niður í 18 ár, eydnaðist
tað at fáa sett mynduleikaaldur-
in niður í 18 ár so tey ungu
kunnu hava størri vald á egnu
viðurskiftum.
Ídnaðarhjálp
Tiltøk eru gjørd sum hjálpa
ídnaðinum. Tað hendir fleiri
ferðir at virki koma í fíggjarlig-
ar trupulleikar, sum tey sjálvi
ikki beinleiðis eiga skuldina fyri,
og eisini slíkar trupulleikar sum
tíðin førir við sær.
Kollektiv ferðsla
Verunligur ferðslupolitikkur er
framdur, og nýggjar ábetur
hava javnan verið gjørdar. Eitt
nú at tryggja tí kollektiva
ferðsluni betur kor. Flokkurin
tekur undir við byggjan av
brúgv um Stórabelt.
TAKA ———————————}
Veljara-
kanningar
Mandater 1975 1977
Socialdemokrat. .. 54 60
Radíkale......... 13 8
Konservative...... 10 8
Socialitisk Flp. .... 10 8
Kommunisterne... 7 8
Centrums-Demokr. 4 6
Kristeligt Flkp..... 9 8
Venstre .......... 42 38
Venstre Sos. ...... 4 6
Fremskridtparti... 24 27
9.jan.
1975
%
Socialdemokratiet 29,9
Radikale 7,1
Konservativt Folkeparti 5,5
Retsforbundet 1,8
Socialistisk Folkeparti 5,0
Kommunistisk parti 4,2
Centrum-Demokrater 2,2
Kristiligt Folkeparti 5,3
Venstre 23,3
Venstresocialister 2,1
Fremskridtspartier 13,6
Andre Partier
RASS
I Alt 100,0
aug. nov. dec. jan.
1976 1976 1976 1977
% % % %
29,2 81,2 31,1 31,3
3,4 5,4 4,8 4,3
5,6 3,8 3,9 5,2
5,5 4,6 4,8 4,2
6,1 8,1 5,7 5,2
2,6 2,9 3,4
35,3 4,0 4,5 4,7
19,6 19,2 19,8 21,1
4,2 35 5,3 3,4
20,5 15,9 16,4 15,3
2,6 1,7 0,8 1,9
100,0 100,0
[fy [fy fy [yy [fy [fy [ y y [AAA]
Allir folka- og avlamispensionistar
rætt til heimahjålp
I december 1976 fingu 339 heim heimahjålp og 15
sonevnd móðurlán, og var tað av 174 heimahjålp-
arum
Týskveldið var fundur í Suður-
streymoyar Javnaðarfelag, har
evnið var heimahjálpin. Á fundi-
num greiddi Sonja á Argjaboða
og Jákup Lindenskov frá hvussu
heimahjálpin virkaði og hverjar
lógir vóru galdandi.
Jákup Lindenskov, landsstýr-
ismaður greiddi fyrst frá al-
mannaforsorgini, og hverja
stødu javnaðarflokkurin hevði til
sosialpolitikkin. Hann segði, at
roynt varð at útbúgva fólk,
soleiðis at byrjast kundi í smá-
um og gongd fáast á.
Sonja á Argjaboða, ið hevur
verið leiðari av heimahjálpini frá
TÍÐIN
Blaðið hjá føroyska kommun-
istaflokkinum, Tidin, kemur út
aftur mánadagin. Higartil er
blaðið komið út eina ferð um
mánaðin, men nú er ætlanin, at
blaðið skal koma tvær ferðir um
mánaðin.
1975, gav eitt søguligt yvirlit
yvir gongdina í hesum máli. Út-
búgvingin, ið umfatar heima-
hjálparar, var í Danmark byrjað
í 1962, og varð málið reist her
heima hjá okkum í 1969. Í 1973
varð so byrjað við arbeiðinum
hjá heimahjálparunum. Í dec-
ember 1976 fingu 339 heim
heimahjálp og 15 sonevnd móð-
urlán, og var tað av 174 heima-
hjálparum.
Allir fólka- og avlamispens-
ionistar hava rætt til heima-
hjálp. Hjálpin kann veitast
triggjar dagar eftir at biðið er
um hjálp. Brekað born og fólka-
pensionistar, ið ikki taka ímóti
teirra pension, koma ikki undir
skipanina.
Utbúgvingin
er 200 teoritimar, ið luttakarar-
nir skulu luttaka i, og teir skulu
verad fyltir 20 år. Hugsanin um
at minka um tímatalið til út-
búgvingina varð ikki mett sum
nakað positivt fyri heimahjlap-
araskipanina. Higartil eru 27
liðugt útbúgvnar og 25 verða
ætlandi lidnar í mei.
Eftir at skipanin var gjøgn-
umgingin vóru ymisk ynski sett
fram. Ynskt varð at tey, ið fingu
heimahjáln, eisini kundu fingið
dogurða koyrdan út, soleiðis at
eitt nærri samband fekkst við
fólkini, og at man kundi und-
ganga at tey lógu óhjálpin inni,
tá heimahjálpin kom út til tey
hvenn dag.
Nær heimahjálp
Spurniingurin um nær evnaveik
kundu fáa heimahjálp kom fram.
Sagt varð eisini, at tey seinastu
trý árini hevði málið verið í um-
búna. Sagt varð, at málið skuldi
verða avgreitt í Fólkatinginum í
januar saman við ødrum broyt-
ingum í sosiallóggávuni, men at
hesi uppskot kunna fyrst fremj-
ast eftir valið nú í februar.
