Sosialurinarkiv
Sosialurin 1977-03-09, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 9. mars 1977síða 5

‹ fyrra síða allar 8 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 19 — 9. mars 1977 sosialurin Síða 5 Fólkafundur um javnrættindi — vøggustovur og barnagarðar o.a. Arbeidsmøguleikar og -vidurskifti Flest allar tilkomnar kvinnur í Føroyum eru húsmeður. Hús- móðurin rekir ymsar uppgávur fyri samfelagið. Tann sjónlig- asta av ollum er, at hon uppælir tað unga ættarliðið, og hon er oftast einsamell um hesa á- byrgd. Hon sparir samfelagnum rúgvu av peningi til almenna banraansing, og haraftrat syrgir hon tyri, at núverandi arbeiðs- megin — hervið meina vit menninar — kunnu hvíla seg aftaná stravnan arbeiðsdag úti. Hennara uppgáva er at hava matin kláran, klæðini rein og heil, húsini ruddilig og fjálg, helst eisini bernini still og so sjálvsagt vera í góðum lag. Alt hetta fyri at maðurin kann fáa nýggja megi og kann sleppa av við tað innibrenda illsinnið, sum hann kemur heim við. Arbeiðs- dagurin hjá húsmóðurini er bæði langur og stravin, og hon hevur ongantið frí. Hvat fær so húsmóðurin aftur fyri alt hetta stríðið? Hon fær onga beinleiðis løn. Hon gongur einsamøll ella mill- um bern meginpartin av degn- um. Fyri myndugleikunum er hon ikki ein sjålvstødugur per- sónur. Hon hevur mist sítt navn og er kona mann sín. Hon ger arbeiðið umaftur og umaftur, og hennara arbeiðið verður alt ov lítið virt av ødrum. Tað verður aloftast bara tikið sum ein sjálvfylgja. Sjálvandi hevur hon gleði av børnunum, men skjótt verða tey upptikin av eðrum — og ein penan dag eru tey floygd. Tá er ikki stuttligt at vera heima. Kanska hevði ein útbúgving verið góð nú, men ofta heldur hon tað vera ov seint at fara í holt við slíkt, og arbeidsmøgu- leikarnir eru haraftrat vánaligir. Politikkarnir rósa sær av, at arbeiðsloysi finst ikki í Føroyum um, men sum vant, tá teir tosa um føroyingar, so meina teir bara foroyskar menn. Hennara trupulleikar verða ofta skúgvaðir til viks við pást- andinum um, at hon bert er í yvirgangsárunum, og ikki sjáld- an verður hon fylt við Valium ella Librium, nervatablettum, sum bara gera ilt verri. Fleiri og fleiri ungar kvinnur síggja vansarnar við hesum, og ti royna stødugt fleiri at fáa sær útbúgving og arbeiði úti. So leingi sum kvinna kvørki hevur mann ella bern, maktar hon bæði útbúgving og arbeiði. Hetta gevur henni sjálvsálit, hon kemur út millum fólk, fær egnan pening at ráða yvir og sær betri hvussu samfelagið virkar. Hon felir, at hon ger gagn og hevur aloftast gleði av at vera við í samfelagslivinum. Samver- an við arbeiðsfelagar er strimbr- andi eisini fyri kvinnuna. Men verður kvinnan mann— ella barnabundin, gerst alt meira trupult. Vanliga fær hon tá dupultarbeiði, eitt úti og eitt heima. Menn eru ikki vandir til at taka lut í húsliga arbeiðnum og ábyrgdin er hennara hóast maðurin vidhvørt hjálpir til. Av bernum er hon serliga bundin og nógvar eru tær sum vera stemplaðar at vera ringar mammur, soleingi tær arbeiða úti. Uppfatanin av kvinnuni er nevniliga tann, at hon skal taka sær av sínum egnu børnum og passa heim og mann. Tað hava bæði hon og øll onnur lært frå barnsbeini. Henda uppfatanin gevur henni so ringa samvitsku, at hon ofta gevir upp, um so er at tær vånaligu umstødurnar at Kvinnukúgingin i Fóroyum 8. mars hevur verið hildin sum altjóða kvinnudagur síðan 1910. Henda dag samlaðast kvinnur um allan