mikudagur 23. mars 1977síða 5
‹ fyrra síða allar 8 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 23 — 23. mars 1977
sosialurin
Dexter Gordon
azzari til Føroya
Ein av heimsins bestu tenorsaxofonspælarum hevur
konsert í kommunuskulahøllini í Havn fríggjadagin
Friggjadagin 25. mars kl. 20
skipar Havnar Jazzfelag fyri
almennari konsert í Havn við
DEXTER GORDON QUART-
ET:
Dexter Gordon, sum er føddur
i Los Angeles í 1923, er víðagitin
og ein av bestu tenorsaxofon-
spælarum í heiminum. Hinir
tríggir, ið spæla við honum, eru
eisini í fremstu rød, hver á sínum
oki.
Nevnd Jazzfelagsins er ógvu-
liga fegin um, longu á fyrsta
starvsári felagsins, at kunna
bjóða foroyingum tað besta,
sum finnast innan jazztónleik.
DEXTER GORDON QUAR
TET hevur bert hesa einu kon-
sertina í Føroyum, ti teir fýra
tónleikararnir koma higar sama
dagin, konsertin verður, og teir
fara avstað aftur morgunin eftir
Konsertin verður i komm
unuskulahøllini, og atgongu
merkjasølan er byrjað á Byar
bókasavninum
Tey, ið vilja bíleggja atgongu-
merki, kunnu ringja tlf. 13626.
Ljodbøkur á Býar-
bókasavninum í Havn
Býarbókasavnið fer frá 21. mars undir at læna
ljóðbókur út til blind og onnur, ið ikki eru før
fyri at lesa vanligar bøkur
Fyribils eru bert bøkur á donsk-
um. Bøkurnar eru frá ti danska
Bibliotekscentralen, sum fyri
stuttum er farin undir hetta
tiltak. Hesar ljóðbekur eru
kasettubond, ið liggj í plast-
mappum. Tað krevur, at fólk, ið
ynskja at læna hesi bond, sjálv
mugu útvega kasettubandupp-
takara. Lánitíðin er sum fyri
aðrar bøkur 1 mánaði, men av
ljóðbókunum verður lænt fyri-
bils bara 1 tittul læntur út í
senn. Annars hevur býarbóka-
savnið umframt ljóðbekur eisini
bøkur við grovum stili til fólk,
sum síggja illa. Eisini fólk
uttanfyri Havnina kunnu læna
bond og bøkur við at venda sær
til Býarbókasavnið
NORRØNA FELAGIÐ
hevur sent skúlunum
í Føroyum hetta skriv
Norrøna felagið loyvir sær við
hesum at heita á tygum um at
minnast á norrena dagin, ið er
23. marts. Henda dag verður
norrønt samstarv vidgjørt í
skúlum i øllum norrønum lond-
um, sum lid i, at tey uppvaks-
andi ættarlidini skulu fåa kunn-
leika um grundarlagið undir
norrønum samstarvi, vónir, úrs-
lit, ætlanir og ynski.
Í ár er tann serliga hending, ið
verd er at hava á loftið, at
Norrøna Ráðið fyllir 25 ár. Skúli
tygara hevur óivað fingið ein a
veggjavis og læraravegleiðing
til, og er ætlanin við hesum at
Síða 5
Tíðindastubbi
Hvor er Dexter Gordon!
Dexter Gordon er føddur í Los Angeles í 1923.
Longu sum smádrongur fekk hann áhuga fyri
jazztónleiki, og pápi hansara, sum var vinmaður
nógvar av fremstu jazztónleikarunum tá, eitt nú
Duke Ellingtons, fór við honum á jazzkonsertir
13 ára gamal fekk Dexter fyrsta
ljóðfori sitt eina klarinett
Hann fór beinanvegin at læra
seg at spæla, men tvey ár seinni
skifti hann til altsaxofon, og tå
fór hann saman við einum hópi
av unglingum úr grannalagnum,
har hann budi, at spæla til dans
Men í 1940, tá Dexter var 17
ára gamal, fekk hann sina
fyrstu tenorsaxofon. Hann ivað
ist ikki í, at her hevði hann
funnið tað ljóðfori, sum hóskaði
honum best
Saman við
Louis Armstrong
Hann fekk nú úr at gera, frá
1940 til 43 spældi hann saman
við Lionel Hampton og í 1944
Armstrong
við Louis Longu
aftaná. seinna heimsbardagan
verður hann roknaður millum
fremstu
innanfyri hin sokallada bop-tón
leik. I fjørutinum ferðaðist hann
nógv i teimum amerikansku
statunum og spældi saman við
nógvum mætum jazztónleikar
um. Umframt omanfyri nevndu
kunnu nevnast Dizzy Gillespie,
Charlie Parker, Billy Eckstines
Fats Navarro og Wardell Gray.
