Sosialurinarkiv
Sosialurin 1977-03-09, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 9. mars 1977síða 3

‹ fyrra síða allar 8 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 19 — 9. mars 1977 sosialurin Sida 3 FISKISKAPUR ADRASTADNI Fiskivinnustevna i Canada Í august verður stór fiskivinnu- stevna fyri fyrstu ferð hildin vestan hav, í Halifax, Nova Scotia. >World Fishing Exhibi- tion< verður í døgunum frå 31. august til 7. september. Fyrstu ferð, henda stevna varð hildin, var í London í 1963, og síðani hevur hon verið annaðhvort ár í 3 ymsum londum í Europa umframt í Bretlandi. Tað eru meir enn tvey ár síðani, at borgarastjórin í Hali- fax bjóðaði býarinnar vegna at hýsa World Fishing Exhibition í ár. Longu nú hava meiri enn 40 virki biðið um pláss í tveimum messuhelunum, sum eru tek, men um neyðugt kann plássið verða vidkad. Alt bendir á, at hetta veruliga verður ein alheimsmessa av størsta áhuga hjá ellum fiski- vinnutjóðum. Fyrispurningar um framsyningarplåss á stevn- uni eru komnir úr 11 londum: Canada, Fraklandi, USA, Svø- ríki, Hollandi, Vesturtýsklandi, Spania, Bretlandi, Noreg, Dan- mark-Føroyum og Finlandi. Messuhølini liggja fram við bryggju í havnini í Halifax, so at framsýningarskip kunnu liggja beint við strondina. Nova Scotia liggur umgirt av mongum smáum oyggjum, ið tilsamans er ein miðdepul í canadisku fiskivinnuni. Tað finnst hópur av góðum havnum og flakavirkjum um hesa leið, og aftaná canadisku útflytanina av sjómarkinum á 200 fjórðingar eru mong virki, ið ætla at vaksa munandi um virkisøki teirra. Býurin Halifax hevur eina góð Býurin Halifax hevur eina góða floghavn alheims viður- kend — og mong gistingarhus, Her eru tvey sovjettisk havrannsóknarskip á Havnini. og bileggingar úr útlondum verða avgreiddar av serstakari skrivstovu, ið kommunustýrið hevur sett upp. >The Provinces<, ið hetta landaøkid verður nevnt, er væl umtókt sum fritidarplåss i Cana- da. Landslagid er vakurt og veg- irnir fram vid strond góðir, og harumframt finnast fyrsta floks motell, restaurasjónir og handl- ar i småbyunum fram vid vegir- nar. Henda 8. World Fishing Exhi- bition er løgd til rættis av cana- disku stjórnini, deildarstjórnini í Nova Scotia og av býunum Hali- fax og Darthmouth umframt av handilskamarinum í Halifax og tidarritinum »World Fishing«. Fyri teknisku fyrireikingini stendur »Industrial and Trade Fair Limited«. Sovjetisk-amerikansk samvinna Sovjetiska havrannsóknarskipið „Mikhail Lomonosov« hevur endað 3 mánaðar kanningarferð í Norðuratlantshavi í samvinnu við amerikanarar. Gjerdar hava verið fiskikanningar, veður- kanningar og kanningar av vind og streymviðurskiftum og mát- ingar av hitanum í sjónum. Russiska rannsóknarskipið hevur vitjað í Halifax, Boston og ødrum havnabýum á canad- amerikansku eystur- strondini, har sovjetisku vit- skapsmenninir hava hitt út- lendskar starvsfelagar og havt samráðingar við hesar um felags áhugamál. isku og SOSIALURIN ætlar við hesum at fara undir nýtt tiltak, ið blaðstjórin heldur kemur at hava áhuga les- aranna. Tað er alt ov lítið, ið borið verður fram í føroyskum bleðum um fiskiskap aðrastaðir, og