Eins og við eðrum samfelags-
spurningum varð nevnt, at tær
høgu inntøkurnar kundu, við
hjálp av avskrivingarreglunum,
koma at gjalda minni fyri móð-
urlán enn ein vanligur lonmót-
takari, id ikki hevdi sett pengar i
felag, ið kundi givið skattafyri-
mun.
Hví ikki meiri nýtt
Tað kom eisini fram eitt orða-
Tað burturgloymda ung-
dómsproblemið
Herfyri var sending í útvarpin-
um, sum snúði seg um ung-
dómsproblemir. Har vórðu um-
reddir spurningar sum prutl-
bani, kriminalitetur, ungdóms-
holi og mangt annað. Tó varð
ikki nomið við ein tíðandi
spurning, nevniliga tær ungu
genturnar, ið blíva uppá vegin í
úrtíð av berum kleyvaskapi.
Ongantíð eru so nógv bern
fødd uttan fyri hjånarband sum
nú, men vónandi er ongin so
bláoygdur at halda, at mamm-
urnar bert eru gentur, ið liva í
føstum forholdi. Eitt stórt tal av
ungum gentum føda børn —
ikki av ósketni, men vegna vána
preventiónsumsteður. Hesar
gentur fáa sum ogtast onga
útbúgving, tí at børnini eru eitt
haft um bein teirra. —Um ikki
ommur eru at taka til.
Nógv vilja halda, at hettar
passar ikki. Men hví vera so
moralskur — hví ikki viðganga,
at tíðirnar skifta, og at ung-
dómurin í dag hevur regluligt
samlív frá umleið 15 ára aldrin-
um? Spurningurin er bert, hví
hava tey ungu ikki betri møgu-
leikar at verja seg móti íynskt-
um barnsburði? Sum stødan er í
dag, er tað ein óskrivað lóg, at
gentan syrgir fyri at brúka
p-pillar ella minipillarar —
sjálvt um hesi evni ikki eru uttan
skaðiligar avleiðingar og kunnu
elva til blóðpropp og annað.
Hvussu er vorðið við kallkyn-
inum — teir máttu kunna fari á
apotekið og keypt preservativir.
Men tað er lættari sagt enn gjørt
ikki tí, starvsfólkið á apotek-
inum er í lagið, men tær ljótu
hugsaninar, ið fólk hava, ger at
ein verður nidurgløddursum ein
pestsjúkur. Um gentan fer á
apotekið er reint galið — hon
verður skýrd sum skekja.
Um ávarandi mynduleikar
aftaná hetta harmljóð halda tað
vera ósomiligt at seta upp
kondomautomatir, so er enn
ein trumfur eftir. Foroya land
er ikki frítt fyri at vera væl vitjað
av kunssjålum — óneyðugt er at
viðgera tað fortreð, ið hesar
sjúkur elva. MEN kondomir
verja næstan 100 prosent móti
teimum og átti at veri ein
brúkslutur líka so vaæl sum
tannkrem ella sápa!
Ein, sum skjótt blívur omma
%
Ein tøkk
Undir viðgerðini av figgjarlogini
1977/78 fullu nógv heggini til
báðar síður. Reikað varð vida
um bæði innan- og uttanlands,
meiri enn so merktiskt at valg er
fyri durum, so gramligir menn
vóru at sleppa framat mikrofon-
ini. Utvarpið mátti slíta á stokk-
inum.
Eg vil bera eina tøkk til Atla
Dam, legmann fyri at hann
sakliga og avgjørt visti aftur
høpisleysum påstandum frå
andstøduni um at javnaðar-
flokkurin gongur inn fyri loys-
ing, og tá ein hevur hoyrt hetta
sama frá fleiri síðum, síðan hetta
landsstýrið varð skipað, froddi
tað meg uppaftur meira, at tað
einaferð enn var sligið fast,
hvat kós javnaðarflokksins er
viðvíkjandi ríkisfelagsskapinum
við Danmark.
Jú, vist er valg fyri durum,
men javnaðarflokkurin hevur
onki at óttast, heldur tvertur-
ímóti, ti flest allir veljarar eru nú
greiðir yvir, at fyri framhaldandi
ríkisfelagsskapi við Danmark
nýtist teimum ikki nettupp at
atkveða fyri sambandsflokki-
num.
D.J.D
Tíðindi úr Keypmannahavn:
Føroyskt
sjonvarpsspæl
— stort vonbrot
Herfyri sóu- vit eitt føroyskt
sjónvarpsspæl í sjónvarpskass-
skifti um grundina til hví heima-
hjálpin ikki varð meiri nýtt enn
hon var. Har var spurningurin
um fólk ikki vistu nóg nógv um,
hvussu heimahjálpin virkaði ella
um samfelagsmynstrið var so
háttað, at tað loysti ein part av
spurninginum.
Samantikið var tað ein áhuga-
verdur og upplýsandi fundur, og
vóru lámirnir, ið mettu á fundin
væl nøgdir. Fleiri fundir verða í
næstum og er at vóna, at fólk
koma til fundirnar.
anum. Eg hevði ætlað at skriva
eitt ummæli av tí, men lat vera,
av tí, at tað hevði verið so
negativt, at eg hevði fingið bæði
Gunnar Hoydal og Steinbjørn
Jacobsen uppå nakkan. Leikur-
in var eitt stórt vónbrot, bæði
fyri meg og allar hinar foroy-
ingarnar, eg havi tosað við.
Hann gav í mínum eygum eitt
fullkomiliga forbronglað bílæt
av Føroyum, men sjálvandi taka
danir tað fyri góða voru. Teir
vita jú ikki betur. Leikurin var
verunliga so tápuligur, at ein
sat og krympaði tærnar av
»flovheit«.
ein, ið skammaðist