Sosialurinarkiv
Sosialurin 1977-03-05, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 5. mars 1977síða 7

‹ fyrra síða allar 8 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

er Nr. 18 — 5. mars 1977 sosialurin Síða 7 Konsertferðir til Vágarnar, Vestmanna, Klaksvík og Oyrabakka. Hin síðsta konsertin verður í Havn Hin væleydnaða konsertin, sum Tórshavnar Musikkskúli saman við ødrum musikarum fyrireik- aði í desember mánaða, verður nú uppaftur tikin við smáum broytingum. Leygardagin 5. mars kl. 15.30 verður konsert í Klaksvíkar skúla, og sama dag kl. 20.30 í skúlanum í Vestmanna. Sunnudagin 6. mars kl. 15.30 verður konsert í Klaksvíkar skúla og sama dag kl. 20.30 í skúlanum á Oyrabakka. Mánakveldið 7. mars kl. 20.00 verdur konsertin at hoyra fyri síðstu ferð í kommunuskúla- høllini í Havn. Fyrst verður spælt blokk- floytusonata av barokkompon- istinum J. B. Loeillet. Hetta er Karen Margrethe Andersen, sum spælir blokkfloytu saman við Árna Hansen, spinett og Verland Johannesen, cello. Á Gyljanesi og í Vestmanna verður hendan blokkfloytuson- atan tó ikki spæld, men í staðin verða tveir sangir sungnir, nevniliga »Auf Fliigeln des Ge- sanges< av Felix Mendelsohn — Bartholdy og >Der Neugierige< av Frants Schubert. Hetta er Volker Immanuel Behrens sum syngur tenor og Rigmor Rest- orff Rasmussen sum hevur fylgi- spælið á klaver. Hernæst spæla Maibritt Jo- hannesen og Óli Jákup Gaard- Pauli V. Johannesen, klaver og Ernst Dalsgarð, tvørfloytu Hansen saman við lærara teirra, Viggo Dahl-Christiansen trý smá stykkir fyri trýggjar violin ir. Sum tað triðja og kanska mest áhugaverda á programm- inum, fara Pauli V. Johannesen og Ernst Dalsgarð at spæla sonatu fyri tvørfloytu og klaver av fyrstnevnda. Hendan sonat- an varð frumframførd á konsert- ini í desember, og um hana skrivaði William Heinsen í 14. sept: „ »Hetta musikkstykki er ikki, sum kanska onkur hevði vænt- að, bert ein hissini roynd í tí musikalska, >væl úr hondum greidd<, — nei her var ikki bert hitt uttara sniðið í lagi, men eisini innihaldið. Tað var eyð- sað, at her var skapandi hugflog og skaldslig dypd«. Fyrsti partur av konsertini endar vid, at tey bædi Anna Olsen, sopran og Volker Imma- nuel Behrens, tenor, saman við Rigmor Restorff Rasmussen, klaver, syngja brot år operett- um hjå Frantz Lehar. Aftaná stedgin verður sonata fyri violin og klaver av Mozart spæld av Jens Smith, violin og Arna Hansen, klaver. Jens Smith, sum starvast í Danmark, kemur til Føroyar einans fyri at luttaka í hesum konsertunum. At enda spælir Alex Sólstein saman við orkestrinum hjáTórs- havnar Musikkskúla konsert fyri violin og orkestur av Antonio Vivaldi. Um konsertina í desember skrivaði hk. í Dimmalætting: »Aftenen bød på et afvekslende og underholdende program med mange fremragende enkelt præstationer«, og William Heinesen í 14 sept.: »Konsertin, Anna Olsen, sopran, Volker Immanuel Behrens, tenor og Rigmor Restorff Rasmussen, klaver sum Tórshavnar Musikkskúli hevði í »Aulini« týskvoldið 7. desember, var í ollum lutum merkisverd. Ein hugtakandi og gleiðiligur tilburður, sum var ollum teimum leikandi til heið- ur og sum tey eiga stóra tøkk fyri. Finnlendingar áhugaðir fyri stórri samhandli Í hesum sambandi kemur umboðsmaður frá finsku sendistovuni í Keypmannahavn til Foroya Komandi mánadag kemur um- boðsmaður frá finsku sendistov- uni í Keypmannahavn Jussi Nahkuri til Foroya at vitja. Ørindi hansara í Føroyum eru at royna at styrkja handilssam- bandi millum Finland og Før- oyar. Hann kemur mánadagin og verður meginpartin av kom- andi viku. Sagt verður, at hann er áhugaður at koma í samband við fólk, sum hava áhuga at taka upp handilsliga samvinnu við Finland. Fiskavørur til Finlands Nakað av handilssambandi er í løtuni millum londini bæði, men tad kundi lættliga verid meir, verdur sagt. Tad, sum roknast kann vid, at finlending- ar eru mest åhugadir at keypa frå okkum eru fiskavørur, ser- liga sild i gløsum, men eisini kann roknast vid, at finlending- ar eru åhugadir at keypa flak og fiskamjøl. Beinleidis samband Torolf Bjørklund, sum er finsk ur konsul i Føroyum sigur, at nakað av ti handilssambandi, sum er i løtuni millum bæði londini, fer gjøgnum danskar umboðsmenn, sum í summum forum eisini rokna sær vinning av handlinum. Hildið verður at betur var, um handilin fór fram beinleiðis millum Feroya og Finland og verður tað eisini ein av uppgávunum hjá Jussi Nah kuri á hesi ferð hansara. V FORM RENT NORDATLANT + Ap KOR) ÆRE Minni tonsatal — størri virði Kraftblokkaskip avreiddu uttanlanda i februar i år slaka helvt i mun til i fjør, men fyri meir enn tvi- faldadan pris Í februar i år vóru 29 landingar frå føroyskum kraftblokkaskip- um uttanlanda. Herav 26 land- ingar i Hirtshals og 3 i Skagen. Tilsamans vórðu landað sløk 4000 tons í mun til hálvt ellinta túsund tons í sama mánaða í fjør. Prísurin fyri hesar landing- ar í ár var slakar 8,5 milj. Sama mánaða í fjør fingust slakar 5 milj. krónur. Tað, sum landað varð í febr- uar í ár, var í Danmark sild til matna fyri stivliga 6,5 milj. og sild til idnad fyri 6.600 kr. Har- afturat varð landaður makrelur til matna fyri slakar 2 milj. krónur. Ein av orsøkunum til tann stóra munin millum tonsatal og pris er, at í år var ongin brislingur landadur, medan i fjør vórðu landað stivliga 9.000 tons fyri bert slakar 3,5 milj. krónur. Teir báðar fyrstu mánaðirnar í ár eru landað stívliga 9.000 tons fyri tilsamans 20 milj. krónur. Hesar báðar mánaðar í fjør vórðu landað tilsamans stívliga 19.000 tons fyri stivliga 9 milj.