fremmand fiskivirki og hvat í tey fáa burtur úr og annars stutt sagt um alt uttaneftir, ið nemur við fiskiskap. Ti ætlar blaðið við millumbil- um at koma við serstokum fiskivinnuteigi, nevndur „Fiskivinna adsastadir«, og vit byrja henda teig í dag. Lodna vid Grønland Noråmenn koma i næstum at royndarfiskiskip til Eysturgrønlands at leita eftir lodnu, tí norskir fiskimenn halda, at tað fer at loysa seg at fiska lodnu í Grønlandi, hóast slíkur fiskiskapur má fara fram senda eitt samstundis, sum norðmenn royna eftir lodnu í Barentshavi- num. Tað verður norska Fiskeri- direktoratet, ið skal skipa fyri royndarfiskiskapinum. Hekkutrolari við 91 monnum Aftaná bert 4 mánaða byggitíð hava eysturtýskarar fingið tann fyrsta av ti, ið teir sjálvir nevna >super trolarum av Atl antik slagnum, sigur blaðið Fiskets Gang Trolarin hevur fingið navnið »Ludwig Turek«, og hann er bygdur f Stralsund, er 102 metrar langur og kann taka 165 tons av fiskimjøli umframt 975 tons av frystum fiski og 17 tons at fiskalýsi. Manningin verður 91 tilsamans. Ætlanin er, at risatrolarin skal fara til fiski skap i parti av Atlantshavinum. sudurvestara . + båd ITT … Flótandi fiskavirkid »Poljarnaja svesda« (Polarstjørnan) Russarar eta meiri fisk Nytslan av fiski i Sovjet er vaks- andi. I 1975 fiskadu sovjetiskir fiskimenn 10 miljónir tons av fiski, og i 1976 var samlada veidutalid 13 miljónir tons. Hetta er nýtt met. Av matnýtsl- uni var nýtslan av fiski millum sovjetborgarar um fjórðingur, og í 1980 meta teir, at ein trið- ingur av ollum matinum verður fiskur. Framleiðslan av fiskakonserv - es skal vaksa við 3 miljardum dósum, og bæði góðska og úrval skal verða betur og sterri 5 miljónir av laksayngli eru merktar til útsetan í áunum í eystara parti av Sovjet. Enda- málið er at kanna, um tað er rætt, sum sagt er, at einans I av 30 laksum koma livandi frá ferðini út á sjógv og aftur, skrivar tiðindastovan APN úr Moskva. »heim« Fiskaslogv sum Norðmenn gera meiri og meiri av at nýta fiskaslógv til minkafóð- ur. A virkinum Nor-Fisk í Svol- vær hava teir gjøgnum fleiri ár fingið væl burtur úr slógvinum, heldur enn at koyra tað burt. Teir savna flógv í ein tanga, og uppi yvir tanganum hava teir eina sterka pumpu, ið pumpar slógvið út í ein uppaftur størri goymslutanga. Slógvið kann verða goymt har eina ávísa tíð, djóramatur til tað aftur verður pumpað inn á sjálvt fiskavirkið, har tað verður blandað við ymsum evnum. Teir á Nor-Fisk siga seg vera væl nøgdar við hesa viðgerð. Samstundis sum at undan slepst at dálka havnina í Svolvær við at koyra slógvið á sjógv, eru líkindi at gera nýtslu av teimum ríku protein-evnum, ið finnast í slógvi, ið er sera væl hóskandi t.d. sum minkafóður A AAA AAA] Fiskaaling i mineralvatni Fiskivinnustovan i Sibiria i Sov- jet hevur gjørt royndir vid at ala upp »karpur« i heitum mineral- vatni. Fiskurin trivist væl og veksur skjótt vid 24—29 hita- stigum celcius. Royndirnar eru í einum hyli, har teir alva karpur 3—3,5 kilo og 100.000 ynglar, ið sleptir í sterri hyljar í summar. Teir ætla at fáa eina úrteku uppá 150 kilo av fiski pr. m* verða Henda myndin er frá sílaaling i Føroyum.