heim fyri at gera vart við stríði móti kvinnukúging. Á skiltum og í rødum sum verða hildnar her í dag, verður greitt frá kvinnukógingini i Føroyum, og hvørji krøv vit seta fram. Vit hava skipad fyri hesi krav- gongu og hesum fundi at visa, at her er ein kvinnufylking sum ikki vil sita hendur i favn, men sum vil stridast fyri krøvum okkara. Sum staðan er i dag, verða kvinnur kúgaðar figgjarligå, mentunarliga, sosialt og sexu- elt. Í stríðnum móti kvinnukúg- ingini megna vit ikki nógv hvor sær, men saman gerast vit sterkar. Nógv av teimum krøv- um vit seta fram viðvíkja okkum ollum og kunnu bert gjøgnum- forast tá kvinnur og menn standa saman. Eitt tíðandi eki av kvinnu- kúgingini er, at flestu kvinnur ikki kunnu klára seg økonomisk, tíat ov fáir møguleikar eru at fáa arbeiði, og ti at lenin ofta er ov lág til at man kann liva av henni. Tað er kvinnan, sum fødir bernini, og tað skuldi tað verið tikið hensýn til. Í dag hava flestu kvinnur ikki rætt til barsilorlov við løn. Hetta skuldi verið ein sjálvsagdur rættur. Vit seta tí fram kravið um minst 3 mánaðar barsilorlov við fullari løn til allar kvinnur. Í striånum fyri fullari kvinnu- frígering krevst meiri samanhald millum kvinnur. Við meiri sam- anhaldi hevði ivaleyst verið møguligt hjá kvinnum at havt sterri ávirkan í samfelagnum. fáa børnini ansaði ikki longu hava noytt hana at gevast. Barsilsorlov, sjúk bern og dupultarbeiði gera tað torført at gera seg galdandi í arbeidslivin- um og serliga at fåa størv vid åbyrgd og åvirkan. Vert er at nevna at galdandi skattalóg ikki á nakran hátt stuðlar giftum kvinnum at ar- beiða úti og vit taka tí fult undir við uppskotinum um at avtaka samskattingina av hjúnum. Tað má vera ein sjálvsagdur rættur hjá kvinnum tað sama sum hjá monnum, at liva eitt sjålvstødugt liv. Fyri at nåa å mål vid hesum rætti er ymiskt, sum må broyt- ast. Uppfatanin av, at gentan ikki skal vera uppihaldari og at henni ti ikki nytist åtbugving ella krevjandi arbeidi, må broyt- ast. Somuleidis uppfatanin at gift kvinna og mamma ikki eigur at arbeida uti. Madurin må læra at kenna ábyrgd av húsligum arbeiði og fyri bornum, tí arbeiði í heiminum eigur at verða býtt í helvt millum mann og kvinnu. Tað kundi arbeiði úti eisini verið. Góð barnaansing má vera til oll born t.v.s. fleiri barnagarðar og vøggustovur og hartil fritid. arheim og spælipláss. Foreldrini skulu bæði hava lagaligar um- staður at passa sjúk børn, ella kunna fáa vaksið fólk til láns í slíkum føri. Utbúgvingarmegu- leikarnir eru ikki nógvir. Og av teimum sum eru vera av goml- um vana og kanska av ótta fyri at verða til grin bert fáir nýttir av gentum og kvinnum. Flestu handverkarafakini skuldu verið uppløgd at farið í holt vid, men sum er eru 8 menn fyri hverja kvinnu undir útbúgving í Føroyum i dag. Diskriminerandi lógir mugu broytast beinanveg- in. Men ikki minni neyðugt er tað, at vit kvinnur sjálvar nú, frá botni av, fara í holt við at byggja okkara sjálvsálit og á- ræði uppaftur. Tað sum í øldir hevur verið kúgað og niðurbund- ið. Alt hetta arbeiðið noyðast vit at gera sjálvar. Ongin ger tað fyri okkum. Menn eru mikið fittir, men teir eru sær sjálvum næstir Vanvirðing at kvinnan fær minni í løn Tað skuldi verið ein sjálvfyrlgja, at allar kvinnur høvdu møgu- leika at fáa arbeiði, og at lenin hjá kvinnum var líka sum hjá monnum. Kvinnur mugu og skulu hava møguleikar at klára seg sjálvir økonomiskt. Men so