Sosialurinarkiv
Sosialurin 1977-02-16, síða 1
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 16. februar 1977síða 1

allar 7 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 13 Mikudagin 16. februar 1977 50. árgangur Leysasøla 2,00 kr. frælsi javnadur brødralag Hava fiskað 3.000 tons av lodnu Veiðan eftir lodnu innanfyri is- lendska 209 fjórðinga markið byrjaði longu friggjadagin. Fer- oysku skipini riggaðu til í síðstu viku og fóru á fiskileiðina hós- dagin og friggjadagin. Higartil hava 5 nótabátar landað í Fugla- firði. Tilsamans hevdu teir góð 3.000 tons av lodnu. Krúnborg Tilboðini ov høg hevði góð 800 tons, sum hann fekk í fýra køstum. Christian í Grótinum hevði umleið 650 tons, Polaris 550 tons. Av teimum bátunum, sum fóru at royna í hinari vikuni var einans Sig- mund Brestisson eftir á fiskileið- ini, tá vit frættu í gjár. Teir hevdu umleið 400 tons måna- dagin, sigur fiskivinnustovan. 50 fjórðingar úr Norðfirði Lodnan, sum flytur seg suður- eftir, er i letuni umleið 50 fjórð- ingar úr Norðfirði á Eysturlandi- num. Tað eru umleið 20 tímar at |} — í mun til kostnadarætlanina Tilboðini uppá at byggja tvær deildir til evnaveik á landssjúk- rahúsinum eru opnað. Inn komu tilsamans 29 tilboð uppá 6 ymisk arbeiði. Formaðurin í nevndini fyri byggingini av tveimum deildum til evnaveik, Jógvan Sundstein, revisor sigur, at øll tilboðini tíanverri eru nakað høg. Tey lægstu tilboðini liggja ca. 2 milliónir krónur omanfyri tað, sum staturin hevur játtað til byggingina. Roknað verður við, at tá alt arbeiðið er liðugt fer tað at kosta umleið 15 milliónir krónur við projekterings- og eft- irlitsútreiðslum. Jógvan Sund- stein sigur, at tilboðini nú verða kannað, og enn er eingin endalig støda tikin til tilboðini. Uppá fyrispurning sigur Jåk: up Lindenskov, landsstyrismad- ur, at staturin hevur jåttad mill- um 12 og 13 milliónir krónur til byggingina av báðum deildun- um, og hetta er tað, sum roknað varð við at byggingin fer at kosta. Nú skal støda takast til tilboðini og um tað er neyðugt at fara undir nýggjar samráðingar vid statin um eykafiggjan. Plåss til 48 Ætlanin er at fara undir bygg- ingina longu 1. april og arbeidid skal vera liðugt um tvey ár. Gerast skulu tveir bygningar vestanfyri Statshospitalið. Bygningarnir verða í tveimum hæddum og hjallarahædd og skulu húsa tilsamans 48 evna- veikum. Umframt komur verður køkur og uppihaldsstova. Ætlanin var at fara undir bygging av tveimum deildum í 1970, men henda ætlan datt niðurfyri orsakað av sparitiltøk- unum hjá danska statinum. Síð- ani hevur verið strongt nógv á fyri at fáa deildirnar bygdar. Ikki fleiri bygningar Hóast pláss er sett av til eim bygning aftrat á landssjúkra- húsekinum, verður hetta av ongum. Tingið hevur samtykt, at útbyggingin av uppihalds- deildum fyri evnaveik í framtið- ini skal fara fram í smærri heim- um kring alt landið. sigla úr Fuglafirði á leiðina. Frá ti teir fyrstu bátarnir fóru úr Fuglafirði, høvdu fingið uppi og til teir vóru heima aftur og hevdu landað“ gingu góð try dogn. Nógvir íslendskir bátar royna eftir lodnu. Íslendingar royna við heldur minni bátum enn fer- oyingar. Onkur trolari, sum kann taka eini 1.200 tons, roynir eisini eftir lodnu. Enn gongur væl Leiðarin á Havsbrún í Fuglafirði sigur, at enn hevur gingið væl at landa og arbeiða við lodnuni. — Vit hava hoyrt bæði norðmenn og íslendingar siga, at tað er trupult at fáa lýsi úr fiskinum, so at mjølid verður gott, men vit hava enn bert havt góðar roynd- ir av lodnuni, sigur Andreas Lava Olsen á Havsbrún. Teir eru førir fyri at bræða 800 tons av lodnu um samdegrið. Nakað nógv av vatni er í fiskinum, so hetta tarnar arbeiðinum nakað. Sildaverksmiðjan í Fuglafirði hevur ikki tíkið ímóti lodnu áður. Fyri einum trimum fýra árum síðani landaði islendski báturin, Heðinn, 400 tons av lodnu í Getu. Prísurin, sum Havsbrún letur fyri lodnuna er fyri fyrru helvt av februar mánaða 43 oyru fyri kilo, og fyri seinnu helvt av februar er prísurin 38 oyru fyri kilo. 10 skip tilmeldað Eftir avtaluni millum føroyingar og íslendingar um lodnuveiðu við Ísland hava einans 8 skip loyvi at veiða lodnu í senn. Til- samans hava 15 skip loyvi at veiða tey 25.000 tonsini av lodnu. Fiskivinnustovan sigur, at higartil hava 10 skip meldað seg til at fara á lodnuveiðu. Tað síðsta vit frættu í gjár var, at 8 skip í løtuni royna eftir lodnu. Tey eru: Krúnborg, Polaris, Christian í Grótinum, Sigmund Brestisson, Durid, Skálafossur, Nyborg og Leivur Øssursson. Fiskisamráðingar í Oslo og Bruxelles Umboð fyri landsstýrið og fiski- vinnuna fara meguliga longu sunnudagin til oslo, har sam- ráðingar skulu vera við norsku ríkismyndugleikarnar um síná- millum fiskirættindi. Roknað verður við, at føroysku samråd- ingarumboðini fara til Bruxelles seinni í næstu viku at tingast við EF um sínámillum fiskirættindi. Landsstýrið hevði í gjár samráð- ingar við marknadarnevndina Møguleiki er fyri, at føroyingar fara at missa rættindini í Norð- sjónum. Frætt er úr Bruxelles, at samráðst verður um tann kassan, sum bretar ynskja fyri veiðu eftir hvitingsbr6dri. Vand- in er fyri, at ynski hjá bretum verður samtykt. Og hetta kann ávirka foroysku meguleikarnar í Norðsjónum. Fundur um fólkatingsvalið Suðurstreymoyar Javnaðarfelag skipar í annadkvøld 17. i h. kl. 20.00 fyri fundi á Hotel Føroyum. Evni: Fólkatingsvalið Við á fundinum verður Johan Nielsen, fólka- tingslimur, eins og onnur valevni á javnaðar- listanum. Landsstýris- og løgtingsumbod vera eisini við á fundinum. Øll javnadaråhugadi eru vælkomin. Møtid fjølment. Sudurstreymoyar Javnadarfelag