Sosialurinarkiv
Sosialurin 1977-03-09, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 9. mars 1977síða 7

‹ fyrra síða allar 8 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 19 — 9. mars 1977 sosialurin itrottur FM-kappingar i borðtennis: Hoyvikspiltarnir vunnu alt Hoyvikingar fóru til hús við ollum meistaraskapunum í pilta- deildini í borðtennis, og tverá- menn vunnu øll meistaraheitini i dreingjadeildini. Í FM-kappingini í piltadeild- ini varð spæld í fimleikahellini á Studentaskúlanum, og har vann ítróttarfelagið í Hoyvík H 71 bæði felagskappingina, einstakl- ingakappingina og kappingina í tvimannleiki. Å ti vinnandi liånum spældu Jógvan Ellefsen, Petur Even Djurhuus, Torkil á Steig og Óli Samuelsen. Nummar 2 í felagskappingini varð Nólsoyar Ítróttarfelag mannað við Jan Kjeld Jacobsen, Heðin Hansen og Hjalmar Fred- eriksen. Torkil á Steig Nummar trý varð Fram mannað við Birgir Carlsen Andres Samuelsen Yngva Guttesen og Sámal Hansen. Teir vunnu í dystinum um 3. — pláss- ið á Tvøroyar Borðtennisfelag. Single Einstaklingkappingina vann Jógvan Ellefsen úr H 71. Hann vann í finaluni á Petur Even Djurhuss, eisni úr H 71. Numm- ar trý varð Birgir Carlsen, Mimir, sum vann á Ola Samuel- sen, H 71, í dystinum um 3. plássið. Double Hoyvíkspiltar struku eisini av- stað við foroyameistaraheitinum Jógvan Ellefsen í tvímansleiki. Nummar eitt vórðu Jógvan Ellefsen/Petur Even Djurhuus. Nummar tvey Torkil á Steig/Óli Samuelsen, H 71. Nummar try Jan Kjeld Jacobsen/Heðin Hansen, NIF, og nummar fýra Hans Dam, Mimir,/Hjalmar Frederiksen, NIF. Petur Even Djurhuus Oli Samuelsen Tvørådreingir føroyameistarar Í dreingjadeildini vóru tvørå- dreingir eins góðir og hoyviks- dreingir vóru í piltadeildini. TBF vann felagskappingina mannað við Bárði Enni, Fridi Jensen og Remi Kambsskarð. Nummar tvey var H 71 við manningini Hákun Djurhuus, Bárður Enni Andrass Róin og Ole Nielsen. Nummar trý varð Fram mannað við Jens Dhr. Carlsen, Zacarias Hansen og Tummas Ola Mort- ensen. Single I singlekappingini varð Bárður Mervyn Jacobsen Enni, TBF, nummar eitt. Hann vann í finaluni á Mervyn Jacob- sen úr Nólsoyar ltróttarfelag. Nummar trý gjørdist Fridi Jens- en, TBF. Double Sigurin i tvimansleiki før eisini til Tveroyar. Vinnarar vórðu Bárður Enni og Fríði Jensen Nummar tvey vórðu Remi Kambsskarð og Flemming Samuelsen, eisini TBF. Í hesi kapping vórðu Ole Nielsen, H 71 og Zacharias Hansen, Fram. Spældu í Hvalba og i Hoydølum Føroyameistarakappingin i dreingjadeildini varð spæld í Roynhøllini i Hvalba. Hetta er fyrstu ferð ein føroyameistara- kapping i bordtennis er avgreidd har. Spælararnir lata væl at høllini til borðtennis. Piltakappingin varð spæld i Hoydølum. Hetta er eisini fyrstu ferð Studentaskúlin hevur verið karmur um eina FM-kapping í borðtennis. Spælararnir lata eis- ini væl at høllini í Hoydølum Har varð spælt á fýra borðum eins og í Hvalba, har teir tó kunna spæla á fimm borðum í senn. Nú byrjar fótbólturin... Nú gongur móti ljósari tíðum, og longu nú kunnu vit síggja piltar og vaksnar tysja út á grúsvellirnar kring alt landið við fótbóltinum millum sín. Fót- bóltstíðin er komin Tað eru bert fáar vikur síðani, at vit í útvarpinum hoyrdu fótbóltsfelog kring landið siga frå,at nú byrjar uttandura venj- ingin