er ikki. Hóast poli- tikkararnir í heilum reypa av, at i Føroyum er einki arbeiðsloysi, so nýtast vit ikki at leita leingi eftir arbeiðsloysi. Tað munnu vera fleri hundrað gentur og kvinnur kring landið, sum heldur enn gjarna hevdu farið út at arbeiða, um møgu- leikar fyri ikki at siga ongar fyri at klára seg sjálvar. HETTA ER ARBEIÐSLOYSI. Og hetta er samstundis eitt av teimum týdningarmestu krøv- unum hjá kvinnum i Føroyum: Rætt til lent arbeiði, har vit búgva. Men nógvar kvinnur arbeiða úti. Og hvussu er so umstødurnar hjå teimum. Meginparturin av konufólkaarbeiði er sera illa lønt. Vit kunnu til dømis taka tær, sum binda troyggjur og annað heima við hús. Ella tær, sum standa í handli 1000 kr. um mánaðin er framvegis ikki nokur óvanlig løn til eina vaksna kvinnu við fullari arbeidsviku. Ella tær, sum arbeiða á flaka- virkjum, men sum bert hava arbeiði ein part av tíðini. Nógvar teirra kunnu ikki líta á hesa inntøku, ti hon er so skiftandi. Í Danmark til dømis fáa fólk, ið arbeiða innan fiska-idnadin, arbeiðsloysispening, tá eingin fiskur kemur upp á land. Og eisini timalønin er ov lág. Menn og kvinnur fáa ikki somu timaløn, hóast tey gera sama arbeiði. Kravið um somu tíma- løn til menn og kvinnur må reisast kring alt landid. Fyrst og fremst av teimum timaløntu sjálvum. Men eisini ell onnur, ið eru fyri javnrættindum millum kvinnur og menn, eisini hesi eiga at gera sítt til at fáa kravið um likaløn uppfylt. Ti í hesum, at kvinnan fær minni len, liggur jú eisini ein vanvirðing av kvinnuni sum kvinnu. So er tað S & K felagið hevur eitt stórt arbeiði í at hækka lønirnar hjá teimum láglentu innan skrivstovur og krambúðir, so eru framvegis nógvar gentur og kvinnur, ið arbeiða fyri undirløn. Dømi er um, at kvinn- ur yvir 18 ára arbeiða fulla arbeidsviku í handli i Havn fyri 1700 kr. um mánaðin gott helvtina av tí, S & K-sáttmálin ásetur. Sama er galdandi fyri åvis arbeiði, har kvinnur áttu at verið limir í Arbeiðskvinnufel- agnum, og áttu at fingið sátt mála-bundnu tímalenina. Eisini her eru kvinnur, sum arbeiða fyri undirløn. Ella tak hotellini og bilstød irnar, har lønin er ósomiliga lág. Tær kvinnur, sum á henda hátt arbeiða fyri undirløn, og ikki eru limir i nøkrum fakfelag, gera bæði sær sjálvum og ellum eðrum kvinnum skaða. Um allar kvinnur stóðu saman um at gerast limir í fakfelogun- um, og ikki arbeiða fyri lægri løn, enn sáttmálin ásetur, — ja, so stóðu kvinnurnar nógv sterk- ari, og eingin arbeiðsgevari hevði havt møguleika at goldid ta neyðarsligu undirlonina, sum demi eru um í dag Tíverri er tað so, at nógvir menn ikki skilja týdnigin av, at menn og kvinnur standa saman um at krevja arbeiðspláss, har tey búgva, at krevja somu timaløn til menn og kvinnur, og sum heild hægri len til tey lågløntu. Tey, sum råda, royna at billa fólki inn, at um kvinnurnar fáa såmuliga løn, ja, so má lønin hjá hinum fara nidur. Hetta er tvætl. Sum tikid verdur til i sangin- um, sum er prentaður á flogsedl- inum, at »einsamøll og sundur- býtt eru vit lættari at slá, men um vit semjast, vit bara sem)- ast, so er einki, sum kann forða, at vit saman vinna á mála. Kvinnur! Standið saman um at gerast limir í fakfeløgum og ikki arbeiða fyri minni len, enn sáttmálarnir áseta! Kvinnur og menn! Standið saman um at stríðast fyri ar beiðsplássum til øll, har tey búgva. Somu timaløn til kvinnur og menn og hægri løn til tey lågløntu, har meginparturin er kvinnur.