Sosialurinarkiv
Sosialurin 1977-03-23, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 23. mars 1977síða 7

‹ fyrra síða allar 8 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 23 — 23. mars 1977 sosialurin Barnablaðið vil hjálpa ferðsluráðnum Hetta kann minka um ferðsluóhappini Tað kann ikki sigast annað, at tað er eitt frålikt tiltak, sum Barnablaðið er farið undir. Í februarnummarinum skrivar blaðið, at Ráðið fyri Ferðslu- trygd er boðið innivist í blaðnum í framtíðini. Talan er her um upplýsandi tilfar um ferðslu- trygd. Ráðið fyri Ferðslutrygd tók alt fyri eitt av og heitti á teir báðar lærararnar, Jógvan Jens- en og Bjarna Skaalum at skriva greinir um ferðsluviðurskifti. Fyrsta greinin er longu veruleiki og stendur í hesum nýútkomna februar nummarinum. Blaðið skrivar m.a.: Hesi seinastu árini er vorðið trongligligari og trongligari eftir vegnum. Súkklur, prutl persón- bilar,lastbilar og fólk skulu øll fara eftir hesum somu vegum. — Fyri at tryggja hvenn einstakan sum best, hava myndugleikarnir sett ávísar reglur fyri, hvussu vit eiga at bera okkum at í ferðsluni, samstundis sum leið- beinandi skelti o.a. eru sett upp. — Tad er ti skylda hjå øllum, annadhvørt tey ganga, sukkla ella koyra, at duga hesar reglur og kenna hesi skelti. Hvat verður gjørt í hinum Nordurlondunum? Í hinum Norðurlondunum hevur í fleiri ár verið gjert eitt stórt arbeiði, serstakliga í skúlunum, at læra bernini og tey ungu ferðslureglurnar. T.d. kunnu vit nevna, at í Danmark hava allir skúlar skyldu at undirvísa í ferðslulæru øll 10 árini í fólka- skúlanunum. Endamálið við hesi undirvising er m.a.: 1. at læra børnini tær tydningar- mestu ferðslureglurnar. 2. at læra børnini skeltini. 3. at venja bernini, hvussu tey skulu bera seg at. 4. at venja bernini at gongu- og súkklureglar. 5. at uppala bernini, so at tey skilja, hvussu týdningarmikið tað er at duga væl at bera seg at í ferðsluni — góður »trafikant- ur«. Her i Føroyum hevur lítið verid gjørt at læra børn og ung ferðslureglurnar. Tó nú er vend komin í. Vit hava fingið eitt halda Ferðsluráð, sum m.a. hevur hetta til endamáls: 1. at skapa sterri trygd i ferðsluni. 2. at skipa fyri trygdarfremjandi tiltøkum (filmar, fyrilestrar). 3. at ganga inn fyri kravdari ferðsulæru í skúlunum, barna- gørdum o.tl. Í næsta blaði skriva Egga Bjarni um skúlavegin og súkkl- una. Hevjid brandin Tað undrar ikki meg stórvegis, at Javnaðarflokkurin hevði eina lítla afturgongd við hetta val. Harafturímóti hevði eg undrast almikið um so var, flokkurin fekk ovurhonds nógv fleiri at- kveður. Hetta sýnir bert tað, at flokkurin stendur rimmarfastur við stevnumið og endamál sítt. Onki ilt um Sambandsflokkin- men tað, at hann gekk so nógv frammá viðvíkjandi atkveðum tað sýnir bert hetta eftir mínum tykki, at teir hava fingið tals- mann innan henda flokk, og hetta eydnaðist teimum so sanniliga eisini. Men hvat teir við hesum vilja sýna og gera og so víðari, tað hava hesir veljarar neyvan hugsa um. Ein nýtist ikki hugsa mikið um at seta ein kross. Men teir ella tær gerðast vónandi klókari, og tað rokni eg so sanniliga eisini við tey gerð- ast. Men fyri at snúgva aftur til tað, ið eg ætlaði í hesum feri at nema eitt sindur við. Flokkur vára, javnaðarflokk- urin, arbeiðir midvist og arbeiðir á ollum umráðum og ikki minst, at ell í samfelag várum skulu hava tað gott og ikki minst ar- beiðir fyri reim minnu mentu- teim sokallaðu veiku í samfel- agnum — hvat hetta enn stend- ur fyri, tað kemur ann uppá frá hverjum sjónarmiði tað verður sæð útifrá: ideologiskum, religi- øsum o.s.fr. eisini hesi skulu hava tað nógv betur enn í dag. — Hvat tað er fyri andi, ið rekur inn yvir land okkara, ja, eftir mínum tykki kann hetta verða lutað sundur. Fyri tað fyrsta: konservat- isma (afturhald) alt skal standa í stað, ja, á sama staði, sum fyri eldum síðan.