Í hálvstrýssunum hevði hann
minni um at vera, men í 1962
varð hann biðin um at koma til
London at spæla. og haðani fór
hann til Keypmannahavnar
Dexter Gordon hevur nú í nógv
ár verið ein av hovuðsstuðlunum
í danska jazzhúsinum Mont-
martre. Hann búsettis ikki bein
anvegin í Danmork, men tey
seinastu 9— 10 árini hevur hann
havt fastan heimstað har. Hann
sigur í einum viðtali við amerik
anska tónlistartíðarritið Down
Beat, at tað er stórur munur á at
vera tónlistarmaður í Europa,
her virða fólk tónleikin. Í Stat
unum hugsa tey fyrst og fremst
um peningaliga vinning tónleik-
aranna.
I oktober í før var Dexter
aftur og vitjadi fødilandid. Og
tenorsaxofonspælarar
hann varð ógvuliga væl móttikin
av amerikanskum jazzáhuga
fólki. Tað er týðuligt, at hann er
sera væl umtóktur og hevur
kanska ongantíð fyrr spælt av
slíkari list sum júst nú. Aftur í
ár skal hann vitja Ameriku Í
mal
Bjartskygdur
um framtidina
Dexter Gordon hevur sostatt
góðan býr í løtuni og áður
nevnda viðtal í Down Beat endar
hann við hesum orðum
Tað gongst væl, ferð er komin
á. Eg eri sera bjartskygdur
um framtíðina og um tónlistina
Seinastu fimm árini hava verið
góð, haldi eg. Bæði í Europa og
her (USA) er tónlistin endurreist
serliga jazzurin. Og tað er júst
tað, vit tosa um, jazz. Mær
dámar hetta orðið »jazz«. Liv
mitt er hetta orðið
Friggjakveldið tann 25. hava
vit so høvid til at hoyra og siggja
henda mæta jazzmeistara. Ein
stórhending í tónlistasogu
Føroya
Hinir triggir
Saman vid Dexter Gordon koma
higar triggir aðrir tonleikarar
Kenny Drew's Trio.
Klaverspælarin Kenny Drew
er eisini amerikumadur, føddur i
New York i 1928. Hann hevur
spælt saman vid Coleman
Hawkins, Lester Young, Charlie
Parker og John Coltrane
Kenny byr eisini i Danmørk
og hann hevur havt stóran
týdning fyri danskan jazz. Hann
er vidagitin sum ein frálíkur
undir spælari og hesi seinastu
árini hevur hann eisini vakt ans
sum einleikari
Jazzfelagið hevur enn ikki
fingið endaligar upplýsingar um,
hvor skal spæla kontrabass og
trummur á konsertini í Havn,
men tað vera so í ollum forum
danir.
geva lærarum og næmingum
grundtilfar. Tað ber eisini til at
hava annað norrent á lofti,
syngja norrønar sagnir o.s.fr.
Ein hending í hesum samb-
andi, ið týdning hevur fyri
okkum, er, at Norrøna Húsið er
vorðið endaliga samtykt av ráð-
harraráðnum.
Norrøna felagið í Føroyum, ið
fylti 25 ár í fjør, hevur einar 400
limir — og ætlanin við tí er m.a
at virka fyri upplýsing um
norrønt samarbeiði. Øll kunnu
tekna seg sum limir
Í sama viðbragdi vilja vit
boða frá, at slagið hevur fingið
ein foroyskam lærara at gera
kunningarti at nýta í skúl-
unum. Í h tilfari, ið vón-
andi verðu t til komandi
skulaår, ver høvudsdenturin
lagdur á stød Føroya i norrøn-
um samstarvå sæð við føroysk
um sjónar | Vit vóna, at
skúlarnir fara taka væl ímóti
ti eisini og vilja nýta tað í
undirvisingim framyvir.