aftur. Ikki minst hava vit hoyrt hitt unga fótbóltsfelagið FRAM í Havn sagt frá venjing. Tað tykist tí heldur ikki at vera nakað at ivast í, at hetta unga felagið, sum kom upp í fyrstu deild í fjør, aftur í ár ætlar at gera seg galdandi, ikki í 2. deild men millum okkara frægastu lið 1. deild. Men ilt er at spáa, og ti lata vit tað liggja fyribils — og bíða til fótbótskappingarnar byrja aftur. Tá kunnu vit meta. Kappingarskipanin farin til prentingar Kappingarskipanin fyri fótbóltin er farin til prentingar, og um stutta tíð kunnu vit rokna við at fáa skipanina. Kappingarskip- anin í ár verður eins umfatandi sum seinasta ár, bert við einari litlari broyting. Hesa ferð er lógin fyri ÍSF ikki við, í staðin hava fyrireikararnir tikið fleiri lýsingar við. —A henda hátt klára lýsingarnar at bera út- reiðslurnar, sigur formaðurin í fótbóltsdeildini, Anfinnur Hammer. 101 lið meldaðu luttøku Tilsamans 101 lið hava meldað seg til at luttaka í fótbóltskapp- ingunum í summar. Men nú hava trý lið givið avboð. Tey eru unglingarnir hjá TB og dreingja- og smádreingjaliðini hjá B 71. Ætlanin er at byrja kappingarn ar um vikuskiftið apríl-mai. Tað fjør 7 lið í meistaradeildini. Umframt HB, KI, TB, VB, IF, B 36 er FRAM vid i meistaradeildini fyri fyrstu verða eins og i ferð. Teir vunnu aðru deild í fjor og flyta sostatt upp í 1. deild NsI flytur niður í aðru deild Triðjadeildarliðið hjá KI, sum 9 vann kappingina flytur uppi 2 deild, og niður í triðju deild flytur Royn. Hver vinnur í ár? Odense KFUM til Føroyar Í samband við at foroysku dreingja- og unglingalandsliðini skulu spæla ímóti Íslandi í juli mánaða, kemur danska felagið Odense KFUM til Føroya í juni vid einum dreingja- og einum unglingalidi. Teir koma higar tann 20. juni og skulu spæla 4 dystir í part. Við á ferðini eru 32 triggir leiðarar. Unglingaliðið hjá Odense KFUM hevur áður vunnið fynska meistaraskapið, og teir lógu i gjør millum nummar 3-6 í endarunduni i danska meistara- skapinum. spælarar og Landsliðini byrjað venjingina Bæði dreingja- og unglingal- andsliðini eru farin undir venj- ingarnar. Dreingirnir byrjaðu at venja næstsíðsta vikuskiftið og unglingarnir seinasta leygar- dag. Venjari hjá dreingjunum er John Nielsen og hjá unglingun- um Jógvan (Egga) Jensen. TB verður 85 ár Í samband við at TB verður 85 í ár, skipar felagið jubleumskapping. Tann 25 apríl spæla KÍ og IF í Kl: HB og B 36 í Havn og VB og Fram á Tvøroyri. Endarundan verður spæld tann 13. og 14. mai. TB situr yvir til hesa runduna fyri stórari iksvik, HM í í hondbólti ár veður heimsmeist- ett i mannshondbólti hildin i Danmark. Øll tey inn- leiðandi umførini eru nú spæld, og tað er greitt, hverji tey 16 liðini eru, sum skulu spæla um sjálvt heimsmeistaraheitið. Ból- karnir til dystirnar í Danmark komandi ár eru hesir: Bólkur 1: Sovjetsamveldið, Rumenia, Póland og Vestur- týskland. Bólkur 2: næsta Jugoslavia, Ungarn, Sveríki og Danmark. Bólkur 3: Eysturtýskland, Tjek- koslovakia, Ísland og Asia. Bólkur 4: Spania, Bulgaria, Amerika og Afrika. Føroyingar luttóku fyri fyrstu ferð í teimum innleiðandi umfer- unum í hesi heimsmeistarakapp- ingini. Feroyar spældu í C bólkinum. Vit komu ikki víðari, hóast úrslitið, vit fingu í Portu- gal, er tað besta í føroyskari hondbóltssogu