- Nøkur fá skulu leggja byrðu omaná byrðu á fjøldina. Fyri tað næsta at teir sum eru væl bjargaðir bæði á ein og annan hátt, koma at fáa tað nógv betur, teir sum háva nógv fáa enn meira- og tey, ið lítið, og onki eiga frá teimum verður tikið-soleiðis at skilja, at tey illa klára dagin og vegin, ja tað eru fleiri, sum als ikki klára tað. Opna eygu tíni og skoða, og hetta tú vil skoða og verða varur við, væl at merkja um tú hetta vil, Ja, eg vil enntá siga tað svá, at stættarmunurin í dag er vorðin nógv sterri enn nakrantíð áður — og hetta er onki yvir at dylja, at orsøkin er, at javnaðar- flokkurin ikki hevur meirilutan á tingi, annars hevði sæð annar- leiðis út. Ja, eg havi ikki nøkur tøl hesum viðvíkjandi, so tit kunnu spyrja Óla, Jógvan eila Palua ella hvat annars hesir kallast fyri. —Men tit rætt- trúgvani javnaðarfólk hetta val skulu tit ikki syrgja mikið. Hevjið brandin og standi enn stinnari og berjist fyri stevnimið floksins. Tit skulu ikki lata tykkum doyva av óminnisdrykki konservatismunnar (afturhald) og kapitalismunnar (peninga- gyrnd) — . Men latum okkum nú sum ongantid ådur standa sam- an og fåa veikar (lunkadar» janadarsålir at vakna og fylkjast if lokk, svå at javnadarflokkur- in, sum altíð hevur verðið ein sterkur flokkur, gerðast enn sterkari, svá at vit fáa okkara sjónarmið enn betur igjøgnum enn vit fáa í dag. Tað er eftir minum tykki sanniliga ikki lætt at arbeiða saman við kapitalistiskum sjón- armiðum og anda- og hinvegin saman við eginvildum, stutt- skygdum sokallaðum tjóðskap- arligum einoygdum menniskj- um. Men tað lættasta er júst hetta, at skriva og tosa um aðrar flokkar og teirra sjónarmið, at svá burdu teir hugsa og arbeitt o.s.fr....Tað er altid meira tor- velt at kann sín egna flokk og finn alítir í hans arbeiði. Men hetta skal eisini so sanniliga til og hetta verður sltíð sunt og uppbyggjandi tekin um lív. Ég eri greiður yvir, at javnað- arfólk, sum við dirvi, reystleika og ideologiskum og idealistisk- um sjónarmiðum hava bygt upp garð um flokkin, ynskja sjálv- andi at tey umboð innan legting og landsstýri, sum tey hava valt, og sum hava fingið teirra álit at arbeiða svá eftir floksins skrá, og ikki minst nú í hesum harðrendu tíðum, verður fylgt. At tað grundarleggjandi ikki bert verður ein ræðandi beina- grind, men verðunliga verður sýnt í verki-ikki bert seta bót á gomul klæðir, men at hesir menn og hesar kvinnur verðunliga sýna í verki hvat fólk vil, og ynskja-tað fólk, ið stendur aft- k KK anfyri stevnuskrå floksins. Her må øll persóndyrkan goymast burtur, og verunligar sosialist- iskar kreftur til, sum vilja ofra seg, ikki bert verda stiandi i høgum sessum,ti tá verður soðið mangan tunt og toka kemur at fjala tí verðunliga javnaðarhug- sjónini. Men tá hetta er sagt, vil eg sláa fast, at givið er tað, at tað álit havi eg til teir menn og kvinnu innan flokkin, at teir/ tær vilja gera alt fyri at reka allar eginsyntar og kapitalistisk- ar magtgyrðnar menniskjur við teirra sjónarmiðum av durum og gyrða ein enn manniligari garð um hugsjónarborg javnadarflok- sims. Sólmundur Joensen Avskeplaða fuglaveiðuuppskotið Eg hoyrdi í útvarpinum í kvold, at málið um friding av lomviga og álku er komið aftur úr fiskivinnunevndini. Urslitid var bara eitt vonbrot, vid tad at henda nevnd bert vær komin til tad urslit, at totalfrida lomviga og ålku frå 15/5 1/9. Hetta vil siga tad sum, at øll viduambod uttan byrjan skulu vera bannað alt árið. Fleirtalið ræður, tað eru nogv- ar ferðir fleiri fólk her á landi, ið stuttleika sær við byrjuni, enn tey, ið røkja bjørgini og driva snaruveiðuna. Gamalt er, at lomvigan nærk- ast landi á Pálsmessu. Hvat man tað vera fyri fuglur, ið fyrst leitar sær hendavegin? Man tað ikki vera byggingar- fuglurin? Man ikki alt ella næstan alt, id skotid verdur å våri vera bygg ingarfuglur, ið leitar upp land, har hann varp og hevdi pisu årid fyri? Hetta virkar eitt sindur bak- vent, at vit skulu frida, tå oydufuglurin kemur at landi, ti hann kemur ikki fyrr enn nakad væl er liðið út. Tað verður heldur ikki nevnt nakað um nakað áramál, mær og um lógin skal endurskoðast Uppskotið frá landsstýrinum gekk út uppá at friða alt árið allari vidu í nekur ár og so endurskoða. Við hesum uppskoti er møguleikin opin fyri ollum viðuhættum um nøkur år. Min åskodan er, at verdur hetta lógar uppskot viðtikið, sum tað nú sær út, so hava fuglaplássinum mist sín fugla- veiðurætt með alla og manna- fótur verður ikki settur aftur í bjørgini. Livst so spyrst! Arne Jensen Heldur tu ikki